mikudagur 17. mars 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 52 — 17. MARS 1999
tíðindablaðið
R Fr
5
Norðmenn selja gama
seyOakjøt til Føroya
Norska Nettavisen veit at siga, at gamalt avlopskjøt frå norskum
yvirskotsgoymslum verður selt fyri undirpris til Føroya og til Ungarn
Hóast norska kjøtid er um hálvt ára gamalt, tá tað kemur til Fóroya, er einki óvanligt við hesum. Tað sama er gald-
andi við øllum óðrum innfluttum kjøti, sigur Jørgen Jørgensen, slaktari í Miklagarði
JOHN JOHANNESSEN
Norsk Kjøtt, ið er fyritøkan,
ið marknadarførir kjøt fyri
norska landbúnaðin, vil ikki
marknadarføra seydakjøt
um sumrarnar, ti tá er pris-
urin å grillkotelettum og
ødrum svinakjøti, ið er gott
at grilla, væl hægri. Hetta
ger, at rúgvan av norskum
seydakjøti alsamt veksur í
norsku yvirskotsgoymslu-
num. Seinasta heyst var
nøgdin av seydakjøti í yvir-
skotsgoymslunum vorðin
heili 42 tons. Hetta kjøti var
tá eisini mikið
gamalt, at neyðugt var at
sleppa sær av við tað. Og
hetta varð gjørt við at selja
eitt ára gamla seydakjøtid
fyri undirprís ul Føroya og
ul Ungarns
vorði so
Storur prismunur
Norska seydakjøtid er væl
umtókt í føroysku handlu-
num, orsakað av, at tað er
munandi bíligari enn annað
seydakjøt. Kiloprísurin á
norska kjøtinum liggur um
50 krónur, meðan kilopris
urin av seydakjøti aðra-
staðni frá liggur um 60
krónur
Heldur sær leingi
Slaktarin í Miklagarði í
SMS, Jørgen Jørgensen.
sigur, at hann ikki heldur
trupulleikan við norska
seydakjøtinum vera serliga
stóran. Hann sigur, at seyð-
akjøt vanliga heldur sær í
meira enn hálvtannað ár, um
tað er væl pakkað og somu-
leiðis fryst við nóg nógvum
kulda. Og norska seydakjøt-
10, ið Miklagardur hevur
selt, hevur ikki verið eldri
enn hålvt ár, eins og kjøt
aðrastaðni frá eisini er hálvt
ár og eldri, tá tað kemur til
Føroya
Jørgen Jørgensen sigur, at
islendskt seydakjøt ofta er
I ára gamalt, tá tað kemur
til Føroya. Men kjøti er hó-
ast alt gott, tí tað er væl
pakkað og væl fryst
Spurdur, hvussu føroy
ingar nágreiniliga kunnu
vita aldurin á kjøtinum, ið
innflutt verður, svarar Jørg
en Jørgensen, slaktari, at
hetta bert til. Hann sigur
pakkidagfesting á øllum
kjøti, ið verður innflutt til
Føroya, hevur fingið góð
kenning frá heilsufrødiligu
myndugleikunum í ávísa
landinum, og er hett eisini
galdandi fyri Noreg. Tí eig
ur keyparin at kunna vera
vísur í pakkidagfestingini á
norska seydakjøtinum
Mangla sjálvir
seydakjøt
Nettavisen visir å, at heim-
amarknaðinum í Noregi
vantar seydakjøt hóast
goymslurnar liggja inni við
næstan hálvthundrað tons
um av slíkum. Kjøtið verður
bert slet ul Føroya fyri und
irpris, og gevur hetta norsku
bøndrunum eitt undirskot á
1,7 milliónir norskar krónur
árliga
Vita einki um málið
A Heilsufrødiligu Starvs
stovuni vita tey einki um,
at gamalt norskt kjøt verður
innflutt ul Føroya. Tey vísa
bert á, at tey hava havt eitt
líknandi mál í 1994, tá gam
alt og vånaligt bretskt kjøt
varð innflutt til Førova. 1
siga tey seg hava ætlanir at
hava eitt vakið eyga við inn
flutninginum til Føroya
Marco Polo málið:
Dómur fellur kom-
andi månadag
Dómarin avgjórdi á rættarfundi fyrradagin, at dómurin í
Marco Polo málinum skal falla komandi mándag
JOHN JOHANNESSEN
Málið um eldsbrunan í
Marco Polo gongur móti
endanum. Ein 28 ára gamal
maður hevur síðan oktober
í fjør verið ákærður fyri at
hava sett eld á matstovuna
og harafturat fyri at hava
boðið einum ødrum pening
fyri at seta eld á Skáan í
1994. Um hesin er sekur
ella ikki, verður avgjørt í
Føroya Rætti mánadagin
tann 22. mars.
Ynskir hálvtannað ár
Akærin í Marco Polo máli-
num førdi undir procedur
uni månadgain fram, at
ynskiligt hevði verið, um
tann ákærdi varð dømdur at
sita inni hálvtannað ár. Vist
varð á, at hann haldgóð
prógv vóru fyri, at ákærdi
bæði hevði sett eld á Marco
Polo og somuleiðis eisini
hevði boðið einum pening
- ella rættari at hava ávirka
ein annan - fyri at seta eld á
Skáan.
Ogreitt
Verjin hjá ákærda manni-
num heldur, at málið er
vorðið heldur ógreitt, og
vísir hann á, at frágreiðingin
frå einum ávísum vitni held
ur kundi beint illgrunan
móti honum sjálvum. Tí
heldur hann, at 28 ára gamli
maðurin eigur at verða frí-
kendur. Verjin helt eisini, at
um maðurin nú er skuld-
settur fyri at hava ávirka ein
til at seta eld á Skáan í stað-
in fyri at boðið einum pen-
ing fyri hetta, so er ákæran
broytt, og tað eigur ikki at
bera til.
Avgerðin tikin
Mándagin tann 22. fellur so
avgerðin í málinum móti tí
28 ára gamla, ið er ákærdur
fyri millum annað at hava
sett eld á Skáan. Um mað-
urin verður fríkendur ella
dømdur er torført at siga
nakað um, men meira kann
lesast um hetta tá málið er
avgreitt.
Norrøna slapp
ikki at bryggju
JOHN JOHANNESSEN
I månamorgunin var somik
ið nógvur vindur, at skiparin
á Norrønu ikki hættaði sær
at leggja at bryggju í Havn
Norrøna var komin úr Dan
mark til Føroya í sambandi
við vanligu rutusiglingina,
men orsakað av tí nógva
vindinum varð hon liggj-
andi úti á Nólsoyarfirði all
an fyrrapartin, til hon endi
liga slapp at bryggju un
middagsleitið
SÆR
AL
… at so nógv
hava valt at
taka 'teldukoyrikort
at vit hava gjørt *='
ein flokk aftrat?
Ger skjótt av,
so byrjar tú
um
SR
[16.30150 — á
longu mikukveldið.|
for ula
XEROX
Pf. Formula Føroyar
Postboks 1078 * 110 Tórshavn
Tlf. 31 11 15 * Fax 31 71 15
E-postur formula formula.fo