hósdagur 28. januar 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 18 — 28. JANUAR 1999
tíðindablaðið SOSlalUuMn
3
Fiskaprisirnir
skrambla í botn
I grein í norska blaðnum Fiskaren verður víst á, at toska-prísirnir fara at fella
munandi innan stutta tíð. Stjórin á Fiskasølu Før-oya er samdur í, at toskaprís-
irnir helst fara at lækka í næstum, men hann heldur ikki, at talan verður um eina
sæ
Gyltu tidirnar hjå føroysku fiski
eN.
F Feed
innuni síggja út til at fáa ein brattan enda, um spå-
dómarnir hjá norska blaðnum Fiskaren um at eitt nú toskaprisurin fer at skrambla ni-
ureftir i nærmastu framtíð
SVEINUR TRÓNDARSON
JOHN JOHANNESEN
Tað er eingin loyna, at fisk-
aprísirnir hava verið ser-
stakliga høgir seinastu tid-
ina. Sambært hagtølunum
er útflutningurin minkaður
í nógd, meðan hann er vaks-
in í virðið í 1998.
Spurningurin er so um
henda gongd fer at halda
sær, ella um vit kunnu
vænta eitt fall í eitt nú tosk -
aprísinum.
Tað er eitt sindur ymiskt
hvussu ymsu fiskasølu-
menninir meta um henda
spurningin.
Í eini grein í norska
blaðnum Fiskaren herfyri
sæst, at norskar fiskasølur
eru rættuliga bangnar fyri
at prísurin á toski fer at falla
við eitt brak, innan stutta
tíð.
Ein sølumadur, sum Fisk-
aren hevur tosað við sigur,
at hann er bangin fyri at
prísgongdin á eitt nú toska-
marknaðinum fer at fáa
somu gongd, sum eitt nú
rækjumarknaðurin var fyri.
Fyrst var ein 6gvusligur
prisvøkstur og síðani
skramblaði prísurin í botn
eftir stuttari tíð, sigur John-
Hjalmar Johansen frá
Hjalmar Johansen og Co
AS.
Norsku fiskasølumenni-
nir åsanna at 1997 og 1998
vóru góð år fyri fiskivinn-
una, men meta ikki, at tað
fer at bera til at halda prís-
irnar á sama stødi í 1999.
Fiskasølustjorin
samdur og to
Í eini viðmerking til grein-
ina í Fiskaren, sigur Hans
Jóhannes á Briigv, at teir eru
samdir í metingunum um at
prísurin óiva fer at fella í
ár, men teir vænta ikki, at
hann fer at fella so nógv og
so 6gvusliga sum norðmenn
meta hann fer.
savnsmynd
— Toskaprísurin fer nokk
ikki at fella við eitt brak, tí
at útboðið av toski er mink-
andi og tað ger, at prísfalli,
eftir okkara meting, verður
so ógvusligt.
Hvør er orsøkin til fall-
andi prisirnar?
-Alternativu vørurnar eru
biligari. Prisurin å grisakjøti
og flogfenadi er ógvuliga
lágur í løtuni og tað ger, at
kundarnir ikki vilja gjalda
tann høga prisin fyri fiskin.
Hans Jóhannes á Brúgv
vísir á, at forbrúki av fiski,
í eitt nú Bretlandi, er fallið
við einum nýggju prosent-
um av somu orsøk.
Hann staðfestur, at teir
longu nú merkja, at tað er
torførari at sleppa av við
fiskin enn tað var fyri stutt-
ari tíð síðan, tí at teir bjóða
ov hart út.
Hann tekur tó undir við
metingini hjá norsku sølu-
monnunum, at tað altíð er
ein vandi, tá prísirnir hækka
eins ógvusliga og knappliga lækking, sum norska blaðið vil vera við
so skjótt, sum teir hava gjørt
seinastu tvey árini.
Vit merkja tað longu
Kaj Leo Johannesen frá Far-
ex er samdur við meting-
unum hjá starvsfelógum
sínum.
Fyri einum ári síðani
hækkaðu fiskasøluprisirnir
ógvusliga. Prísirnir á toski
hækkaðu við uml. 50 pro-
sentum. Og tá tað hendir so
ógvusliga, so er tað altíð ein
spurningur um tíð nær ein
ógvuslig príslækking kem-
ur.
— Eg kann við 100 %
vissu siga, at prísurin í løt-
uni ikki síggja út til at fara
at hækka. Fakta er, at eitt
nú toskamarknaðurin er
fallin við umleið 20 pro-
sentum, sigur Kaj Leo
Hann vísir á at teir stóru
ídnaðarframleiðararnir í Eu-
ropa og í USA liggja við
ávísum goymslum, sum teir
kunnu byrja at framleiða í
martsapríl mánaða í ár.
Hann vísir eisini á, at prís-
irnir á alternativum fiska-
verum, eitt nú Alaskan Poll-
och er nógv lægri enn prís-
urin á toski.
Vit høvdu eitt tilboð á
borðinum í gjár, sum segði
11,80 fyri eitt kilo av poll-
och ímóti 35 krónum fyri
eitt kilo av toski
— Hetta ger, at trýsti á
hinar fiskavørurnar verður
ógvuliga stórt.
Merkja tit so eisini at tit
fáa lægri pris fyri vøruna
nú?
Ja innanfyri teir seinastu
tveir mánaðirnar eru prís-
irnir lækkaðir við minst 20
prosentum.
Hvør er so orsókin til
prísfallið?
— Tað er, at húsarhaldini
ikki vilja gjalda so nógv fyri
eina ávísa vøru. Husmødur
Yvirskotið hvorvur
Um so er, at fiskaprisurin fellur, so verður yvirskotið hjá
skipunum tað fyrsta, sum rýkur sær ein túr, sigur Jákup
Sólstein, formaður í reiðarafelag Fóroya
SVEINUR TRÓNDARSON
Teir, sum standa fyrst fyri
at merkja eina niðurgongd,
verða sjálvandi skipini og
manningarnar.
Tað eru í fyrsta umfari
teir, sum beinleiðis liva av
inntøkuni, sum fiskiskap-
urin gevur.
Vit hava biðið Jákup Sól-
stein, formann í Reiðara-
felag Føroya um eina við-
merking til tað, sum Fisk-
aren skrivar.
— Jú, tað er altíð ein vandi
fyri hesum sigur Jákup Sól-
stein, sum leggur afturat at
tað er teirra meting, at eitt
nú prisurin á frystum toski
hevur toppað, sum hann
tekur til.
Hvønn tydning fær tað
fyri skipini?
— Tað fær sjálvandi tann
týdning, at yvirskotið, sum
skipini hava havt hvgrva.
Jákup Sólstein sigur, at
skipini hava havt tvey góð
ár í 97 og 98, og at tað eru
prísirnir, sum hava verið
orsøkin til tað.
— Studningurin varð tikin
burtur, men tann góði fisk-
aprísurin hevur kompenser-
að fyri tí, sigur Jákup.
Hvussu stóra niðurgongd
í prísinum tola skipini so?
— I grundini tolað vit onga
nidurgongd í fiskaprisinum.
Ein 6gvuslig nidurgongd fer
at merkja, at tad vera gjørd-
ar færri fløgur og åbøtur á
skipini í nærmastu framtíð.
Hann leggur afturat, at í-
løgurnar eru smáar sum er.
Tað eru bert tær allarmest
neyðtúrviligu = iløgurnar
gjørdar, sigur hann.
Annars vísir Jákup Sól-
stein eisini á, at tað verður
landskassin, sum verður
tann stóri taparin, um fisk-
aprísirnir fella ov nógv.
Inntøkan hjá sjómonnu-
num fellur og harvið fellur
eisini skattainntøkan hjá
landinum.
Men tað er ikki alt, tí tá
fleiri av skipunum hava
havt so stórt yvirskot at tey
hava goldið skatt seinastu
tvey árini. Og hvørvur yvir-
skotið, so hvørvur partafel-
agsskatturin hjá skipunum
eisini, sigur Jákup Sólstein
og staðfestir, at hóast skipi-
ni verða tey fyrstu sum
merkja sviðjan av einum
fallandi prísi, so fer tað eis-
ini at svíða hjá landskassa-
num, sigur Jákup Sólstein
at enda.
í USA vilja ikki gjalda so
nógv fyri tosk, tá hon kann
fáa onnur fiskasløg av næst-
an somu góðsku, nógv bí-
ligari.
— Harafturat spælir tað
sjálvandi eisini inn, at aðrar
vørur, sum til dømis grísa-
kjøt og flogfeðnaður, eru
sera biligar ílgtuni.
Kaj Leo Johannesen vísir
aftur, at ein lækking í før-
oysku veiðuni eftir toski fær
nakran týdning fyri prísleg-
una.
— Vit eru so lítil, at vit
ikki hava nakra ávirkan á
marknaðin og tí hevur tað
ongan týdning um bara vit
minka okkara veiðu. Tað er
til eina og hvørj altíð
marknaðurin, sum hevur
avgerðina.
Bangnir fyri
at brenna seg
Kaj Leo vísir eisini á, at teir
longu merkja eitt trýst á
upsamarknaðin og ein ávís-
ur nervøsitetur úti á markn-
aðinum
Hvussu kemur hesin til
sjøndar?
Nógvir liggja inni við
nógvum fiski og teir tora
heilt einfalt ikki at liggja
inni vid vøruni. Teir eru
heilt einfalt bangnir fyri at
Hugna-
kvøld
Leygarkvøldid 30/01 1999
brenna seg, og tå ein liggur
við inni við so stórum nøgd-
um sum summir teirra gera,
so er vandin fyri ógvuslig-
um tapum stórur.
Kaj Leo Johannesen sigur
tó, at tað er einki óvanligt í
hesi prísgongdini
Tað hevur altíð verið so,
at tá prísurin hækkar ógvu-
sliga, so hevur hann ofta
lyndið til at fella líka so
ógvusliga sigur hann og vís-
ir á, at henda gongdin er
komin fyri fleiri ferðir fyrr
á fiskamarknaðinum.
Stóra ávirkan
á samfelagsbúskapin
Ein stór príslækking fær eis-
ini stóran tydning fyri før-
oyska samfelagsbúskapin.
— Ein rættuliga stórur
partur av inntøkunum til
føroyska samfelagið kemur
frá fiskaútflurningi og tí sig-
ur tað seg sjálvt, at ein stór
niðurgongd í fiskaprísunum
fer at merkjasst rættuliga
væl á landskassaroknskapi-
num
Tað sigur seg sjålvt, at
yvirskouð á fíggjarlógini
verður nógv minni av somu
orsøk, sigur Kaj Leo Jo-
hannesen
Til matna:
goggum og ødum
vendur i sjokulåtu
Dinér-tónleik
Skeljadjóraborðiskur
v/ føroyskum hummara,
Stoktur lundi v/ grønmeti,
Waldorffsalat og villinisós
Heimagjørdur isur
v/ Grand Marnier-smakki,
Undir bordhaldinum spæla
Jóhannes Andreassen
og Såmal Petersen
LADAMENN
til dans
Vinarliga bíleggið borð á tlf. 31 75 00