Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mai 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 — 20. MAI 1999 tíðindablaðið Og við fleiri skattakrón- um hava politikarar nógv stórri møguleikar at finna loysnir, m.a. á eldraøkinum Roynt eftir førimuni Páll Vang segði, at á eldra- økinum hevur kommunan roynt eftir førimuni, tå ið hugsað verður um fíggjar- støðuna hjá kommununi. - Fyrsta tiltakið var at lata pensionistafelagnum holi í skúlanum at vera í. Eitt ann- að tiltak var at fáa Undir- húsið latið upp. og tað hevur nú eydnast. Í „Snaruni“ er ein kaffimunnur at fáa og har skuldi verið eitt gott høvi at fingið eitt prát um dagsins viðurskifti. Men so gjørdi hann vart við, at eisini konufólk vóru vælkomin í Snaruna. Síðani hevur býráðið í samstarvi við heimahjálpina gjørt eitt fyribils sambýli til nøkur fólk. — Hetta var ein loysn, sum tað gekk rættiliga skjótt at seta í verk. Tað vísti seg, at tað var skjótt at fáa hetta sambýli á fótur, tá ið málið ikki skuldi ígjøgnum lands- stýrið. — Eftir umstødunum er hetta ein hampilig loysn, og í ollum førum hava tey fólk- ini tað munandi betri enn tey høvdu tað árðenn Kanna tørvin á...... Páll vang segði, at seinasta tiltakið hjá Tveroyrar Kommunu er, at ein fakligur bólkur er settur at kanna tørvin. Men hvørjum tørvurin skuldi kannast å, visti hann ikki. Tí politikararnir vistu ikki, hvørjum tørvur var å. — Vit hava lagt stóran dent å at lysa tørvin. Ti vit halda, at tað er sera umráðandi. at tað, sum býráðið ger á økin- um, er tað rætta. Og vit vita ikki, um tað er tørvur á sam- býlum, ellisheimum, um- lætting og, um so er, til hvussu nógv fólk. — Og eg má tíverri siga. at eftir at hava tosad við heimahjålp, heimasjúkra- systir, kommunulæknar og ellisheimid, endaðu vit aftur í eini meting. — Tvs, at vit komu ikki Býráðsformaðurin á Tvør- oyri hevur varhugan av, at Landsstýrið førir ein „hendur í favn“ politikk á eldraøkinum har tey vita, at tað eru kommunustýris- limir sum síggja trup- ulleikan dagliga. Sostatt liggur trýstið á kommun- unum og tær verða óbein- leiðis tvingaðar at finna fígging til endamálið. Hann helt, at hetta var ódámligur máti at føra politikk uppá trupulleikanum nóg nær, tó at vit nærkast. Vit hava fingið at vita, at eini 60-70 fólkstanda á bíðilistanum til ellisheimið. Men spurningurin er, hvussu stórur tann veruligi tørvurin er, tí tað er onki dulsmál, at nógv skrivað seg upp í góðari tíð fyri at tryggja sær pláss, tá ið tað kemur so langt. Páll Vang segði, at niður- stødan er nú blivin tann, at útvegar býráðið eitt sam- býli/umlættingarheim tl eini 10 fólk er tað á góðari leið í Tvøroyrar kommunu. Men hvussu nógv av teimum 10 plássunum skulu vera til umlætting og hvussu nógv buplåss, visti hann ikki, ti tað máttu fakfólkini meta um Býráðsformaðurin segði tað er útfrá hesum, at bý- ráðið nú arbeiðir. Og hann roknaði við, at kommunan fer at finna eina hóskandi loysn longu seinni í ár. Ein stor fløkja Annars fyltist byrådsfor- maðurin á , at landspolitiskt er eldraøkid ein stór fløkja, alt sum tað er. — Har einasta, sum hevur gingið eftir eini fastari skip- an eru ellis- og røktarheim- inum. Har hevur landið goldið 85% og kommun- urnar 15%. — Men nú er eisini ólag komin tað skipanina. tí heimini í Sandoynni hava fingið eina serliga skipan. — Hinvegin eru tað neyv- an tvey sambýli, sum eru fíggjað uppá sama máta. — Sambýlini eru ein Tey, sum vóru á eldrasamkomuni á Tvøroyri fingu at vita, at kommunan var farin at kanna torvin. Býráðið arbeiðir nú vit at gera sambýli og umlættingarheim til eini 10 fólk vavstur ímillum land og kommunur, millum komm- unu og kommunu har tær byggja sambýli í felag, enn- tá millum kommunur og ell- isheim í onkrum føri og onkur sambyli eru sjålvs- ognarstovnar. Har er ongin felags fígging. uttan tað, at nú er ein kunngerð lýst um at 50.000 krónur verða lætnar í byggistuðuli til hvort fólk í einum sambýli. — Hinvegin skulu komm- unurnar sjálvar rinda náttar- vaktirnar hjá heimarøktini. Náttarvakt hevði hjálp Spurningurin er so, hvat vit skulu leggja dent á í fram- tíðini. — Vit vita, at tað er dýrt at byggja og reka stovnar Men tað eru aðrar skip- anir. Eitt nú er ein skipan í Danmark. har heimasjúkra- systir og heimahjálp hava náttarvakt saman og koyra runt í sama bili til tey eldru, sum hava brúk fyri tí. Páll Vang segði, at ein slik 0: VG AA FSS skipan kostar so ikki meiri enn tvær lønir. Hann segði, at fólk vilja fegin vera í sínum egnu hús- um so leingi sum gjørligt. Men tað er einki at ivast í, at tey eru mong. sum stúra fyri náttini og at eingin skal hyggja inn til teirra frá klokkan átta um kveldið til kl.. átta um morgunin. - Hinvegin høvdu tey følt seg munandi tryggari um tey vistu, at onkur hugdi inn til tey eina, ella tvær ferðir um náttina. A Tvøroyri hevði eisini verið tosað um at brúka ell- is- og røktarheimiå bara til røktarsjåklingar = og at kommunurnar so kundu finna loysnir til tey fólkini., sum vóru frægari fyri. Men so krevst óivað meiri starvsfólk til røktar- heimið og tað er aftur ein peningaligur spurningur. Býráðsformaðurin á Tveroyri segði. at hann hevði varhugan av, at Landsstýrið — førdi ein „hendur í favn” politikk á eldraøkinum har tey vita. at kommunurnar hava trupul- leikan. tí tað eru kommunu- styrislimir sum síggja trup- ulleikan dagliga. Sostatt liggur trýstið á kommun- unum og tær verða óbein- leiðis tvingaðar at finna fígging til endamálið. Hann helt, at hetta var ein ódámligur máti at føra poli- tikk uppá, ístaðin fyri at fáa eina greiðar reglar ímillum land og kommunur. Onki at ræðast Annars helt Páll Vang ikki, at ætlaða fólkatryggingin er nakað a ræðast. Tí oll lond, eisini hini vælferdarsamfeløgini norð- urlondunum hava ásannað, at tað almenna orkar ikki at betala fólki eina rímiliga pensjón í framtíðini.. — Hann vísti eisini á, at Havna Arbeiðsmannafelag hevur longu eina fólka- trygging, sum er ein stórur bati hjá teimum pensjoner- aðum arbeiðsmonnunum í Havn. Annars helt hann, at útlit eru til, at Tvoroyar Komm- una verður betri før fyri at arbeiða á eldragkinum í framtíðini, tí nú er líkt til, at skuldin hjá kommununi fer at minka 1/3, tá ið kommunuloysnin hjá lands- stýrinum er sett í verk. Eftir teirri loysnini skal toppurin av skuldini hjá teimum ringast staddu kommununum strikast, so at ongin kommuna kemur at skylda meiri enn tríggjar álíkningar. A eldrasamkomuni í skúl- anum í Trongisvági hug- leiddi eisini Sigvald Krist- iansen frå um eldraárini. Hann greiddi frå støduni hjå teimum eldru i Føroyum og hann greiddi frå, hvussu fólk kunnu bera seg at fyri at halda seg raskari upp í ellisårini. Bera vit okkum skila- gott at, ber i mongum førum til at utseta vanlig ellisbrek og sjúkur í nógv år, og kanska eisini heilt at sleppa undan teimum segði hann Sigvald Kristiansen er fyrrverandi kommunulækni og næstformadur i nevnd- ini, sum fyrireikar tiltøk i smbandi við eldraárið Tað. sum hann segði. líkt- ust so nógv tí, sum hann bar fram á eldrasamkomu í Vági fyrr í mánaðinum. og sum vit endurgóvu tå, at vit skulu ikki troytta lesaran við at endurtaka tað hesu- ferð. A hugnakveldinum var eisini Levi Niclasen, bygda- ráðsformaður í Hvalbiar Kommu og hann forttaldi søgur. Síðani var dúgliga sungið aftur við harmonikutónleiki og borðreitt var við kaffi, te og kakum. Alt í alt eitt líka væleydn- að og hugnaligt kveld sum samkoman í Vági fyrr í mánaðinum.