mikudagur 5. mai 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 83 — 5. MAI 1999
tíðindablaðið
13
Prislækkan og uppringingargjald
Føroya Tele hevur nú gjørt av at fylgja ynskjunum hjá
Vinnumálastýrinum og brúkarunum um at lækka prisirnar
á so at síga øllum økjum. Men samstundis setur felagið í
verk uppringingargjald, sum telur hvórja ferð móttakarin
svarar - eisini tá ringt er til skeivt nummar
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyrsta roknskaparárið hjá
Føroya Tele er farið afturum
og ikki kann sigast annað
enn at væl gekst í hond.
Arsúrslitið áðrenn skatt
var eitt avlop upp á góðar
22 mió. krónur. Av teimum
fær landskassin tær seks so-
leiðis, at tað sum liggur eftir
í kassanum við Tinghúsveg-
in er góðar 16 mió. krónur.
Sammett við 1997, með-
an felagið enn kallaðist Tel-
efonverkið, so er úrslitið á
leið tað sama sum tá. Síggja
vit burtur frá skattinum, so
er úrslitið fyri 1998 góðar
100 túsund betri enn tað var
árið fyri.
Tá tað kom fram, at ný-
stovnaða partafelagið hevði
eitt so stórt yvirskot, vóru
røddir frammi um at Føroya
Tele åtti at lækka prisirnar,
ti kostnaðurin at brúka tel-
efon í Føroyum er væl
hægri enn hann er i okkara
grannalondum, og tað vóru
tey, sum á orðið, at tað kann
ikki verða rætt, at vit gjalda
yvirpris, samstundis sum
Føroya Tele hevur eitt stórt
yvirskot.
Nú kemur lækkingin
Frá fyrsta juni lækkar Før-
oya Tele prísirnar á so at
siga øllum økjum, soleiðis
at tað verður bíligari at tosa
í telefon.
Innanlands lækka prísir
nir úr 88 oyrum um min
uttin um dagin til 70 oyru,
og tað svarar til eina lækk-
ing uppá knøpp 21 prosent.
Kvøldtaksturin verður pros-
entvist lækkaður lika nógv,
og f oyrum merkir tad, at
tað framyvir kostar 35 oyru
at tosad í telefon í eitt min
utt á kvøldid og á nátt. Aðr-
enn kostaði tað 44 oyru.
Kostnaðurin fyri uttan-
landssamtalur lækkar eisini.
Ein samtala til Danmarkar
kostar í dag 3 krónur og 50
oyru um dagin og I krónu
og 75 oyru um kveldið, men
eftir fyrsta juni verður
kostnaðurin lækkaður til á-
vikavist 3 krónur og I krónu
og 65 oyru.
„Long distance:
bíligari
Størsta prislækkingin er tó
ikki á teimum samtalum
sum tey flestu okkara gera.
Í longri tíð hevur tað kostað
millum 16 og 24 krónur at
ringja til so fjarskotin lond
sum Australia, Hong Kong,
New Zealand og eitt nú
Oman.
Hesir prísbólkar verða
framyvir stríkaðir, allir utt-
an 16 krónu taksturin. Ein
samtala til New Zealands,
sum fyrr kostaði 24,60 um
minuttin fer eftir 1. juní at
kosta 9,55, og ein samtala
til Oman, sum fyrr eisini
kostaði 24,60, fer framyvir
at kosta 16 krónur
Orsøkin til hesa stóru
lækking er, at tað ikki long-
ur er so dýrt hjá Føroya Tele
at samskifta við hesi lond-
ini, og hesum skulu kund-
arnir hava gagn av, sigur
Andrass Róin, stjóri á Før-
oya Tele.
Ikki bara lækkingar
Hóast tað ljóðar framúr gott
hjá teimum allarflestu, at
prísirnir lækka, so er ikki
bara talan um lækkingar,
minni enn so.
Eins og í grannalondum
okkara fer Føroya Tele at
taka í nýtslu uppringingar-
gjøld. Henda skipan verður
eisini tikin í nýtslu 1. juni,
og tað merkir, at hvørja
ferð, ein telebrúkari ringir
til ein annan brúkara - og
hin svarar - so kostar tað 30
oyru. So kann tað verða líka
mikið um tað er móttakarin
sjálvur sum svarar, um tað
er telefaksi, telefonsvarari
ella eitt modem. Uppring-
ingargjaldið fellur hvørja
ferð tað svarar í hinum end-
anum.
Henda broyting hevur
sjálvsagt sína ávirkan á prís-
lækkingina, tí í grundini
merkir tað, at tað gerst dýr-
ari at tosa í telefon eftir 1.
"FORDOBLE T.
- Høvudsorsøkin til, at prísirnir ikki lækka fyrr enn nú er, at gongd er ikki komin á tekn-
isku menningina i nóg góðari tíð. Og
júst tað ger, at vit ikki kunnu lækka takstirnar enn
meira, tí útreiðslurnar av menningini eru enn rættiliga stórar, sigur Andrass Róin, stjóri
á Føroya Tele, sum 1. juni lækkar so gott sum allar samtalutakstir
juni, um so er, at tú hevur
lyndið til at tosa stuttar sam-
talur
Hálvan annan minutt
Utrokningar, sum Føroya
Tele hava gjørt visa, at tosar
tú, um dagin, í telefon styttri
enn uml. 95 sekund hverja
ferð, so verður tað framyvir
dýrari brúka telefonina
Tosar tú longri enn tað, so
verður tað í longdini biligari
at brúka telefonina.
Um kveldið og um nátt
ina er tað so, at tosar tú
styttri enn 195 sekund, ella
góðar tríggjar minuttir, so
verður tað framyvir dýrari
at brúka telefonina um
kvøldið. Fert tå upp tríggjar
og ein hálvan minutt, so
verður tað í longdini bíligari
at brúka telefonina
Komu ov seint í gongd
Leiðslan í Føroya Tele við-
gongur, at Føroyar eru eft-
irbåtur tá tað snýr seg um
bíligar telefonsamtalur, men
sigur samstundis, at tað
fíggjarliga ikki hevur verið
forsvarligt at gera takst-
lækkingarnar fyrr
Vit hava verið eftirbátar
tá tað kemur til takstin, men
so sanniliga eisini tá tað
snýr seg um útbygging. Vit
samanlíkna okkum við
grannalond okkara og í mun
til tey eru vit í dýrara lagið
Ísland er eitt av bíligastu
telelondum í heiminum, og
orsøkin til tað er, at teir hava
verið skjótir við teknisku
útbyggingunum. Vit eru
komin ov seint í gongd
staðfestir Andrass Róin,
sum tó ikki er í iva um, at
hetta sugið hjá Føroy Tele
er eitt sug á rættari leið
60 ára lega á Selatrað
Fyrst í august mánað í ár eru liðin 60 ár síðani fyrstu fór-
oysku KFUM-skótarnir avløgdu skótalyftið, og hetta verð-
ur sjálvandi hátíðarhildið við eini legu á Selatrað
SVEINUR TRÓNDARSON
>Tíðin rennur sum streymur
í á ...“. Tað eru ikki so få
okkara, sum hava sannað
hvussu rættar júst hesi orð
hava, og neyvan er tað stór-
vegis gðrvísi hjá skótunum,
tí tað eru longu liðin 60 ár,
síðani KFUM skótarnir
vóru stovnaðir.
Tað var Palli Thomsen í
Gøtu, sum stovnaði
fyrstu KFUM
skótarnar í land-
inum. Byrjað
var við ellivu
skótum í
tveimum
patrulj-um, men tað var so
skjótt, at talið vaks uppá
tjugu. Palli heyði fingið á-
hugan at arbeiða við skótum
efur at hann hevdi verið
saman við einum donskum
trúboðara, Chistensen kall-
adur
Dreingirnir - í teirri tíðini
vóru tað bara slíkir, sum
kundu gerast skótar -
lærdu at matgerða,
kynda bál, binda knútar
og kunning.
Ikki var tað líka
lætt, tá sum nú, at
koma runt í landin-
um, men kortini var skipað
fyri onkrum náttarvenjing
um og onkrum hissini
turum. Umstødurnar vóru
ikki av teimum bestu fyrstu
árini. Kríggj herjaði kring
heimin, og í Féroyum vóru
tað eingilsmenn, sum høvdu
seimasta orðið at
siga. Eisini
Gren Framtíð 99
tá skótar ætlaðu sær í hagan
Palli Thomsen hevur sagt,
at tað var so mangan, at
skótarnir vóru sendir heim
aftur stutt efur at teir vóru
savnaðir, av tí at luftalarm-
urin fór í gongd
I daghava allir skótar
búnar, men í byrjanini var
tað eitt sindur tunnligt við
ti. Talan var jú um fyrsta
skótalið í landinum, og tí
vóru eingir búnar tøkir. Men
Palli Thomsen var ikki ráð-
aleysur, minni enn so. Hann
settist við nál og tráð, og
seymaði búnarnar sjálvur
Skótalega á Selatrað
Síðani fyrsta skótalið varð
stovnað er nógv vatn runnið
í ánna. Fleiri lið eru komin
til, og umstødurnar at vera
skóti i Føroyum eru nógv
batnaðar. Eingilsmenninir
eru burtur, og hava skótar
hug at fara í hagan, ja, so
nýtist teimum ikki at s spyrja
nakran um loyvið fyrst.
Umframt tad, so hava
skótarnir sum kunnugt fing-
ið ein skótadepil á Selatrað,
sum er eitt frálíkt stað at
savna nógvan ungdom.
Vegurin endar har, og tí er
eingin - avgjørt eingin -
gjøgnumgangandi ferðsla.
Hóast Skótadepilin er
15.000 fermetrar, so er
plássið kortini ikki nóg stórt
til at hava eina so stóra legu.
Tí hava skótarnir leigað bø-
in niðanfyri leguna, og tað,
Tað er í hesum vakra umhvørvinum skótarnir húsast tá teir
eru á legu á Selatrað
at teir kunnu tað. vísir sam-
starvið millum skótarnar og
fólkið á Selatrað.
Legan er býtt í fýra und-
irlegur. Hetta er gjørt fyri
at tað skal verða lættari at
skipa skránna við tí nógva
virkseminum, umframt heik
og útferðir
Nógv virksemi
Tað verður nú heldur ikki
so líuð, sum skótarnir fáa
at takast við tá legan verður
í døgunum 8. til IS. juli
1999. Virksemid fer at
fevna umhvørvi, náttúran
og ungdomur. Ein hopur av
ymiskum valfrium virksemi
verdur at velja imillum, og
á skránni standa m. 9. hesi
primitiv matgerð, ullavirk-
ing, vatn- og vindorka,
misstónsarbeiði, útróður- og
fiskatilvirking = umframt
annað mangt
So tað er mangt sum
bendir á, at skótarnir fáa úr
at gera tå teir hittast á Sela-
trað um nakrar mánaðir.