týsdagur 26. januar 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 16 — 26. JANUAR 1999
Hans Pauli Strøm, tingmaður:
tíðindablaðið S08/21VR
Samgongutinglimir
settir undir umsiting
Stóðan í rættarneyndini, sum júst hevur viðgjórt grund-
lógaruppskotið, hevur fyri umboðið hjá Javnaðarflokk-
inum í andstødu, verið eitt satt vónbrot. Eingin verulig
politisk viðgerð er farin fram, og meirlutin í nevndini
hevur bert arbeitt eftir ávísing frá landsstýrismanninum í
lógarmálum, sigur javnaðartingmaðurin
DAGNY JOENSEN
JENS KR. VANG
Tá grundlógaruppskotið
varð beint í rættarnevndina
8. desember í fjør, fór Hans
Pauli Støm, nevndarlimur,
at fyrireika seg til at vid-
gera málið, við vón um at
Javnaðarflokkurin fekk á-
virkan á uppskotið.
Nú nevndararbeidid er av,
situr Hans Pauli Stróm sum
Kánus. Eingin verulig po-
litisk viðgerð er farin fram,
eins og samgongulimirnir í
rættarnevndini ikki tordu at
taka stóðu til nakað sum
helst undir neyndararbeiði-
num.
Hann sigur, at grundlóg-
aruppskotið als onga við-
gerð hevur fingið í rættar-
nevndini. Bert einu ferðina
hevur formaðurin og ein
nevndarlimur sagt, at upp-
skotið hjá Javnaðarflokk-
inum var áhugavert.
Boðsendur at tosa
við Hans Paula
Einastu ráðnini vóru at
senda boð eftir landsstýris-
manninum í lógarmálum,
sum síðani legði seg út í
beinleiðis orðaskifti við
Hans Paula Strøm, og segði
honum, hvat hann vildi góð-
taka av broytingum í upp-
runaliga grundlógarupp-
skotinum.
Hans Pauli Stróm: - Eg
hevði áðrenn fyrsta fundin
í rættarnevndini gjørt eina
sundurgreining av grund-
lógaruppskotinum, út frá tí
grundgeving, at skulu vit
seta grundlégarnevnd, so
eiga vit eisini greina upp-
skotið sundur, fyri at kunna
greiða frá málinum.
— Vit í Javnaðarflokkinum
avgjørdu, at vit fóru í rætt-
arnevndina, við tí fyri eyga,
at fáa semju við samgongu-
meirlutan, og at vit ikki,
eins og Sambandsflokkurin,
skuldu sita hendur í favn og
einki gera.
Hans Pauli Strøm hevði
nakað at finnast at í upp-
skotinum, umframt at hann
setti fram ynski um broyt-
ingar í endamálsorðingini.
Hetta legði hann fram á
fyrsta fundinum. Eitt nú helt
hann at uppskotið bar brá
av margháttligum einaveld-
is hugsunarhátti hjá lands-
stýrismanninum í lógarmál-
um:
Landsstýrismaðurin
tekur sær rættindi
— Eg førdi m.a. fram, at
landsstyrismadurin tekur
sær rættindini at gera út-
greinandi arbeiðssetning
fyri grundlégarnevndina, og
rætt til at velja helvtina av
nevndini, umframt formann
og skrivara, sigur Hans
Pauli Stróm, sum á eftir-
fylgjandi fundum ikki hevur
fingið eina viðmerking til
síni kritikpunkt, ella ynski
um at fremja broytingar í
lógartekstini, hóast hann á
hvgrjum fundi hevur end-
urtikið, hvat Javnaðarflokk-
urin vil, hvat tað merkir,
hvgnn týdning broytingin
hevur, og hví flokkurin vil
fremja broytingar, men ein-
ki er hent.
Á triðja fundinum í rætt-
arnevndini segði formaður-
in at hann ikki var førur fyri
at geva umboð Javnaðar-
floksins svar, men at hann
fór at tosa við landsstýris-
mannin í sjálvstýrismálum.
— Eg havi ikki biðið um
at fáa landsstýrismannin á
fund í rættarnevndini, sigur
Hans Pauli Strøm, tí hann
var ikki f iva um nakad i
légaruppskotinum.Tad vóru
limirnir í samgongu sum
vildu hava Høgna Hoydal á
fundin.
— Var samgongan í rætt-
arnevndini í iva um, hvat
svar eg skuldi fáa, kundu
teir avgreitt málið sínamill-
um, og komið aftur í rættar-
nevndina við heimild at taka
avgerð í málinum, sigur
Hans Pauli Strøm.
A fundinum, har lands-
stýrismaðurin var við, gav
formaðurin í rættarnevndini
beinanvegin orðið til lands-
stýrismannin, eftir at hann
hevði sett fram atfinning-
arnar hjá Hans Pauli Støm,
sum spurningar frå nevnd-
ini.
Av hesum varð kjak mill-
um Hans Paula Støm og
landsstyrismannin,men hin-
ir limirnir løgdu seg ikki út
í orðaskiftið.
Visti øllum
atfinningumaftur
— Landsstýrismaðurin í lóg-
armålum vísti øllum atfinn-
ingum aftur. Til uppskot
mítt um at víðka arbeiðsset-
ningin, sigur hann, at tað
ikki ber til, tí tað ger seg
inn á endamálið við full-
veldinum. Hann fór síðani
at tosa um, hvat eg kundi
fáa innført ístaðin fyri, sigur
Hans Pauli Stróm.
— Eg svaraði landsstýris-
manninum, at nú hevði eg
á fýra fundum roynt at greitt
nevndini frá mínum sjónar-
miðum, og nú fór eg ikki
at orða nýtt bleytari uppskot
til nevndina at taka støðu
til. Eg helt stutt sagt, at tað
var uppgávan hjá samgong-
ulimunum at koma við ein-
um uppskoti. Tá var fund-
urin slitin, og tikin upp aftur
tveir tímar seinni.
Tá fekk Hans Pauli Stróm
munnliga orðing fyri eini
broyting, sum hann helt
vera púra høpileysa, og sum
fullkomilig broytti hansara
uppskot. Hann bað síðani
um at áseta í broytingini,
hvat endamálið var við
henni, men tað kundi ikki
lata seg gera.
Hans Pauli Stróm, tingmaður í Javnaðarflokkinum, er vónsvikin av arbeiðinum í rættar-
nevndini, sum júst hevur vidgjørt g rundlógaruppskotið
Eitt vónbrot
Hans Pauli Strøm sigur um
arbeiðið í rættarnevndini, at
tað, sum hann hevur ført
fram, varð gjørt við vón um
at tað kundi bera til at fáa
semju, og tí hann hevði havt
varhugan av, at samgongan
Høgni Hoydal, landsstýrismaður og Hans Pauli Strøm, tingmaður, á fundi i rættarnevndini
vildi hava Javnaðarflokkin
við.
Tað var eisini stórt vón-
brot, tå Høgni Hoydal kom
å fund, og eg ikki kundi fåa
málið vidgjørt í nevndini.
Ikki minst, at landsstyris-
maðurin kom í nevndina at
siga, hvar skápið skuldi
standa.
— Viðgerðin av grundlóg-
aruppskotinum i rættar-
nevndini var avbronglan og
at samanbera vid eina tåtu,
sigur Hans Pauli Strøm.
Vikuskiftisferð við innivist
-frá fríggjadag til mánadag
Top Hotel Hebron...........R
Copenhagen Star Hotel...
Íroknað prísin er flogferð fram/aftur, ferdaavgjøld og uppihald i 3 nætur á dupult-
kamari við morgunmati
Í Keypmannahavn kunnu vit bíleggja atgongumerkir til sangleikin "My Fair Lady"
ge/a til sjónleikin "Mcbeth“. Hetta er ikki iroknaå prísin.
"Gjugg í Borg"
-ferð frá fríggjadag
til mánadag
Veljið millum 8 ymisk hotel:
Hotel Esja, Hotel Loftleiðir, Grand Hotel Reykja-
vík, Hotel Reykjavík, Hotel Saga, Hotel Ísland,
Hotel Óðinsvé og Fosshotel Lind.
v2431,-
Iroknað prísin er flogferð fram/aftur, ferðaavgjeld og uppihald í 3 nætur á dupult-
kamari við morgunmati
Í Reykjavík kunnu vit bíleggja atgongumerkir til ym.sk show so sum New York
New York, ABBA-show 0.3. Hetta er ikki íroknað prisin.
Ferðirnar kunnu bíleggjast
á øllum ferdaskrivstovum
kring landid
GS) sANSIR TEL 355 355
Atlantic Airways
Tel 333 900 - Fax 333 380