Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 4. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 86 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 ÓLAVUR Á VÁLI Í SPANIASTOVU Í kvvøld, fríggjakvøldið, verður konsert í Spaniastovu, har Ólavur á Váli við bólki fer at framføra øll tey kendu løgini frá fløgu hans­ara og stakløgini ið hann hevur givið út ígjøgnum árini. Kom og ver partur av einum hugna­ligum kvøldi við góðum tónleiki og góðum hýri. Mann­i­ngin er: Ólavur á Váli Olsen: Sang og gittar, John Johansen: Bass og kór, Magni Husgaard: Tangentar, Henn­ing Hjalt Nicodemussen: Trummur og kór. Atgongumerki eru til keyps á atgongumerki.fo Frá klokkan 18 verður høvið at fáa gott undir góman frá gourmet­kokkinum, sigur Jógvan Andrias Joensen í Spaniastovu. NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Sigurd Gaard Hansen, and­aðist týsdagin 1. des­ em­ber, 90 ára gamal. Maja Laursen, fødd Dan­ i­el­sen, ættað úr Porkeri, and­aðist 2. desember í heimi­num í Farum, 89 ára gom­ul. Torbjørn Hjelm Hansen, ætt­að­ur úr Leynum, bú­sit­andi í Søldarfirði, and­aðist í heiminum miku­dagin 2. desember, 77 ára gamal. Borghild Joensen, ættað av Eiði, búsitandi á Havn, and­aðist á Heiminum við Valla­líð mánadagin 30. nov­em­ber, 75 ára gomul. Jastrid Dragsted, fødd Olsen, ættað úr Trong­is­ vági, andaðist í Keyp­ mann­a­havn mánadagin 30.nov­embur, 87 ára gom­ul. Karin Petrea Malm­ bergs­dóttir, ættað úr Sør­vági, búsitandi í Havn, andaðist á Lands­sjúkr­a­ húsinum týsdagin 1. des­ ember, 76 ára gomul. Lydia Arge, Tórs­havn, andaðist á Boð­a­nes­heim­ i­num 1. des, 96 ára gomul. Jarð­arferðin verður lýst seinni. Høgni Thomsen, Nóls­ oy andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum fríggj­ a­dagin 27. november, 81 ára gam­al. Gudrun Helena Krist­i­ an­sen, Vági, andaðist 26. nov­em­ber á Suðuroyar Sjúkr­a­húsi, 81 ára gomul. Jarð­ar­ferðin verður lýst seinni. Paula Matras Poulsen, ætt­að av Viðareiði, bú­ sit­andi í Havn, and­að­ist á Kristianslon á Tjarn­a­ garði sunnudagin 29. nov­ em­ber, 95 ára gomul. Jóannes Nolsøe, ættaður úr Vági, búsitandi í Ska­g­ en, andaðist á Suðuroyar Sjúkra­húsi fríggjadagin 27. nov­em­ber, 78 ára gam­ al. Jarð­ar­ferðin verður úr Vágs Kirkju hósdagin 3. des­em­ber. Haldor Ellingsgaard, ætt­að­ur av Eiði, búsitandi í Far­sund í Norra, andaðist 27. november, 84 ára gamal. Eirik Jensen, Tvøroyri, and­aðist í heiminum fríggja­dagin 27. nov­em­ bur, 76 ára gamal. Elin Merkistein, bú­sit­ andi í Esbjerg, ættað úr Havn, andaðist hósdagin 26. november, 59 ára gom­ul. Sigrid Ziskason, Klaks­ vík, búsitandi í Tórs­havn, andaðist á Boð­an­es­ heiminum 25. november, 91 ára gomul. Inna Nattestad, Mið­vági, andaðist á Sýnini, miku­ morg­unin 25. nov­ember, 86 ára gomul. Kristian Steingrund, Glyvrar, andaðist týs­dag­ in, 88 ára gamal. Jarð­ar­ ferðin verður úr Glyvra kirkju leygardagin kl. 13.00. Ingibjørg Müller, Kvívík, búsitandi á Mørkini andaðist 23. november, 95 ára gomul. ANDLÁT Tað verður 41-ára gamla Liljan Weihe, sum fer at standa á odda fyri Visit Tórs­ havn eftir árs­skift­ið Fremsta upp­gáv­an hjá stjór­ a­num og toyminum á Visit Tórs­havn er at vekja áhugan fyri býn­um og bygdunum í komm­ununi og so­leiðis tæna bæði borgarum, ferða­ fólki og handilsvinnuni í bý­ num. Liljan Weihe er útbúgvin sam­fel­ags­frøð­ing­ur og journ­a­listur frá lærda há­ skúl­a­num í Roskilde og hev­ ur drúgvar royn­d­ir innan sam­skifti og leiðslu. Lilj­an hev­ur í fleiri ár verið deild­ ar­leiðari í Kring­varpi Føroya og kemur úr einum starvi sum ráðgevi á Fólkatingi. – Tórshavnar kommuna hev­ur sein­astu mongu árini rað­fest menning av til­boð­ um til bæði borgarar og ferð­a­vinnu høgt, og Visit Tórs­havn, við Lilj­uni á odda, skal tryggja at Visit Tórs­ havn fram­haldandi verður ein sen­tral­ur partur av hes­ um ar­beiði. Vis­it Tórs­havn hev­ur eisini ein sentralan leik­lut í menningini av til­ tøk­um og til­boð­um til hand­ il­slívið, soleiðis at bý­ur­in al­ s­amt gerst meira livandi og spen­n­andi at virka og liva í, sig­ur Henny á Líkn­ar­gøtu, nevndarforkvinna í Visit Tórs­havn. – Eg havi leingi ynskt mær at ar­beiða innan ferð­a­ vinn­una í Føroyum. Ferða­ vinn­an er nógv ment sein­ astu ár­ini, og eg gleði meg til at vera partur av víð­ari menn­ing­ini. Saman við dugn­a­ligu starvsfólkunum á Visit Tórshavn, ynskja vit at skapa bestu karmarnar til hand­ils-, hotel- og mat­stov­ u­vinn­una og bjóða bæði borg­ar­um og ferðafólki góð­ ar og fjølbroyttar upp­liv­ing­ ar í bý­num, sigur Liljan Weihe. Seks fólk starvast hjá Vis­ it Tórs­havn, sum húsast í Steina­túni. Lilj­an Weihe tekur við starv­inum fyrst í komandi ári. sdfsdf Hátíðarløta var í Veitslu­høll­ ini á Lands­sjúkrahúsinum tann 26. november, tá Mar­i­ ann Pat­urs­son, dietistur, fekk »Dronn­ingens For­tjen­ es­te­med­alje«.🏅 Steinar Eirikstoft, for­ stjóri á sjúkrtahúsinum, veitti henni heið­urs­merkið fyri meiri enn 40 ára trúgva tæn­astu á Lands­sjúkra­hús­i­ num. Mariann Patursson byrj­ aði í læru sum øk­onoma í køk­i­num á LS í 1970. Síðani fór hon undir út­ búgv­ing og var liðug sum di­ et­ist­ur, tá fyrsti árgangur tók prógv í Danmark í 1976. Sama ár byrjaði hon aftur á Lands­sjúkr­a­húsinum. Burtursæð frá einum stutt­um tíðarskeiði utt­an­ hýs­is, hevur Mariann Pat­ur­ sson starvast við sjúklingum á Landssjúkrahúsinum í sam­full 44 ár. Hon er tí eitt kent andlit bæði millum starvs­fólk og sjúklingar. – Vit ynskja henni hjart­a­ liga tillukku við heiðrinum og takka fyri mongu árini her hjá okkum, skrivar Lands­sjúkra­húsið á Face­ book.😊 . Mariann Patursson fekk Dronningens Fortjenestemedalje Liljan Weihe nýggjur stjóri á Visit Tórshavn Liljan Weihe byrjarði í starvinum sum stjóri á Visit Tórshavn fyrstí komandi ári Mariann Patursson hevur starvast á Landssjúkrahúsinum í samfull 44 ár