Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. februar 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

hava oll havt ymiskan uppvøkstur, ymisk virðir og ymiskar sannføringar um, hvat vit kunnu og ikki kunnu. Harafturat kann man eisini siga, at vit hoyra til ymiskar per- sónsbólkar, sum hava ymiskan tankabygnað ella hugsunarhátt, sigur Gunn- leyg Durhuus. Ymiskar viðgerðir Síðani Gunnleyg Durhuus tekk sær útbúgving sum NLP-ráðgevi hevur hon havt viðtalu í hugnaligum viðgerðarhølum á Norð- asta Horni í Havn Umframt viðtalu hevur Gunnleyg Durhuus skeið fyri arbeiðsplássum og bólkum í eitt nú samskifti. samstarv og persónligari menning. - I skeiðnum í samskifti arbeiða vit við, hvussu vit samskifta, og hvussu vit kunnu broyta samskiftið soleiðis. at vit hava tað betri og fáa betri samband við hvønn annan, sigur Gunnleyg Durhuus. I hesum sambandi ar veiðir hon nógv við mál- brúkinum. hvussu vit unnu vera meiri góð- takandi og søkjandi. tá ið vit spyrja og ikki ákær- andi. ið er rættiliga van- igt. Eisini gevur Gunn- eyg Durhuus Kranio- Sakral-viðgerð. sum er ein fysisk viðgerð, ið er ein avbalansering av sentral nervaskipanini og sum fær kroppin til at slappa av. - Við at kroppurin fær tað betri fært tú tað eisini betri. Sjúkueyðkenni sum strongd, høvudpina, svøvnloysi og nógv annað ber til at loysa upp fyri við at fara fgjøgnum eina slíka viðgerð. Kranio-Sakral- viðgerðin hóskar sera væl saman við NLP-terapiini. sigur Gunnleyg Durhuus. Í løtuni fyrireikar hon eitt vikuskiftisskeid, sum verður í komandi mánaði. Nr. 25 - 6. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið 17 Gunnleyg Durhuus hevur síðani 1978/79 arbeitt sum landsarkitektur í landsstýrinum. Í løtuni er hon í farloyvi úr tí starvinum Tá kemur Jack Makani, ið síðani 1990 hevur havt NLP-skeið víða hvar í heiminum, til Føroya at hava skeið í persónligari menning. Skeiðið er um. hvussu vit kunnu skapa okkum tað lívið vit ynskja, hvussu vit kunnu fokusera á tey málini, vit seta okkum og hvussu vit kunnu tryggja okkum, at tey málini eru í samsvari við tað, sum innast inni er rætt fyri okkum. Eisini ber til á skeiðnum at finna út av, um tað er nakað í tær, Hvat er NLP NLP stendur fyri Neuro Lingvistisk Psykologi. Hetta er ein nútímans sålarfrødi, ið stendur av eini ørgrynnu av amboðum, ið kunnu brúkast til at skapa broytingar. Grundarlagið undir menningini av NLP er, at tveir amerikumenn, Richard Bandler og John Grinder, fóru undir at granska dugnalig fólk, fyri at finna út av og læra víðari, hvussu hesi gera fyri at røkka málinum. Fyri at kunna gera tað máttu stovn- ararnir gera ein greiningarhátt, sum lýsir, hvat hendir, tá ið fólk hugsa. Tað vil siga, hvussu okkara innara samskifti er. Hvussu vit skapa okkara tankar og hvønn tydning okkara tank- ar hava fyri okkara kenslur og ikki minst fyri okkara gerðir. Við at læra um NLP lærir ein eisini at skilja seg sjálvan og onnur fólk, og eir lærir, at tað er møguligt at broyta fastlæstar hugsunar- hættir og inngrónar sannføringar um, hvat ein er førur fyri. Tað ber til at broyta teir við at uppliva teir uppá ein annan máta og úr einum gðrum sjónarhorni. NLP verður brúkt alla staðni, har tørvur er á góðum samstarvi, tænastu og samskifti mill- um fólk - innan handil og umsiting eins og innan umsorgar-, viðgerðar- og heilsuverkið. Gunnleyg Durhuus hevur certifikat sum NLP Master Practioner og er undir víðari útbúgv- ing NLP-venjari sum mótarbeiðir tínum málum og hvussu hetta kann broytast. - NLP er sera væl egnað til arbeidsplåss, tí tá verð- ur arbeitt við nøkrum teknikkum sum kunnu loysa trupulleikar, geva nýggj hugskot og sum eisini eru mennandi fyri tann einstaka. Tað snýr seg í grundini um, hvussu vit náa tey mál vit seta okkum, hverji virði eru týdningarmikil hjá virki- num ella stovninum, og hvørjar forðingarnar eru fyri, at málið kann røkk- ast. Tey sum hava lætt við at gjøgnumføra síni mål, dreymir og ynski hava ofta eina klára mynd av tí tey ætla, tí tey síggja ikki forðingar á vegnum sum Omøguligar at vinna á. Hinvegin taka tey forð- ingarnar sum eina av- bjóðing. Tað kann jú eisini vera, at tað er tín sann- føring, ið skapar forðingar. Hóast myndin ikki er so einføld kunnu vit síga, at tey ið hugsa positivt og hava eina positiva lívsá- skodan, røkka lættari mál- inum, tey seta, enn tey ið hugsa negativt og stara seg blind á forðingarnar. - Fólkini, ið koma til mín hava trupulleikar av ymiskum slag, t.d. ótta, vantandi sjálvsvirði. sam- lívstrupulleikar, framtíðar- ætlanir og tað eru fólk í øllum aldri og av báðum kynum. Skulu fólk í holt við eitthvørt nýtt og ókent, eitt nú í eitt nýtt arbeiði ella undir eina nýggja útbúgving og tey stúra fyri tí, kunnu tey liva tað í- gjøgnum í vidtaluni, har Vit ganga igjøgnum hesa myndina tey hava. Ofta síggja fólk ikki málið fyri forðingum. Hinvegin lítis- geri eg ikki veruligar forð- ingar, men eg hjálpi fólki at finna ein útveg, sigur Gunnleyg Durhuus. Vit hava ov lítla virðing fyri hver eðrum Fólk samskifta ymiskt. Føroyingar tosa sinåmill- um gðrvísi enn eitt nú danir, ið vit plaga at leggja undir at tosa meiri enn vit. Men Gunnleyg Durhuus meinar ikki, at vit duga verri at samskifta enn onnur fólk. At samskifta er ikki bara at tosa, tað er eisini at lurta. - Vit síggja ofta í for- oyskum kjaksendingum í sjónvarpinum, at sam- skiftið millum persónar, sum eru ósamdir um eitt- hvort, er heilt út av lagi. Tað er heilt vanligt at síggja, at fólk vanta virð- ing fyri hvør øðrum og meiningunum hjá hver øðrum. Tað er í lagi. at vit eru ósamd, men vit eiga at virða meiningina hjá hvor øðrum, tí hevur tú virðing fyri øðrum hevur tú sam- stundis virðing fyri tíni egnu meining. Vit síggja í kjaksendingum, at partar- nir ístaðin fyri at lurta eftir hvor øðrum, leggja hinum partinum orð í munnin og eru púra fastlæstir í teirra egnu meining. Tá meti eg, at tað er av týdningi hjá vertinum í sendingini at fara aftur um meiningina hjá pørtunum og spyrja, hvat tað er sum ger, at partarnir nú hava mein- ingina teir hava, og hvørji virði liggja aftanfyri. Ann- að ið eisini ofta hendir í politiska orðaskiftinum í Føroyum er, at politikarar- nir fara eftir persóninum í staðin fyri eftir málinum. Teir høvdu vunnið nógv um teir brúktu meira grundleggjandi treytir og viðurskifti, ið gera seg galdandi í sínámillum gevandi samskifti, sigur Gunnleyg Durhuus. Stórur kvinnutrupulleiki Samskifta kvinnur og menn sum kyn eisini ym- iskt? - Ja, eg haldi, at kvinnur eru meiri varnar at koma fram við síni meining enn menn eru. Tað hevur týdn- ing at kenna sítt egna sjálvsvirði og vita við sær sjálvum, at tað sum eg sigi hevur líka stóran týdning sum tað ið onnur siga. Eg upplivi hetta sum ein stór- an kvinnutrupulleika, tí kvinnur eru so vanar við, at tað sum tær siga og meina hevur minni týdn- ing og virði enn tað sum menn siga. Hetta kemur av, at virðir og normar í okkara samfelag eru í rættiliga stóran mun ásett og stýrd av monnum og eru tilevnad út frá teirra sjónarhorni. Tá ið t.d. kvinnur koma á ting, har jú nógv fleiri menn sita enn kvinnur, verða tær konfronieradar við tað sum hevur týdning fyri menn út frá teirra huga- heimi. Og tá ræður um sum kvinna at halda fast við síni mál og virði og til tað krevst dirvi og eitt stórt sjálvsvirði. - Kvinnur kunnu sjálv- Mynd: Jens Kr. Vang andi læra nógv av monn- um eins og menn kunnu læra av kvinnum. Tað er rættiliga vanligt, at kvinn- ur, tá ið tær søkja starv, krevja av sær sjálvari at tær lúka oll krøvini í sam- bandi við starvið fult og heilt. Meðan menn bjóða seg fram uttan at himprast hóast teir ikki lika allar treytirnar. Tá eigur kvinn- an at gera sær greitt, at hevur hon veruliga hug til hetta starvið og hon hevur útbúgvingina, ið krevst, kann hon gera seg gald- andi. Samfelag okkara er lítið og tað kemst ikki uttan um, at fólk aftra seg við at uppsøkja ein ráðgeva og leggja øll kort á borðið. - Hava fólk ikki hug at tosa beinleiðis um trupul- leikarnar. nýtast tey ikki tað. NLP-ráðgevingin er soleiðis háttað, at eg kann væl leiða tey ígjøgnum eina prosess uttan at tey siga mær, hvat veruliga liggur til grund fyri trup- ulleikan, og tað er ein av fyrimununum við NLP, at fólk kunnu koma igjøgn- um eina prosess og fáa hjálp uttan at tey verða noydd at avdúka ov nógv um seg sjálvan. Men tað er sjálvsagt lættari hjá mær at hjálpa teimum um tey siga mær, hvat tey meina trupulleikin er. Men tað eri ikki eg, sum sigi, hvat er rættast og best fyri hvønn einstakan. Tað eru tey sum gera arbeiðið sjálvi. Eg vísi teimum ein máta at gera tað uppá, so tey fáa tað betri. sigur Gunnleyg Durhuus at enda í viðtali.