Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 36 — 23. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið Jóhanna Joensen á Barna- og ungdómstelefonini hjá Barnabata: - Eg havi ikki endaliga svarið - Vit taka altíð trupulleikan hjá teimum, ið ringja, í álvara. Eingin trupulleiki er líka, vit hava ikki tað enda- liga svarið, men senda bóltin víðari til tey og vóna so, at tey finna eitt svar inni í teimum sjálvum. Mítt prinsipp er tosa við tey, soleiðis at tey sjálvi síggja eina heild í teirra egnu tankagongd. Fáa vit eina fatan av, at tey liva undir órímiligum viðurskiftum siga vit við tey, at tey mugu siga frá, sigur Jóhanna Joensen, ið svarar Barna- og ungdómstelefonini. Jóhanna Joensen, sum er útbúgvin sjukrasystir og til dagligt arbeiðir á deild 2 á Landssjúkrahúsinum, hevur svarað Barna- og ungdómstelefonini í fýra ár. Í løtuni eru tríggjar kvinnur, tvær sjúkrasystrar og ein sjúkraróktari, við í hesum sjálvbodna arbeiði, men tá ið tænastan er umløgd koma tvey-trý fólk afturat. Mynd: Jens Kr. Vang. TURIÐ KJØLBRO Síðani 1993 hava børn og ung í Føroyum havt møgu- leikan at ringja til Barna- og ungdómstelefonina hjá Barnabata við trupulleikum og spurningum, tey hava - ella fyri bara at hava onkran vaksnan at tosa við. Tey, ið taka telefonina, hava tagn- arskyldu og fara ikki á nakr- an hátt víðari við teimum upplýsingum. ið brúkararnir ringja inn við. Í samreðuni við Jóhonnu Joensen, ið er ein teirra, ið tekur tele- fonina, kunnu vit tískil bert tosa um, hverjar trupulleik- ar brúkararnir av telefonini sum heild dragast við. Og teir eru ikki so fáir - Vit hava ein varhuga av. at tey, sum ringja, eru nokk so einsamoll, serliga tá 10 tað snýr seg um teir stóru trupulleikarnar. Tey flestu ringja inn um tað, vit van lga rópa tannåringatrupul- eikar. Tey spyrja okkum til råds um kynsliv og kyns sjúkur. hvussu tey skulu yribyrgja seg og hvussu tey annars skulu fyrihalda seg, tá ið tað ræður um kyns ívið. - Rúsdrekka- og rúsevnis- misbrúk er eisini ein van- ligur trupulleiki. Kanska eru tey við í einum bólki. har slíkt verður brúkt og so vilja tey vita, hvussu vandamikið tað er. Etitrupulleikar eru eisini vanligir. nógv ringja inn um anorexia ella tað øvugta, at tey kenna seg ov tjúkk. - Vit liva í eini tíð. har vit fáa nógvar upplýsingar. men eg haldi ikki, at børn og ung eru so væl upplýst Kanska er tað tí, at upp lýsingin er so grunn, at hon ikki kemur inn á nakað per sónligt, og tá ið tey so standa við einum trupul- leika vita tey ikki, hvat tey skulu gera. Eitt nú ringja gentur inn og vita ikki, hvat mánasjúkan er. Vit kunnu avgjørt siga út frá teimum trupulleikum, ið børnini ringja inn um, at tað eru nógv tabu-evni millum børn og foreldur í dag, sigur Jó- hanna Joensen, sum til dag- ligt arbeiðir sum sjúkrasyst- ir á deild 2 á Landssjúkra- húsinum. Fela seg gørvísi Tey, ið taka telefonina, spyrja altíð tey, ið ringja, um tey hava nakran at tosa við. - Svarið er mangan, at tey tora ikki at spyrja mammu ella pápa. Og vinfólk tora tey kanska heldur ikki at spyrja í vanda fyri, at tey fara at halda, at hann ella hon er ødrvisi ella undar- ligur. Onkur hevur spurt seg fyri hjá lækna, men hevur ikki fingið eitt nøktandi svar. Ikki so sjåldan ringja børn ella ung inn, har tey siga, at tey hava ein trupulleika, tå tey i veruleikanum skava yvir tann veruliga trupul- leikan. sum eitt nú kann vera kynsmisnýtsla. Vit hava varhugan av. at kynsmisbrúk vísir seg í ein- um øðrum bílæti. Tey kæra seg um aðrar trupulleikar, men tá ið vit spyrja nærri vísir tað seg at vera eitt heilt komplekst bílæt av trupul- leikum, sum barnið livur í Tå er altíð umráðandi, at vit taka trupulleikan í álvara og at tann sum ringir følir, at viðkomandi kann hava álit á okkum og greiða frá. hvar tað er sum nívur. Tað fyrsta øll. sum ringja inn spyrja um, er, um tey kunnu for- telja uttan at nakað fer víð- ari og tað lova vit teimum sjálvsagt. Tað er ógvuliga ringt at fara inn á trupul leikar sum kynsmisbrúk í eini telefon. Tú kanst hjálpa teimum at sleppa av við nøkur ting. Er trupulleikin so mikið stórur, at onkur annar eigur at koma inn í myndina, heita vit á tey um at venda sær til onkran. Við hvort kanna vit nøkur við urskifti fyri tey, eitt nú hvussu tey skulu gera um tey skulu melda nakað. Tá fáa vit tey at ringja aftur fyri at fáa eitt betri svar. - Vit ráðgeva tey, men tey mugu sjálvi fara víðari. Hinvegin eru tey komin rættiliga langt sjålvi, tá tey hava ásannað at tey hava ein trupulleika og biðja okkum um hjálp. Summi eru rættiliga niður- undirkomin og gráta meðan tey tosa. - Tá ið tað er sagt, eru tað eisini fleiri, ið ringja inn um eitthvørt, tey í teirri løtuni ganga og ivast í. Hetta eru sunn børn, sum hava tað gott og duga væl at taka sær av sær sjálvum, men sum líka skulu hava svar uppá ein spurning. Ringja fyri at lætta trýstið Happing. ótti, sálarligir trupulleikar, og tað, at børn og ung ikki trívast í skúl- anum er ein vanligur trupul- leiki. Eisini ringja børn inn, sum verða bukað av foreldr- unum. - Meginparturin av trupulleikunum hjá teimum, ið ringja, eru identitets- trupulleikar. Nógv kenna seg ikki sum ein part av skúlanum. Tey fola seg utt- anfyri, tey hava lítið sjálvs- álit og fola, at tey ikki eru vælkomin til dømis í skúl- anum. Ikki so fá ringja inn bara fyri at lætta trýstið. Nøkur føla tað so strævid, ti foreldrini drekka. Tey vita ikki. hvat tey skulu gera og Frá hálvum komandi mánaði verður Barna- og ungdómstelefonin opin tríggjar dagar um vikuna, frá 16.00 til 20.00 mánadag og mikudag, og frá kl. 18.00 til 22.00 fríggjadag hvar tey skulu fara, men fremst av øllum eru tey trúgv ímóti foreldrunum Tað kemur meiri enn so fyri, at børn ringja inn, tå ið foreldrini liggja avdottin. - Bólkatrýst er øgiliga vanligt og tey tora ikki at bróta burtur úr og vera seg sjálvi. Fylgjast nøkur einum bólki, har tey hava til fragd at stjala, kann tað kennast sum eitt stórt trýst Tey, ið ringja inn, eru úr øllum landinum og tey flestu eru í aldrinum 11 ul 20 ár. Onkur er yngri. Tveir triðingar eru gentur Tað eru eisini foreldur og systkin, ið ringja inn við einum trupulleika ella spurningi. Ella avvarðandi og grannar, sum hava sæð eitthvort fara fram, sum ikki eigur at fara fram. Tey spyrja so okkum til ráðs um hvat tey eiga at gera og h tey skulu venda sær. Tænastan verður umlegd Barna- og ungdómstelefon- in verður nógv brúkt. Tað hendir seg, at eingin ringir, men vanliga ringja fleiri inn. Jóhanna Joensen heldur kortin: ikki, at tað ber til at gera eina neyva mynd av. hvørjar trupulleikar føroysk børn og ung hava i dag sum heild út frå telefonviðtaluni. - Ikki øll vita av Barna- og ungdómstelefonina. Tad er heldur ikki lætt at siga nakað sum heild um, hvaðani trupulleikarnir stava. Í fórum kunnu vit siga, at teir stava úr uppvokstrinum og a vantandi stuðlandi netverki. sigur Jóhanna Joen-sen. Telefonin er opin tveir tímar um vikuna, hvønn mánadag frá 16.00 til 18.00. men av ti. at lørvur er á at hava hana opna oftari, verð ur tænastan umløgd í næst um. Frá hálvum komandi mánaði kunnu børn og ung ringja ul telefonina mána Mynd: Jens Kr. Vang dag, mikudag og fríggjadag Tey, ið taka telefonina, hava ikki eina fasta manna- gongd at ganga eftir. - Vit taka altíð trupulleik an hjá teimum. ið ringja, í álvara og tosa til kenslurnar hjá teimum. Vit hava íkki tað endaliga svarið, men senda bóltin víðari til tey « vóna so, at tey finna eitt svar inni í teimum sjálvum. Mitt prinsipp er tosa við tey. so leiðis at tey sjålvi si eina i í teirra Fáa vit heild tankagongd fatan av, at tey liva undi órímiligum viðurskiftum síga vit Við tey, at tey n CU siga frå og fáa onkran ter hava álit á at tosa við. San stundis sum vit royna at aa tey á glid at tosa um. hva nívur mugu Vil ersini ansa eftir, at vit ikki missa te telefonini. Vandin er jú. at tey ku u i g Jóhanna Joense