Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. februar 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

lústines Eidesgaard: Ég síggi verðina við nýggjum brillum - Føroyar eru broyttar í mínum hugaheimi og heimurin er vorðin stórri. Lívið er ikki so svart og hvítt longur. - tað eru so øgiliga nógvir tónar millum tað svarta og hvíta. Tá ið tú fert av stað sprellar tú teir fyrstu mánaðirnar, men so fótar tú tær aftur og byrjar at trívast. Og eg eri øgiliga glaður fyri at hava verið burtur, sigur Jústines Eidesgaard, sum nú flytir úr Singapore til Hamburg ) KOMIN til oya, tå ið eg varð biðin um era deknur í Oyndar- fjarðar kirkju í morgin. Og ) gleði eg meg til, sigur stines Eidesgaard T UDDAN I hesum døgum vitja Just- hansara Poula í Føroyum Fyri nøkrum døgum síðani søgdu tey farvæl í Singa- pore, har tey hava arbeitt síðani á heysti í 1996 í donsku sjómanskirkjuni. Týsdagin í komandi viku halda tey fram í arbeiðinum fyri somu kirkju, men hesa ferð í kenda havnabýinum í Tysklandi, Hamburg. - Eg fór út at umboða eina kirkju, arbeiðið hjá mær hevur verið fyri eina kirkju. men eg eri útbúgvin journ- alistur og eg haldi, at eg havi ment meg nógv sum journalistur meðan eg havi verið burtur. Eg havi lært at síggja verðina við heilt ødr- um brillum og eg eri øgiliga glaður fyri at hava verið burtur. Føroyar eru broyttar í mínum hugaheimi og eis- ini mín máti at hugsa uppá. Heimurin er vorðin stórri, lívið er ikki so svart og hvítt lorgur, - tað eru so øgiliga nógvir tónar millum tað svarta og hvíta == i sprellar tú teir fyrsti adirnar, men so fótar tú tær iftur í yrjar í i H ri skuldi trúð fyri trim- rum síðani. at tað Idi gerast ein ordilig sku rråtikonsert tann síðsta dag- n í Singapore. Tað vóru meiri enn 100 danir í kirkj- uni og søgdu okkum farvæl. Tað var ringt at siga farvæl, vit hava nógvar vinir har- yviri og tá ið vit komu í lufthavnina stóð ein rúgva av fólki og heilsaðu okkum farvæl. Soleiðis knýta vit bond alla staðni. Og eg rokni við, at vit fáa nógvar vinir í Hamburg eisini hóast vit ongan kenna í løtuni, sigur Jústines Eidesgaard. Jústines og Poula skriv- aðu fyri tveimum og einum hálvum ári síðani undir ein fýra ára sáttmála. Nú tey hava verið hálvt triðja ár í nógva hitanum í Singapore, hava tey ynskt at arbeiða fyri donsku sjómanskirkj- una í Hamburg. fy Umboda kirkjuna Orsøkin til, at Jústines fyri slókum trimum árum síðani tíðindablað saman við konuni gjørdi av. at arbeiða fyri donsku sic manskirkjuna, var fyri at royna nakað annað Eg var fullkomiliga út- brendur sum journalistur og tá hevði eg arbeitt út í eitt sum blaðmaður í 14 ár. At eg valdi júst sjómanskirkj- una komst av, at eg altíð havi havt samband við sjó- nenn. Eg eri av fiskimann afamilju og so hevur mær altid dåmad væl at ganga umborð á skip. Hetta var eisini ein góður máti at sleppa út í verðina. Eg fekk arbeiði. eitt stað at búgva, skipað viðurskifti og so kundi eg brúka mína frítíð til at hyggja meg um og læra fólk at kenna, sigur Jústines Eidesgaard. Uppgávan hjá Jústines í Singapore hevur verið at umboða kirkjuna. Tá ið skip eru komin inn hevur hann vitjað umborð. - Tað hevur ikki verið mín uppgáva at prædika, men heldur at vísa, at kirkjan er har. Hava fólk trupulleikar havi eg verið har at tosa við. Ikki so nógv til at ráðgeva, men heldur til at lurta. Blød- ini havi eg við umborð. Tað er ein skylda hjá einum journalisti at fylgja við so- leiðis at tú kanst geva nakað víðari. Tað sama tá ið eg arbeiði fyri kirkjuna havi eg fylgt væl vid, hvat gongur fyri seg í Asia og so havi eg ylgt við, hvat a i Føroyum so komi umborð CISINI FOYNI hendi Og tå 10 eo i skip spyr manningin um tíðindi. Og so havi eg for- talt. Sjómenn fyrr vóru part- vís menn, sum vóru egilig: væl virkandi og partvís menn, sum lógu í spritti, tá ið teir vóru í havn. Í dag eru siglandi fólk topp-pro- fessiónellir = starvsmenn. sum eru burturi í tveir mánaðir og heima í tveir mánaðir. Hesir hava ikki nógv brúk fyri hjálp sum so, men tann reint menniskj- ansligi parturin, at siga frá tíðindum heimanifrá og annars at lurta er enn sum áður neyðugur. Kanska gongur tað ikki so væl heima, kanska er konan sjúk. kanska er hann narr- aður, kanska er tað ein mað- ur sum akkurát er blivin pápi og sum stúrir fyri, hvussu tað gongst heima. Menn hava eina trongd til at siga frá slíkum kenslum, tað kenni eg frá mær sjálv- um. Tøkniligt samskifti kann ikki koma í staðin fyri samskifti undir fýra eygum. Høvudsuppgåvan hjá mær er at lurta og annars verða ein natúrligur partur av teirri samrøduni, sum gong- ur fyri seg á dekskontóri- um ella í messuni, sigur Jústines Eidesgaard Hóast sjómenn í dag eru væl ødrvisi enn fyrr í tíðini metir Jústines, at tað fram- vegis er tørvur á sjómans- kirkjum. - Tað er eitt sera takksamt arbeiði at koma umborð á skip. Vit verða væl móttikin og eg eri komin at kenna nógv fólk. Vit hava eisini nógvar praktiskar uppgávur fyri sjófólk sum til dømis, tá ið teir skulu í býin at keypa eitt ella annað. Tað kann vera stuttligt og upp- gávurnar kunnu vera heilt frá undirklæðum til konuna til tað stóra stereoannleggið. Og tá veit eg hvar eg skal leita, sigur Jústines. Skrivað til førovingar Uppgávan fyri donsku sjó- manskirkjuna í Hamburg verður tann sama sum í Singapore, og presturin í kirkjuni har er Henrik Foss- ing, sum fyrst í áttatiárunum var prestur á Viðareiði. - Orsøkin til, at vit vildu skifta arbeiði er, at vit vilja vera nærri Fóroyum og Danmark, har synirnir hjá okkum, Edvard og Frii, búgva. Vansin við at vera í Singapore er, at vit hava verið rættiliga avbyrgd. Tað er dýrt at ringja heima, van- Nr. 25 - 6. FEBRUAR 1999 - Hóast fólk í Singapore ikki eiga so nógv hava tey tað gott sínámillum og trívast væl. Fátækra- domið nítur ikki fyrr enn tú ert svangur og tað er ikki nógva stadni, at fólk eru svong, sigur Jústines Eidesgaard, sum næstan dagliga hev- ur tosad við førovingar medan hann hevur ar- beitt i Singapore Mynd: Jens Kristian Vang lig fólk hava ikki ráð at vit okkum har. tí tað kostar ø liga nógv at ferðast harnu ur. freyðugt so, eg ha tosad við førovingar næst dagliga Singapore. I haldi. at eg kenni hvor tann einasta foroying su stelir ul Singapore. So er tað tjakkarar og terðafólk annars. Og onkuntíð hav; tjakkarar steðgað og búð hjá okkum. Forovingar o eisini | Hamburg } erður kortini ikki akkur: tað sama sum í Sineapori r er so nógvur linjufart I eðan tað H Cru Meiri Smá SKID « K esvaard Meðan Jústines hevur erið burturi hevur hann javnan skrivað greinir til Sosialin. og so hevur hann eina ferd um mánaðin skriv að utisetabræv til sending ina Kvøldarstundina, sum verdur send hvørt gerand- iskvøld í Utvarpi Føroya. - Tað hevur mær dámað sera væl. Utisetabrevini eru ikki júst greinir, men meiri tað eg havi upplivað. Tað at hava brævaskifti til eitt heilt fólk er stuttligt. Tú skalt helst hava ein føroyskan inkul, tá ið tú skrivar til føroyingar úr Singapore, nen longri tú ert burtur. verri er at síggja hesar vinklarnar, tí gerandisdag- urin í Singapore verður van- ligur. Tað er ikki so nógv í Singapore sum er legið í dag sum tað var tá fyri tveimum og einum hálvum ári síðani. Í byrjanini undr- aðist eg yvir alt. tað geri eg ikki longur. - Hamburg sær út til at vera ein deiligur býur og eg haldi at tyskarar líkjast før- oyingum í útsjónd. Eg kenni meg væl at ganga í Ham- burg og tú sært akkurát tær somu týpurnar mæla í gøtu- num í Hamburg sum í Havn, sigur Jústines Eides- gaard. Hann er ein skrivandi maður, men hann hevur ikki skrivað dagbók, meðan hann hevur verið burturi. - Eg rædist dagbøkur. Eg fái ov nógvar smálutir við. Mær dámar betur at hava alt í minninum, tí so kann eg síla frá. Um hálvt annað ár eru til leys av sáttmálanum. Hvórjar ætlanir hevur tú tá? - Tá komi eg heim aftur sum journalistur, sigur Júst- ines Eidesgaard at enda í viðtali. hn EET EEN