leygardagur 6. februar 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
(
AN
tíðindablaðið) ;
Nr. 25 - 6. FEBRUAR 1999
á
”arin/
Gunnleyg Durhuus, NLP-ráðgevi og skeiðleiðari:
Uttan mun til hvor tú ert
ert tú nógv merri enn tað
- Tey sum hava lætt við at gjøgnumføra síni mål, dreymir og ynski hava ofta eina klára mynd av
tí tey ætla, og tey sí
geja ikki forðin
So
gar á vegnum sum Omøeguligar at vinna á. Hinvegin taka tey
CO oO oO S O J
forðingarnar sum eina avbjóðing. Hóast myndin ikki er so einføld kunnu vit siga, at tey ið hava
eina positiva lívsáskoðan, røkka lættari málinum, tey seta, enn tey ið hugsa negativt og stara seg
blind á forðingarnar á vegnum, sigur Gunnleyg Durhuus, sum sjálv er farin fgjøgnum eina
persónliga menning, síðani hon kunnaði seg við NLP
t er úrslit av
ndir í sinninum
Og júst hetta er orsøkin
it Gunnleyg Durhuus,
sum annars i tjúgu ár hev-
ur virkað sum arkitektur.
Nnarav
"y seinastu 11 árini
sum landsarkitektur í
landsstýrinum. fyri nøkr-
um fáum árum síðani fór í
holt við at kunna seg nærri
um NLP. Síðani seinasta
heyst hevur hon verið í
farloyvi frá starvinum í
landsstýrinum
Bæði starvið sum
landsarkitektur og sum
NLP-ráðgevi hava tað til
felags, at tey hava við
samskifti at gera. Orsøkin
til. at eg fór í gongd við at
lesa NLP var starvið í
landsstýrinum. Har hevdi
eg rættiliga nógv við fólk
t gera, - ráðgevar. hand-
verkarar, politikarar,
starvsfólk í umsitingini og
almennar stovnar annars.
Eg havi ofta í tí sambandi
sett mær spurningin, hvat
er tað sum ger, at vit hava
so ymiska fatan av teirri
somu verkætlanini ella
sakini. At summi fólk
duga sera væl at fáa síni
mål igjøgnum og verða
góðtikin, meðan onnur
hava trupult við at koma
igjøgnum við sínum. Hetta
hevur alt nakað at gera
við, hvussu tú ber tað
fram, sum tú vilt siga.
- Kropsmálið hevur
ógvuliga stóran týdning og
sigur ótilvitað sera nógv
um, hvussu tú hevur tað.
Fólk kunnu siga eitt við
munninum meðan kropp-
urin sigur og vísir nakað
annað. Tá fært tú ein var-
huga av, at eitthvert er
sum tað ikki eigur at vera.
Varhugin ella tað tú kennir
á tær skalt tú ikki skúgva
til viks, tí mínar royndir
eru, at jú meiri tú arbeiðir
í samsvari við tí, tú kennir
á tær. jú betri fært tú tað
Tú skalt í veruleikanum
lurta eftir tær sjálvum.
- Í uppvøkstrinum læra
vit ikki at lurta eftir okk-
ara "fornemmilsum”, tí
sum vit kenna á okkum.
Við øðrum orðum læra vit
ofta, at okkara *fornemm-
ilsir” passa ikki. Eru for-
eldrini ósamd og skeldast,
og barnið spyr, hvat bagir,
men fær at vita, at alt er
sum tað skal vera, verður
tað ótrygt, tí tað hevur ein
varhuga av, at eitthvert er
galið. So fer barnið at
fantasera eitt ella annað
óveruligt og kanska 6-
hugnaligt, sum kann elva
til ein ótta í barninum og
ávirka framtíðina. Heyði
barnið ístaðin fingið at
vita, at okkurt er galið,
men tað verður í lagi aftur,
hevði tað verðið meiri
róligt og havt álit á sínum
kenslum. Kroppurin sigur
frá, við at verða spentur
ella sjúkur, tá ið tú ikki
lurtar eftir tær sjálvum.
sigur Gunnleyg Durhuus.
Hví hevur tað týdning
fyri teg at arbeiða sum
NLP-ráðgevi?
- Tað gevur mær nógv
persónliga. tí eg veit, at eg
geri nakað, ið hevur veru-
ligan týdning. Tað er ein
fragd fyri meg at uppliva,
at fólk fáa tað betri. So-
leiðis havi eg tað eisini. tå
ið havi skeið, har eg upp-
livi at fólk eru glad fyri ta
vitan tey fáa og kunnu
brúka hana bæði heima og
á arbeiðsplássinum. Eg
havi ikki altíð dugað nóg
væl at seta merk. Arbeiðið
í landsstýrinum tók ofta
alt ov nógv av mínum
gerandisdegi og frítíð. Eg
havi havt lyndi til at taka á
meg ov stóra ábyrgd sjálvt
um eg í síðsta enda ikki
heyði avgerðarrættin. Eg
tók alt ov ofta arbeiði við
mær heim og brúkti
kvøldini til at kanna eftir,
um alt nú var soleiðis sum
tað skuldi. Nú havi eg lært
at seta mørk og veit, hvat
eg kann bjóða mær sjálv-
ari.
Tín egni eydnusmiður
Hornasteinurin í NLP er at
vit kunnu skapa rað lívið
vit ynskja. At vit kunnu
læra okkum at verða til-
vitað um, hvussu okkara
tankar ávirka tað sum vit
gera. Hvussu tankarnir
hanga saman við tí tú
sigur, gert og ert. Tankar,
orð og kropsmál hanga
saman. Vit gera okkum
myndir av, hvat fer at
henda um vit gera hetta
ella hatta, og mátin sum
vit ímynda okkum hetta,
- Tað gevur mær nógv
persónliga at arbeiða við
NLP, ti eg veit at eg geri
nakað, ið hevur veru-
ligan týdning. Tað er ein
frøi fyri meg at uppliva,
at fólk fáa tað betri. Nú
havi eg lært at seta mørk
og at finna út av, hvat eg
kann bjóða mær sjálvari,
sigur Gunnleyg Durhuus
Mynd: Jens Eir. Vang
hevur ávirkan á, hvussu
vit hava tað. Men vit gera
okkum ikki far um hetta
Skalt tú til dømis halda
eina rødu so åvirkar tann
myndin sum tú sært teg
sjálva, - svímar tú. stamar
tú, stara fólkini at tær og
so framvegis - hvussu tær
eydnast at bera hesa rød-
una fram. Tí kunnu vit
sjálv skapa okkum eina
góða mynd framman fyri
okkum og harvið fáa eitt
gott úrslit.
- Vit hava øll dreymar
og ætlanir um, hvat vit
vilja í lívinum. Tað sum
drívur okkum fram ímóti
málinum er okkara virði,
tað sum hevur týdning fyri
okkum, sum t.d. trygg-
leiki, frælsi, virðing. Tað
hevði tydning fyri meg á
sinni at fáa útbúgving sum
arkitektur, tí eg altíð havi
havt hug at tekna og mær
dámdi væl matematik og
fysik. Eg vildi hava eina
útbúgving, sum hevði
nakað við hetta at gera.
Samstundis vildi eg
tryggja mær, at eg kundi
hava eitt arbeiði, har eg
kundi tjena mær mínar
egnu pengar, og so vildi
eg verða sjålvstødug og
klára meg sjálv fíggj-
arliga. Eg fekk øll ynskini
uppfylt, sum høvdu týdn-
ing fyri meg tá. At eg fór í
holt við NLP-útbúgving-
ina var tí, at eg vildi verða
betri til at gera tað, eg
longu gjørdi, betri til at
frambera tingini, at sam-
ráðast og eisini at fáa tað
betri sjálv.
- Fyrst tá eg fór í holt
við NLP-útbúgvingina
skilti eg, hví vit fata alt so
ymiskt. Vit hava øll ym-
iskar uppfatanir, ti vit