Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 147 - 4. august 2000 Nr. 147 - 4. august 2000 gult cyan magenta svart ES-grevstur Tórshavn • Tel. 21 66 00 * Planering * Veitir * Tún * Innkoyringar * Vatn-/kaðalveitir * Dren * Havar o.a. Ring og hoyr nærri. Vit geva óbindandi tilboð. Koyrt verður um landið. Vit átaka okkum allan vanligan grevstur við beltmaskinum so sum: Sosialurin - 311820 Skúlagerði - 430 Hvalvík tel +298 422456 far+ 298 286458 fax + 298 422458 andrass@post.olivant.fo heima.olivant.fo/-andrass Skorsteins- sóparin er við til at halda umhvørvið reint Jimex Brenniovnar Isokern Skorsteinsbjálving Isokern Skorsteinselementir Lúkur - Fuglaristir Ventilar - Roykhattar Andrass á Krossbrekku Vit útvega eisini: Plastbakkar Pakkibond, tape Merkir, etikettir Knívar Kitlar, húgvur, handskar, svintur o.l. Ymisk tól til ídnaðin Reingerðisevnir Tilsetningsevnir Plattar Ráðgeving í tilevning av pakkitilfari ...sjálvandi til besta prísin!! Staravegur 5, P.O. Box 3099 FO-110 Tórshavn Telefon +298 35 30 00 Fax +298 35 30 10 E-mail: farpack@farpack.com Føroya størsta úrval av PAKKITILFARI úr karton, bylgjupapp og plast innan øll vinnuøkir * * * * * * * * * * Hús á Toftum til sølu Áhugað kunnu síggja húsini eftir nærri avtalu á Tlf. 447055 Til sølu Sprossavindeygu og úthurðar úr pommernskari furu, kjarnatræi, sproytmálað hvítt og v/ aluminiumsglaslistum allan vegin runt. 90 x 120 v/ 2 rammum 3 rútar í hvørjari, 7 stk. kr. 24.500,00 133 x 120 v/ 3 rammum 3 rútar í hvørjari, 2 stk. kr. 10.600,00 47 x 120 v/ 1 rammu v/ 3 rútum 2 stk. kr. 3.960,00 133 x 60 v/ 3 rammum 1 rútur í hvørjari 2 stk. kr. 4.400,00 90 x 60 v/ 2 rammum 1 rútur í hvørjari 1 stk. kr. 1.650,00 47 x 120 v/ 1 rammu 3 rútar í hvørjari 1 stk. kr. 1.980,00 Úthurðar 1 stk. h-út og 1 stk. v.-út, 90 x 205 ein v/ fiskabeinsmynstri og ein sløtt kr. 13.600,00 Íalt …………………………………………………… Kr. 60.690,00 Húsatekning kann fylgja við. Ring tlf. 21 71 56 Fyri fyrstu ferð í Føroyum Fríggjadagin 4. aug. kl. 19.00 Leygardagin 5. aug. kl. 15.00 og 18.00 Sunnudagin 6. aug. kl. 15.00 og 18.00 Teltið verður sett upp á Sandvíkahjalla, við síðuna av Vøruhúsinum á Hjalla. M.a. akrobatar, klovnar og kendi sjónleikarin Oddbjørn Hesjevoll Havnar Arbeiðskvinnufelag Skrivstovan er stongd frá 4.–28. august vegna summarfrí. Boð til okkara kunnu sendast gjøgnum tele- fax 319738 ella sum bræv til postsmogu 161, FO 110 Tórshavn. Átrokandi boð kunnu ringjast á tlf. 218903 millum kl. 10 og 12. Nevndin Frá 1000 ára haldinum Sunnudagin 6. august kl. 16.00 heldur Johs. A. Næs fyrilestur um kirkjusiðir í Leirvíkar kirkju. Felagskórið Gøta/Leirvík syngur. FØROYAR KRISTNAR Í 1000 ÁR Postboks 1121 · tlf. +298 321132 · fax +298 321761 · FO-110 Tórshavn Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Stongt vegna summarferiu til 21. aug. Nýggjar TANNPROTESUR Ortopædkirurgiskur skómakari & bandagistur frá SAHVA verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 22. aug. 2000, og á Landssjúkrahúsinum 23. aug. 2000. Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 54 63, týsdag og hósdag kl. 10–12, í seinasta lagi 17. aug. 2000. DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 Lesið Á Jesusar døgum varð sagt: Kundi man væntað nakað gott koma úr Nazaret? Soleiðis var havt á munni , tá ið onkur kom og setti seg niður sum fremmnadur úr aðrai bygd. Og so kundi verið spurt:” Kemur nakað gott úr Fuglafirði, ella úr Gøtu?” Ikki so fáir fuglfirðingar hava sett seg niður í Gøtu og ikki fá fólk úr Gøtu hava sett seg niður í Fuglafirði. Ikki fert tú á skeiva leið, tá ið sagt verður, at væl er komið burtur úr. Tað er fáa staðni um ta víðu verð, at úrslitið hevur verið so gott sum hjá Eyðgerð og Berguri — hon úr Gøtu, og hann úr Fuglafirði. Tey megnaðu at fáa eitt heilt fótbóltslið á vøllin við vælvaksnum dreingjum á Varmakeldu. So gott úrslit spurdist burtur úr hjá teimum. Fuglafjørður er so innibyrgdur. Har er so mangur ungur, sum hevur droymt seg burtur í annan heim. Tað er sum í bókini Lognbrá hjá Heðini Brú, Høgni droymir um Oynna Stóru. Hon lá handan fjøll og skorðar. Har var tann fremmanda gentan, og hon hugdi at Høgna so undar- liga bangin og biðjandi við sínum stóru bláu eygum og sínum fagra gula hári. Hon búði á Oynni Stóru. Í Fuglafirði var dreymurin: Hvat var hinumegin Varmakeldu- eiði? Skaldskapurin var ikki einans í bókini hjá Heðini Brú, men hann livdi í øllum teimum ungu hjørtunum. Meg minnist væl fyrstu ferð, tá ið komið varð út um Varmakeldueiðið. Aldri á ævini hevði tú sæð so langan dal og so langan veg, sum ringdi seg niðan dalin, sum miðgarðs- ormurin. Kundi nakar vegur og dalur vera longri í verðini? Og her búðu fólk, tí niðan eftir tí langa vegnum komu tveir mans so hóvliga - Øregaard og Sofus hjá Karli. Tey gomlu tjørubræddu húsini talaðu sína millum og róstu tí svørtu kirkjuni við tí hvíta torninum. Hetta var Norðagøta. Ikki tordi tú at hyggja upp, tú bara rodnaði, tí kanska búði gentan við teimum stóru bláu eygunum og tí fagra gula hárinum í Norðagøtu? Ikki bara tað, at her vóru eygu, ið hugdu eftir tær — her var ikki so innibyrgt sum inni í Fuglafirði. Tú sást eystur í hav, og hvat var har? Vóru flotoyggjar har, ið krógvaðu seg handan sjónarringin? Ja, tað var tað. Tú kundi kanska farið onkran dagin har við Sofusi, Pride, Smirli ella Polaris og vita, um so var. Jú, har vóru pálmar og dadlur. Tú kundi bara rætta teg upp og taka dadlurnar, ið hingu so tættar á greinum og trøum. Tú slapst frá at fara oman í Glæmuna ella Pidda, at keypa dadlur. Víndrúurnar vóru so saftigar, at ein — ja, bert ein var nóg mikið til ilurin fór út í nælsrøt- urnar. Undir pálmunum dansaðu tær ungu genturnar í tí lýggja summarlotinum. Tær høvdu blá eygu og fagurt gult hár. Hárið livdi ímillum greinar og trø. Bara eg slapp út hagar ein dag – kanska, men tú vart í Gøtu, og tað var so fjart frá Bakkanum í Fuglafirði. Hetta var so nógv longri enn heim í Gjógvara. Ja, satt at siga átti tú at steðga á her, sum Bergur gjørdi, so hevði avkomið títt í dag mannað ein seksaring . Tað vóru tey, sum fóru út og kannaðu hesar flotoyggjar. Summi komu aftur, men nøkur vóru verandi. Men fyri tann unga fuglfirðingin var Gøta tann fremmanda verðin og fremmandi heimur, sum bara var til í ævintýrum. Faðir var í Suðuríshavinum sum heilt ungur, og hevði ein kona á munni í Fuglafirði: Lukka, Theodor hevur verið víða, men so fekk hann sær bara konu úr Oyndarfirði! Bara,_.. ja, og onkur fekk sær bara konu úr Gøtu. Mundi hetta ikki vera eins gott sum at hava konu av Bermuda? Pól Klein, ættaður frá Gjógv, sigur einastaðni frá, tá ið W.U. Hammers- haimb var seinastu ferð við Gjógv(14.juli 1878) og segði farvæl, fylgdi øll bygdin honum á leið. W.U. Hammerhaimb lýsti vælsignilsi yvir manna- múgvuna, tá ið tey skildust. Eftir hetta tók Pól Klein seg burtur frá og setti seg í einingi og kom hetta fram fyri hann. Tað vóru liðin 8 ár síðani 2 áttamannafør frá Gjógv gingu burtur á Norðhav- inum, og nú hevði hann sum 20 ára gamal drukkið vatn saman við unnustu síni á Varmakeldu hetta árið. Gentan kom úr Oyndarfirði. Soleiðis kunnu vit nevna fleiri dømir um gentu og drong, sum blivu góð hvørt við annað á slíkum stevnum. Ofta úr hvør sínum herðashorni í landinum, men tær nýttist ikki at fara longur enn til Gøtu. Tað gjørdi Bergur, og tað var gott. Tað, at føroyingar fóru upp um fjøll, um firðir og sund til . jólabygdir — nýggjársbygdir— á Varmakelduveitslu og fóru til Gøtu at dansa á Kyndilsmessu o. s. fr. , hevur gjørt tað, at vit eru so fræg, sum vit eru. Um gøtumenn bert vóru í Gøtu og fuglfirðinag bert í Fuglafirði, høvdu vit havt tríggjar fingrar á hvørjari hond tvær tær á hvørjum fóti, ja, so var einki fótbóltslið hjá Eyðger og Berguri, og í sjálvum sær eingin fótbóltur. Vit skulu vera glað, at soleiðis ikki bleiv, tí við byrjan av 18. árhundrað vóru bert uml 5000 fólk í øllum Føroy- um, og ikki kann sigast annað enn, at væl er komið burtur úr. Tað er neyðugt at koma saman, og tað er neyðugt at hava stevnur. Nú eru stevnurnar vorðnar summastevnur. Tað er gomul siðvenja at leita saman til álvara og gaman, men so er tað hitt, at onkur fer at skavast á fyrsta sinni - hon norðast av landi og hann sunnast av landi_ ja, og kanska verður onkur fuglfirðingur ásttikin í nátt í onkrari gøtugentu og fer at drekka av kærleikskelduni saman við hesum fljóði á fyrsta sinni á hesi stevnu. Hvør veit? Og ikki kann annað sigast, at tað er gott, ja, tað er kanska tað besta, sum spyrt burttur úr stevnufagnaðinum. Jú, vit rodnaðu upp um bæði oyru, tá ið vit komu út um Eiðið.Í dag er annað bedatt. Nú taka ung ein “ Fjallarev” á bakið og fara kring tann víða heim uttan at rodna , men eg ivist onga løtu í, at tey eisini droyma sínar dreymar - kanska á ein annan hátt. Tey hava ein annan kosmiskan hugburð, eitt annað hugfar enn vit, sum vóru ung fyri umleið 40 árum síðani. Tey hava sínar flotoyggjar og droyma um sína Stór oyggj, har gentan býr við teimum bláu eygunum og tí fagra gula hárinum. Tey duga eins væl at finna tað rætta stevið í lívsins avbjóðingum, duga eins væl at elskast, føra seg fram og siga frá, og ikki at tala um at yrkja, skriva, mála og syngja. Midnáttarrøða á Gøtusandi Mentamaður Frits Johannesen úr Fuglafirði helt røðu í sambandi við Gøtustevnuna 22. juli Jú, sanniliga er nógv gott komið úr Gøtu. Vit kundu lagt út við GÌ og fótbóltinum, Felagskór- inum Gøta-Leirvík, Tøting, Harranga , nevnt Arnleyg og Tummas, sum alla sína ævi stríddust fyri Blásastovu. Tey settu ein prýðiligan varða eftir seg við teimum gomlu húsunum kring kirkjuna. Tak bara Petur Jensen, Petur Prent, Tummas Jákup Thomsen, Jan Zachariassen, Jákup Zachariassen, Ósbjørn Jacobsen, Símun Konoy og yndisiliga sprundi Eivør Pálsdóttir. Hon má verða gentan við teimum føgru bláu eygunum og tí fagra gula hárinum. Jú nógv gott er í Gøtu og nógv gott er komið higani. Um nakað gott er komið úr Fuglafirði, kunnu onnur meta um. Men lat okkum hesa summarnáttarløtu - ungur sum eldri, droyma okkum burtur í rúsandi ástarleik. Henda summarnáttar- stundin er ein av teimum allar fagrastu, tú kanst hugsa tær, ein skygging, sum Pól F. eisin hevði tikið til sín. Og løtan, hin signaða ríka, Tíðin legg tínar veingir á kvirru ástheitu nátt saman, bert hesa stund, á lat meg í kossinum doyggja, meðan eg sælur kyssi tá hvíli eg æviga gott. mítt sólfagra ástarsprund. Frits