Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 — 10. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið Íslendski heilsumálaráðharrin á vitjan: Møguligt samstarv millum Føroyar og Island á heilsugkinum Landstýriskvinnan í heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, hevur havt vitjan av íslendska heuilsumálaráðharranum Ingibjórg Pálmadóttir. Tær hava havt fund um møguligt samstarv á heilsuøkinum og i mars fer Helena Dam å Neystabø til Islands á vitjan og tá verða møguliga meira bindani stig tikin. DAGFINN OLSEN MYND: JENS Kr. VANG Ingibjørg Pálmadóttir, is- lendskur heilsumálaráðharri. hevur vitjað í Foroyum. Í gjár tor hon av landinum aftur alan er ikki um almenna men um ferð. har am á Ney: > Pálmadóttir hava tabú og ivt sonevndan arbeiðsfund im møguligt samstar Á tíðindafundi í gjár greiddu tær frá tí. ið komið er fram til á vitjanini. Til Íslands í mars mánað Helena Dam á Neystabø greiddi frá, at ymiskt er. sum bindur saman. Hóast Ísland er stórt í mun til Før- oyar, so er tað tó lítið í heimshøpi. Og tað. ið ser- stakliga hevur áhuga í møguligum samstarvi, er krabbamein og húðsjúkur, har íslendingar eru framm- arlaga í læknavísind. Ingibjórg Pálmadóttir helt, at íslendingar og før- oyingar hava nógv at tosa um, og nevndi hon, at før- oyingar i mong år eru komnir í Bláa Lón at søkja heilsubót fyri húðsjúkur. Í mars mánað fer Helena Dam á Neystabø til Islands. Tå verda møguliga meiri bindandi stig tikin ella kanska enntå stig verda tikin til beinleidis samstarv. Utnorður Ráðið skal eis- ini hava stevnu í Føroyum í summar og eisini tá gerst Helena Dam á Neystabø og Ingibjørg Pálmadóttir hava fundast um møguleikarnar fyri samstarvi á sjúkrahúsókinum møguleiki at tosa nærri saman. Fleiri møguleikar Helena Dam á Neystabø og Ingibjørg Pálmadóttir eru samdar um, at tað er um- ráðandi, at sjúklingar hava fleiri møguleikar í at velja og at møguligt samstarv gevur hesar møguleikar. Helena Dam å Neystabø leggur dent å, at skal ein kunna halda høgt stødi, so skal eisini ávís rutina til. Her metir hon, at báðir partar kunnu hava fyrimun av samstarvi. Eisini eru tær samdar um, at neyðugt og týdningar- mikið er við sera greiðum og einføldum mannagongd- um. Tað skal ikki vera nakar stórur trupulleiki viðvíkj- andi mannagongd, um sjúk- lingur ynskir at søkja sær heilsubót í Íslandi, heldur enn t.d. Danmark. Arvafrødi Eisini innan arvafrødi, ella gen-teknologi, er åhugi at samstarva. Helena Dam å Neystabø metir, at tad er åhugavert at vita, hvussu íslendingar tryggja sjúk- lingar sínar í samband við arvafrødina. Ætlanir eru um at gera meira burturúr hesum. T.d. eru ætlanir um fáa fólk úr Íslandi hendavegin at halda fyrilestarar um nýggjaru arvafrødina í Íslandi. Eisini skal rødast um etisku spurn- ingarnar í samband við arvafrødi. Ætlanin við hes- um er at menna skilagott kjak hesum viðvíkjandi. Íslendski heilsumálaráð- harrin fór av landinum í gjár. Stutta vitjanin hjá Ingi- bjórg Pálmadóttir hevur fyribils givið úrslit. Tá He- lena Dam á Neystabø í mars fer til íslands, er ætlanin at taka stig til samstarv. Ingibjórg Pálmadóttir: Kundi hugsað sær at komið aftur Íslendski heilsumálaráðharrin hevur vitjað í Fóroyum í tveir dagar. Í gjár fór hon av landinum aftur og tá gekk leiðin til Keypmannahavnar at vitja íslendskar sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum, har ser- liga sjúklingar, ið skulu hava transplanta- tión, liggja. DAGFINN OLSEN Íslendski heilsumálaráð- harrin, Ingibjørg Pålma- dóttir, metir, at tað eru serstakliga sjúklingar við húðsjúkum, psoriasis. og fólk við gikt, ið kunnu hava fyrimun av at søkja sær heilsubót í Íslandi. Hon nevnir Bláa Lón, ið eisini føroyingar kenna. Innan giktasjåkur hava íslendingar góðar ser- fróðingar, sigur Ingi- bjørg Pálmadóttir. Eisini nevnir hon møguleikar- nar fyri sonevndari fjar- viðgerð, soleiðis at skilja, at lækni í Íslandi tosar við og ráðgevir lækna í Føroyum, kanska við nútímans tøkni til hjálpar. Eisini metir hon, at tað er fyrimunur fyri báðar partar í at samstarva og í tí, at læknar soleiðis fáa rutinu og soleiðis gerast betri, so stødid kann haldast ella hækka. Hetta er gjørligt, um fleiri sjúk- lingar eru, heldur hon. Ingibjørg Pálmadóttir hevur á ferðini í Føroy- um ikki havt stundir at sæð ella kunnað seg stór- vegis um føroyska sjúkrahúsverkið. Men hon kundi hugsað sær at lagt leiðina hendaveign seinni, tá betri stundir vóru, so hon kundi sæð meira. Til Í gjár fór Ingibjørg Pálmadóttir av landinum og lá leiðin tá til Dan- markar. Har skal hon vitja tær deildir á Ríkis- sjúkrahúsinum, har ís- Íslendski heilsumála- ráðharrini, Ingibjorg Pálmadóttir endingar liggja. Allir ís- lendskir sjúklingar. ið fáa transplantatión, verða sendir til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið og eru tey sera glað fyri hetta samstarv. Aður var eisini sam- starv við sjúkrahús í Gøteborg. men flogleið- irnar hóskaðu betri til Keypmannahavnar. Íslendingar samstarva eisini við Amerika og senda sjúklingar tann vegin. Ikki eru tað nógv- ir, men td. nakrir, ið skulu hava merg, fara til USA at fáa sær hesa við- gerð, sigur Ingibjørg Pálmadóttir. Ingibjørg Pálmadóttir nevnir, at mangir ís- lendskir læknar hava lis- ið í t.d. Amerka, Skandi- navia og Bretlandi og hesir halda samband sítt til londini við líka. Ingibjørg Pálmadóttir vónar at koma aftur til Føroya seinni, tá betri stundir eru til vitjanir og at hyggja seg um. Meksikanskt tríkantsdrama í Hvalvík Sjónleikafelagið Fívil sýnir friggjakvøldid 12. skúla DAGFINN OLSEN Friggjakvøldid 12. februar klokkan 21 sýnir sjónleik- arfelagið Fívil leik í Hval- víkar skúla. Talan er um leikin .,Ævin- týrið hjá Mariu“. Leikurin er meksikanskt tríkants- drama við heldur sniðfund- igum enda. Fívil hevur verið 2 ferðir á palli við leikinum og ætl- anin er at ferðast við hon- um. 3 leikarar eru í hesum heldur skemtiliga leikinum, ið er um ein tíma til longdar. Leygarkvøldid í farnu viku skipaði Fívil fyri kvoldsetu, har leikurin var á skránni. men vegna vána veður tað kveldið verður februar leikin „Ævitýrið hjá Mariu“ í Hvalvíkar farið aftur á pall við leik- inum friggjakvøldid klokk- an 21. Jórun Egholm, Janus Egholm og Magni Laksafoss gera pallin kláran til meksikanskt tríkantsdrama