týsdagur 11. mai 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið
Nr. 87 — 11. MAI 1999
Formaðurin i Havnar Arbeiðsmannafelag: Vit kundu ikki fáa meir:
Hava ongantíð fyrr fingið
so stórar lønarhækkingar
- Vit vildu ikki slaka meir. Tex, sum eru
spent fyri vognin, kunnu ikki blíva við
at dragna, sigur Karl Johansen
>
AK B R SEN
Nøgdur???, eg vert ikk
H: Arbe annafe
c 0 Í støð og
S S dine
) irbeidsge
M " n y
i 3 i
$ stu k
SOS Sk du H
i DK is i Fl -
} Q Klaksvík
ÁKI BERPHOLDSEN
Klokkan trý leygarnátt-
ina skrivaðu Havnar Ar-
beidsmannafelag, Klaks-
víkar Arbeiðsmannafel-
ag og Klaksvíkar Ar-
beiðskvinnufelag undir
sáttmála við Føroya Ar-
beiðsgevarafelag um ein
nýggjan tvey ára sátt-
mála
Eftir nýggja sáttmálan-
um fáa arbeiðarafelogtni
eina lønarhækking uppá
tilsamans 9.25%.
Tað vil siga, at tey fáa
arbeidarafeløgini 3,55 kr.
afturat timalønini I. mai
i år og aftur 3,55 kr. aft-
urat 1. mai 2000.
Tilsamans svarar hetta
til ein samladan lønar-
vøkstur uppå 7,10 kr.
hesi bæði árini.
Timalønin hevur verið
76,62 kr.
Men !. mai í ár hækkar
hon sostatt upp í 80.17
kr. og !. mai næsta ár
hækkar hon aftur upp í
83,72 um tíman.
Hetta var annað upp-
skotið, sum semings-
menninir, Niels Sørensen
og John Rajani. løgdu
fram.
Aðrenn høvdu teir lagt
eitt uppskot fram, sum
gav arbeiðarafelogunum
3 krónur afturat um |.
mai í år og 3,40 afturat
1. mai komandi år.
Hetta uppskotið góð-
tóku arbeiðsgevararnir,
men arbeidarafeløgini
vrakaðu tað.
Og eitt skifti gingu
samráðingarnar gingu so
Fåa 7,
afturat i løn
afelag
mugu I hvussu
10 kr.
illa, at partarnir vóru
farnir at pakka saman, tá
ið glið kom á aftur.
Men áðrenn partarnir
fóru til hús, bóðu sem-
ingsmenninir bæði fel-
øgini hittast at taka i
hondina å hvør ødrum og
at biðja góða nátt.
Tá vísti hann á, hvussu
lítið tað var, sum skilti
partarnar.
Talan var bara um
0,92%, ella 1,40 kr., sum
skilti partarnar og hann
helt tað vera spell at ein
stórur partur av land-
inum skuldi verða lagdur
lamin fyri so lítið.
Tí spurdi hann, um ar-
beiðarafelogini og ar-
beiðsgevararnir = ikki
kundu svelgja hvor sín
part av tí seinasta kamel-
inum.
Og tað góðtóku part-
arnar so og so kundi sátt-
máli undirskrivast.
Ki. 10 í gjár
Nú eru samráðingarnar í-
millum Foroya Arbeiðar-
afelag og Havnar Ar-
beiðskvinnufelag gðru-
megin og Føroya Ar-
beiðsgevarafelag hinu-
megin, og tær byrjaðu kl.
10 í gjáramorgun..
Semingsmenninir
høvdu longt teirra sáttála
til á midnátt í gjårkvøld-
ið.
Hóast tey try feløgini
hava gjørt sáttmála er tað
ikki sagt, at samráðing-
arnar við Føroya Arbeið-
arafelag og Havnar Ar-
beiðskvinnu fara at
ganga líka lætt.
a undir nýggjan
a sáttmála við Førova
Vit fingu ikki tað, sum vit vildu hava. Men hetta er tað mesta, sum vit hava fingið og vit
kundu ikki fáa meir. Karl Johanesen er hampiliga væl nøgdur við sáttmálan, sum Havnar
Yrbeidsmannafelag og arbeidarafeløgini í Klaksvík skrivaðu undir leygarnáttina
ag sigur, at tað var ómøgu-
ligt at fáa meir
- Verkfall var í hond. Vit
høvdu vrakað eitt semings-
uppskot og vóru farnir at
pakka saman.
Men so gjørdi semings-
maðurin eina síðstu roynd
og tað eydnaðist so
Ikki meiri enn rimiligt
Karl Johansen sigur. at
hesuferð var tað so at siga
bara lønarhækking, sum fel-
øgini vildu hava.
Og hann heldur, at ein
trivalig lønarhækking er
ikki annað enn rímiligt.
Tað eru vit, sum dragsa
samfelagið Føroyar Framá.
Og tað gongur ikki at vit.
sum eru spent fyri vognin.
skulu vera tey einastu sum
sum ikki fáa nakran lønar-
ágóða, sigur formaðurin í
Havnar Arbeiðsmannafel
ag.
Arbeidsgevararnir eru
ikki serliga væl nøgdir við
sáttmála. Teir siga, at hann
ger okkara kappingarføri
verri?
Hatta leggi eg ikki í at
gera viðmerkingar til. Men
tða sigur seg sjålvt, at ar-
beiðarin kann ikki gerast til
syndabukk fyri at nøkur
flakavirki ikki klára seg.
Verkafólkið kann ikki
standa einsamalt eftir við
ongum og hyggja at ímeðan
allir aðrir bólkar í samfel-
agnum fáa lønarhækking.
— At so lønarlagid sum
heild helst er hægri, enn
hetta samfelagið ber, er ein
onnur søga. Sum er klára vit
okkum ikki uttan blokkin.
tí uttan hann var ikki hugs
ingur um at havt hetta løn-
arlagið.
Men verkamaðurin kann
framvegis ikki vera tann
einasti, sum stendur eftir við
ongum, sigur Karl Johan-
sen.
Ingeborg vildu ikki
Vit spurdi eisini Karl Jo-
hansen. hví oll arbeiðara-
feløgini ikki samráddust
saman, um tað ikki hevði
verið betri fyri verkafjøld-
ina sum heild.
Eg veit ikki, um tað
hevði verið betri. Vit hava
roynt tað onkuntíð, men tað
hevur ov ofta víst seg, at tað
endar bara í illstødu, uttan
at eg skal geva nøkrum á
vísum skyldina fyri tað.
Nú samráddust vit so
saman við Klæaksvíkingum
og tað endaði í hvussu so er
ikki í illstødu.
Karl Johansen sigur, at
hesuferð bar tað so yvir-
høvur ikki til samráðast í
felag, til formaðurin í For
ova Arbeiðarafelag gjørdi
taðpúra greitt. at tey vildu
ikki samráðast í felag
Og fyri at gera tað heilt
klárt, setti Ingeborg Vinther
skott ímillum okkara sam
ráðingar og teirra, tí sem-
ingsmenninir søgdu, at hon
hevði kravt, at teir teir
skuldu onki upplýsa fyri
okkum um teirra samráð-
ingar.
— Vit royndu at fola okk-
um fyri, so vit vistu, hvat
vit flutu, men har var onki
at gera
- Og vit fara ikki at gera
knæfall fyri Føroya Ar-
beiðarafelag.
Tá ið tey settu tað so
hart upp. var onki hjá okku
mat gera, uttan at gera okk-
ara egna sáttála, uttan at
spyrja tey eftir, sigur Karl
Johansen.
Ingeborg Vinther: Ávirkar
ikki okkara samráðingar
— Vit skulu ikki bløda fyri tær semjur, sum onnur feløg gera, sigur hon
AKI BERTHOLDSEN
- Talan er um hver sínar
samráðingar. Men vandi er
fyri, at hetta ger okkara
stóðu truplari.
Ingeborg Vinther, for-
maður í Føroya Arbeiðara-
felag. sigur, at såttmålin,
sum varð undirskrivaður í
nátt ímillum Føroya Ar-
beiðsgevarafelag ødrumeg-
in og feløgini í Klaksvík og
Havnar Arbeiðsmannafelag
hinumegin, kann ikki brúk-
ast sum stødi undir teimum
samráðingunum. sum í
gjáramorgunin byrjaðu For-
oya Arbeiðarafelag, Havnar
Arbeiðskvinnufelag og For-
oya Arbeiðsgevarafelag.
Hon sigur, at talan er um
heilt hver sínar samráðing-
ar, við hver sínum krøvum,
so hesar samráðingarnar
kunnu ikki samanberast.
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðskvinnufelag
samráðast saman um um
lønarsåttmåla og tey bæði
feløgini eru nú farin undir
samráðingarnar við arbeiðs-
gevaran igjøgnum semings-
mannin, sum hevði útsett
eitt møguligt verkfall til á
midnått gjårkvøldid
Fåa fullan studul
Føroya Arbeiðsgevarafelag
og Havnar Arbeidskvinnu-
felag høvdu ein fund i
Kollafirði leygardagin.
A tí fundinum fekk sam-
ráðingarneyndin fullan
stuðul og í eini yvirlýsing
heittti fundurin á samráði-
ngarneyndini um at halda
fast um tey krøv, sum vórðu
sett fram.
Liggur tað í hesum, at tit
halda, at feløgini í Klaksvík
og Havnar Arbeiðsmanna-
felag hava fingið ov lítið ?
— Tað havi eg ongar við-
merkingar til. Eg fari ikki
at gera viðmerkingar til
teirra sáttmála, sigur Inge-
borg Vinther.
Men aðrar keldur í For-
oya Abreiðarafelag siga, at
tað er júst soleiðis, at áheit-
anin á samrådingarnevnd-
ina skal skiljast.
Ingeborg Vinther sigur. at
tey samráðast við arbeiðs-
gevaran útfrá teimum krøv-
um, sum tey høvdu.
Tey kravdu 15 krónur aft-
urat um tíman. Tað svarar
til fast í 20%. Og tað kravið
halda tey fast um
Men ber tað til at hava
ójavnar lønir í landinum?
— Tað er í hvussu so er 6-
metaliga trupult. Men okk-
ara feløg skulu bløda fyri
tær semjur, sum onnur feløg
gera. Limirnir í Føroya Ar-
beidarafelag og Havnar Ar-
beidskvinnufelag vid okk-
ara fortreyum og okkara
krøvum skulu ikki bløda
fyri eina semju, sum Havnar
Arbeiðsmannafelag og fel-
øgini í Klaksvík hava gjørt
undir teirra fortreytum og
vid teirra krøvum, sigur
hon.
Væntar tú, at semjan i
dag fer at gera tykkara sam-
rådingarstødu truplari, ?
— Ja, um hendan semjan
verdur drigin uppi okkara
samráðingar, so fer tað at
gera støðuna truplari, sigur
Ingeborg Vinther.