Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. februar 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 27. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið/ É 15 finna tonleik á heimasíðuni. sigur hann MP3-tónleikur er vorðin ein so stórur trupulleiki hjá okkum, at vit verða noydd at gera alt fyri at minka um útbreiðsluna. Heilt steðga ólógliga tónleik- inum fáa vit neyvan. Men fólk skulu vita, at tað er líka ólógligt at downloada ein sang niður av internetinum, sum tað er at fara í ein fløguhandil og stjala eina fløgu, sigur Jakob La Cour MP3-spælari ger støduna verri Stutt fyri jól kom ein nýggjur MP3-spælari á danska markn- aðin. Hetta er tann fyrsti MP3- spælarin, sum kann brúkast uttanfyri eina teldu. tað vil siga tú kanst hava hann í hondini, sum ein walkman, og tað hevur volt enn stórri høvudbryggj hjá is um, sum stríðast ímóti ólóg ligum tónleiki Diamond Rio MP3 spælarin er á stødd við ein sigarettpakka. vigar 70 gram. og tað kann leggjast ein tími av digitalum tónleiki. næstan í flogugóðsku, inn á hann. Mótvegis bæði tloguspælarum og minidisc- spælarum, so ávirkast MP3 spælarin ikki av rørslum Tað er Gandalf Data. sum hevur umboðið upp á Rio-spæl aran í Danmark, og teir ætla, at MP3-pælaran at verða avloys- aran hjá walkmauninum. Men skal tað gerast veruleiki krevst ein lógarbroyting. Tað er nevni liga ólógligt at kopiera tónleik digitalt, sjålvt um tað er til egið brúk. og tað verða fólk noydd at gera, um tey skulu hava gleði av MP3-spælaranum hjá Diamond Tónleikurin má flytast yvir á spælaran. Orsøkin til, at tað ikki er loyvt at kopiera tónleik digitalt er, at mótvegis kassettubondum og videobondum hevur digitalt- kopierada eintak somu góðsku sum upprunaeintakið. Eingin góðska fer til spillis. tá kopterað verður digitalt. Vit eru ikki bangnir fyri misbrúki av okkara MP3- spælara, og vit fara sanniliga ikki at mæla fólki til at brúka hann ólógligt, sigur Jesper Pedersen, sum er sølustjóri hjá Gandalf Data. Plåtufeløgini royndu at steðga Rio MP3-spælaranum, áðrenn hann kom á marknaðin, men tað eydnaðist ikki. tí í prinsippinum kann spælarin nýtast lógliga, og so loyvdi rætturin, sum við- gjørdi målid, spælaranum at koma å marknadin. Men at MP3-spælarin verður nýttur til ólógligan tónleik ivast eingin í I løtuni hava vit samráð- ingar við plåtufeløgini fyri at finna út av, um vit kunnu gera felags vegleiðing fyri, hvussu spælaran skal brúkast, sigur Jesper Pedersen I Svøriki og Tyskland er tað loyvt at leggja tónleik á MP3- spælaran, og tað er helst hetta, sum Galdalf Data miðjar eftir at fáa gjørt loyvligt í Danmark eisini. Diamond Data, sum fram- leiðir spælaran, stuðlar eisini arbeiðnum hjá plåtufeløgunum og IBM. sum royna at loysa trupulleikan við ólógliga tón- leikinum Bara brúktur ólógliga Ein av eigarunum av einum Rio MP3-spælara, sum Sosialurin hevur tosað vid, våttar, at í hansara á situr tnnå víð onkrum MIDT sum Ikki er 8 ligtanum so kanst tú skrt é 99 Tuergussh Margt All That Sne wants Axel Foley Temelagié úr Cheers Brot ur Beethuvens fimtu 5 fur Eine Ghosthu+ter: førdi verður MP3-spælarin bara nýttur ólógliga - Eg brúki MP3-spælaran til at spæla tónleik, sum eg havi fingið av internetinum, og sum eg kann kopiera av fløgum, gjøgnum teld- una, og inn á spælaran, sigur ungi maðurin, sum ikki vil hava navn sítt fram í blaðnum. MP3 er ein bíligur máti at skaffa nýggjan tonleik, og tað Hvat kanst tú Tú hevur loyvi at lurta eftir tónleiki á internetinum, so leingi tú ikki tekur nakað niður á telduna hjá tær. Tað er bert loyvt at leggja tónleik á eina heimasíðu, um loyvi frammanundan er fingið til tað frá tí, sum eigur rættindini til tónleikin. Sjálvt um talan bara er um brot av onkrum sangi, skal eigarin av tónleikinum geva loyvi til, at tað verður lagt á internetið. Tað er ikki loyvt, at hava leinkjur til aðrar heimasíður, har ólógligur tónleikur finst. Við at vísa á heimasíður við ólóligum tónleiki er heima- síðan við til ólógligheitir. gevur mær møguleika at hoyra meira fjølbroyttan tónleik, enn um eg skuldi keypt allan tónleikin á fløgu úr einum fløguhandli Aðrir internetbrúkarar, sum Sosialurin hevur tosað við. brúka eisini tíð og orku til at taka MP3 sangir niður av internetinum. Og fløgur við MP3-tónleiki eru eisini í umfari millum teldueigarar. Hes- ar fløgur, har umleið 200 sangir rúmast, kunnu setast í telduna, og so er lag á manni at leggja ólógliga symt tónleikin inn á telduna og haðani spæla hann. Eg plagi at downloada tónleik, sum eg ikki kenni. Tað er ein ókeypis máti at fáa kunnleika til nýggjar bólkar í útlandinum. Men eg havi eisini kendar bólkar og sangir liggjandi á telduni hjá mær, sigur ein av MP3-brúkarunum. Eg haldi ikki, at mítt brúk av MP3-tónleiki hevur fingið meg at keypa færri fløgur. Í hvussu so er ikki enn, leggur hann afturat. Føroyskar heimasíður eisini við Tað eru ikki bara útlendskar heimasíður, sum ólógliga inni- halda ella vísa til MP3-tónleik. Nógvar av teimum føroysku heimasíðunum hjá privatum fólki hava eisini leinkjur til MP3-tón- leik á netinum. Og Sosialurin hevur eisini verið inni á eini førøyskari heimasíðu, har um 20 kendir føroyskir sangir liggja til ein og hvønn kann taka teir inn á telduna hjá sær. Har eru sangir hjá millum annað Frænd- um. Blátt, Plúmm. Jóannes Jak- obsen, Lenu Andersen og úr Pipar og Salt Sambært einum teljara á heima- síðuni hava yvir 4000 hits verið á síðuni við føroyska MP3 tónleik inum seinasta árið. Okkum vitandi er hetta tann fyrsta føroyska heimasíðan av hesum slagi, men við menningini aðrastaðni í huga er tað ikki óhugsandi at ímynda sær nógv stórri útbreiðslu av føroyskum MP3-tonleiki um bara nakrar fáar mánaðir Enn hava vit ikki merkt til afturgongd í fløgusøluni, hvorki sum fløguhandil ella sum útgávu- felag. men eg kann lættliga í- mynda mær, at MP3 framyvir kann fara at skapa trupulleikar hjá okkum eisini, sigur Høgni Zach- ariasen, leiðari av tónleikadeildini í 3'aranum. 3'arin, sum heldur til í SMS í Havn, er størsti fløguhandilin og útgávufelagið í Føroyum. Føroyingar standa einki aftan- MPJ-Anirypler | API-Floger Á BAR | Tað firmaet sjálvandi húgán qv Burn 1 BER AR 2 MPI Lesterer fyri onnur félkasløg, tå tað kemur til internetið, og tí fer tað í fram- tíðini helst at koma meira av ólóg- ligum føroyskum tónleiki á inter- netið. I løtuni er 3'arin bara áskoðari til gongdina, men teir halda vakið eygað við gongdini og eru klárir at sláa til, um tað skal verða Tað loysir seg ikki at gera nakað við trupulleikan nú, tå hann er so lítil, tí tað heyði kostað okk- um meira pengar at fyribyrgja, enn tað kostar við at lata standa til, sigur Høgni Zachariasen. Men vit vita eisini, at hetta er in risatrupulleiki hjá plåtufeløg- um aðrastaðni, og ti fara vit eisini at brúka pengar upp á at fyribrygja nytsluni av ólógligum føroyskum tónleiki, um vit meta tað verða neyðugt. slær hann fast. Plåtufeløgini selja á netinum Samstundis sum plåtufeløgini royna at finna nýggjan teknik, sum kann steðga ólógligu kopieringini av tónleiki. royna teir eisini at nenna nýggjan søluhått, sum kann lúka krøvini, sum internet- brúkarar seta Lógliga sølan av fløgum á inter- netinum hevur seinnu árini vundið nógv upp á seg, og næsta stigið á leiðini verður helst. at plåtufeløg- ini fara at selja tónleik beinleiðis á netinum. Tað vil siga. at tú taka tónleikin, sum tú keypir, niður av netinum, eftir at tú hevur goldið hann I løtuni er eisini hetta Ologligt, tí sjálvt um rættindahavarin hevur givið loyvi til tað, so er tað ikki loyvt at koptera tónleik digitalt Men um plåtufeløgini veruliga ætla sær at selja tónleik beinleiðis : internetinum. so kunnu teir iva- leyst ávirka lóggevararnar til at broyta lógina. Plåtufeløgini eiga neyniliga makt og pengar. I løtuni eru internetbrukararnir gjógnum nytsluna av ólógligum tónleiki — við at leggja fót fyri teimum stóru plåtufeløgunum og tónleikarunum. Utbodid av MP3 tónleiki á internetinum er stórt. Og eisini føroyskar heimasíður innihalda MP3 tónleik ella hava leinkjur til síður, har ólógligur tónleikur finst Tað er einfalt Tað skal ikki stóra hóva- stákið til fyri at kunna spæla MP3-tónleik á tíni teldu. Tú skalt bara downloada ein MP3-spælara av netinum, teir fáast milum annað á www.mp3.com. Skalt tå hava nakad burtur úr tónleikinum á telduni krevst, at tú hevur eitt gott ljóðkort og góðar hátalarar. Hevur tú tað, er einki til hindurs fyri, at tú kanst njóta góðan tónleik ókeypis, uttan at fara í fløguhandilin við hundraðkrónuseðlum Sjálvir MP3-sangirnir finn- ast í ovurmát allastaðni á internetinum. Sjálvt um plåtufeløg í fleiri londum hava ført eitt miðvíst stríð fyri at minka um útboðið, er eingin møguleiki fyri at sleppa av við hendan ólóg- ligan tónleik, og tað tekur bara nakrar fáar minuttir at fáa ein sang inn á telduna Og tað skalt tú minnast til, áðrenn tú fert í holt við at taka MP3 niður av netinum. Tað er ólógligt. Sambært lógini um upphavsrætt er tað ikki loy vi at kopiera tón- leik digitalt, sjålvt ikki til egid bruk.