Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 95 — 22. MAI 1999 tíðindablaðið Studningur á kongafiski er nú tikin av: Missa ein hóp av arbeiði av — Vit hava longu mist eina last av landinum, og tað er stórur vandi fyri, at missa fleiri afturat, sigur Fiskavirking 2 =? — Tað hevði gjørt undurverk, um virkini aftur í ár fingu tann vanliga studningin til at keypa kongafisk úr Irmingarhavinum fyri. Nú ongin studningur er, fer tað at kosta ein hóp av arbeiði á føroysku virkjunum AKI BERTHOLDSEN — Tað er onki at ivast i, at hetta kemur at kosta okkum ein hóp av arbeiði. A Føroya Fiskavirking siga tey, at tað kemur illa við, at kongafiskurin úr Irmingarhavinum ikki fær tann vanliga studningin í ár úr landskassanum. Annars hevur landsstýrið í fleiri ár latið virkjum 1,25 kr. í studningi fyri kilo av kongafiski, sum tey keypa frá føroyskum skipum úr Irmingarhavinum. Men í ár verður hesin studningur ikki latin. Og tad kemur illa vid hjå teimum, sum keypa hendan kongafiskin. Tí tað vísir seg ikki sum um tey føroysku virkini, í hvussu so er ikki enn, eru rættiliga kappingarfør, tá ið tað kemur til at keypa fisk frá skipunum, sum fiska kongafisk í Irmingarhavin- um. Fiskiskapurin eftir konga- fiski í Irmingarhavinum er byrjaður. Enn eru bara tveir trolarar farnir í hendan fiskiskapin, teir eru Boðasteinur og Phoenix. Fyribils er Boðasteinur farin at avreiða. Men hann kemur ikki til Føroyar við lastini, hann fer til Skotlands. Hann liggur nú í Lochin- ver í Skotlandi, har fiskurin verður lagdur upp og síðani verður fluttur beinleiðis á størstu uppbodssølu í Ev- ropa, tað í Bologne í Frak- landi, har lastin verður seld. Í næstum skal Phoenix eisini avreiða og í skrivandi løtu er óvist, hvar hann end- ar. A Fiskavirking verður sagt, at tey fingu ikki bjóða nógv nógv fyri tey 75 tonsini hjá Boðasteini og tí selur hann uttanlands. Og tey ivast eisini í, um tað eydnast teimum at fáa fatur á Phoenix. Har halda tey, at tað er stórt spell, at studningurin á Kongafiski er tíkin av, ti tað kemur at kosta eina rúgvu av arbeiði á flaka- virkinum á Tvøroyri. Ikki minst fer tað at kosta arbeiði, seinni, tí væntandi fara fleiri føroysk skip í Irmingarhavið at royna. — Hetta kemur stak illa við hjá okkum, ikki minst tí vit hava keypt eina kongafiskalinju til virkið á Tvøroyri fyri 3 milliónir uppá tað sama, verður sagt á Fiskavirking. Har verður hildið, at ein studningur uppá 1,25 kr. fyri kilo av irmingarhavs- kongafiski er væl latin, tí tað allarmesta fer útaftur í arbeidsløn. Ikki minst hevði tað kom- ið væl við at fingið eitt sind- ur av kongafiski úr Irming- arhavinum, nú fiskiskapurin eftir kongafiski annars er farin heilt í botn. Hevði gjørt undurverk Sigurð Simonsen, reiðari á Boðasteini sigur, at Fiska- virking kundi ikki bjóða teimum meiri enn 4. 25 kr. netto í miðal fyri lastina. Men á uppbodssøluni í Bologna vænta vit at fáa einar átta krónur fyri netto. — Hevdi studningurin ver- ið, kom prisurin í Føroyum upp á 5,50 netto og tað hevði gjørt undurverk. — Fyri ein slíkan pris, vænti eg, at vit høvdå valt tað tryggu loysnina og høvdu avreitt i Føroyum, heldur enn at selt å uppbodi, tí tað er altid ein ávís ó- vissa, sigur Sigurd Simon- sen-ikki minst um talan er um stórar lastir, leggur hann afturat. Heldur tó, at hesin studn- ingurin skuldi verð latin? — Eg sigi ikki, at studn- ingur skal latast, tí vit hava nógvar møguleikar at selja. --Men vit kunnu staðfesta hvørja ávirkan tað hevur, at hann ikki er, sigur reiðarin í Fuglafirði. Tað hevur ljóðað, at ætl- anin var at lata skipunum studningin ístaðin fyri virkj- unum, sum higartil. Men Sigurd Simonsen sigur, at hann hevur spurt fiskimálastýrið um hetta. Og haðani var svarið at tey vistu einki um slíkar ætlanir, sigur Sigurd Sim- onsen. Úr fiskimálastýrinum fingu vit tíverri onga við- merking # % | Bert 1tima… Hanstholm 96 55 03 50 Hedehusene 46 59 34 98 Kolding 76 30 08 55 … tekur tað at rokka eina av okkara nýggju farmastødum - tað sama hvar tú ert í Danmark. Farmastødirnar eru allar mannaðar við serkonum fólki, ið kenna til farmaflutning til og úr Føroyum. Her svara og loysa vit allar ivaspurningar um farm og flutning. Í Hedehusene og Kolding taka vit móti farmi allan fríggjadagin, og í Hanstholm líka til leygardag á middegi. Allir út- og innflytarar av farmi hava nógvar fyrimunir við landsins einastu RO-RO flutnings- leið. Norrøna fer avstað leygarkvøld, og mánamorgun eru vit frammi í Føroyum. Smyril Line Cargo Smyril Line Cargo Jónas Broncksgeta 35 Trafikhavnsgade 7 100 Tórshavn 7730 Hanstholm TIf. 31 59 00 Tlf. 096 55 03 50 Fax 31 89 60 Fax 096 55 03 51 Smyril Line Cargo Birkedam 10 6000 Kolding Tlf. 076 30 08 55 Fax 076 30 09 55 Smyril Line Cargo Guldalderen 6 2640 Hedehusene Tlf. 046 59 34 98 Fax 046 59 30 34 SMYRIL LINE z TIN SKJOTASTA FARMALEID