Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 48 — 11. MARS 1999 tíðindablaðið Nú kemur svarti sannleikin Filmurin Svartur Sannleiki, ið er gjørdur um listamannin Ingålv av Reyni verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum leygarkvøldid JOHN JOHANNESSEN Leygarkvøldid 13. mars verður sjonvarpsfilmurin „Svartur Sannleiki“ sýndur á stórskíggja í Norðurlanda- húsinum. Talan um eina sýning fyri stuðlum. avvar- andi og fjølmidlunum, men tó fæst eitt avmarkað tal av atgongumerkjum til keyps frå Norðurlandahúsinum. Hugaheimur Ingálvs Filmurin „Svartur Sann- leiki“ er gjørdur um før- oyska listamannin, Ingál av Reyni. I ein litlan tima ferðast vit í hugaheimi hansara og sleppa eisini at kaga inn í arbeiðskamar hansara. Í tíðindaskrivi verður sagt, at filmurin er um lista- mannin og stríð hansara fyri sannari og erligar í list. Um ein mann við kontrastum. Hann er mildur móti øðrum og harður móti sær sjálvum. Føroyingum og heimsborg- ari. Djarvur og ivandi. Hann er støðugt leitandi eftir nýggjum møguleikum og nýggjum leiðum. Hann teknar Saksun meðan árs- tíðir skifta, og hann fer til Paris at leita sær íblástur. so hann kann halda áfram at mála. Viðurkendur - men ikki kendur 78 ára gamli Ingálvur av Reyni er uttan iva okkara fremsti núlivandi listamål- ari. Hann er viðurkendur millum teir fremstu í Norð urlondum, men kortini ókendur fyri nógvum uttan fyri Føroyar. Hetta varð orsøkin til. at farið varð undir at gera ein sjónvarpsfilm um lista mannin. Felagið Primus Film, ið hevur gjørt filmin. vónar, at tað fer at bera til at vísa filmin uttanlands. so at onnur enn vit kunnu sleppa at síggja tann stóra og spennandi listamannin, Svimjihøllin í Klaksvík latin upp aftur Týsdagin var samkoma í svimjihøllini í Klaksvík, tá hon lat upp aftur eftir at hon er umbygd fyri hálva millión. i : JOHN JOHANNESSEN Svimjihøllin í Klaksvík hevur verið stongd síðani hálvan desember, meðan stórar = umvælingar eru gjørdar í millum øðrum um- klæðingarrúmunum. Partur av stórri verkætlan Svimjihollin í Klaksvík er gomul, og býráðið hevur ásannað, at neyðugt er við umfatani umvælingum á svimjihøllina. Nú er so fyrsta stigið liðugt, og er nýggj hitaskipan løgd í golvini, samstundis sum umklæðingarrúmini eru nú- timansgjørd. Millum annað eru nú skáp sett upp í um- klæðingarrúmunum, so gestirnir kunnu læsa klæðir og aðrar virðislutir inni. pe meðan teir eru og svimja. Bert hetta verður roknað sum eitt stórt framstig. tí áður vóru bert net í um- klædingarråmunum, har ein kundi leggja klæðir og ann- að. meðan ein var og svam. Klaksvíkar Kommuna hevur ætlanir um, at um- byggja høllina so vid og vid, so roknast kann vid, at hon einferð í framtíðini aftur verður stongd vegna um- vælingar Íkki venjingarmidstød Fyrr í mánaðinum segði leiðarin í svimjihøllini, Kári Kjelnes, at ætlanir eru um, at svimjihøllin einaferð um ikki so langa tíð kann gerast ein rættulig venjingarmið- stóð. Men hesum vísir for- maðurin í mentannarnevnd- ini. Jógvan Liitzen, aftur. é " Nú hava tey vitjandi í svimjihøllini í Klaksvík moguleika at læsa klæði og aðrar virðislutir inni í skápum. Mynd Dávur Vinther Hann sigur, at loyvi verður ikki givið at gera svimji- høllina til eina venjingar- midstød umframt svimji- høll, ti ein kommunalur stovnur eigur ikki at leggja seg út í privata kapping Hann sigur, at um venjing- armidstød skal vera í Klaks- vík, so er hetta nakað, ið privat mugu taka stig til. Men nú kunnu klaksvík- ingar fegnast um. at teir aft- ur sleppa at svimja í svimji- høllini, hóast vónirnar ikki sýnast bjartar at sleppa at pumpa vøddar í høllini. Hóast svimjihøllin nú er umbygd fyri hålva milliøn, er hon enn ikki liðugt umbygd. Ætlanin er, at oll svimjihøllin sum hon er skal setast í satnd so við og vid Mynd: Dåvur Vinther Claire skal hjålpa Norrønu i summar Væntad verður ikki, at Norrøna einsamøll fer at klára ferðfólka- og farma- JOHN JOHANNESSEN fiskaprisirnir eru góðir, he ur Smyril Line ur at gera við at flyta farm suður um hav. Tí hevur reiðaríðið av gjørt at:leiga farmaskipið Claire, ið fyrr røkti Skot- landssiglingina fyri Smyril at hjápla til við farmasigl ingini til Danmarkar. Claire er 114 metar long og tekur 60 trailarar. Har- afturímóti er Norrøna 129 metrar long, men hon tekur bert 40 trailarar. Jónfinn Simonsen á farm- So leigi fiskiskapurin og . adeildini hjá Smyril Line veit ikki, hvussu leingi ætl- anin er at leiga Claire, men hann sigur, at ætlanin er at nýta Claire so leingi Norr- øna ikki nøktar tørvin. Hann sigur, at hetta helst serliga verður galdandi í august mánaða, tá vanligt er, at bæði nógv fólk og nógvur farmur fer suður um hav við Norrønu. Vit spurdu Jófinn Simon- sen á farmadeildini hjá Smyril Line, um tað veru- liga er neyðugt við einum so stórum skipi sum Claire afturat Norrønu. Men hann sigur, at trupult er at fáa fatur á minni skipum av slíkum slag. Hann metir Claire at vera væl egnaða flutningin í summar, og tí hevur Smyril Line avgjørt at leiga ro-ro skipið Claire at hjálpa við farmaflutninginum til endamålid, og væntar, at hon fer at roynast reidari- inum væl. sum føroyingar kunnu vera ernir av Breiðan pensil Eingin av teimum. ið stóðu fyri at gera filmin. er ser- frødingur á listarliga økin- um. Ti hava tey. í staðin fyri bert at greina listina, valt at gera ein breiðan film. ið ikki bert vendir sær til listafólk og listakennarar. men sum tey vóna eisini kann venda sær til onnur. ið fegin høvdu ynskt at skilt meira av gát uni, ið Ingålvur av Reyni er fyri mongum Upptøkurnar til filmin „Svartur Sannleiki“ vórðu gjørdar i Føroyum, Dan mark og Paris i 1996 og 1997. Tað er filmsfram leiðslufelagið Primus Film. við føroyskum eigarum, ið hevur staðið fyri at gera filmin, og er hann fíggjaður burturav við føroyskum stuðli - - Dugvan flutti mann og == » ”- - a landsjúkrahúsið Månakvøldid varð ein eldri maður í Klaksvík so illa løstadur tá hann varð yvirkoyrdur, at Dúgvan mátti flyta hann suður til Havnar á landssjúkrahúsið. JOHN JOHANNESSEN Ein 73 ára gamal maður og kona hansara vóru á veg í > fødingardag månakvøldid, men túrurin endaði brátt í einum sorgarleiki, tí maðurin varð yvirkoyrdur. Løgreglan í Klaksvík metir tó ikki, at bilførarin, ið rendi á mannin koyrdi óforsvarligt. Sagt verður, at talan var um eitt keðiligt óhapp, ið ringt var at verja seg fyri. Breyt seg sundur Tann 73 ára gamli hevði júst sett bilin frá sær, og var hann á veg tvørtur um N6lsoyarpållsgøtu, tá ein bilur, ið kom nordaneftir, rendi å hann. Bilurin rakti mannin harðliga, og maðurin varð illa løstadur. Hann varð beinanvegin fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús, men har avgjørdu tey at senda mannin til Havnar á landssjúkrahúsið. Av tí at Dúgvan lá í Klaksvík, varð avgjørt at senda hana beinleiðis til Havnar við manninum. Stødan stabil Løgreglasn i Klaksvik upplýsir, at maðurin liggur á intensivari deild á landssjúkrahúsinum. men at stødan er stabil, og kann tiskil farast undir skurðviðgerirnar, ið skulu til, fyri at fáa brotini aftur í rættlag. John Petersen fyri rættin í dag JOHN JOHANNESSEN I morgun klokkan 9:00 kom málið, har John Petersen er ákærður fyri at hava neyðtikið eina unga gentu, fyri í Eystara Landsrætti. John Petersen varð í november dømdur til 10 mánaða fongsul íyri neyðtóku, men hann skeyt dómin inn fyri landsrættin, og kemur málið nú fyri. Tað er kendi danski verjin, Thomas Rørdam, ið føroyingar helst kenna aftur frá skipamálunum, ið er verji hjá John Petersen. Thomas Rørdam skal i dag verja John Petersen i Eystara Landsrætti Landsrættardómarar eru Blinkenberg Waage og Karsten Bo Knudsen.