Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

meta vit hetta í dag sum nakað sjálvsagt. 200 fjórðingamarkið gjørdi okkum til grannar, løgfrødiliga sæð, og fiski- mark skuldi setast landanna millum. Miðlinja varð av- talað. Hon er nú staðfest við dagsins sáttmála, og somu- leiðis er landgrunsmark á- sett innanfyri 200 fjórð- ingar. Nýggir møguleikar Hetta letur upp fyri nýggj um møguleikum fyri sam vinnu millum Foroya og Bretlands. hesuferð um leit ing eftir og framleiðslu av olju og gassi. og um veit ingar til slíkt virksemi. Vit føroyingar vóna, at til ber at fåa i lag samvinnu å jøvnum føti vid tey lond i grannalagnum. ið hava royndir í oljuvinnu i sunnari kapping og til felags gagn. Og, har koma okkara næstu grannar, bretar, sjálv sagt inn í myndina Verða oljufundir gjørdir, 10 røkka tvørtur um mark. áleggur sáttmálin okkum at samarbeiða Men. greitt er, at verða fleiri fundir gjørdir á leið- unum báðumegin markið. so at eitt serstakt oljuøki tekur seg upp her, verður nógv at samarbeiða um millum Føroyar og Bret- land, bæði á vinnustigi og á myndugleikastigi. Såttmålin loyvir eisini pørtunum at åseta buskap- arøki (EEZ), sum eisini umfatar myndugleika yvir havumhvørvinum. I Føroyum liva vit av ti, sum í havinum livir. Tí eru vit serliga viðkvom fyri Nr. 95 — 22. MAI 1999 dålking av havinum. Vit hava ti åhuga fyri samvinnu um ein ektadan umhvørv- ispolitikk, ið byrgir fyri teimum veruligu vandun- um, ið hótta lívið í havinum, og sum fremur eina burð- ardygga nýtslu av tí li vandi tilfeinginum í havinum. Føroyingar, danir og bret- ar hava nógv felags virði, sum vit, eins og okkara grannalond, hava bygt okk- ara samfelag á, og sum vit í okkara politikki inneftir og úteftir royna at verja Undir seinra heimsbar- daga komu bretar higar til tess at vit í felag kundu verja hesi felags virði ímóti tí harðræði. sum hevði her- sett meginpartin av Evropa, eisini Danmark. Vit royndu samstundis at dugna Bret- landi eftir førimuni, og høvdu eisini stórar missir, ikki minst av mannalívum Hetta fer ikki at verða gloymt. Við undirritaða sáttmál- anum í hondini kunnu vit føroyingar fara inn í eina nýggja øld við nýggjum og stórum avbjóðingum á okk- ara landgrunni. Vit vóna, at tað virksemi, sum tekur seg upp. fer at verða okkum til frama, og vit vóna, at hetta fer at henda í góðari sam- vinnu við onnur lond, og serstakliga við grannar okk ara fyri sunnan Latum okkum drekka eina skál fyri vinarlagi og samvinnu millum Føroyar og Bretland segði Anfinn Kallsberg. løgmaður undir borðhaldinum fyri m.a tveimum útlendskum utt- anríkisráðharrum Fekk lestrarlegat frá Bretlandi Jan Miiller Dagin eftir undirskrivingina av marknaavtaluni millum Føroyar og Bretland var stór samkoma í Norðurlanda- húsinum. Har nýtti bretski varauttanríkisráðharrin. Antony Lloyd høvi til at lata Ullu Svarrer Wang eitt leg- at, tað fyrsta av sínum slag, sum er latið føroyingi Talan er um lestrarstyrk til framhaldandi lestur í Bretlandi. Ulla Wang, sum í dag starvast á Fiskimåladeildini hjá landsstýrinum, ætlar sær at brúka lestrarstyrkin til at lesa altjóða rætt og sam- starv. Talan er um fram- haldsleystur á universiteti í Bretlandi. Lesturin tekur eitt ár. I samrødu við Dag og Viku hóskvoldið segði Ulla Wang, at tað er ein stórur heiður fyri seg at hava fingið henda lestrarstyrkin og vónar hon, at hon kann gera nyttu framyvir fyri sín arbeiðsgevara. Føroya landsstyri og fyri føroysku tjóðina, tå hon kemur aftur Lestrarstyrkurin er uppá umleið 100.000 kr. Herfyri vórðu lýsingar í føroysku bløðunum um henda lestr- arstyrk og var Ulla Wang tann hepnasti umsøkjarin. Tá Antony Lloyd handaði legatið til Ullu Wang í Norðurlandahúsinum mikudagin segði hann seg frødast um at kunna fáa eina føroyska kvinnu til Bret- lands, men at hann skuldi gera alt sum stóð í hansara makt fyri at fáa hana aftur til Føroya at tæna Føroyum. Ulla Svarrer Wang, sum er 33 ára gomul. er fulltrúði i Fiskimålastyrinum. Henn- ara starvsøki er fiskvinnu- samráðingar og fiskivinnu- mål. Hon er útbúgvin civ- ilverkfrødingur i fiskivinnu- tøkni á lærda háskúlanum i Alborg Anthony Lloyd varauttanríkisráðharri handar Ullu Svarrer Wang legat til framhaldslestur i Bretlandi.