Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

pre" Nr. 37 — 24. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið == >" te rá Bátafelagnum Naddoddur á Tvøroy ri: Varðveita gomlu siglingarmentanina A aðalfundi í Bátsfelagnum Tjaldrinum á Tvgroyri tann 3. februar 1999 varð av- gjørt, at navn felagsins framyvir skal vera Báta- felagið Naddoddur. Bátafelagið Naddoddur, hvørs endamál er at varð- veita gamla føroyska båtin og ta aldargomlu siglingar- mentan, sum knytt er at honum, hevur i løtuni 12 gamlar, føroyskar båtar um hendi. Fólk, ið eru góð við gamla, føroyska bátin og gomlu, føroysku mentan- ina, hava latið bátafelagnum teir ókeypis. Felagið heldur til í stór- um neysti á Tanganum á Tvøroyri. Neystið, sum P/ F N. J. Mortensen hevur latið felagnum til gávis, er millum manna best kent sum >neystið hjá Naddoddi<. Felagið, sum nú hevur navn eftir forna forfaðiri føroyinga, Naddoddi Vik- ingi, sum var tann norrøni maðurin, ið fyrstur av øll- um fann Ísland, hevur latið seksæringin »Naddodd« smíðað. Naddoddur og manning hansara hava, sum flestum føroyingum kunnugt, gjørt tvey roysnisverk í anda gomlu víkingaforfedra okk- ara. Fyrsta bragdið var tá róð var og siglt við seglum til Noregs og heim aftur á sumri 1997. Annað bragdið varð gjørt, tå báturin við 4 monnum róði til Íslands á sumri 1998. Felagið arbeiðir í løtuni við at fáa neystið so háttað. at tað kann vera miðdepil fyri sidsøguligari siglingar- mentan, og at innrætta tað soleiðis, at heimligir eins og fremmandir ferðandi sigl- ingarmenn kunnu gista í tí. Ætlanin er eisini at skipa fyri ymiskum tiltøkum, t.d. siglingarmentanarligum fyrilestrum, undirhaldi 0.ø. Í summar er ætlanin at hava >harmonikutreff< á Trongisvágsfirði eitt vakurt summarkvøld við Juttøku av alskyns båtum. Aftan å verður hugnaløta i neystin- um. Semja um rammusåttmåla Fundur millum Føroyar, Island og Grønland um felagsstovnarnar av kongafiski og svartkalva Tann 10. februar 1999 var fundur å embætismanna- stigi millum Føroyar, Island og Grønland um felags- stovnarnar av kongafiski og svartkalva. Fundir hava áð- ur verið millum londini, og grundað á niðurstøðurnar á hesum fundum komu lond- ini hesaferð ásamt um eitt uppskot til rammusáttmála og protokoll fyri 1999, ið er lagt fyri politisku mynd- ugleikarnar í løndunum til stóðutakan. Í uppskotinum til sátt- mála vísa londini á, at stovnarnir av kongafiski og svartkalva eru felagsstovn- ar, sum eru bæði innan fyri og uttan fyri fiskimørkini hjá Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Londini viður- kenna, at sambært altjóða sáttmálum hava tey sum strandalond eina serliga stóðu í umsitingini av fe- lagsstovnum og hava skyldu at tryggja røkt av stovnunum. Sambært uppskotinum til rammusåttmåla skulu lond- ini regluliga umrøda stød- una hjå felagsstovnunum og skulu samstarva um vis- indaligar rannsóknir og seta í verk tiltók, sum tryggja burðardygga gagnnýtslu hjá stovnunum. Umframt rammusáttmál- an vidgjørdu Føroyar, Ísland og Grønland å fundinum eisini eitt uppskot til protokoll fyri 1999. Her eru londini m.a. samd um, at minka um svartkalvaveið- una við stødi í veiðuni í 1997. Enn hava londini ikki við- gjørt spurningin um býti av felagsstovnunum. Semja er tó um, at samráðingar skulu verða millum Føroyar, Is- land og Grønland um eina framtíðarskipan, har øll við- urskifti, sum hava týdning fyri áseting og býti av eini heildarveiðu av stovnunum skulu takast við, eitt nú út- breiðsla av stovnunum á økinum hjá løndunum og søgulig veiða. Í føroysku samráðingar- nevndini vóru Andras Kristiansen, deildarstjóri, (samráðingarleiðari), Jens Helgi Toftum, fulltrúi, Ják- up Reinert, fiskifrødingur, Esther Dahl, føroyskt um- bod i Briissel, og Sofus Poulsen, føroyskt umbod i Aberdeen. Setanarskeiðið hjá granskingarráðnum 4 ár Formaðurin og limirnir í granskingarráðnum kunnu tó ikki sita í ráðnum longri enn 2 skeið í senn, er nýggja broytingin sum mentamálaráðharrin Signar á Brúnni vil hava í lógina um Granskingarráð OLAVUR Í BEITI Týsdagin í farnu viku legði mentamálaráðharrin, Signar á Brúnni, fram uppskot um at gera ávísa broyting í lóg- ini um Granskingarráð For- oya. Í viðmerkinginum, verður upplýst, at sambært gald- andi lóg um granskingarráð skal landsstýrismaðurin til- nevna 7 limir í ráðið, harav ein teirra skal vera tilnevnd- ur formaður. Av tí at setanarskeiðið hjá ráðnum ikki er tíðarav- markað í lógini, skjýtur landsstýrismaðurin upp at gera broytingina, at setan- arskeiðið hjá ráðnum verð- ur sett til 4 ár, og at nýggjur limur kann tilnevnast fyri restina av skeiðnum, um so er, at limur fer frá. Ar 2000 — Somuleiðis verður skotið upp, at tilnevning av gransk- ingarráði sambært hesi lógarbroyting skal fara fram 1. apríl 2000, sigur Signar á Brúnni í viðmerkingunum til uppskotið. Lógaruppskotið = varð upprunaliga lagt fram 24. februar 1998 men datt burt- ur vegna nýval til løgtingið í vár. Hjartans tøkk veita vit tykkum ollum, sum vístu okkum samkenslu og hjálp. tá ið elskaði sonur. drongur og beiggi okkara KRISTIAN GUNNLEIV Í GARÐASTOVU Vestmanna so brádliga varð tíkin frá okkum. Tøkk til tykkum i Bjargingarfelagnum, læknan og teir sum hjálptu til. Takk til Sverra Sveinholm og til Símun Simonsen fyri góð orð í kapellinum og til øll sum fylgdu. Takk til Una Næs fyri góð orð í heiminum og í kirkjuni og fyri hjálpsemi móti okkum hesar tungu dagar. Takk til Magna Christiansen fyri sangin í kirkjuni Takk til sangarar, tykkum allar, sum bóru hann. kirkjutænarar og gravarar Og tøkk fyri alla hjålp, sum vit fingu vid jardar- ferdini, uttan tykkara hjálp. vóru vit einki ment Tøkk til tykkum, sum læntu okkum bussarnar og skulaaulina, so øll kundu hoyra jarðarferðina, og til tykkum sum settu hátalarar upp. Tøkk fyri blóm- ur, kransar, gávur, brøv og minningarorð og tykkum mongu sum hava vitjað okkum. Og tøkk til tann stóra skaran, sum fylgdi honum seinastu ferðina her á fold. Harrin gav, Harrin tók. Harrans navn verið lovað. Fyri tey avvarðandi Guðny, Gurli, Marius, Sigga, Saloma, Jóhanna og Olaf Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu sam- kenslu, tá ið okkara kæri HANS ANDREW PETERSEN doyði og varð jarðaður. Tøkk til oll ið hjålptu til við jarðarferðina Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu, og tøkk til øll tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Augusta og systkin við familju Sosialurin sæst eisini á internetinum >WWW.SoSialurin.fo< ella »www.sosialurin.com« Tey, ið ynskja at senda okkum post um internetið, sendið til: post sosialurin.fo