Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. januar 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

gingið í tríggjar dagar — tey savnaðu eina rúgvu av juggarótum, sum tey gjørdu kasavebreyð burturúr, og so ótu og grótu tey í ein heilan dag. Ein av maskinunum. sum myndugleikarnir und- an valinum sendu inn higar. var brúkt at mala røturnar við, men tí høvdu teir trup- ulleikar við. Tøknfrødin spældi teimum eitt puss, og tað var ikki so undarligt. Deyðin skuldi altíð hevnast Sum hjá so mongum ødr- um, so er deyðin framvegis síðsti figgindin hjá teimum innføddu, men avleiðingar- nar av deyðanum fyri tey. sum liva eftir. eru fyri einki at rokna nú. afturímóti tí. tær vóru. tá tey vóru bundin av andatrúgv Summar ættir eru fram- vegis bundnar av hesum. og hetta hevur framvegis í ávísan mun tak á teimum. sum búgva her. men so langt í frá á sama hátt. sum tað heyði inntil fyri ikki so mongum árum síðani. Tá var tað altíð onkur. sum var orsøk til deyðan. Tað var uppgávan hjá heksadokt aranum ella shamaninum í bygdini at finna fram til. hvor tann seki var. Hann segði seg brúka andarnar at jálpa sær. og tá hann í and- num heyði verið á rund- ferð í økinum og sæð, hvor rsøkin til sorgina og Ceyðan. so rdddi um at taka Oneydugt er at siga, at eyði við sær, at fólkið livdi í ótta alla lívstíð sína. Tey vóru bangin fyri and- unum, tey litu ikki á grannar og tey, sum annars vórðu roknaði fyri vinir. og figg- indarnir kundu altíð koma 'g gera um seg. tí tey høvdu nið fram til, hver var or- søk til sjúku og deyða í teirra familju. Millum tað, sum Enrique hevði við til okkara, var eitt vápn, sum hann segði hevði verið brúkt í slíkum bar- døgum, og hann eigur at vita, hvat hann tosar um, tí tað var leingi eftir, at hann var vorðin tilkomin maður, at bardagar og dráp av hes- um slagnum vóru millum bygdir. Tað eru 23 ár síðani, at Símin í Túni kom inn til hesi fólkini at búgva, og síðani tá er tað meiri enn so komið fyri, at kriggj og dráp hava verið millum teir innføddu, sum hava givið hvørjum øðrum skuldina fyri neyð og deyða, men nú eru tað nøkur ár síðani, at tað varð hildið uppat við hesum. Andatrúgvin og tað, sum hongur uppif, hava ikki sama fastatøkur, sum tey høvdu áður, og tað er einki at ivast í, at tað kemst av tí, sum er borið teimum við sivilisattónini. Men sumt hongur uppii. Reika og ferðast Enrique segði okkum ann- ars, at veidumenninir, sum høvdu verið langt og leingi burtur. ikki høvdu fingið nakað serligt. og at lítið fólk er heima hesa ársins tíðina. Nr. 15 - 23. JANUAR 1999 Fyrst í turrtíðini flyta nógv út í fjarskotnu urtagarðarnar at arbeiða. Tey fáa sær okkurt til tak yvir høvdid, og so brúka tey tíðina til at fáa nakað av skafti. í staðin fyri at brúka hana til at ganga aftur og fram í. Framleiðslumynstrið er. at tey hesa tíðina av árinum fella skógin. so brenna tey hann av fyri at fáa fødslu- evni til jørðina burturúr trø- unum, og áðrenn regntíðin kemur. planta tey serliga bananir og juggarøtur Bananirnar vaksa ikki so væl. sum tær áður hava gjørt. tí jørðin í hesum øki- num er so týnd. Juggarøtur- nar vaksa væl. og teir hava gjørt meiri og meiri vid at dýrka tær. men trupulleikin er, at rótin inniheldur nógv stivilsi, men lítið og einki av fødsluevnum. Tá regn- tíðin kemur, flyta tey til hús aftur, og fram móti enda- num á regntíðini, tá tey eru liðug at heysta, hava tey meiri at eta og stórri goymslir, enn tey hava aðrar tíðir av árinum. Medvitið hevur stóran týdning Prátið vid Enrique er liðugt, og hann fer til hús aftur. Vit rindaðu honum fyri lutirnar, hann heyði gjørt okkum. Tá vit spurdu, hvussu nógv hann vildi hava, var svarið, at tað vistu vit betri enn hann. Hetta er so eyðkent fyri yanoamiindianararnar. Teirra hugburdur er, at nabairnir, sum merkir teir fremmandu (yanoami merkir fólk). vita best, og tað er sjálvsagt vandamikið at vera so undirbrotligur yvir fyri ti, sum er fremmant og hevur verið ókent. Ikki sort at føroyingurin kennist aftur í hesum hugburðinum. Tá Enrique fer fra okkum, stingur hugsanin seg upp. hvussu tað fer at gangast hesum inn- føddu, tá tey av álvara verða drigin inn í sivilisatiónina. Umstødurnar at sita uttan- fyri og hugsa um hetta eru góðar. Slættin, sum vit halda til á, er eins langt yvir havinum, sum Slættaratind ur. Hetta ger. at hóast vit eru heilt stutt fra linjuni. so fer hitin sjáldan upp um triati fimm stig. og hann fer næst an ongantíð niður um tjúgu stig. Meðan vit hava verið her. hevur hann verið mill um 25 og Ein stórur spurningur e! hvussu tað fer at vera við nentanini hjá teimum inn- føddu. Nú á døgum verður mentan ofta fatað sum virð- ir, normar. fatanir av skip- anum og eyðkenni. Nógv av mentanini er so sjålvsgat. at tað er ikki fyrrenn tú metir vðrum mentanum, at med- vitið um tína egnu mentan verður kveikt. I søguni eru nógv dómi um fólk og tolkasløg, sum fóru um koll. tí tey vórðu tikin av fótum av fremmanda fólki. sum troðkaði seg inn á tey. Eisini á hesum leiðum, sum vit eru á nú. Tak t.d. aztekarnar, hetta mexikanska mentun- arfólkið, sum var so framm- arlaga á so nógvum økjum, men varð tikið av fótum og so dyggiliga gekk til grund- ar, tá spaniumenn stutt eftir at hvíti maðurin var komin til Amerika, í blóðugum bardøgum gjørdu av við teir. Og tað eru mangar frá- sagnir um, hvussu trong- skygdir hvítir menn hava verið, tá teir møttu teimum innføddu. Eisini teir, sum hildu seg fara við góðum bodskapi, hava verið við til at åvirka skeiva vegin — ofta tí teir vistu ikki betur. Føroyingarnir, sum vit vitja í frumskóginum i Venezuela, og felagsskap- urin, sum tey arbeiða í, vita um mistøk í farnari tíð. Tey leggja seg nógv eftir ikki at órógva mentanina hjá teim- um innføddu meiri, enn tað er neyðugt. At teir innføddu koma í hóslag við hvíta mannin ber í sær sjálvum stórar broytingar við sær. Og at hvítu fólkini hava sum mál við síni nærveru her at bera teimum boð um ein Gud, sum tey ikki hava hovrt um áður og ynskja, at og 30 stig. tey innføddu geva seg yvir til hansara og sleppa tí. tey áður hava livað undir. hevur stórt árin. Trúgv og trúarlí hevur altíð verið ein á grundstudlunum undir mentanum. Mentunarskelkir valdast Men spuringurin er. hvussu framtíðin hjá teimum inn- føddu fer at laga seg. Tað hevdi verið best. um ararnir - við ábótum sum kunnu vera við til at skapa trivna í lokalu samfelog unum í staðin fyri at draga tey innføddu burturúr ti, tey eru von við - høvdu havt møguleika at liva í síni egnu mentan. men soleiðis verður tað ikki. Tað er bara ein spurningur um. hvussu skjótt tey verða drigin inn í siviliseraða meldurin. Undan jólum var boð skapurin úr frumskóginum. at her hava vit kent okkum avskorin frá tíðindaflutningi í bløðum og sjónvarpi. og at vit hava email yvir radio men einki internet. Kortini sigla satelittarnir omanfyri okkum, og at tað tøkn- frødisliga er møguleiki fyri at knýta indianararnar í al- tjóða samfelagið sást á para- bolinum, sum hernaðar- støðin hevur. At talan fer at vera um mentunarskelk, tá india- nararnir fáa lætta atgongd til umheimin. ella tá um- heimurin fer at treingja seg uppaftur nærri inn á teir, er einki at ivast í. Men tað er so ymiskt, hvat vit skilja við hugtakið mentunarskelk. Á veg yvir higar møttu vit einari havnarkonu í Kas- trup. Hon býr, har hon var barnføtt, men hon hevur ferðast nógv og búð uttan- lands í fleiri ár. Tá vit spurdu hana. hvar hon fór at halda jól, svaraði hon, at tað fór hon sjálvandi at gera í Havnini. Og so greidd: hon okkum frá. at fyri hana kendist tað sum ein mentunarskelkur, tá hon fyri umleið tríati árum síðani sum nygift fór út á bygd at halda jól saman við manninum. verforeldrunum sum tey har i komu saman við og teImum, Kanningar Havnini Sandoynni og Eysturoynni fyri nøkrum árum síðani líti! munur á virðum. norm m, fatanum og eyðkennun msa staðni nen tá tað verður tosað um nentunarskelkir hjá havnar- so er tað at: leggja annan týdning í hugtakið. enn tað er, tá eitt primitivt fólkaslag hittir siviliserada heimin so mikið haldi eg meg kenn- a havnarfólk! Fyri okkum kennist tað indarligt at vera í jólafrí í frumskóginum. men vit kunnu ikki heilt tosa um ein mentunarskelk. tí vit kenna tað sum um vit vóru væl fyrireikad til ferðina. Vit hava í nógv ár hoyrt, sæð og lisið ikki heilt einki um lívið og umstødurnar her. Tí er hetta ikki heilt ókent. og ti eru vit ikki skelkað, sjálvt um mentanirnar eru heilt ymiskar. Men spurningurin er, hvussu tað verður hjá teim- um innføddu, tå sivilisa- tiónin við sínum góðum og lítum og við fullari ferð fer at treingja igjøgnum til indi- anararnar og teirra eftir — hvita mansins metingum — lægri mentan. Royndirnar siga okkum, at avleiding- arnar av skelkinum oftast hava verið. at órógvaða mentanin so at siga bara verður varðveitt í akvarium. Altjóða bygdasamfelagið Nú er tad so ymiskt, hvussu tætt ymsu indianarasamfel- øgini liva upp at sivilisa- tioni. Teir, sum vit hava møtt, eru nógv tættari hvíta manninum enn aðrir indian- arar, sum ikki búgva so langt hiðani. Hesir eru so at siga púra primitivir og summir teirra hava ongantíð sæð hvít fólk. Men at tøkn- frødin og nýggju måtarnir at samskifta uppá ikki eru so langt burturi, eru roynd- irnar hjá okkum í sambandi Enrique situr heima við hús og ger eld Við greinarnar. sum eru sendar hiðani úr frumskóg- inum í Venezuela og til Sosialin, dømi um. Greinin, sum stóð í blaðnum tollaks- messudag, fór í emailin tíð- liga seinnaparuin 21. des- ember Blaðið prentað seinnapartin dagin eftir. og samstundis vórðu greinar nar í blaðnum lagdar út a Internet Sosialin. Hetta sama kvoldið fingu vit ein email frá einum føroyskum pari. sum býr í USA. Tey at tey høvdu lisið greinina um jólini varð a Vista enda jarðarinnar. Hetta haldararnir av Sostalinum heima í Føroyum høvdt fingið jólablaðið. Sc VIST endi jarðarinnar er kortir ikki o I Spurningurin er so, nær teir I ta síðsta tl dag I øddir fyri at g I o ppi bera ólatorv. Hetta var vanligt in KIT OSTOK OG umm um helt hesin sið I Úr ppaftur ongri. Teir, sum minnast hetta og sum nú eru komnir til pensiónsaldur og eru eldri enn tað. kunnu skriva undir uppá, at tað hevur gingið skjótt hjá okkum ikki minst tá tað snýr seg um at samskifta. Hevdi onk- ur tå sagt teimum, at síðst í nitiårunum fór tað at bera til at sita í frumskóginum í Venezuela og skriva jóla- og nýggjársheilsanir, og so at siga at seta tær beinleiðis í Sosialin, so høvdu teir neyvan hildið tey, sum søgdu so, vera við seg sjålvi. Sidani tå er føroyska mentanin broytt. men vit kenna okkum framvegis sum foroyingar og knýta okkum at tí og elska tað, sum er føroyskt — ella gera vit? Vit eru í hvussu so er ikki goymd í „akvarium“. Spurningurin er, um indi- anararnir í frumskóginum í Venezuela, eftir at ein fjórð- ingsøld er farin av komandi ár túsund. fara at kenna seg sum yanoami ella fólkið, og hini sum naba ella tey fremmandu. ella um søgan um frumskógarfólkini í Amazon økinum bara verð- ur søga og ikki veruleiki. Hvussu tað fer at gangast við hesum velst millum annað um medvitid og h handalagið hjá hvíta manni- num