hósdagur 1. apríl 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 63 — 1. APRIL 1999
Viðmerkingar:
Fólkapensión ella fólkatrygging
Fyri fáum døgum síðan
hoyrdu vit svar landsstýris-
mannsins uppá fyrispurning
frå Ola Breckmann, løg-
tingsmanni, um
penstónsskipanina.
Loyvið mær at vóna, at
tað vóru vælmeintir tankar
ið lógu til grund fyri svar-
inum har serligur dentur var
lagdur á trygdina við pensi-
ónsgjaldinum.
Um lógin verður samtykt,
hvor er tå trygdin, um ein
buskaparlig kreppa aftur
stingur seg upp? fyri ikki at
tala um eina politiska
kreppu, har politikararnir
byggja minnisvarðar yvir
seg sjålvar, tað verið seg
undir - eins væl og yvir sjó-
armálanum. heldur enn at
tryggja teimum veiku í sam-
felagnum? Hetta er ikki
nakað nýtt fyribrigdi, í veru-
leikanum hava vit eina slik
kreppu júst nú og tíanverri
eru tekin un
h
nýggju
UNA
neydugt at teir ikki
eftir peninginum; ti gera tetr
tað, ja so verður hann brúkt-
ur til onnur endamál
Hver er so trygdin!
Eftir mínum tykki eiga vit
at gera okkum greitt, at tað
undir ongum umstødum,
politiskt er møguligt at
tryggja nøkrum nakað sum
helst fimm år fram, fyri ikki
at tala um 20 ár fram í tíð-
na. Vit sóu hetta undir sein-
astu kreppu har politikarnir
við Javnaðarflokkinum á
odda. skerdu pensiónirnar at
nýta til upphøggingarstudul
ella annað gott. Vit sóu tað,
tá politikarnir eftir uppskoti
frá Finnboga lIsaksoni úr
Tjóðveldisflokkinum, fór
inn í peningastovnarnar og
við fíggjarognaravgjaldi og
rentuskatti løgdust á upp-
spardan pening. ið stóð á
persónligum konti hjá fólki;
júst eins og nýggja uppskot-
ið tilætlar, hvussu var við
trygdini? Vit sóu tað tá pol-
itikarnir løgdu stórar byrar
á lønir og pensiónir, við
hægri skatti, hægri avgjøld-
um og hægri MVG, millum
annað til tess at bjarga bank-
unum, tá hesir kollsigldu
vegna eitt nú politiskt væl-
signaða iløgupolitikk teirra,
og væntandi politiska stýr-
ing hjá Løgtinginum. Vit
sóu tað, tá Kristian Magn-
ussen fyrrverandi landsstýr-
ismaður í almanna- og
heilsumálum, tá verandi
limur í aðrari verkamanna-
fylkingini og núverandi
nur í Javnaðarflokkinum,
ynski um eina
nýggja pensiónsskipan. tó
utta at koma við nøkrum
ítokiligum ødrum, enn eini
reellari lækking í penstón-
unum. tí hann metti samfel-
igið ikki heyði og ikki kem-
ur at hava ráð til tað verandi
æggið eisini til merkis, at
tað í yakinum um penstónir
ikki hoyrist hvorki A ella B
frá Kristian Magnussen.
sum annars er settur at
mansuppdekka Helenu
Dam á Neystabø. Hevur
Javnadarflokkurin = givið
Kristiani Magnussen munn-
kurv i hesum måli? Hesin
hevur annars just lagt upp-
skot fyri tingid um at hækka
pensiOnirnar innanfyri ver-
andi skipan: og tykist nú
veruliga at hava funnið allar
loysnirnar innan almanna-
og heilsuøkid, nú hann er
komin í andstøðu í Ting-
inum, logið, ella man tað
verða lønarhækkingin, ið er
farin at virka?
Alt hetta verður ikki sagt
fyri at leggja eftir nøkrum
partapolitiskt, men bert fyri
at staðfesta tann realpolit-
iska veruleikan at:
Eingin flokkur er á tingi,
sum altíð kann sigast at vera
verji hjá teimum, ið hava
pensiónirnar fyri neyðini,
og um so er, at onkur í dag
sigur seg vera tað, so var
heisn tað nokk ikki í gjár,
ella kanska ikki í morgin.
Vit mugu staðfesta, at pol-
itiski veruleikin ikki altíð
stendur mát við politisku
ynskini; ikki altíð gevur
møguleika fyri hesum. Eis-
ini kann staðfestast, at langt
kann vera frá politisku her-
rópunum til politisku gerð-
irnar.
Soleiðis eigur veljarin at
gera sær greitt, at politiski
målsetningarnir, møguleik-
arnir, herrópini, og politisku
gredirnar eru tengd av.
Hvørt flokkar eru i sam-
gongu ella f andstødu.
Eru tengdir av, hvussu
hevur verið styrt búskapar-
iga árini undan eins og
1vussu = búskapargongdin
annars hevur verið samfel-
agnum til vildar.
At eingin stórvegis trygg-
eiki er í at seta framtíðar
»ensionirnar inn á bundna
Þók hjá hvørjum einstøkum.
nugsið um rentuskatt/ fíggj-
arognaravgjald. banka-
kreppur o.s.fr.
Hugsast skal um, at við
hækkandi innflatións-. av-
gjalds- og skattatrýsti. vil
pensiónsgjaldið relativt
merkjast. sum tyngri og
tyngri partur av lønarpos-
anum hjá teimum lægst-
løntu.
At tey við teimum størri
inntøkunum og harvið størri
inngladi = til persónliga
pension, fáa enn ein fyri-
mun vid hægri rentuvinn-
ingi.
At hetta skattapolitiskt
vendir tunga endan niður-
eftir, tí gjaldið kann dragast
frá í skattinum.
At ein møgulig nýggj bú-
skaparkreppa skjótast vil
raka tey, ið bert hava
almennu pensiónina til at
taka, ella sum hava fyri
neyðini ískoyti frá almennu
pensiónini.
At tilætlaða uppskotið,
kanska óviljað, vil gera
summar borgarar til minni
>týðandi<, og harvið peiki-
fingurin hjá ávísum politik-
arum úr Fólkaflokkinum
longri.
At tað kann tykjast logið,
at politikarar og serfrøding-
ar, sum ikki vita, hvat hendi
fyri bert fáum árum síðan,
fyri ikki at siga í gjár, og
als ikki vita hví tað hendi,
nú uttan at himprast seta seg
førar fyri at sigvil henda um
15 til 20 ár. Mær tykist í so
torført at hava fult álit á
slíkum.
Argumentini halda ikki.
Hava vit so ikki ráð til
eina almanna pensiónsskip-
an? Jú tað hava vit eftir mín-
ari metan. og í hvort fall júst
líka væl/ ella ráð, sum til
eina fólkatrygging, men um
politikararnir raðfesta pol-
itisku minnisvarðarnar fram
um pensiónina, gerst tað sj
truplari at fáa peningin at
strekkja til. Tá sagt verður.
at samfelagið ikki hevur
ráð, tá er rímuligt at spyrja
»hvør er samfelagið. og
hvar fær samfelaigð pen-
ing? Samfelagið er tey. ið
búleikast her á landi og pen-
ingurin kemur frá skatt-
gjaldarunum og frá dønum.
Um ikki peningur er til pen-
siOnir, so sky Idast hetta ein-
ans Odugnaligum/årleysum
politikkarum. Um skatt-
gjaldarin hevur ráð til eina
persónliga fólkatrygging.
hevur hann eisini ráð til
almenna penstón. Ført verð-
ur fram, at verandi skipan
vil føra til eitt alt ov høgt
skattatryst? Møguliga er tað
so, men hetta skyldast ikki
pensiónunum, men at pol-
itikkarnir nýta peningin til
onnur endamál. Annars
hugsi eg at fyri lønmåttak-
aran , serstakliga tann lág-
lønta, er líkamikið, um tú
kallar tað skatt, avgjald,
samhaldsfasti, uppsparing
til persónliga pensión ella
annað. Tað, ið fyrst og
fremst telur, er um nakað,
ella hvussu nógv er eftir at
liva fyri. Hevur lønmóttak-
arin ráð at gjalda til persón-
liga pensión, so hevur hann
eisini júst líka væl ráð at
gjalda til eina almenna pen-
sión, ein króna er ein króna
annadhvørt hon fer av lønini
áðrenn skatt ella verður
goldin í skatt.
Einasti tryggleiki er fram-
skygdir og ábyrgdarfullir
politikkarar, ein framskygd
veljarafjøld, ið hevur eitt
vaki eyga við politikarun-
um, tí hóast teir siga seg at
hava hækkað lønirnar hjá
sær sjálvum við tí fyri eyga
at geva samfelagnum betri
politikkarar, so er mangt, ið
bendir á, at tey 50% lønin
hækkaði, væl kundu verið
nærri teimum 500%.
Sum tað hevur verið borið
fram av mongum, so er
ynskiligt við breiðum sem)-
um í hesum máli fyri at
tryggja borgarunum best
móti politiskum »humør-
svingningum«. Men tó hava
vit sæð. at hetta er til fánýt-
is. um ikki politikarnir eru
greiðir yvir, hvor ábyrgd
teirra er, og hverjar avleið-
ingar avgerðir teirra kunnu
hava uppá stutt sigt einsvæl
sum uppá langt sigt. og
hvussu avgerðir innan eitt
målsøki ikki bert ávirka tað
eina málsøkið.
Fort verður fram, at ein
ætlanin vid skipanini vid
persónligum penstónsinn-
gjøldum er at fremja ta per-
sónligu medábyrgdina.
Hvat halda hesi, at fólk fer.
tá tey framvegis gjalda
skatt. framvegis fara á val?
Tey kenna eina ábyrgd fyri
samfelagnum, fyri sær
sjálvum, fyri framtíðini.
Trupulleikin er, at líkamikið
hvussu stóra orku fólk
leggja í hetta, so hjálpri
einki. Tey hava framvegis
ikki fingið politikarar ið
kenna sínar skyldur, ið
kenna medábyrgd fyri
framtíðini, men fyrst og
fremst hugsa um at byggja
sínar persónligu politisku
minnisvarðar, ið helst skulu
standa lidnir innan næsta
val. Tað er har trupulleikin
er at finna og ikki hjá teim-
um, sum hava goldið skatt
av arbeidsinntøku síni, mill-
um annað fyri at fáa ein
rímuligan tryggan aldur-
dóm.
Tað er gott at skjøtil er
settur á arbeiðið við at
tryggja og betra um livikor-
ini hjá pensionistunum, fyri
hetta eigur Helena rós uppi-
borið. Spurningurin er bert,
hvørjum úrslitið arbeiðið
endar við. Sum vit hava
fingið ábendingar um, so er
í stóran mun talan um at
víkja frá solidaritetsprins-
ippinum, og meti eg hetta
verða eina vandamikla pol-
itiska glíðibreyt landsstýris-
maðurin er veg út á. Vit
hava eitt hálvalment banka-
kerv, hålvalmenna høvuds-
vinnu, so fyri tann skuld er
eingin orsøk fyrst at leggja
eftir at privatisera sostalu og
fíggjarligu trygdina í ellis-
árunum.
Uppskotið til nýggja
pensiónsskipan fekk bæði
rós og heiðurstekin frá Ola
Breckmann og frá Konser-
vativ Ungdom í Danmark.
Hetta er eisini rímuligt og
væl skiljandi. Tí uppskotið
tryggjar teimum hæløntu
eina rímuliga trygga pensi-
ónsskipan og harvið fíggj-
arligan tryggan aldurdém,
meðan tey lågløntu og tey
við ongari inntøku framveg-
is verða tengd at »humør-
svingningunum« hjá polit-
ikkarunum og fíggjarlógini.
Soleidis må nidurstødan
verða. at líkamikið hvat
landsstýriskvinnan og
Høgni Hoydal megna at
sannføra seg sjålvi um, so
er ætlaða skipanin ikki sosi-
alt rættvís, um ein ikki hev-
ur sama hugmyndarstødi
sum Fólkaflokkurin og
Konservativ Ungdom.
Hetta hevur ein og hvor
sjálvandi rætt til, men í so
fall skal eg vinarliga boða
landsstýrismanninum frá, at
Sjálvstýrisflokkurin ikki er
rætta forum til at føra slíkan
politik frá.
Jan A. Joensen
Til lukku strandingar
londbóltskappingin 1998
99 er nú endað, og allir for-
oyameistararnir hava fingið
steyp og heiðursmerki. Til
lukku oll somu!
Hesar reglur eru skrivaðar
til strandingar. sum leygar-
dagin vunnu foroyameist-
araheitið í manshondbólti
Ongantíð hava so nógv
lið kunnað vunnið FM-heit-
ið í besta mansdeildini sum
í vetur. og er hetta menn-
andi fyri føroyskan hond-
bólt. Tað eru bert tvey stig
frá nummar eitt til nummar
fýra á stigtalvuni.
Uttan at taka nakað frá
kyndilsmonnum, sum hava
slóðað fyri í mandhonsbólti
og vunnið føroyameistara-
heitið 27 ferðir. síðan Kynd-
il var stovnað 1956. so eru
tað mong við mær, sum eru
sera fegin um. at júst strand-
ingar vinna føroyameistara-
heitið 1999.
Somu kenslur heyði tú, tá
Sandoyggin vann føroya-
meistaraheitið í fótbólti
1989. BStuttligt at tey
smærru plássini í Føroyum
vinna á teimum stóru, og tú
kanst ímynda tær, hvussu
erpnir strandingar eru i
hesum døgum.
Hondbólturin hevur altíð
havt góð gróðrarlíkindi á
vestaru síðu á Skålafjørd-
inum. Manga góða og
spennandi løtu høvdu vit á
uttanduravøllinum å
Strondum, og altíð vóru vit
spælarar sera væl móttiknir.
Tá ið hondbólturin so við
og við gjørdist eitt innan-
duraspæl fyrst f 70 årunum,
kom steðgur í hjá stranding-
um. Men so kom høllin á
Skála, og tað glediliga
hendi seinni, at StIF fór at
taka sær av hondbóltinum
og Skála av fótbóltinum.
Tað eru strandingar, sum
hava hondbóltstraditiónirn-
ar.
Tá ið vit í Havn siga
strandingar, so meina vit
sjálvandi við spælarar, sum
spæla í SUF, sjålvt uma llir
spælararnir ikki eru av
Strondum.
Serligur spælistilur
Strandingar vunnu FM heit-
ið 1943, 44 og 45 og skála-
kvinnur vunnu FM heitið í
fyrstu deild 1991 og 1993.
Strandingar hava altíð
havt ein serligan spælistíl.
Eitt skjótt og undirhaldandi
hondbóltsspæl, har spæli-
gleðin altíð er stór og tekn-
iska stóðið sera høgt.
Kanska gloyma strandingar
av og á taktiska verjuspælið
og taka tí nakrar »lættar«
dystir og vinna tí ikki FM
heitið, sum felagið hevur
tráðað eftir í meiri enn 50
ár. Men 27. mars 1999
eydnaðist tað so endiliga.
Hondbóltsáhugað kring
landið eru fegin um, at
spælistílurin hjá stranding-
um nú er ovast á rókini í
føroyskum manshondbólti.
Ein serlig heilsan til hond-
bóltsvinin Henry Jarnskor,
sum hevur stríðst so nógv
fyri StíF. Tosaði við hann
eftir ósigurin ímóti VIF í
steypafinaluni. Tá var líuð
um Henry, men nú man lag-
ið vera betri.
Tað eru nógvir evnaríkir
hondbóltsspælarar í Føroy-
um, og hondbólturin hevur
eina góða framtíð um rætt
verður atborið.
Enn einaferð, hjartaliga til
lukku strandingar.
Vagnur Michelsen