Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 4. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 86 11 DAGURIN Í DAG EITUR BARBARA Barbara, deyð umleið 300. Halgisøgan sigur, at tann vakra gentan varð vorðin kristin, og heidni faðir hennara stongdi hana ikki í einum torni. Hon vildi ikki ganga frá trúnni, og at enda læt faðirin sjálvur hana hálshøgga. Navni er grikst og merkir »fremmand«. 5. desember eitur Sabina. Nógva halgikvinnur bera hetta navn, men eingin tykist at hava havt samband við henda dag. Hildið verður tí, at talan er um tann halga mannin sankta Sabas, ið var kendur kleysturbyggjari í Palestina. Hann doyði umleið 532. KLUMMA VAGINA Ja, »kært barn har mange navne«, verður ofta sagt um okkurt, sum er okkum kært og er tað nokk ongin kropps­ partur, sum hevur fingið so nógv ymisk heiti sum tað allarheilagasta staðið hjá kvinn uni, nevniliga: Vaginan Har nýtt lív kemur til verðina. Vegurin til nýtt lív og njóting. Staðið, har ein so sterkur máttur sum seksualiturin hevur búgv og hugur, sum al­ tíð er til staðar. Tó verður hann ofta køvd ur orsakað av elligamlari skuld­ ar­ og skommkenslu og læru­ setningum. Frígering At tora at vera forvitin er ein veg ur til at læra seg sjálva bet­ ur at kenna. Hvat ger tað við náttúruna hjá kvinnuni, tá hennara dýra­ barasta, vakra og mystiska stað verður fjalt? Hvat er tað, sum liggur aftan fyri slørið? Kroppurin er okkara besta njótils isljóðføri, um vit læra okkum at spæla upp á tað. Í nógvum ymiskum ment­ an um er sjálvserotikkur sædd­ ur sum nakað heilt natúrligt. Ein natúrligur máti at kenna og varða um sín kropp. Eisini er tað ein vegur til at koma í sam band við sín seksualitet og finna útav, hvat fjalir seg í inn­ asta njótilsisrúminum. Í gomlu egyptisku skapan­ arsøguni bleiv jørðin til við at sólin elskaði við sær sjálvari, ein vøkur mynd at hava huga. Jómfrúgvin og Skøkjan Hvat fyri fyrimyndir hava vit? Nógvar elligamlar forð­ ingar, sum okkara ment­ an ararvur, moralur og ótti, hava slóðað fyri at nakað so naturilgt sum okkara seksual­ it etur er vorðin eitt misskilt og fjalt fyribrigdi. Innan kristindómin er tann heilaga jómfrúgvin Maria, mamma Jesusar og tann væl­ signaða skøkjan Maria Magda­ lena, vinkona Jesusar, tvær, sum uttan iva hava givið mest íblástur til bæði listina og sum kvinnuligar fyrimyndir. Báð ar hava fingið síni heitið eftir, hvussu tær reint seksuelt vórðu sæddar. Jómfrúgvin tann reina og skøkjan tann vanvirda. At vera tilvitaður um sín egna seksualitet og kropp er vegurin til nýtt lív. At verða góður við sítt egna undirlív og geva tí kærleika og virðing kann vera við til at ein kann seta seg frían frá óskynsamun gomlum mynstr­ um og søgum. Kunnleiki er við til at fyri­ byrgja og tryggja, at vit sum menniskju kunnu taka sunn og góð val fyri egnan kropp frá byrjan til enda. Kunnleiki gevur ræði á egn­ an kropp og vilja. VIVIAN SJÓÐKLETT Sexologur, pedagogur og Kunstterapeutur Kunstterapi.fo Vakra Madonna Tá ið hugsað verður um lívs­ kunn leika, er Taoisman elstu vís indi, vit vita um. Teir gomlu tao istarnir vóru vísinda menn úr Kina. Teir settu saman og mentu eina fullfíggjaða, ná­ grein iliga vísindaskipan við­ víkj andi mati, rørslu, heilsu, ero tikki o.ø. Seksualiteturin er eins og and a drátturin lívstýðandi fyri menn iskjalívið. Til er eitt hav av vísdómi um okk ara seksualitet, sum hev ur ligið fjaldur í fleiri 1000 ár! Teir gomlu taoistarnir vóru ikki nakrir háfloygdir filo soff­ ar. Teir vóru jarðbundnir og vís ind a ligir. Um ein av manna­ gongd um teirra vísti seg ikki at virka, bleiv hon vrakað. Teir brúktu sína orku at kanna og bøta um góðsku at nøkta tørv­ in viðvíkjandi livihátti manna. Kynslimurin (penis) á manni; stødd og snið Tað er rætt, at snið og stødd á kyns liminum eru avgjørd við føð ing. Manskroppurin stegðar at vaksa um 30 ára aldur, men tað ger kynslimurin ikki! Vísindi vísa, at kynslimurin veks ur, líka til maðurin doyr. Jú eldri maðurin blívur, størri blív ur limurin, bæði í longd og tjúkd. Henda menning verður ak­ ti ver að, tá maður ristir og klemm ar um kynslimin at fáa teir síðstu landdroparnar av sær, afta ná hann hevur piss­ að. Nógvir menn bera saman sín kyns lim við aðrar og ynskja sær ein størri, óansæð hvussu stórur hansara egni er. Henda ørkymlan er bæði ó hepp in og óneyðug. Tvey skulu til at dansa tango. Tá tvey elskandi elsk­ ast, kann skeiðin (vagina) laga seg eftir, hvussu limurin er dán aður. Hetta hendir sjálv­ andi ikki eftir eina nátt, men við tíðini, tá tvey læra hvørt ann að at kenna. Um tað kortini er ónøgd við víkj andi tí seksuella í ein­ um parlagi, er altíð gott, at bæði taka ábyrgd. Formurin á kynslimi og skeiðin sum móttakari. Um kynslimurin er trí kant að­ ur ella formaður sum ein blý­ ant ur við breiðum skafti, eru tríggj ar venjingar innan ta o­ ismu, sum kunnu gerast, um ein vil hava størri høvd. Ein soppa­formaður kynslimur hev ur góðan møguleika at stimbra og mýkja skeiðina ­ síð ur og G­punkt ­ væl og virð­ i liga. Venjingar: 1. Klemma kynslimin upp i­ frá og niður móti høvdinum, sum mjólkaði tú eini kúgv. Á henda hátt pressast blóð inn í kyns limahøvdið, sum so við og við blívur størri og størri, til tað fær soppasnið. 2. Klemma skaftið, til tað verð ur gróthart. Klemmar tú tað ofta á henda hátt, hevur tú á haldandi standing. 3. Tá ið tú hevur gjørt hesar venj ingar, kanst tú taka um rót ina á kynsliminum, gleiva langt og sveiggja hann frá síðu til síðu móti lørunum, utt an at tú skalt fáa ilt. Henda venj ing gevur liminum soppa­ form, og hann gerst minni føl­ in, sum eisini hevur við sær, at av gonga verður seinkað. Hetta er bara toppurin av elli gamlari vísdómslæru, sum en n á døgum er til gagns fyri okk um nútíðar menniskju. Gott vikuskifti :) Kann støddin á kynslimi (penis ) á manni natúrliga broytast? Vaginal terapeut Desembur - jólastákan við løgd­um ætlanum, gávukeypi, til­tøk­um og jólaborðhaldum sam­bært tilmælum saman við vin­um, starvsfelagum og kenn­ing­um, jólini við sínari sið­venju og ymiskum sum er í væntu til hvønn einstakan. Fyri mong ein kærkomin og hugn­a­lig tíð og fyri onnur ein mán­að­ur, sum tey helst vildu ver­ið fyriuttan, og alt hevur sína orsøk. Sum ár eru liðin, hava ver­ ið gjørdar ymiskar kann­ing­ ar um jólaborðhald og ó­trú­ skap, av tí at tað ikki er heilt ó­van­ligt, at fólk eru ótrúgv á slík­um samkomum - um tað so er myrkrið, møðin ella spenn­ing­ur, sum elvir verk­ ið. Hugsast kann møguliga, at nú kemur ein ábreiðsla um, hvat ein kann gera at koma sær undan ótrúskapi. Men vit kunnu heldur venda tí og spyrja: Hvat skal til, fyri at ein til­ vit­að kann vera sær sjálvum trú­føst/trúfastur? Og: Hvat kann ein gera fyri at vera sín­um partnara trúføst/ trú­fast­ur? Tey parløg, sum siga seg vera “eydn­u­som”, kunnu eyð­merkj­ast við, at har ræð­ ur kær­leiki, erligheit og sín­á­ mill­um virðing á jøvnum føti. Av hes­um sprettur síðan trygg­leikin, samskifti og vilj­ in at varðveita sambandið við mak­an, og viljin hvønn dag at velja parlagið og sín maka og at arbeiða fyri tí. Mong parløg av hesum slagi taka ikki hvønnannan fyri giv­ið, men síggja heldur sín maka sum eina gávu í lív­ i­num og uppliva sambandið við sín maka sum nakað ein­ a­stand­andi – sum eindømi, ið ein fegin vil verja og hjúkla um. Øll parløg koyra í tóm­ gongd av og á. Og nógv par­ løg hava trupulleikar á leið­ ini. Munurin á eydnusomun pør­um og miseydnusomun pør­um nýtist ikki at vera mongd­in av avbjóðingum ella trup­ul­leikum, sum vísa seg, men at tey, sum eru eydn­u­som, saman taka hes­ ar av­bjóð­ing­ar á seg og loysa tær! Mong, sera mong møta dag­liga lekkrum, vøkrum, deil­ig­um freistingum í sam­ bandi við arbeiði, sam­ar­ beiðs­fel­aga, ítróttarfelaga, gjøgn­um netið, í býnum, mill­um vinir o.s.fr. Tað er van­ligt. Ein velur sjálvur, um ein vil vera trúføst/trúfastur mót­veg­is sær sjálvum. Ein stokkutur stuttleiki í 15 min. kann gerast orsøkin til, at ljós­ið slóknaði millum teg og makan, og til at par­ lag­ið syndraðist. Við hvørt er best, at par­ lag­ið rýkur, og at familjan (um børn eru uppií) verður skild sund­ur, tí at tað er tað sunn­asta fyri báðar partar og eis­ini fyri børnini. At geva sær sjálvum góðar grund­ir at arbeiða fyri par­ lag­num, í staðin fyri góðar grund­ir til at bróta tær regl­ ur, sum ein sjálv/sjálvur hevur verið við til at sett sam­an við sínum maka, er skila­gott. At vera virðiligur er eitt vak­urt virði og ein góður eg­ in­leiki. Uttan mun til um ein velur at verða í einum eydn­ u­somum parlagi, ella eftir gjøll­ari umhugsan/arbeiði til­vit­að velur at fara úr ein­ um miseydnaðum parlagi. Góða eydnu við sam­skift­i­ num og kærleikanum í lívi­ num! Tí eru vit trúføst Ein føðingardagsheilsan til systur mína, Magdalenu At hava góð systk­ in er ein gáva, man bara gerst glað­ari fyri tess eldri, man blívur. Har eru so nógvir fel­ags­nevn­ arar, sum knýta okkum saman og gera tað heila ríkari E g haldi ikki, at tað er at taka munnin ov fullan at siga, at vit systkini hava altíð verið serliga nær knýtt at hvørjum øðrum. Tað, at vit mistu mammuna so ung, er ivaleyst ein stór grund fyri hesum. Ótrúligt, hvussu ein so ræðuligur sorgarleikur gjørdi, at vit komu at njóta eitt so ríkt syst­kinaband. Róm.8.28 rennur einum í huga. „Vit vita, at alt sam­virkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.“ Magdalena var 16, tá ið mamma fór. Tað var í 1967. Nógv er broytt síðani tá. Okkurt var betri tá, og okkurt ikki so gott. Eitt av tí møguliga ikki so góða var, at man tagdi um nógv, ið átti at ver­ið tosað um. Til dømis vistu vit yngru systkini ikki, hvussu alvorlig sjúkan hjá mammu var. Magdalena hevur for­talt, at hon einaferð kom at hoyra onkran siga, eftir at mamma var vorðin sjúk, at tað var einki, tey kundu gera fyri hana, krabbameinið hevði spreitt seg ov nógv. Magdalena sníkti seg bara avstað, og viðkomandi visti ongantíð, at Magdalena hevði hoyrt hana og nú visti, at mamma fór at doyggja. At hugsa sær, at ein 16 ára gomul genta bara mátti lata sum um, hon ikki visti, at mamma sín fór at doyggja. Men soleiðis var tað tá, slíkt skuldi tigast burtur. At missa mammuna er ræð­u­ ligt upp á nógvar mátar. Hjá okk­ um var tað eisini tað, at pápi var sjó­mað­ur og tí nógv burtur. Grím­ur, beiggi okkara, var eisini sjó­mað­ur, og Karin lærdi til labo­ r­ant í Danmark. Sum man hyggur aftur á tað nú, sær tað alt øgiliga tungt og fløkj­a­ligt út, men sum barn merkti eg einki til nakað av has­ um. Magdalena traðkaði til, og heimið var verandi tað trygga og hugn­a­liga heimið, tað altíð hevði ver­ið. Fáar gentur á hennara aldri, ella enntá eldri, høvdu klár­að tað, sum hon gjørdi. Vit skylda henni nógv, serliga eg. Hon ofraði sín ungdóm, so eg kundi njóta mín barndóm. Tað var ein rík tíð, vit trý, Magd­a­lena, Ásla og eg vóru eins­ a­møll úti í Grótinum. Har eru nógv góð minnir. Eg nevni líka tvey. Tað fyrra er í samband við, tá ið Magd­a­lena lærdi í Sjó­vinnu­ bank­a­num. Eg hoyrdi hana av tilvild tosa við onkran um, at teir í Sjóvinnubankanum vildu hava hana at flyta til Havnar. Magd­a­ lena var avgjørd og segði, at tað fór hon ikki, Jógvan Júst hevði brúk fyri, at hon var verandi í Klaks­vík. Tryggjandi at hoyra. Hitt er eitt jólaminni. Tað eru jólini í 68. Vit trý, Magdalena, Ásla og eg halda jólaftan saman, vit eru 18, 14 og 10. Í mínum hug­a­ heimi eru tað bestu barnajólini, eg minnist. Karin hevði sent mær ein rasarabana í jólagávu. Vit settu hann upp, syst­kin­a­ børn­ini í Grótinum komu inn, og vit hugn­aðu okkum til langt út á nátt­ina. Mitt í rokanum sat Magd­a­lena og seymaði ein kjóla. Hon hevði stýr á øllum rundan um okk­um, tað kundi ikki havt ver­ið tryggari og hugnaligari. Fá­ ar 18 ára gamlar gentur høvdu klár­að tað, sum hon, altíð blíð og hjálp­som, hon vildi okkum tað all­ar­besta. Ikki undur í, at man er er so góð­ur við hana - og takksamur fyri at kunna kalla hana systur mína. Hjartaliga tillukku við 70 ára fø­ð­ing­ardegnum, góða Magda­ lena. Takk fyri alt, tit eru fyri okk­um og tær óteljandi hugn­a­ ligu løturnar vit hava notið sam­ an. Cathy og børnini við familju heilsa eisini. Jógvan Júst Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum – Magdalena traðkaði til, tá mamma doyði, og heimið var verandi tað trygga og hugn­a­liga heimið, tað altíð hevði ver­ið. Fáar gentur á hennara aldri, ella enntá eldri, høvdu klár­að tað, sum hon gjørdi, skrivar bróðirin Jógvan Júst í føðingardagsheilsanini til systur sína á 70 ára degnum