Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. januar 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 20 — 30. JANUAR 1999 Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni: - Það er ikki okkara borð Ferjurnar hjá Strandferðsluni sluppu í gjár ikki at leggja at inni á Fjórð, men máttu leggja at 53 har ferjulegan var fyrr. Tað merkti, at eingir bilar vórðu fluttir um Vestmannasund í gjár. Reidar Nónfjall stjóri á Strandferðslustjórin metir kortini ikki at hesin trupulleikin er hansara borð, men at Vinnumálastýrið má loysa hann Vestmanna Bygdarráð hev- ur sett landsstýrinum knívin á barkan fyri at fáa teir at fata, at tað er álvara í, tá Bygdarráðið sigur, at tað ikki er teirra uppgåva burt- urav, at røkja og reka ferju- leguna inni á fjørð. Í gjáramorgunin tå ferj- urnar byrjaðu at sigla um Vestmannasund, bar teim- um ikki til at leggja at inni á Fjørð, tí har lå ein bátur og landaði fisk. Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum, vil bygdarráðið í Vestmanna hava landsstýrismannin við vinnumálum í tal. so ein av- tala Kann fáast uppá pláss. Hetta hevur higartil gingi út av lagið illa. tí enn hava vestmenningar einki frætt frá landsstýrismanninum Tað er tó ikki landsstýr- ismaðurin, sum í fyrsta um- fari merkir trupulleikarnar av ultøkunum, sum bygd- arráðið nú hevur sett í verk Tað ger Strandferðslustjórin harafturímóti. Vit hava bið ið Reidar Nónfjall um eina viðmerking til støðuna sum hon er. - Ikki mítt borð - Eg fekk at vita í morgun, at ferjurnar hjá okkum ikki sluppu at leggja at inni á Fjørd, men at tær noyddust at leggja at gomlu ferjuleg- uni, og hetta gevur okkum ein rakstrartrupulleika, stað- festir Reidar Nónfjall. Orsøkin er tann einfalda. at ferjurnar undir verandi umstødum ikki fáa tikið bil- ar umborð, men einans k- unnu flyta fólk og tí standa nógvir bilar og víða báðu megin sundið, sigur Reidar Nónfjall við Sosialin Eitt nú stendur ein trailari, sum er fullur av fiski og bíðar, og tað er ein spurn- ingur hvussu leingi hann kann standa har uttan at tíðindablaðið fiskurin oyðilegst. Reidar Nónfjall metir tó ikki, at hann sjálvur kann gera tað stóra við henda trupulleikan, men metir, at tað er uppgávan hjá Vinnu- málastýrinum at loysa henda knútin Men er tað upp á tal hjá tykkum at tit fara at leiga økid frá vestmenningum ? - Sum eg segði, so er tað eftir míni meting ikki mítt borð at loysa henda trupul- leikan. Eg havi tosað við Vinnumálastýrið í morgun, men tað er enn einki sum talar fyri, at vit fara at gera júst tað, tí enn hevur eingin konkret loysn av trupulleik- anum verið upp á tal, sigur Reidar Nónfjall Men kann tað so hugsast at tit fara at sigla onkra aðrastaðni frá, t. d. a Gomlurætt? Nei, tað verður tað neyvan heldur, tí tann far- leiðin verður alt ov long Um so var, at eitt nú Sam skuldi siglt av Gomlurætt til Oyragjógv, so kemur tað at taka upp í móti tveimum tímum Reidar Nónfjall sigur tó at enda, at hann vónar at Vinnumálastýri skjótt finn- ur fram til eina loysn, tí tað ber ikki til at henda hátt arbeiða á Sjúkrabilurin slapp yvirum Sum sagt omanfyri, so eru umstødurnar við gomlu ferjuleguna soleiðis, at tað ber heilt einfalt ikki til at taka bilar um Sundið. Kort- ini vístu vestmenningar seg frå síni samaritusku síðu, tå sjúkrabilurin skuldi um Sundið. Tá slapp ferjan at leggja at inni á Fjørd, men tað var eisini einastu ferð í gjár Hjá ferðafólkunum va harafturímóti eingin trupul- leiki. Tey gingu umborð og í land, so oll ferðafólk. sum skuldu um Sundið, men tey fingu so ikki bilarnar yvir um Hjá vinnulívinum í Vág- um er hetta ein dyggur smeitur. Trupult er sum er at koma um Sundið av tí at tað ofta er bíðitíð. men nú ber av øllum. Og er vandi fyri at tað koma fl í framtíðini, so e ivast i, at hendingin í Vest manna í gjár um undirsjóvartunnil til at harðna munandi eiri tiltøk I ið at fer at fáa tosið Tolið uppi hjá vestmenningum Vestmenningar hava fleiri ferðir gjórt myndugleikunum greitt, at tað ikki ber til, at ferjulegan skal vera ein útreiðsla fyri kommununa. Landstýrið hevur ikki verið sinnað at finna eina loysn málinum, og tískil er tolið hjá vestmenningum nú uppi. Teir eru farnir at landa fisk á ókinum. John Johannessen Fyrr hava tey lýst okið til leigu og nú eru tey farin at nýta tað í sambandi við landing av fiski. Talan er um økid kring ferjuleguna í Vestmanna. Hetta okið verður vanliga nýtt til bila- rødirnar til ferjurnar um Vestmannasund. Trupul- leikin er tann, at Vestmanna kommuna eigur økid og rindar allan kostnaðin av viðlíkahaldi av økinum, hó- ast økid verður nýtt í sam- bandi við almenna farleið um Vestmannasund Vestmanna kommuna fær hóast alt vanligt havnargjald fyri báðar ferjurnar, men hetta halda tey i bygdaráð- num ikki vera nøktandi fyri nytsluna av økinum kring ferjuleguna. Tey vísa á, at havnargjaldið er eitt gjald fyri at liggja við bryggju Vælkomin at leiga ekið Jóhanna Maria Petersen, varaformaður í bygdaráð- num í Vestmanna, sigur, at orsøkin til, at tey eru farin í gongd við at nýta ferju leguna og okið kring hana til landingararbeiði er tann. at tey vilja hava myndug- leikarnar at vakna. so at samráðingar kunnu fáast í lag. Hon vísir á, at bygda- ráðið fleiri ferðir hevur vent sær til vinnumálastýrið við- víkandi hesum máli, men vinumálastýrið hevur ikki latist um vón. Tískil eru limirnir í bygdaráðnum vorðnir samdir um, at annað má gerast, fyri at fáa vinn- umálastýrið at fáa eyguni upp fyri málinum. Vestmanna Kommuna lýsti fyri tíð síðani okið kring ferjuleguna, har bila- rødirnar vanliga eru, til leigu, men vinnumálastýrið lat tó ikki hoyra frá sær. Jóhanna Maria Petersen sig- ur, at tey hava fingið fleiri umsóknir um leigu av øki- num. Tey hava tó enn ikki avgørt hvønn okið skal leig- (vani. nýprísir og útseluprísir): ast út til, men Jóhanna Mar- ia Petersen vísir á, at um vinnumálastýrið ella Strandfaraskip = Landsins ynskja at leiga økid, so sleppa tey tað. Fara tit at halda áfram at nýta økid til landingar arbeiði, um tit einki frætta frá Landstýrinum? Um ekið vísir seg at vera væl egnað til landing- ararbeiði og vit einki hoyra frá myndugleikunum, so fara vit at halda áfram at nýta økid til landingarar- beiði og annað, tað eru jú vit, ið eiga økid, sigur Jó- hanna Maria Petersen, var- aborgarstjóri í Vestmanna. Stór útreiðsla Vestmanna Kommuna fekk í sínari tíð stuðul til havna- útbyggingar, eins og flestu aðrar kommunur í landinum hava fingið. Hesin stuðul varð nýttur til at gera ferju- leguna og økid kring hana, so landið hevur rindað ein stóran part av ferjuleguni. Tó heldur Vestmanna Kommuna ikki, at hetta gevur Strandfaraskipum Landsins. ið er ein almenn- ur stovnur, rætt til at nýta okið uttan treytir. Tey vísa á, at stuðulin til útbyggingar av havnum jú er veittur nógvum kommunum, og hava hesar allar fult ræði á havnaøkjum teirra. Vestmanna Kommuna rindar meira enn tvær mill- tónir fyri ferjuleguna um ár- ið, sigur varðaborgarstjórin. og inntøkurnar av havnar- gjaldinum frá Strandfara- skipunum liggja millum 300.000 og 400.000 krónur DABRESTUR! 'NDABRESTUR! U-EN DABRESTUR! På i Tróndar- getu tlf. 318200