Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 96 - 26. MAI 1999 tíðindablaðið Mobil rakt við gass nær før- oyska markinum Hetta kann fáa stóran tydning fyri áhugan hjá oljufeløg- unum fyri at bora eftir olju og gassi á djúpum vatni mill- um Føroyar og Hetland JAN MULLER Amerikanska oljufelagið Mobil skal hava rakt við gass á djúpum vatni millum Føroyar og Hetland. Keldur vilja vera við, at her kann blíva talan um eitt sera stórt gassfund, sum liggur heilt tætt upp at tí føroyska mark- inum har norðuri Sambart oljublaðnum „Uppstream“ kann nýggja fundið fáa stóran týdning fyri áhugan fyri Atlants- mótinum og tað serstakliga djúpa vatninum Annars hevur tað víst seg. at nógv oljufeløg, sum vilja gea iløgur í boring á djúpum vatni, eru farin at venda eyguni móti Vesturafrika og Meksikanska Flógvanum A stóru altjóða oljumessuni í Houston í Texas nú um dagarnar kom fram, at olju- feløgini hava bert ætlanir um at gera nakrar heilt fáar boring á djúpum vatni á At- lantsmótinum í ár 2000, meðan flestu brunnarnir verða boraðir í Vesturafrika og í Meksikanska flógva num. Ein orsøkin til hetta er tann sannroynd, at so fá nýggj fund eru gjørd vestan fyri Hetland umframt at lágu oljuprísirnir eisini tosa tann skeiva vegin. Nú Mobil eftir øllum at dóma hevur rakt við gass rættiliga ovari í undirgrund ini og hetta tí eisini er ein ábending um, at olja finst longur niðri, kann hetta hava við sær, at oljufeløgini aftur fara at visa Atlants mótinum ans. Nýggja av- talan millum Føroyar og Bretland hevur eisini stóran týdning í so máta Sambart Uppstream hev ur oljupallurin Jack Bates rakt við gass í teiginum 214/ 4 tann 10. april, tvs. sera tíðliga í boriprogramm- inum. Ongantíð áður hevur verið borað á so djúpum vatni her um leiðir, á 1590 metrum. Umrøddi teigurin liggur heilt har norduri og heilt stutt frá júst ásetta mið- linjumarkinum millum Føroyar og Bretland. Tað ljóðar, at boringin fer at halda fram til endan av juli, og higartil er lítið og einki líkið út um boringina Feløgini, sum eru við í samtakinum, ið stendur fyri boringini. eru umframt Mo bil, eisini Statoil, Phillips. Marathon. Enterprise. PanCanadian og Anadarco Møguliga gassfundið byggir á umfevnandi seismiskar kanningar, og tå feløgini fingu tillutað henda teigin í 17. útbjóðingarum farinum í bretskum oki geði forsetin í Anadarco Robert Allison: „Struktur- arnir, sum vit hava kortlagt, kunnu vera risastórar“. Dan Rigden, journalistur á Uppstream skrivar, at um so er, at Mobil hevur rakt við kolvetni í umrødda oki, so kann hetta ikki koma betri fyri enn júst nú hjá føroyingum og bretum. sum fegin síggja, at oljufeløg vísa Atlantsmótinum ans Verða kolvetni funnin á hes- um leiðum. so vilja Føroyar gerast partur av oljuprov- Møguliga gassfundid hjå Mobil liggur har norðuri og beint við markið. Si pílin Jack Bates, boripallurin, sum í løtuni borar við markið insini, og tað fer so aftur at økja um åhugan fyri ollum tí Hvíta økinum, sum vid marknaavtaluni nú er bæði í føroyskum og bretskum oki Krosstein HAFA NEW VISION JejqøuIsunIIQeBg Falkavegur 6 - FO 110 Tórshavn Tlf. 314600 - Fax 317360 Teldupostur: skæpost.olivant.fo