Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 — 26. FEBRUAR 1999 5 Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag, handar Óla Nielsen, álitismanni á Reyni Service, í miðjuni, og Einari Bech, álitismanni á Skipasmiðjuni heiðurstekin Mynd: Áki Bertholdsen Savnaði 50.000 krónur inn einkjurnar og børnini Ein fyritóka og ein handverkari fingu heiðurstekin á aðalfundi hjá Havnar Handverkarafelag mikukvóldið AkI BERTHOLDSEN At Havnar Handverkarafel- ag heiðrar ein av sínum egnu, sum hevur uppiborið tað, er kanska ikki so und- arligt. Men at felagið eisini hev- ur gjørt av at heiðra eitt um- boð fyri „mótpartin“, er kanska meiri óvæntað. Men tað var júst hetta, sum hendi á aðalfundinum í Havnar Handverkarafelag mikukvøldid. A aðalfundinum skeyt nevndin upp at lata tvey heiðurstekin. Annað heiðursteknið skuldi latast til „ársins fyri- tóku“ Havn í 1998 Hitt skuldi latast til ein handverkara, sum hevði gjørt vart við seg á ein serl- iga positivan hátt í fjør. Til ársins fyritøku skeyt nevndin at velja bilasøluna Reyni Service. Hinvegin helt nevndin, at Einar Bech, álitismaður á Tórshavnar Skipasmiðju, hevði uppiborið heiðurstek- in fyri at hann hevði gjørt eitt stórt arbeiðið at hjálpa ðrum, sum trongdi til tað, uttan at hugsa um seg sjálv- an ella at fáa vinning burtur- úr tí sjálvur. Lesarabræv Uppskotini hjá nevndini vórðu sinmælt samtykt á aðalfundinum. Bæði heiðursteknini eru ein grindaknívur við slíðra, sum Pól Justinussen hevur gjørt. Hann hevur gjørt knív- arnar heilt frá grundini. Hann hevur verið í Dan- mark við stuðuli frá Havnar Handverkarafelag og lært seg hetta gamla smiðju- kynstrið. Og hann hevur fingið væl burturúr, tí tað kann ikki sigast annað, enn at knív- arnir eru smá listarverk- í hvussu so er eru teir hand- verk á sera høgum stødi. Ongantíð trupulleikar Grundgevingin fyri at velja Reyni Service til ársins fyri- tóku er, at tað er ein fyri- tøka, sum til fulnar røkir sínar skyldur mótvegis sín- um starvsfólki- og meiri aft- urat. Eyðfinn Petersen, for- maður í Havnar Handverk- ara, sigur, at felagið hevur ongantíð havt trupulleikar av viðurskiftunum á Reyni Service. — Teir hava eina álitis- mannaskipan, sum virkar sera væl. Og yvirhgvur er Logtingslimir, takið undir við uppskotinum um smábarnaverju! Nú ræður um at løgtings- limir taka uppskotið um broytingar í fosturtýning líka álvarsamt, sum málið um rúsdrekkalógina, tá ið arbeitt var yvir háls og herð- ar, nátt og dag, og har strandfaraskipid Tréndur noyddist at sigla nærsagt vandaferð um Skopunar- fjørd vid løgtingslimi, fyri at fáa nóg stóra undirtøku á tingi fyri at rúsdrekkalógin kundi verða samtykt. Góðu løgtingslimir, við- gerið nú ikki persónarnar, sum hava lagt fram upp- skotið - læknarnar Jenis av Rana, Marjus Dam og leik- mennirnar á økinum, Jákup Sverra Kass og Jógvan á Lakjuni, men uppskot teirra um broyting í syrgiligu lóg- ini at týna føroysk småbørn í móðirlívi. Hetta lógarupp- skot er nógv álvarsamari. Av sonnum hevði hetta verið ein heiður fyri tykkum løgtingslimir og alla før- oysku tjóðina, og ein fræls- lynt, suveren tjóð og eitt frælslynt løgting frábað sær at gera lóg, sum týnir smá- børn okkara, áðrenn tey eru fødd. Vinarliga Johns S. Myllhamar tað eitt sera vælvirkandi ar- beiðspláss, sum ansar væl eftir sínum fólki, og sum harafturat rindar teimum eina løn, sum er væl oman- fyri minstulønina í såttmål- anum, sigur Eyðfinn Peter- sen Oli Nielsen, álitismaður á Reyni Service tók ímóti heiðrinum á aðalfundinum hjá Havnar Handverkarafel- ag mikukøldid. Men seinni er ætlanin at handa Reyni Service heið- ursgávuna formliga, og tá er ætlanin at leiðslan í fyri- tókuni eisini verður hjá- stødd. Savnadi 50.000 kronur einkjurnar Hitt heiðursteknið fekk Einar Bech, álitismaður á Tórshavnar Skipasmiðju Hann fekk heiðurin fyri sitt Osjålvsøkna arbeiðið at hjálpa tveimum polskum einkjum og børnum teirra. Tær vóru báðar giftar við polskum sveisarum, sum høvdu arbeitt á Tórshavnar Skipasmiðju. Men tíverri vóru teir fyri teirri vanlagnu at fáa krabbamein og teir doyðu báðir við stuttum milumbili — Talan var um menn í bestu árum, sum báðir høvdu konu og børn í Pól- landi, segði Eyðfinn Peter- sen, tá ið hann greiddi frá, hví nevndi helt, at Einar Bech hevði uppiborið at verði heiðraður I Póllandi eru tær sosialu skipaninar ikki so góðar, sum tær eru í Føroyum, so tað stóð illa til hjá teimum báðum húskunum, nú tær høvdu mist forsyrgjaran Tí varð møguleikin um- røddur, um tað hevði borið til at skipa fyri eini innsavn- ing á skipasmiðjuni fyri at veita teimum, sum eftir sótu, ein styrk — Einar Bech drálaði ikki men fór beinanvegin undir innsavningina Og tað vísti seg at vera stór vælvild millum øll, sum arbeiddi á skipasmiðjuni Avrátt varð, at 200 krónur skuldi takast av lønini hjá hvørjum arbeiðsmanni og handverkara og 100 krónur av lønini hjá hverjum lær! ingi. Somuleiðis læt skipa- smiðjan sjálv eina upp- hædd So tilsamans vórðu einar 50.000 krónur savnaðar saman, sum hesar báðar einkjurnar so fingu at býta sínamillum Harafturat var Einar Bech hjá sjúkrakassanum og syrgdi fyri, at einkjurnar fingu gravarferðarhjálpina, sum tær høvdu rætt til, av tí menninir høvdu verið limir í sjúkrakassanum, meðan teir arbeiddu i Føroyum, sigur Eyðfinn Petersen Kristiligur fundur í Foroyahúsinum Føroyahusid í Keypmannahavn verður ikki bert nýtt sum matstova, framsýningarhgli, nærvarp, ráðgeving og veitslur. Ymiskt kristiligt virksemi fer fram javn- an í hølunum á Vesterbrogade 17A. Til dømis hava danskar evangeliskar frikirkjur leigað hølini til fundir og gudstænastur, ið verða hildnar við jøvnum mill- umbili. Harumframt nýtir Kristnastova hølini av og á. Og komandi sunnudag kl. 19 verður kristiligur fundur í Føroyahusinum, har Poul Johan Djurhuus fer at tala, og ung úr Kristnastovu luttaka við sangi og vitnis- burði. Aftan á verður høvi til eitt prát og ein drekka- munn. Øll eru vælkomin at vera við. Veirhanen auktioner 7 i Føroyum Stérur antikk-møbla-postalins marknadur i Badmintonhøllini i Tórshavn friggjadagin 26. februar til sunnudagin 28. februar Upplatingartidir: Friggjadag Leygardag Sunnudag 14.00 - 19.30 10.00 - 19.30 14.00 - 19.30 Stórt úrval av meblum í eik-, furutræ, mahogni o.m.a. spísistovur, dagligstovur, seymiborð, skáp, | kommeodir, lítil og stór borð, armstólar, kistur, | spísistovustólar, sofabord, spæliborð, spegl, | keypmansdiskar, klædnaskáp, ur, chatollir, | skriviborð, stummtænarar, náttskáp, skrivi- | pultar, wienerstólar, veggur, sengur, horna- | skáp, sekreterar, servantar, Georg Jensen | Rustfríttt Stál, nógv gløs og kristall, nógv | ymisk stell, lanternur, langborð, vitrinur og | nógv annað } UPPLÝSINGAR KUNNU FÁAST VIÐ AT RINGJA TIL TURIÐ SAMRÓ Á TLF. 312625