Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

GR Se Frits Jensen og Essos Nr. 95 — 22. MAI 1999 Frits Jensen kom til Føroya i 1948. Hann byrjar við verkstaðnum í Rætt- ará og flytir seinni niðan í Gundadal, har hann yvirtekur stød. Hann bleiv eina nýggja Esso- ein kendur maður í Føroyum, var fyrikomandi og dugdi væl at selja Magnus Gunnarsson Frits Valdemar Jensen var dani. føddur tann 1. mars 1917. Ein orsek til at hann kom hendanvegin man vera, at hann giftist við føroyskari konu, Ellu, av Tvøroyri. Tey fluttu til Foroya úr E sbjerg í 1948. har hann sum útlærdur bilsmidur byrjar at arbeiða hjá Sigird av Reyni Frits var dugnaligur, nærlagdur og Oførur til at rætta buglur út. og bleiv tí nevndur Buglu-Jensen Tað var ikki ein og hvor ið dugdi slíkt handverk tá í tíðini. Fyrst í fimtiårunum fer Sigird av Reyni at arbeiða sum el-installatørur burt- urav. Tå avgera teir, at Frits leigar bilverkstadin i Rættarå, hóast Sigird framvegis hevði Morris- umboðið. Í 1953 lýsir FRITS JENSEN AUTO- VÆRKSTED við >repe- ration af alle vognmærker, opretning, sproytelakering og reservedele<. Hann var í Rættará til 1958, tá hann flytur niðan í Gundadal, har oljufelagið Esso hevði bygt eina servicestød við íbúð, og teir bjóðaðu Frits at yvirtaka hana. Hann hevði tríggjar lærlingar við niðan úr Rættará, teir vóru André Dalfoss, Poul Erik Thorsvig og Nadd- oddur Jacobsen, sum var hjá Frits í 29 år, frá 1955 til 1984. Umframt Nadd- odd, hava fleiri arbeitt nógv ár hjá Frits, eitt nú Jón Guttesen, Louis Christensen, Carl Olsen, Ady Hovgaard og onnur. Esmar Fuglø stjóri á Esso Tá seinna kríggið var av. stovnaði Esmar Fugla i 1945 sína egnu oljusølu »Føroysk Oljusøla«. Hetta hevur verid vidvirkandi til, at A/S Dansk Esso vendi sær til hansara, so teir kundu fåa oljutangar og good-will fra honum. Valdemar Liitzen hevði umboðið fyri »Dat Danske Petroleums Aktieselskab< og Standard Oil (Esso). Teir lótu umboðið frá sær, og tann 1. apríl 1949 gjørdist Esmar stjóri á >A/ S Dansk Esso« og sat til I februar 1971. Í hesum tíðarskeiði broyttist alt samfelagið í stóran mun. Fiskiflotin var nutimansgjørdur, vega- kervið útbygt, biltalið vaks og el-útbyggingin framd í tílíkan mun, at nærum hvort hús kundi hava oljufýr o. s. fr. Hetta setti stór krøv til olju- handilin og útflýggjan av olju til plåssini, husini og skipini. Tað at biltalid vaks so nógv gjørdi, at nú var ikki nóg mikið við bensin- pumpum sum var vanligt tá, nú skuldi tænastan verða betri, og service- stødir skuldu byggjast. Tann fyrsta i Føroyum var Essostødin í Gundadali, og í 1959 lýsir Frits Jen- sen í bløðunum við >Fær- øernes mest moderne ser- vicestation med de verd- enskendte Esso og Atlas produkter«. Umframt olju og bensin seldu tær fyrstu service- tíðindablað Ella og Frits Jensen á eini Fiat Ritmo framsýning á Torginum í SMS í 1979 stødirnar einans útgerð til bilar, so sum tendripropp- ar, drívreimar, perur, mátt- ur o.a. Í dag er tað minsti parturin av ti tær selja. Fyrsti kundin hjå Esso- stødini var Leif Mohr vid einum Volvo PV - og fekk hann ókeypis bensin! Frits gerst Fiat umboðsmaður Frits fekk umboð fyri Fiat bilar, BSA motorsúkklur, Maicoletta og Vespa scootarar. Fleiri bilhandl- arar, ið ikki høvdu verk- stað sjålvir, gjørdu avtalur við Frits um servicu av teirra bilum, so sum Gunnar Hansen við Merc- edes. DKW og NSU. AI- fred Johannesen við Vol- vo, Bilasølan Norrøna við Simca, Volga og Mosk- witch. Eitt skifti eisini Renault saman vid Valde- mar Liitzen. Sølan av Fiat bilum hevur helst ikki verið so stór tey fyrstu árini, tó koyrdu nakrir hýruvognar og fleiri fyritøkur keyptu Fiat 238 vørubilar. Men Lívið i Rættarå var ikki bara bilar, eisini vóru teir til útróðrar og tá grindaboð vóru, varð alt arbeiði niðurlagt. Manningin her er frá vinstru: Sverri Djurhuus, Sigird av Reyni, smádrongurin er Jóhan av Reyni og Frits Jensen fyrst í sjeytiårunum, tá til dømis teir smáu Fiat 127 og 128 komu, tók sølan veruliga dik á seg. I 1979 sigur sølustjørin hjá Fiat í Danmark, ið var á vitjan í Føroyum, at Frits er ein av teirra bestu bilaumboðum, bæði innan sølu og tæn- astu samstundis sum hann er ein av teimum, ið hevur verið longst innan Fiat. Frits var eisini fyrikom- andi maður og dugdi væl at selja. Okkurt árið var Fiat mest seldi bilur í Føroyum, og tå Fiat Ritmo kom å marknadin i 1979, bleiv skipað fyri stórum tiltaki í SMS og Sjónleik- arahúsinum við donskum undirhaldarum. Frits vitj- aði javnan í Kaffivogni- num á eystaru bryggju. og har seldi hann mangan bilin. Age Udbe við til Danmarkar Einaferð Frits skuldi til Danmarkar, leigaði hann ein hýruvogn at koyra seg vestur á flogvøllin. Komn- ir vestur spyr Frits bil- fóraran. Age Udbø, um hann hevur hug at koma við til Danmarkar, men hann vil bera seg undan. tí tað hevði hann ikki fyri- reikað seg til - hann var í cowboybuksum og tuflum Tað var eingin trupul- leiki, hann skuldi bara koma við, restina skuldi Frits taka sær av. Hann fekk alt, hann hevði brúk fyri, klæðir frá innast til uttast, fínan klædning, lummapening, luksus hotell at búgva á 0. a Tá Age kom aftur fýra dagar seinni, kundi hann koyra hýrukoyring í Havn sum vanligt - eina góða og spennandi uppliving rík- ari. Vit kunnu leggja afturat, at hýruvognurin hjá Age var ikki Fiat. Gunnar Stokholm Ein av góðu kundunum hjá Frits var danin Gunnar Stokholm, ið hevði stóran klædnahandil við Hoy- dalsvegin. Í 1958 lýsir hann við, at fólk kunnu fáa kredit, »Tøj til hele familien, køb nu betal senere«, Tad var ikki van- ligt at lýsa við avgjalds skipan tá í tíðini Hann var ein sera blíður og galantur maður. Um teir arbeiddu uppá bilin hjá honum eftir vanliga arbeiðstíð, kom hann á verkstaðið við heitum pylsum og bollum, og tá bilurin var liðugur. bjóð- aði hann lærlingunum i handilin, har teir fingu skjúrtur, slips og annað teimum tørvadi ókeypis. Hann hevði stórar og fínar bilar. Í 1962 fekk hann ein Ford Galaxie 500 persón- bil. »eitt ordans dollar- grin«. Bilurin hevði 8 cyl motor, var 2,20 metrar breiður og yvir 5 metrar langur við einari eginvekt uppá næstan 2 tons. Ætlanir um útbygging Í bladsamrødu í 1979 verður greitt frá eini ætlan hjá Frits Jensen um út- bygging. Har verður sagt. at grundað á ta stóru søl- una av Fiat bilum í Før- oyum hava umstødurnar at veita viðskiftafólkunum ta røttu tænastuna ikki verið so góðar, sum tey kundu hugsað sær. Nú kunnu tey tíbetur ugga viðskiftafólk- ini við, at teir eru farnir undir at byggja nygg handilshølir á einum eki. sum liggur við síðuna av hjá Guttesen & Staksberg við Hoyvíksvegin. Fyrireikingarnar eru lidnar og útgrevsturin er eisini við at vera liðugur Her kemur fyritøkan at fáa eitt sera væl utgjørt bil- verkstað, og hetta verður eisini tann størsta hollin í Føroyum av sínum slag, við tað at í kjallarahæddini koma at vera rúm fyri 50 bilum, og gólvvíddin tóðin í Gundadali verður 1600 fermetrar Hendan ætlan gjørdist ikki veruleiki. Nú stendur bygningurin hjá P/F Leif Mohr á økinum, men hetta sigur nakað um, hvussu stór sølan av Fiat bilum var Umframt Fiat seldu teir Seat og onkran Lancia Fleiri minnast helst teir nógv seldu »grønertrar- nar«, ið vóru signalgrønir Fiat 127 Knút P. Jacobsen yvirtekur steðina Tá Esmar fuglø fór frá í 1971, tók Jákup Kass við sum stjóri á Esso og sat til 1980. Eftir hann tók Knút P. Jacobsen yvir, hann hevði verið varastjóri í felagnum. Knút sat til 1986, tá hann yvirtók servicestødina í Gunda- dali. Tað var um hetta mundid, at norska felagið Statoil yvirtekur Dansk Esso, og vit skulu venja okkum við at siga Statoil ístaðin fyri Esso Knút gjørdi stórar um og útbyggingar við at vaksa um sølubudina og byggja vaskihallir uppi bygningin. Hann hevði eisini umboð fyri Fiat bilarnar Ella Jensen. kona Frits andaðist 17. juni 1985, 73 ára gomul. og Frits Jensen andadist 19 januar 1990, 72 åra gamal Nu eigur P/F Statoil stødina i Gundadali. og Bilfridkan umbodar Fiat bilarnar Keldur: Gyldendals leksikon M.Damkier: Da bilen blev alvor Myndablaðið NU nr6/79 Naddoddur Jacobsen Jón Guttesen M.Helmsdal: Verjir fyri Havnarvág Age Udbe Signar Dalfoss Ludvík Petersen