leygardagur 27. februar 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið/ ;
Nr. 40 - 27. FEBRUAR 1999
arin/
(
Astri Luihn, listakvinna og forkvinna i Føroysk Myndlistafólk:
— Verður mentanin stuðlað
fáa vit øll eina betri lívsdygd
FR 4 Fr ; OR .
- Verða mentanin og listin stuðlað fáa vit betri skaldsøgur, betri myndlist, betri
tonleikaframførslur og vit fáa oll eina betri lívsdygd. Mentan er nógv, men í síðsta
enda er tað lívsdygd, sigur Astri Luihn.
in OT nal I
Astri Luihn, sum er ættað úr Noregi
kol Føroyar fyrst í sjeytiårunum og
hevur búð her meginpartin av tíðini síðani
tá. Hon er cand. mag. í f6lkalivsfrødi og
»leiki. Síðstu 10 árini hevur hon burturav
virkað sum listafólk og í løtuni er hon
torkvinna í felagnum Føroysk Myndlista-
Eins og við tónleiki ert tú sum listafólk
noydd at arbeiða hvønn dag fyri at menna
g. at halda handverkid við lika og
n at fylgja við, hvat hendir. Sum listafólk
m
mást tú eisini fylgja við myndlistini aðra
staðni. Hugsar tú bert um títt egna steðgar
tú upp. Eldri list er eisini ein kelda til
íblástur. Í mínum føri eru tað serliga grafik-
ararnir, eg havi lært nógv av. Listafólk
Mynd: Jens Kr. Vang.
síggja veruleikan á ymiskar mátar og tað í
sjálvum sær íblástur. Tað nýtist als ikki at
líkjast tí eg geri fyri at tað kann geva mær
nakað, sigur Astri Luihn
Síðstu árini hevur Astri Luihn sýnt fram
á framsýningum bæði í Føroyum og uttan-
lands. Hon er fyrst og fremst grafikari, hon
arbeiðir mest við tí, sum verður rópt há-
prent, tað vil siga, hon sker í linolium ella
træ og so verður tað prentað á pappír.
A framsýningini í komandi mánaði í
Klingruni í Norðurlandahúsinum fer Astri
Luihn at sýna fram 30-40 verk í ymiskum
grafiskum teknikkum.
- Til hesa sýningina havi eg arbeitt við
stórri støddum enn eg annars plagi, og tað
havi eg gjørt tilvitad, tí tað ber ikki til at
sýna fram minni verk í einum høli sum
Klingruni. Tey høvdu druknað í sterka ljós-
inum og stóru hølunum. Hetta hevur verið
ein trupul, men kortini spennandi uppgåva,
sum eg havi arbeiit fram ímóti.
- Samstarva øll innan mentunarlívið við
politisku myndugleikarnar kunnu vit skapa
karmar um mentanina, ið ger, at fólk skilja, at
fyri hvørja krónu, ið verður latin mentanini
kemur í øllum fórum tað tvífaldaða aftur. Uttan
pengar kann mentanin ikki mennast, sigur Astri
Luihn, listakvinna, ið av øllum huga fegnast um
nýggju tónarnar úr Mentamálastýrinum, ið siga,
at nú skal mentanin takast í álvara.
pm
Eg stóli aldri uppá eina bráðvakra mynd
Myndlist er eitt handverk tú verður
noydd at læra. Eg havi eina langa útbúgving
aftan fyri meg í folkalivstrødi og tónleiki.
men eg veit, hvussu líuð man í grundini
vert. Hvussu nógv tað er at spyrja um og
hvussu ein kann fáa sær vitan. Eldri ei
verður. jú meiri gerst e reiður yvir.
hvussu lítið
mesta havi eg lært y il mee til ráðs
ðrum listafólkum.
Kunnu teknik
hjá oc
virnir ikki verða ein forðing
fyri at úttrykkja se ø;
Ju, summi teknikkir eru truplir, men
tað er ikki teknikkurin. ið skapar myndina
Einfaldasti teknikkurin kann eisini verða
tann truplasti. Ein blýantstekning er ein
einfaldur teknikkur. Men hygg hvussu fá
duga tað? Innan oljumåling og grafikk kanst
tú lætt skapa effektir. Dekorativar myndir
eru í minum nus
heimi keðiligar myndir.
tí tað dekorativa heldur ikki og slíkar mynd
ir liva stutt. Tær eru ov eindimensjónellar
og tú verður so blendað av teimum, at tú
sært ikki tað, sum er aftanfyri. Ein mynd,
sum ikki er brådvøkur, kemur til tín á ein
annan máta so líðandi. Eg stóli aldri uppá
eina bráðvakra mynd. Ein góð mynd skal
síggjast hvønn dag, og tú skalt síggja nakað
nýtt hvønn tann einasta dag, sigur Astri
Luihn.
Aðrenn listin gjørdist hovuðsyrkið hjá
Astri Luihn, arbeiddi hon sum tónleika-
granskari á Universitetinum í Tróndheimi.
Hon hevur fingið granskingarstyrk frá
Norðurlendska Ráðharraráðnum at granska
tonleik, serliga fólkatónleik. og eisini í
Føroyum hevur hon granskað.
Ikki skomm at verða vrakað
I 1981 varð felagið Føroysk Myndlistafólk
stovnað. Felagið er fyri yrkislistafólk og
tað hevur 45 limir, føroyingar, ið búgva í
Føroyum og uttanlands. Síðani 1990 hevur
felagið á hvørjum ári skipað fyri Vårfram-
syningini, sum er í Listaskålanum, og um-
framt limagjaldid er hetta einasta inntøku-
keldan hjá felagnum.
Várframsýningin er einasta sensureraða
framsyningin í Føroyum og í farnu viku
var seinasta freist at senda verk inn til
framsýningina. Nevndin, ið velur og vrakar
millum verkini, verður broytt á hvørjum
Sjálvsagt eru ymiskar meiningar um
list. Tá ið eitt verk ikki verður valt nýtist
tað ikki at vera tí, at tað er vånaligt, men
vanliga er tað ti, at tað er ikki nóg gott
Fólk skulu kortini ikki missa dirvið, tey
skulu søkja áftur og aftur. Vit hava øll roynt
it arbeiða fram ímóti einum máli og hava
kanska verðið vrakað bæði tvær og tríggjar
ferðir. Men vil ein arbeiða innan list verður
ein noydd at halda fram. og tað er als eingin
skomm at verða vrakað á Várframsýningini.
Tad kemur meiri enn so fyri. at kend lista
folk ikki fáa meiri enn eitt verk við. Vit
kundu eisini havt fleiri sensureraðar fram
sýningar í Føroyum, har tað vóru onnur
sum valdu út
Endamálið við felagnum Føroysk Mynd-
histafólk er at menna føroyska myndlist
Felagið er eisini eitt forum hjá listafólki at
koma saman
Eg sakni. at listafólk koma saman og
tosa og kritisera listina. Tíverri eru tey flestu
av okkara yngru listafolkum busitandi
Danmark og aðra staðni. I Føroyum er tað
ógvuliga ringt at klára seg sum listafólk.
eingin stuðul er til atelier og eingi stipendii
eru at søkja. Fleiri av okkara eldri lista
fólkum hava búð uttanlands stóran part av
lívinum. Hóast listafólkini hava eina yrkis
útbúgving í list hava tey flestu altíð havt
eitt starv við síðuna av. Annars ber tað ikki
til.
Nýggir tónar
Fyri fyrstu ferð hevur Føroysk Myndlist
fingið eina játtan á logtingsfíggjarlógini.
60.000 krónur til ferðastipendii. Fólk kunnu
í næstum søkja felagið um stuðul til eina
ferð til útlandið. Hetta verður lýst í blød-
unum.
- Listafólk hava brúk fyri at fáa íblástur
uttanlands. Fleiri av okkara limum hava
sekt um stuðul til atelier uttanlands í nakrar
mánaðir. Vit vildu fegin havt eitt gesta-
atelier í Føroyum, sum vit kundu boðið
útlendskum myndalistafólki at brúka, og
sjálvsagt eisini betri umstødur til okkara
egnu listafólk, soleiðis at tey kundu fingið
ískoyti til atelier. Sum nú er kunnu føroysk
myndlistafólk bert liva av sølu av myndum.
Nógv selja á gallaríum í Danmark, men
tað er ikki so lætt, tí tá er tað áhugin, ið
avger prísin. Tað er lætt at koma inn í eina
ónda ringrás, har tú bert ger tað sum fólk