hósdagur 4. februar 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 23 — 4. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið sosj2/ur
Havnarfólk fáa nú tann
åttanda kommunulæknan
Fólkatalið í Havnini er í seinastuni vaksið so mikið nógv, at teir sjey læknarnir í Havn hava
torfórt við at klára arbeiðsbyruna. Tískil verður tann áttandi kommunulæknin nú settur í starv
JOHN JOHANNESSEN
Flytingin til megingkið hev-
ur verið ógvuslig í seinast-
uni, og fólkatalið í Tórs-
havnar Kommunu veksur
støðugt. Tískil er avgjørt at
seta ein kommunulækna
afturat í starv í kommununi,
og fløtuni verða vidtaluhøli
til nýggja læknan bygd í
Gundadali.
Savna viðskiftafólk
Frá sjúkrakassanum í Havn
verður upplýst, at sjúkra-
kassin í gjár heyði nevndar-
fund, har avgjørt varð, at
allir nýggir A-limir skulu
ganga til tann nýggja lækn-
an. Hetta merkir, at gll, ið
flyta til Havnar av bygd ella
úr útlondum verða vist til
nýggja læknan. Eisini er
hetta galdandi fyri B-limir,
ið ynskja at gerðast A-limir
og eisini fyri tey, ið fylla 18
ár, og fyrstu ferð gerast lim-
ir í sjúkrakassanum.
Tað, at allir nýggir limir
verða tvungnir at nýta tann
nýggja læknan er bert gald-
andi fyri eitt tíðarskeið. Tá
hetta tíðarskeiðið er runnuð,
verður læknaval, og tá
kunnu allir A-limir í Tórs-
havnar Sjúkrakassa velja
tann læknan, teimum dámar
best. Tá er opin kapping
millum allar læknarnar í
Havn, eisini fyri nýggja
læknan.
Bundna tíðarskeiðið er
bert fyriskipað fyri at hjálpa
nýggja læknanum at savna
viðskiftafólk, so at hann
ikki gerst arbeiðsleysur áðr-
enn hann er byrjaður í
nýggja starvinum.
Havnin er nú vaksin so
nógv, at brúk er fyri
einum kommunulækna
afturat teimum sjey, sum
eru i løtuni
Unglingalandslidini
uttanlands um
påskirnar
Skulu spæla
triggjar dystir
i part
I døgunum 2.-4. april — tað
er á páskum — fara bæði
kvinnuunglingalandsliðið
og mansunglingalandsliðið
í hondbólti av landinum at
spæla HM-undankapping.
Kvinnuunglingarnir
skulu til Danmarkar, har tær
skulu spæla tríggjar dystir.
Langa fríggjadag 2. apíl
spæla føroysku kvinnurnar
móti Fraklandi, leygardagin
3. apríl skulu tær dystast
móti Hollandi, og páskadag
4. apríl verður seinasti dyst-
urin, sum er móti Danmark.
Mansunglingarnir hava
longri leið at fara. Teir skulu
heilt til Kroatia, har teir eins
og kvunnuunglingarnir
skulu spæla tríggjar HM-
undandystir.
Tann 2. apríl spæla teir
móti Ukraina, 3. apríl móti
vertunum Kroatia, og
eyka av útsglu-
tégvum
friggjadagin
og leygardagin!
Tógvhandilin
IGLOO
Sverrisgota 19
páskadag 4. apríl móti Tórshavn
Belgia. Hesir tríggir dystir- TIf. 315264
nir verða allir spældir í býn- Fax 319623
um Labin.