Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mai 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 97 - 27. MAI 1999 Sosialurin hitti hesar íslendsku harmonikuleikararnar, sum rættuliga vóru í summarhýri, uttan fyri Keypsamtøkuna í miðbýnum í Havn í góðveðrinum fyrrapartin í gjár tíðindablaðið Mynd: Jens Kristian Vang Íslendskir harmoniku- tónar í Havnargøtum Síðani Norrøna í síðstu viku fór undir summarsiglingi- nal, hava nógv ferðafólk verið at sæð í gøtunum. Umframt allar tær blonku Harley Davidsonmotor- súkklurnar, sum vit hava sæð og hoyrt so nógv um seinastu dagarnar, hava aðr- ir íslendskir >tónar< verið at hoyrt. Mikudagin stóðu nakrir mans og spældu harmoniku uttan fyri Keypsamtøkuna í miðbýnum í Havn. Hesir vóru limir í Harmonikafelag Reykjavíkar, sum hava ver- ið í Føroyum seinastu vik- una. Teir skulu í dag aftur til Íslands Ein teirra greiddi okkum frá. at tey vóru eitt ferðalag uppá 42 fólk - harav 28 har- monikuspælarar. Tey hava ferðast kring landið, og hava eitt nú spælt í Leirvik, Oyrarbakka. í SMS og í Norðurlandahúsinum Harmonikufelag Reykja- víkar hevur eisini vitjað í Útvarp Føroya . tøkur eru gjørdar. Islendsku frændirnir lata sera væl at túrinum. og teir siga, at Føroyar eru eitt gott ferðamannaland Veðurlagið er nakað tað sama sum tað er í Íslandi. legði ein teirra afturat.. har upp- Tónleikakafe í losjuni í Gøtu Leygarkvoldið 29. maí kl 20.00 verður ein tónleika kafé í losjuni í Gotu. Tað vera tveir bólkar á skránni. Kári Sverrisson saman við partum av Enekk og Jazz Oasis við m.ø. Edvard Nyholm Debes. Atgongu- merki kostar 30 kr. fyri limir og 50 fyri onnur. Møguleiki er eisini at gerast limur fyri 100 kr um hálvárið Internet-álop á Milosevic Amerikanska fregnartænastan hevur gjørt ein ætlan um, hvussu amerik- anskir hackarar skulu leypa á Milosevic á internetinum Eftir tveir mánaðir við støðugum bumbuálopum á Jugoslavia hava amerik- anar nú gjørt eina ætlan um at breiða kríggið móti Mil- osevic til internetið. Amerikanska tíðarritið Newsweek hevur fingið frænir av einari loyniligari ætlan hjá amerikansku fregnartænastuni CIA, sum leggur upp til, at amerik- anskir hackarar skulu royna at bróta inn í bankar, har illgruni er um, at jugo- slaviski leiðarin goymir stórar peningaupphæddir. Málið er so onkursvegna at beina fyri hesum pen- ingi. Sambært tíðarritinum dámar amerikanska forset- anum Bill Clinton væl uppskotið hjá CIA, og hann hevur sett fregnar- tænastuna í gongd við at fyrireika internetálop á Milosevic. CIA er áður biðið um at koma við uppskotum, tá semingsloysnir ikki nytta og vald ikki er nóg mikið, og hesaferð hava teir sett saman eina ætlan, sum ongantíð áður er sædd. Lítið nýtt er í fyrra part- inum. Hann snýr seg um at venja mótstóðufólk í Kosovo at sabotera elveit- ingar, samskiftiskaðalar, goymslur við brennievni og mati — mál sum NATO ikki klárar at raka úr luft- ini. Seinni parturin er nýggj- ur og higartil ókendur. Og tað er hesin parturin av CIA-ætlanini, sum fór sum rótasúpan um allan heimin, eftir at Newsweek avdúk- aði hann á hvítusunnu. Sum at skjóta seg sjálvan í fótin Og alt fyri eitt vóru harðar ákoyringar á ætlanina, og serliga á tann partin sum mælir til, at sokallaðir hackarar skulu bróta inn í bankar, har Milosevic sigst at goyma pening. Sambært upplýsingum hjá amerikansku fregnar- tænastuni eru hesir bankar at finna í millum annað Ruslandi, Grikkalandi og å Kypros. Serfrødingar halda, tað kann setast eitt stórt spurn- artekin við hesa ætlan. Teir halda, at tað er at gera seg inn á lond, sum ikki eru partur í krígnum, og seinni kunnu slík tiltók raka am- erikanskar bankar. USA er eitt land, sum hevur brúk fyri einum góð- um og tryggum bankakervi um allan heim, og royna amerikumenn fyrst sjálvir at gera seg inn á kerv í øðrum londum, kann tað verða sum at skjóta seg sjálvan í fótin. Tað er eisini greitt, at tað er ikki bara sum at siga tað at bróta inn i bankakerv, har trygdin er í hásæti, og sambært teimum, sum kenna hetta økid, skal eitt stórt arbeiðið til, áðrenn tað bara kann koma uppá tal at eydnast CIA at koma inn í bankakery í øðrum londum. Amerikanski forsetin kann sjálvur syrgja fyri, at álop verða gjørd á út- lendskar bankar, men við stóra hóvastákinum. sum er komið burtur úr avdúk- ingunum hjá Newsweek, kann Clinton eisini velja at steðga ætlanini og lata sum um hon ongantíð hevur verið upp á tal. ek Eysturoyingur fingið maskinbrek millum Føroyar og Ísland ÁKI BERTHPOLDSEN Seinnapartin tysdagin fór vaktarskipið Tjaldrið vestur í hav at hjálpa Eysturoyingi. Tjaldrið var frammi hjá Eysturoyingi á miðdegi í gjár. Tá skuldi endi setast á hann og hann skuldi Tað var ongin sum helst vandi á ferð, tá ið Eyst- uroyingur í fyrradagin noyddust at biðja um hjálp. Teir vóru staddur til fiskiskap 190 fjórðingur vestur úr Mykinesi. Men motorurin var stedgadur og teir gingu hann ikki igongd aftur. sleidast til Føroya. Teir væntadu at koma i havn her seinnapartin i dag Farid verdur av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag Gisting á Hotel úr einans... 181.- (Í láarstíð) fyri hvønn Vallaráneimi úr einans... 673.,- (Í láarstíð) fyri hvenn Privat gisting úr einans... 194.- (Í láarstíð) fyri hvønn Ring og hoyr meira! J.Broncksgeta 37 315900 e-mail: booking&smyril-linefol