Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið Nr. 11 — 19. JANUAR 1999 eitt professionelt tiltak. Væl høvdu Martin og hansara musikarar fingið burúr stutta skotbráinum. mergjað og reystliga dundi »Odn«- Musikkskúla I 10 ikki minst ta jå komandi kveikja tonleikaæt Skapa trivn dum og at að hjá teimum YyrKismusiKarum, løroying sum útlendingum. ið úr ríkari tónleikaumhvørvum eru komin higar til lands at by upp eitt framkomið tonleikaliv í hesum oyggj in Tað er ti so umráðandi. at arbeiðslagið hjá symfoni- orkestrinum fæst í trygga og støðuga legu. At gera nøkur kostnaðarmikil upsatøk upp undir konsertir 2-4 ferðir um árið og so annars at mega leggja stilt í mánaðar er ikki nøktandi. Ein fragd er tað at uppliva Jens Chr. Guttesen við einum støðugt vaksandi bólki av cello- næmingum uttan um seg í symfoniorkestrinum, eisini aðrir lærarar fáa her váttað slík gleðilig úrslit av sínum dagliga arbeiði í musikk- skúlanum: men við bara at venja soleiðis í herðindum fær symfoniorkestrið ikki havt tað árin á tónleika menningina, sum her annars er besti møguleiki til Hetta gevur heldur ikki okkara professionellu mus- ikklærarum nóg væl hevið til at lata sítt musikarapot- entiale koma livandi tón- leikalívinum í landinum til gagns og ta avbjóðing, sum hjá teimum krevst fyri at kunna varðveita og menna sín dýrtvunna spæliførleika. Eitt regluligari arbeiðslag við fleiri konsertum hevði eisini gjørt sítt til, at fólk betri fingu atstødur til at hoyra og læra at virðismeta klassiskan tonleik, sum má sigast so rættiliga at vera við skerdan lut í okkara loft- miðlum At rúmari fíggjarkarmar eru fortreyt fyri øktum aktiviteti er eyðsæð. Veit. at orkestrið liggur framvið at fáa hækkað sína peninga- játtan frá landinum. og væl eyði verið, um fíggjarum- støður vóru til tað: men illa dugi eg at ímynda mær, at tetta er ein gongdur vegur Føroya Symfoniorkestur fær i sin part, sum er, til- utað tridingin av allari andsins jåttan til tónleika- virksemi, og tå er eisini studulin til føroyskan dans uppii. Skal ein hækkan gera mun til regluligt arbeidi hjå orkestrinum alla vetrarhålv- una, má talan í minsta lagi verða um eina tvífalding av verandi stuðli úr landskass- anum. Hvussu nógv verður tá eftir til alt annað tónleika- virksemi í landinum, um ikki politiski hugburðurin til tónleikamentan skal broyt- ast heilt radikalt? I øðrum londum er tað vanligt at spælandi virksemi er partur av arbeiðssetning- inum hjá musikklærarum. Soleiðis hevur Svøriki sínar regionsmusiker og Noreg sínar distriktsmusiker, ið við upp til helvtarbýti fremja bæði undirvísing og egði spæl við konsertum. Eisini í donskum musikk- skúlum eru dómi um sam- eining av professionellum musikaravirksemi og undir- vising. Tað man sostatt ikki vera nakað órímiligt hugskot, at vit her í Føroyum, sum so leiðingar í sambandi vid nýggjarskonsert at siga onki professionelt klassiskt tónleikalív hava, settu musikklærarar í starv við eisini spælimøguleika og spæliskyldu. Ikki skal her í almennum blað verða komið inn á nærri útgrein- ingar, men eg eri sannførdur um, at við slíkari loysn fingu musikklærararnir tryggari og betri kor og teir dúgligastu næmingar mus- ikkskulans betri høvi til at ment seg i framkomnum tonlistaumhvørvi. Fylgdu tå tær treytir vid, at FSO eisini í åvisan mun skuldi vitjað út um landið, gjørdist ork- estrið av sonnum eitt lands- ins symfoniorkestur, sum tónleikahugað víða hvar høvdu glett seg til innimill- um at sleppa at hoyra og fåa íblástur frá á staðnum. Ólavur Hátún s |