Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. februar 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

|; OG Nr. 32 — 17. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið Tingmenn hava nú lagt stoðið undir samráðingarnar Við at hækka tingmannalønirnar 11.000 krónur hevur løgtingid nú lagt stød- ið undir samráðingunum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Leygardagin sessast partarnir við samráðingar- borðið EIRIKUR LINDENSKOV — Hetta fer at fáa stóra á- virkan á samrådingarnar, sum nú eru við Fíggjarmál- astýrið. Hetta sigur formaðurin í starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, eftir at løgtingid samtykt enda- liga stóru lønarhækkingina til tingmenn. — Politiski myndugleikin leggur nú linjurnar - og teir fremja somu hækkan í løn- arstødinum, sum vit løgdu upp til í okkara samráðing- aruppleggi. Gunnleivur Dalsgarð vís- ir á, at lønirnar hjá limum Starvsmannafelagsins er glidnar so nógv afturúr í 90'unum, at tær mugu hækka 60% fyri at koma upp á sama stødi sum í 1990. — Hetta passar eisini sera væl við gongdini í Dan- mark. Har eru lønir og aðrar åbøtur vaksnar eini 5% um árið - og flyta vit hetta yvir á føroysk viðurskifti, so lík- ist hetta 60%, sigur Gunn- leivur Dalsgarð. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum sigur, at tað er sera áhugavert, at tingmenn fremja hesa løn- arhækking - og hann sigur seg ikki skilja, at arbeiði hjá tingmonnum skal vera so nógv meira vert, enn annað arbeiði. — Vit fara eisini til arbeið- is hvønn dag fyri at gera okkara dagsverk til lítar. Sjálvandi vilja vit hava eina sømiliga løn. Tað skulu tingmenn eisini hava, men eg dugi ikki at síggja, at teirra arbeiði er so nógv meira vert, at teir kunnu fáa so stóra lønarhækkan, með- an vit ikki fáa tað. Atburð- urin, teir vísa í tinginum, bendir ikki júst á hetta borð- ið. Gunnleivur = Dalsgarð undrast eisini á allar ágóð- arnar, sum tingmenn fáa - og hann spyr: — Hvussu er við løn og samsýning, tá tingmenn ikki eru til arbeiðis? Verða teir trektir í løn, tá teir eru sjúkir? Gunnleivur = Dalsgarð vísir á, at ein meiriluti í ting- inum júst hevur avvíst at taka av karensdagaskipan- ina, sum ger, at alment lønt verða trekt í løn tveir teir fyrstu sjúkradagarnar. Í uppskotinum, sum løg- tingið samtykt í gjár stendur, at tingmenn fáa bæði løn og vinna sær eftir- lønaraldur, meðan teir eru burtur vegna sjúku. Leygardagin fara Starvs- mannafelagið og Fíggjar- málastýrið "undir veruligar samráðingar, og Gunnleivur Dalsgarð heldur tað vera á- hugavert, at løgtingið frammanundan hevur lagt stødid - og væntar hann, at okkurt positivt man spyrjast burtur úr hesum. Gunnleivur Dalsgarð spyr — Eg kann sjálvandi bara fegnast um, at løgtingid nú hjálpir okkum á leið í samráðingunum, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum, nú løgtingsmenn fáa tað í løn- arhækkan, sum lønir starvsmannafelagsins eru dragnað- ar vid sidani 1990 eisini, hví løgtingið ikki tek- ur stigið fult út og krevur, at tingmenn skulu vera ting- menn burturav - heldur enn at hava slíkar løgnar ventil- ar sum gera, at tingmenn kunnu snúgva sær so ella so. Hann vísir eisini á, at hægsta vanliga lønin eftir sáttmálanum hjá Starvs- mannafelagnum er 24.000 krónur - og at midallønin er 16.000 krónur um mánaðin Men legtingið hevur hjálpt okkum á leið nú beint undan samráðingunum við Fíggjarmálastý rið - kann eg bara fegnast um, sigur hann og tað Brúka grótið út bergholinum til eina nýggja samferðsluhavn í Suðuroynni Tað hevur nógv stórri týdning fyri Suðuroynna, at Drelnes So má annað pláss fåast til Smyril AKI BERTHOLDSEN Sjálvandi mugu vit leggja stórri dent á at gera Drelnes til oljuhavn, heldur enn at Smyrul skal blíva við at leggja at har. Páll Vang, býráðsformað- ur á Tvøroyri ásannar, at nú tað er gjørt av at gera olju- havn á Drelnesi, kann tað elva til trupulleikar fyri samferðsluhavnina millum Suðuroynna og restina av landinum. Tí síðani havnin á Drel- nesi varð gjørd, hevur hon verið hóvuðs-samferðslu- havnin í Suðuroynni. Men kortini er býráðsfor- maðurin á Tvøroyri ikki í iva um, at Smyril skal víkja fyri oljuhavnini, tá ið tað kemur so langt. - Eg síggi framvegis olju- havnina sum bjargingina fyri Suðuroynna. Ein oljuhavn kastar nógv meiri arbeiði av sær enn ein samferðsluhavn ger. Páll Vang sigur, at tað er bara eitt einasta arbeids- pláss í samferðsluhavnini. Ti er ongin ivi um, at oljuhavnin verður raðfest nógv fremri enn ein sam- ferðsluhavn. Smyril má víkja | Men verdur oljuhavn å Drelnesi, er tað neyðugt at finna eina aðra samferðslu- havn til Smyril. Og Býráðið á Tvøroyri er farið at hugsa um, hvussu tann trupulleikin kann loys- ast Páll Vang sigur, at býráð- 10 er sinnað at bjóða gomlu havnina á Tvøroyri fram til samferðsluhavn. Men hann viðgongur, at tað verður ikki meiri enn ein fyribils loysn at leggja Smyril á gomlukei, til ein endalig loysn er funnin. Hann veit, at umstødurnar á gomlu kei eru so vána- ligar, at vinnuvirki, sum brúka havnina, hava heitt á býráðið um at parkerings- forboð í verk á keiini, tí tey fáa ikki arbeitt fyri bilum, sum standa allastaðni. Men hann leggur afturat, at hetta er einasti møguleiki, býráðið hevur at vísa á, sum eina fyribils loysn. Fyri at gera umstødurnar betri, ætlar býráðið at fylla eitt sindur av keihylinum út, so at sjálv bryggjan verður 30 metrar breiðari, enn hon nú er. Somuleiðis ætlar býráð- ið at leggja ein flótandi ferjuskráa við keiina, so at Smyril framvegis fær tiki0 stórar bilar og farm inn har afturi. Hetta er ein bíligari loysn, enn at stoypa eina ferju- skráa, sum tað er gjørt á Drelnesi. Men er tað yvirhøvur rúmd fyri Smyrli við gomlu kei, tá ið arbeiØsumstødur- nar eru ótolandi sum er? --Ja, eg haldi, at hetta er ein brúkilig loysn í eini skiftistíð. Vit arbeiða við trupulleik- anum. og royna at bøta um. — Og tað er ongin sum sigur, at rødin av bilum, sum skulu við Smyrli, skulu standa niðri á sjálvari keiini, sigur Páll Vang. Hann sigur, at tann enda- liga loysnin eigur at verða at grótið, sum fer at verða sprongt úr bergholinum í- millum Øravik og Hov, verður brúkt til at fylla út til eina nýggja samferðslu- havn, sum helst kemur at liggja eystanfyri ferjuleg- una, sum nú er á Drelnesi. Hann sigur, at tað er ein fyrimunur at samferðslu- havnin og oljuhavnin eru lið um lið, tí talan verður um nógvan tungan flutning. Men kommunan sær tað ikki sum sína uppgávu at gera eina nýggja sam- ferdsluhavn? Eg kann bara siga, at kommunan fer at hjålpa til, svarar hann stutt. Spennir seg ut Tað er Danbor Service, sum verður oljuhavn. ætlar at gera oljuhavnina á Drelnesi. Seinasta heyst, tå ið um- boð fyri Tvøroyrar Býráð vóru í Esbjerg, staðfesti Danbor, at teirra oljuhavn verður á Drelnesi, tá ið tað kemur so langt. Danbor Service er eitt felag, sum spennir seg út og við sínum 40.000 fermetr- um er tað nú sjónskasta felag á havnaøkinum í Es- bjerg. Men Harumframt eru uppaftur stórri deildir í út- jaðaranum í Esbjerg, har verkstað og annað virksemi er. I oljuvinnuni hevur tíðin stóran tydning og i Børsen herfyri skrivaði blaðið um eina nýggja lossi- og lasti skipan, sum Danbor hevur gjørt. Hetta er ein skipan sum styttir tíðina, sum útgerðar- skipini noyðast at liggja við bryggju, tá ið tey lasta og lossa, eini 30-40%, og tað verður mett sum ein stórur vinningur. Blaðið nevnir hetta ein frálanda „sjálvtókuhandil“. Kjarnin í skipanini er, at Danbor hevur fingið at kalla sín egna hyl í havnini, har skipini kunnu sigla runt eftir rørum, fittings, lutum, am- boðum o.s.fr., eftir eini heilt fastari skipan. Fyrr noydd- ust skipini at sigla úr einari havn í aðra, men nú fáa te FISHING 99 alt á sama stað og tað er ein stórur fyrimunur BEINICIOIS ferð til-GlasgowW — eScotløn Me | March + Gtasgow Í sambandi við fiskarímessuna 03. mars - 06. mars Kostn. íroknað flogferð, innivist og ferðaavgjald: Bert flogférð Hoyr nærri á Kr. 1347" på FLOGFELAG FØROYA Áarvegur 6 - Postboks 3225 - 110 Tórshavn Tlf. 31 10 25 - fax 31 86 70