Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — 26. MARS 1999 tíðindablaðið 15 takið, tí tað fevnir so víða. At hugtakið hevur breitt og skiftandi innihald merkir ikki, at tað fevnir um tilvild og hvat sum helst. Lívsvirði er nakað, sum í okkara inn- ara menniskja letur okkum kenna eitt ávíst mál av nøgdsemi og vælveru Lívsvirði er tað, sum í okkara innara menniskja hevur positiva ávirkan í nøgdsemi, vælveru, góð- tokka og gleði. Orðið fevnir um ein innanmenniskjans- ligan veruleika, ið hóast alt nemur ytri viðurskifti Lívsvirði og åstødi Vit menniskju eru ymisk av lyndi og uppfatan, og tess vegna er tað eisini rættiliga ymiskt, hvat vit sjálvi meta sum lívsvirðir. Hjá summ- um er talan um ítrótt og spæl á vølli. Onkur velur ein túr niðan í hagan. Onkur velur sær føroyskan dans, meðan onnur syngja sálmar. So umráðandi er ikki at av- skriva, men heldur ávísa nyttuna, hesi nevndu og onnur øki hava fyri samlaða trivnadin. Lívsvirði er nakað, ið bara hevur gagnligt árin á hin einstaka. Alt tað, ið darvar og fjøtrar sálarlívið liggur uttan fyri lívsvirði. Sum so hevur okkar ainnara menniskja eina rímiliga halddygga fatan av, hvat av sonnum er livsvirði. Vit kunnu nevna: kærleika, samveru, skapandi líst, sang, eina friðfulla kvirru Livsgledin er ein týðandi lutur at ognast. So um- ráðandi er, at menniskjan er livandi, so leingi hon er uppi á døgum. Ellisårini kunnu gerast ein virðis- mikil tíð, tí so nógv gagn- ligt kann leggjast úr hon- um ella upplivast, tá menniskjan hevur lokið sítt verk, sum lønmøttakari Eldraárið 1999 At vit eru virkin og kenna fragd í virkseminum. At vit kenna okkum livandi, elsk- aði. At onkur stríkur mær eftir hárinum og tekur meg inn í føvningin og sigur: »Eg eri góður/góð við teg!« Alt tað, ið økir um tóm- leikan, kuldan, einsemi, mistreysti og lívsviljan. Tað eru umráði, har eingin blóma veksur í nøgdsemi. Og lívsvirðir hava tað við sær, at tey bara kunnu økja um ella halda trivnaðin við líka. Tað, ið måar trivnadin burtur, er tað mótsatta av sonnum lívsvirði. Yvirlýsingin hjá ST Tá talan er um trivnað og lívsvirðir eru nøkunlunda somu grundsjónarmið gald- andi fyri allar aldursbólkar. Ein ávísur munur er sjálv- andi á einum barni og ein- um eldri. Eitt barn hevur ikki altíð sama áhuga sum ein vaksin. Og ikki altíð hóvar teim eldru barnanna leik og spæl. So ein ávísur munur er hóast alt. Men fel- ags er tó fyri allar aldurs- bólkar. at trivnaður er eitt hugtak, ið sprettur úr eini innanmenniskjligari væl- veru. sum so aftur er ankrað í ytri umstóðum. Sagt ógvuliga einfalt er hetta at trívast ein saman- renning av sálarligum ytri umstøðum. Har menniskj ans kensluborna lyndi í samanrenning við vit og skil samljóðar við tann fysiska karmin so sum hús og sostal kor — har valdar trivnaður og tilveran kennist ríkari. Í hesum sambandi verður víst til eina yvirlýsing frá Sameindu Tjóða dagfest 16. desember 1991. Í fáum orðum vil eg nevna nakrar tankar, sum hendan umfat- andi yvirlýsingin nemur. Tryggar ytri umstødur Umráðandi fyri trivnaðin er, at tey eldru búgva rímiliga væl og hava nóg mikið til lívsins uppihald. Sjálvt um yvirlýsingin hjá ST umælir til sjálvræði, verður eisini víst til ta hjálp, ið familjan og tað almenna veita, tá sjálvbjargni ella førleikin bilar. At tað almenna veitir teim eldri og førleikaskerdu sømilig kor, tað er ein sjålv- fylgja fyri eitt framkomið samfelag. Tó er neyðugt við jøvnum millumbili at visa å hendan eftirhondini sjålv- sagda rættin, tí so hvort tey eldru verða fleiri í tali, verða tær sosialu útreiðslurnar at vaksa. Landsfelag Pensionistanna og Eldraárið eiga at fylgja væl við, so kor og umstødur verða varðveitt á einum rimiligum stødi Skal talan verða um trivnað er alneyðugt. at tær ytri um- støðurnar eru rímiligar, ti sjålvt um eingin livir av breyði eina. so er tað torført at varðveita eina góða sinn istødu, um ytri viðurskifti so sum bústaður og pensi- ónin eru ein afturvendandi trupulleiki. 4 ko mi UU UU OO 53 á Í hesum sama andadrátti verður nevnt, at fólk, ið stundar til pensiónsaldur eigur at hava ein virknan eiklut í avgerðini nær og á hvønn hátt farast skal uppá pensión. Tað kemst ikki utt- an um, at tað fyri mong kennist eitt sindur kubbut at áa eitt bræv, ið boðar frá uppsøgn við 67 ára aldur, tá heilsan er góð og virkis- wgur fúsur. Eisini verður mælt til, at tey eldru skulu hava møgu- eikan til eitthvert arbeiði, tí hjá mongum kennist tað ikki at vera til arbeiðis sum um ein gongur fyri onki. Just í slíkum føri hevur ådurnevndi skúli fyri eldri komið væl við, tí júst skúlin kundi víst á tað filosofiska hugtakið, at spurningurin er ikki hvat tú gert og leggur úr hondum, men heldur hvussu vit liva lívið og dag- in. Lívsvirði er nú ikki bara at skapa og leggja úr hond- um, men í ávísum fórum eins nógv at vera til, nær- verandi sum menniskja í heimligum jørðildi. Við hesum seinast nevnda nema vit spurningin um bú stað. Mett var. at tey eldru skulu búgva heima sum longst. Kenda umhvørvid kann verða við til at halda tey eldru virkin og stimbra teirra mentala medvit og av gerdarrætt Tó umstødur valdast. og stovnar og smærri býli eru alneyðug. Tað vilja altíð verða eldri fólk á stovni, og í slíkum fórum eigur tað alment virða hin einstaka og taka hædd fyri persónligum áhugamálum í tann mun. hetta er gjørligt við atliti til hini, ið búgva í sama um- hvørvi Virdilig ellisår Lívsgleðin er ein týðandi lutur at ognast. So umráð- andi er, at menniskjan er livandi, so leingi hon er uppi á døgum. Ellisårini kunnu gerast ein virðismikil tíð, tí so nógv gagnligt kann leggjast úr hondum ella upplivast, tá menniskjan hevur lokið sítt verk sum lønmåttakari. Hugaligt er at hoyra eldri siga frå, at tey eru fegin um livid sum pensionistur, ti nå kunnu tey nåa so mangt, ið áður hevur liðið á láni Bestu mandómsár eru ein sera upptikin tíð, búseting. hús og heim. Hugaligt er at síggja abban og ommuna hava stundir til smáu børn- ini og líkasum uppliva tað, ið torført var at náa, meðan eins egnu børn vóru lítil. Í hesum sambandi er vert at nevna, at eldri fólk sita inni við eini livsvitan, ið torfør er at meta nóg høgt Lívsvirði er at hava stundir at liva saman og siga frá bæði álvara og gaman Hendingar á lívsleiðini nøkur góð ráð. ella eitt spæl t.d. taka kortini upp í hond- ina. Samveran millum yngri og eldri ger vitan til vísdóm. tí einki er til hindurs fyri at vita eina rugvu uttan at vera vísur. Lívsvísdómur kemur við árunum og bestu lærara á hesum øki eru folk, sum kunnu seta eitt áramál og royndir aftan fyri síni orð Tey seinastu árini er hend ein broyting í tilveru teirra eldru, ið tykist mær bera tann rætta vegin. Í dag er ein pensionistur ikki eitt menniskja, ið vegna sín tár verður básað inni til tess at bíða eftir evstu løtu. Lokal- feløg pensionista og onnur landsumfatandi tiltøk boða frå, at eldra ættarliðið eigur í sær eina lívsgleði, sum tykist mær lívsfrísk og liv- andi. Og hesin trivnaður spreidir seg til tey yngru ættarliðini At tey eldru í dag ferðast innan- og uttanlands. At tey hugna sær í sínum um- hvørvi. At tey í álvarsemi trína getuna til kirkju ella samkomu. At tey fara upp á gólv og lata lívsgleðina koma til sjónar eina ríka løtu í veitslulag. Tað er fyri mær so umráðandi, at tey eldru í nútíðarsamfelagnum liya eitt andsfrískt liv, tí tey eldru í dag gerast yngri og yngri uttan tó at gerast gom ul. Og tað gagnar ong eldast, áðrenn tíðin er komin um at I aff 1 elt 7 Gjaranes 21. april 1999 Jógvan Fríðriksson