Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juni 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 100 - 1. JUNI 1999 tíðindablaðið Marco Polo málið avgjørt í morgin Í morgin verður seinasta orðið sagt í Marco Polo málinum, ið fyrr í ár varð kært til Eystara Landsrætt. Lítið gott var eftir av matstovuni Marco Polo, eftir eldin á hevsti í fjór JOHN JOHANNESSEN I morgin fellur helst enda- ligi dómurin í Marco Polo málinum. Tann 28 ára gamli maðurin, sum Føroya Rætt- ur fyrr í år dømdi inn at sita í hálvtannað år, fyri at hava sett eld á matstovuna á hey- sti í fjør, valdi beinanvegin at skjóta dómin inn fyri landsrættin. Málið kemur fyri í eystara Landsrætti í dag klokkan 9 og er somuleiðis fyri í Landsrættinum í morgin, tá dómur væntandi fellur. Eldurin ásettur Tá maðurin fyrr í ár varð dømdur i Føroya Rætti, segði dómarin, at hann helt ongan iva vera um, at eld- urin í matstovuni Marco Polo var ásettur. Verjin hev- Oi tosað nógv um eina skrellispann, har eldurin kundi verið kyknaður, men dómarin helt, at frágreiðing- arnar hjá løgregluni heilt greitt vístu, at skrellispannin ikki stóð har eldurin kyk- nadi, og kundi hon sostatt ikki vera orsøk til eldin. Rætturin helt, at grund var fyri at halda, at ákærdi hevði sett eld á Marco Polo, ti hann hevði fyrr fleiri ferðir hótt hinar partaeigararnar vid, at hann nokk skuldi syr- gja fyri, at okkurt hendi matstovuni. Tann 28 ára gamli var nevniliga sjálvur ein av partaeigarunum, og hevði hann eisini starvast har sum kokkur, til hann gjørdist ósamdur við hinar partaeigararnar. Stolið pening Eftir eldin í Marco Polo varð uppdagað, at peningur var stolin úr pengakassa- num, ið varð goymdur í frystiboksini. Hetta varð tann ákærdi somuleiðis dømdur fyri í Føroya Rætti. Men madurin bleiv friken- dur í einari triðju skuldset- ing. Hann var nevniliga eisini ákærdur fyri at hava rindað einum fyri at seta eld á Skáan í Havn, har hann eisini hevði starvast sum kokkur. Men dómarin helt ikki, at maðurin kundi døm- ast í hesum føri. Tað helt hann ikki vera grundarlag fyri. Avger í morgin Torført er at spáa um, hvønn úrskurð Eystari Landsrættur ger i målinum um Marco Polo eldin, men greitt er, at avgerðin verður tikin í mor- gin. Sjáldsama friðarlig stevna Løgreglan í Klaksvík hevur ikki havt nógv at gera um norð- oyastevnuna. Sýslumaðurin í Klaksvík sigur, at stevnan í ár var sjáldsama friðarlig JOHN JOHANNESSEN Tveir mans noyddust at sov- a rúsin út í brummuni, onkur varð koyrdur til hús og triggir bilførarar vórðu tik- nir fyri at koyra við kenn- ing. Tað var alt, ið løgreglan í Klaksvík veit at siga frá um norðoyastevnuna. Sýslumaðurin i Norðoyggjum, Hans Djur- huus, fegnast um, at fyrsta stevnan f årinum spældi so fridarliga av, og vónar hann, at komandi stevnurnar verð- Norðoyastevnan í ár var ikki ein av teimum strævnastu fyri løgregluna. Fólk skikkaðu sær ógvuliga væl í góðveðri- num í Klaksvík um vikuskiftið, og tað kom ikki ofta fyri, at boð vóru eftir løgregluni a eins friðarligar. Hans Djurhuus heldur ikki, at tað vóru færri fólk á norðoyastevnu í ár enn van- ligt. Tískil metir hann stevn- una í ár at vera sera væl eyd- naða e-mail: bookingBsmyril-line.fo Danmark Danland íbúðir úr 1 vika í 6, 137 - frítíðaríbúð é þ DanCenter summarhús 1 vika í summarhúsi úr, 2 47, Noreg Pers Hotel i Gol Hetland Fasterhoull Chalets ll OM 3.604,- slands við 7 daga innivist á hotelli í dupultkamari hide. 3431; fyri hvata 3 Si tg l&F lúgv ER hinvegin Tórshavn - Hanstholm og og - Vågar Å Lt, SMYRIL LINE Tel 31 59 00