Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 74 — 21. APRIL 1999 tíðindablaðið 11 Evangeliið 2.s.e.páskir "Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar. Leigusvein urin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar. sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir. og tilv urin rænir teir og spjaðir teir sundur, av tí at hann er leig usveinur og hann einki leggur í seyðirnar Eg eri hin góði hirðin. og eg kenni mínar. og mínir kenna meg. eins og eg kenni fadirin, og faðirin kennir meg: og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar Eg havi eisini aðrar seyð ir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi skulu hoyra reyst mína. og tað skal verða eitt seyðafylgið. ein hirði. ” Jóhs. 10.11-16 eg at leiða. og teir [ad man uttan iva vera fel ags eyðkenni fyri menn iskja, at tað letir seg stýra ella sjálvt vil stýra. Tað er tvaleyst uttan undantak ivør tú ert, hvar ella hvussu tú býrt í heiminum Frá barni av verða vit eidd og í ávísan mun eisini stýrd av teimum. sum vóru undan okkum. Hvussu eingi henda stýringin vardi. var kanska ymiskt á lívsleið okkara, men eitt er vist. tað ekk og tað hongur altíð okkurt eftir í vitsku okkara. íka mikið hvussu lívsleiðin annars myndaði seg fyri okkum Viðhvort verður úkið til: “Sig mær hvønn tú ferðast ímillum. so skal eg siga tær hvor tú ert.” At vit málbera okkum so leiðis. hevur nakað at gera við tað umhvørvid, hugsun arháttin og livihåttin, vit eru merkt av í andaligum og tímiligum viðurskiftum. Og tað er einki yvir at dylja, at hann ella hon ella tey, sum standa okkum næst hava stóra åvrikan á okkum sam- an við miljónum ella kring umstødunum. Hetta at verða leiddur á- virkar okkum bæði andaliga og likamliga. Vit vilja líka- sum hava ávirkan á hesi viðurskiftini. og partvís hava vit eisini tað. Men tað eru umstødur, har vit onga ávirkan hava Tá ið ymiskt legst á lívs- leið okkara, sum vit ikki duga at siga frá ella okkurt hendi við einum av okkara kæru, sum broytti lív okk- ara, ja, tá standa vit mangan spyrjandi og vita ikki at hvussu hetta kundi bera til. Vit spyrja og siga: hví? Tá ið hesin spurningurin er settur røra vit við sjálvt grundarlagið undir tilveru okkara. Og her stingur so spurn- ingurin seg upp. hvat tað er fyri eitt grundarlag vit byggja lív okkara á, og sum vit vilja skal leiða okkum gjøgnum alt, sum móti SIga, okkum á lívsvegnum Gjøgnum tíðirnar hava tað verið mong tilboð ella mangir møguleikar, sum menniskjað hevur kunnað valt. Evangeliið í dag er tann góði gamli boðskapurin um Jesus Kristus, frelsara okk- ara, sum í tekstinum kallar seg: Hin góði hirðin! Hirðamyndin er ein kend, vøkur og talandi mynd. I hesi myndini hóma vit um sorgan, hita. kærleika, fyri geving og lív. Tað er neyvan nakað, sum er so lívsjátt andi sum tað hirðamyndin ber í sæl Og tað mest talandi við myndini er, at hon vísir á. at her er tað ein, sum vil leiða og stýra. og ikki sum leigusveinurin, sum vil vill leiða og forstýra! Hirðin og leigusveinurin er eisini dómi um tað, sum gott er og um tað ringa. Um tað, sum byggir upp. og um tað, sum brytir niður. Um gleðina og fyrigevingina Um syndina og um náðina Um lív og sælu. og um frelsu og um glatan Jesus trínir fram í dag og sigur: "Eg eri!" Hann talar við myndugleika og við fastleika. Ja, vit kunnu bera saman orðini hjá Jesusi við tað, sum profetarnir í gomlu pakt søgdu eisini við myndugleika og fastleika tá ið teir tóku til: ”So sigur Harrin!” Tá ið Jesus stígur fram og sigur: "Eg eri!" so hava orð mi fult virði. “Eg eri ljós weimsins, Eg eri hitt sanna reyðið. Eg eri hin góði urðin.“ Soleiðis! Hetta er Jesus. hin góði uirðin. Hann hevur nakað at geva okkum, * um fløtum hann letur meg iggja. til hvíldaráir hann eiðir meg..." sum sálma skaldið syngur fyri okkum Jesus sigur: Ég eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar. Hetta er tað fyrsta, vit kunnu hugsa um eina løtu. Tað, Jesus vil siga okkum er, at hann er og verður tann einasti hirðin. vit hava her í lívinum. og sum vit kunnu seta álit okkara á. Jesus sigur í "eg eri." I hesum orðunum er ein myndugleiki, sum eingin og einki kann reka burtur. Hetta lyfti stendur um allar ævir. Her er veruliga talan um, at eitt orð er eitt orð og ein maður er ein maður! Tað er hirðans rødd, sum talar við mildleika og fast- leika og vil, at vit skulu vera eitt fylgi, og ein hirði. Og sjálvt um vit tosa um ein hirða, sum er Jesus, so vita vit, at mangir eru hirð- arnir, sum í dag eru uppi á døgum, og sum eisini hava sítt egna fylgi Og mong eru tey, sum gjøgnum søguna hava virk að sum hirðar ella fegin vildu vera hirðar. har bæði . á grasgóð hirði og seyður endaðu sum villir vargar Bæði á politiska, samfel agsliga og trúarliga økinum hava sokalladir hirðar stungið seg upp. sum ikki hava spart nøkrum, men íði liga hava tænt sær sjálvum og áhugamálum sínum og ikki hugsa so nógv um tað fylgið. sum var teirra I øðrum lagi talar Jesus í evangeliinum til okkara í dag og sigur: “Eg kenni mínar. og mínir kenna meg." Her ljóðar aftur lyfti til okkara, at tann, sum í trúgv heldur seg til Jesus, tann kennir Jesus eisini, og Jesus viðurkennir ella góðkennir hann eisini sum sítt barn I Israelslandi er vanligt, at hirðin gongur undan seyðafylginum. ”Harrin er hirði mín, tí kenni eg ongan sakn, og tað er hann, sum letur meg liggja á grasgóð- um fløtum, og tað er hann, sum leiðir meg til hvíldará- ir, soleiðis sum Dávid kong- ur syngur um hirðan. Jesus talar til okkara og sigur: "Eg kenni mínar“. Tað var tann tíð, tá ið vit menniskju. í syndum og misgerðum okkara ikki kendu Guð. Men í kærleika og miskunn síni móti okk- um hevur Guð gjørt Jesus og hansara frelsu-gerð kenda í hjørtum okkara Vit eru tí undir somu lyft- isorðum, sum Paulus ápost- ul sigur í brævi sínum til Galatar: “Men ta tíðina, tá ið tit ikki kendu Guð, trælaðu tit undir teimum gudum, sum í roynd og veru ikki eru guðar. Men nú. tá ið tit kenna Guð, og tað, sum meir er, eru kendir av hon- um, hvussu kunnu tit tå venda við aftur til hin veika og fátæka barnalærdómin. sum tt aftur av nýggjum vilja fara at træla undir?" So var tað eitt tíðarskeið tå ið vit ikki kendu Gud, og trælaðu undir guðum. sum í roynd og veru ikki eru guðar Hjá summum menniskj um er hetta tíðarskeiðið enn at finna. Eisini í okkara landi. neyvan ti, at tey ikki hava hoyrt um Jesus. men heldur ti, at tey vildu leiðast av øðrum hirdum! Og hetta leiðir okkum til tað triðja í dagsins teksti Tað eru ordini, sum ljóðaðu í evangeliinum, har Jesus sigur: "Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða. og teir skulu hoyra reyst mina, tí tað skal vera eitt seyðafylgið og ein hirði. So eru tað nakrir seyðir, sum eru vilstir ella farnir av haga. Og hvor kennir ikki til tað at villast? Eisini, tå ið tað hevur við okkara við- urskifti við Guð og Jesus at gera? Tá ið tað er talan um at villast ella vera farin av haga, so kunnu vit hugsa um tveir bólkar av menn- iskjum: tann fyrri. har menniskju sannførd siga seg ikki kunna ella vilja trúgva á Jesus. Hin seinni bólkurin er, har menniskju kenna seg vilst - eru farin av haga. eru vilst, men fegin vilja koma aftur í seydafylgid, men finna ikki. men bíða eftir hjálp. Ja. hava enn ikki hoyrt kærleiksfullu røddina hjá hirðanum Evangeliið í dag sigur okkum. at Guðs kærleiki til okkara er at líkna við hirð an, sum fer frá teimum 99 fyri at leita eftir tí eina, sum vilti seg burtur Men teir 99 eru ikki gloymdir, og teir eiga ikki heldur at gloyma at taka sær Mei av hvørjum ødn ið tann eini J< so IK komin í Vit menniskju ru fylgið vilst sum seyðir. men á Jesus Kristus hav: Vit vent við, og Kunnu ersin trúnni um okkara. frelsarmann okkara Jesus sigur: "Eg góði hirðin. og eg kenni mínar, og mínir kenna Mmeg.... Tað. sum ræður okkara, er at kenna hin góða hirðan. Jesus Kristus At kenna hirðans rødd er tá ið vit eru undir orðinum um 1 VI tað veri seg heima við hús í lestri og bøn ella sum evan gelnd, tann gleðiligi boð skapurin, ljóðar hesa lotuna. her í Harrans húsi: Í orði num, lovsanginum og í bøn ini. Ja, at hoyra hirðans reyst, hirðans rødd Hoyra vit hirðans rødd. so vellir tøkkin eisini fram lívi okkara. Vit fegnast um at her er ein, sum vit kunnu kenna okkum trygg saman við Tað er eisini hesin sami tryggleikin, sum er at hoyra Í sanginum, sum børnini plaga at syngja Tætt hjá mær har gongur Jesus / altíð vil hann verða nær/ mær nýtist ongantíð at óttast, / ti eg vert. hann fylgir mær./ Hann. sum er mín góði hirði. / heldur míni veiku hond./ tekur á seg mína byrðu./ leiðir meg at himnastrond Tad eru tveir persónar, sum stíga fram í dagsins teksti og hava hver sína rødd: hin góði hirðin og leigusvein- urin. Hin góði hirðin kennir sína ábyrgd, men leigu sveinurin rennur undan, tá ið á stendur! Hin góði hirðin setur lín sitt ul fyri seyðirnar. Leig- usveinurin rymir, tá ið hann sær úlvin koma, tí hann leggur einki í seyðirnar. I fjallaprædikuni sigur Jesus: “Varið tykkum fyri svika-profetum, ið koma til tykkara í seyðaklæðum. men eru óðir úlvar innan Av fruktum teirra skulu tit kenna teir." Sum einstaklingar. fólk og tjóð er tað soleiðis. at gjøgnum lívið møta vit nógvum hirðum og leigu sveinum Hin góði hirðin v Boðskapin um hin góða hirðan hava vit hoyrt um øldirnar, men spurning urin er, um vit ikki mongum lutum eru at líkna við leigusveinin í dagliga lívi okkara Tí har menniskju bara hugsa um at sæta sær og sínum, har er boðskapurin um hin góða hirðan ikki vorðin til veruleika - har er framvegis myrkur og kuldi gjøgn i alt ov Og tad tikist at vera tør ført hjå menniskjum at sk llum røddina hjá I ni e leigu-sveimi n ti røddir jóða í dag eru O miukår og søl I KK; 1 g dr di Tað us ng sun k kk 5 | } r KK r mn | k Les 5 + Tu I er d } ol ne he 1OS y ei SU id h kærleik í he hirðin. Jesus Kristus. frels ri okkara, "sum bar kæ Hirðan od i sleið okkar - 0 dir hi r. ði h } In OKKUM: I HØINE Og SJUKL sorg og gleði. Hirðar rødd talar við mildleika o i um Guðs Eisini teimum. s und an okkum er I og løgdu eyguni saman í Jesu navni. hevur hin góði hirðin lovað at hava umsorgan S ftur d I mn. al VIL se í til hu og Gud Fadir Skapara ara og biðja um "at Gud má geva okkum ollum tað landið at nå./ har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá/ tå HIRÐIN sítt fylgi/ úr mold og úr bylgju/ skal savna. hvar sorgin um ævir er av,/ti deyður er deyðin, og horvid er hav! Og ti kunnu vit eisini av hjarta takka Guði til seinast í gudstænastuni í dag. har hin góði hirðin savnaði okk um í hetta heldið. sum kirkja okkara er, har hann eisini í dag hevur lívgað okkum við orði sínum. og kunnu vit tí av hjarta siga “O, sælasta stund - ei finst líki./ Guðs sonur. hann livir í dag! AMEN Uni Næs, sóknarprestur, Vestmanna