Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið EU NR. 106 - 9. JUNI 1999 Stevnurnar eru ov handilskendar Eyðgunn Samuelsen, samfelagsfróðingur og býráðspolitik- ari, heldur at tilboðini fyri bórn á summarsetvnunum eru alt ov handilskend. Hetta heldur hon vera strævi fyri for- eldrini og alt annað enn mennandi fyri bórnini JOHN JOHANNESSEN Summarið er byrjað og næstan hvert vikuskiftið verður summarstevna hildin onkunstaðni í landinum. Á stevnunum verður nógv gjørt burturúr, fyri at fáa so nógvir stevnugestir sum møguligt, men spurningurin er, um tilboðini fyri børnini ikki bert fyri at vinna åhuga- feløgum pening, og ikki fyri at fyri í orðsins rætta tydn- ingi at hugna um fyri børn- Eyðgunn Samuelsen setti fyrsu summarstevnuna í år, Nordoyastevnuna. I setanar- rødu sini kom hon inn å just lan spurningin. Vit hava biðið hana grundgeva nærri fyri hesum sjónarmiðið Pakki úr Danmark Vanliga tilboðið fyri børn eini summarstevnu er tivoli. Men spurningurin er, um hetta i veruleikanum er nakað tilboð, tí tað tivoli inniber er, at børn skulu standa og brúka 200 krónur eftir einari lítlari løtu fyri at sleppa at lata nakrar lekur upp ella at rulla nakrar sedl- ar upp. Hetta er ikki serliga mennandi fyri børnini, held- ur Eyðgunn Samuelsen Orsøkina til, at tilboðini eru so mikið vánalig fyri børnini á stevnunum heldur Eyðgunn vera, at ítróttar- feløgunum vantar pening, og skjótasta og lættasta loysnin er at bíleggja nakrar eskjur av tombolaseðlum og vinningar úr Danmark, og síðani halda tivoli á stevn- unum - Eg veit væl, at ítróttar- feløgunum vantar pening, og eg haldi eisini at tað verður gjørt eitt megnar sjálvboðið arbeiðið av fólki, ið eru limir í teimum ym- isku itrottarfeløgunum, tå summarstevnur eru. Eisini veit eg, at summarstevnur- nar verða hildnar fyri at itråttarfeøg kunnu vinna sær eitt sindur av peningi, men tad, eg vildi visa å i rødu minar var, at hugflogið vantar, tá hugsað verður um, hvorji tilboð itrottarfeløgini kunnu bjóða børnum og foreldrum teirra á summar- stevnunum. Mennandi tilboð — Eg eri sannførd um, at slík tilboð sum djóradagurin í Havn, ið varð hildin í Havnadali sama vikuskifti sum vit hildu norðoya- stevnu var eitt tilboð, ið var mennandi fyri børnini, og sum eisini gav eitt sindur í Kassan hjá fyriskiparunum. Her rindadu børnini fyri at sleppa inn á økid, har djóraframsýningin varð hildin, og síðani kundu tey vera har so leingi teimum lysti. Tey sluppu at hava eina hugaliga lotu, ið inni- bar annað enn at standa og rulla tombolaseðlar upp fyri einar 200 krónur í minnni enn ein hálvan tíma. Eyðgunn vísir eisini á, at tá Klaksvíkin hevur hildið fødingardag, hava skótarnir skipað fyri spæliplássi fyri børnini, og hetta hevur verið sera væl eydnað. — Foreldrini rindadu eitt ávíst gjald fyri at børnini skuldu sleppa inn á spæli- plássið, og so kundu tey hugna sær har, so leingi tey vildu. — Tad, eg og helst mangar mammur við mær eftirlýsa er, at skipað verður fyri onk- rum, ið meira líkist einum tiltaki í einum donskum »Sommerland«. Til dømis kundu børnini sloppid ein rogvitår saman vid vaksn- um fyr eitt åvist gjald i ein hålvan tima. Hetta er i hvussu so er nakað ið børn- ini tíma, og sum samstundis er mennandi fyri tey. Og so er hetta heldur ikki serliga kostnaðarmikið fyri fyri- skipararnar, heldur Eyð- gunn Samuelsen. ítrótturin skapar felagsskap Hóast Eyðgunn Samuelsen søer We - a Tá Eyðgunn Samuelsen setti fyrstu summarstevnuna í år, visti hon á, at tilboðini fyri børn á summarsteyvnunum eru alt ov handilskend vísir á, at itrottarfeløgini hugsa ov nógv um lættasta háttin at vinna sær pening á summarstevnunum, heldur hon tó, at júst tey eru ein mennandi táttur í samfelagi okkara. — Føroyski ítrótturin er mestsum allur liðítróttur. Á summarstevnunum hava vit til dømis kappróður og fót- bólt, ið bæði eru liðítróttur. Hetta, haldi eg, skapar felagskap fyri lívið. — Ungdómurin lærir gjøgnum liðítróttin, hvussu neyðugt tað er at virka sam- an sum ein eind, og hevur hetta sera stóran týdning. Tí er tað ógvuliga umráðandi at skapa ítróttinum so góðar sømdir sum møguligt. Og tå ítrótturin ikki fær pening á annan hátt, enn við sjálvi at skipa fyri tiltókum, skilji eg væl hatta við tivoliunum á summarstevnunum, men ynski tó enn einaferð at vísa á, at eg tó haldi, at tað ber til at vinna pening við til- tókum, ið eru eitt sindur meira spennandi enn tivoli. savnsmynd At enda vísir Eyðgunn á, at rákið í samfelagnum í løtuni er óguliga individ- ualistiskt. I stadin fyri at ganga til liðítrótt ella at standa saman sum ein eind um at skapa nakað, eru tað nógv ung, sum í staðin nýta tíðina til at kjatta framman- fyri telduskíggjan. Hon vísir á, at hóast ein á hendan hátt kemur í samband við nógv fólk, er talan um ein ógvu- liga individualistiskan hátt fyri samskifti. Trúgvandi handilsfólk skipast í felag í Føroyum 16. til 21. juni koma umboð frá felagskapinum Full Gospel Business Men 's Fellowship International til Føroya. Ætlan- in við ferðini er at halda móti og at stovna eina fóroyska deild av felagsskapinum JOHN JOHANNESSEN — Full Gospel Business Men's Fellowship Inter- national er ein heimsumfat- andi felagskapur av vanlig- um leikfólki og handils- monnum, ið av heilum hjar- ta trúgva á ta fullkomnu evangelisku kraftina. Fel- agsskapurin er umboðaur við umleið 2 milliónum lim- um í 154 londum, og er han ein tvørkirkjuligur felags- skapur, ið kann roknast sum ein tænastuarmur fyri sam- komurnar. Hesin felagskapur kemur til Føroya at halda møti 16. til 21. juni, og er ætlanin eis- ini at fåa sett å stovn eina føroyska deild av felag- skapinum. Fólk frå Full Gospel Men's Fellowship International koma úr Oslo mikudagin 16. juni, og fara tey at halda eina møtirød å Hotel Hafnia friggjadagin og leygardagin. Í tidindaskrivi verður sagt, at limirnir í felags- skapinum eru vanlig menn- iskju, ið ynskja at bera boð um, hvat Jesus hevur gjørt í lívi teirra. Somuleiðis yns- kja tey eisini at knýta vinar- bond yvir landamørk við handilsmonnum og handils- kvinnum í øðrum londum. Møtirødin í Feroyum byrjar fríggjadagin á mid- degi og heldur áfram til leygarkvøldid. Á metunum verður biðið fyri sjúkum og eisini fyri øðrum, ið hava tørv á hjálp. Tom Arild Fjeld, ið hevur sæð Guð ger- a undur kring allan heim fer at tala og ymiskir handils- menn fara at vitna. Sagt verður, at møtini eru opin fyri øllum, monnum og kvinnum í øllum yrkjum, kristnum og ikki kristnum, og um fólk ynskja at vita meira um hesi meti, eru tey vælkomin at venda sær til Hotel Hafnia. Nógv verður gjórt burturúr at selja ballónir og tombolaseðlar á summarstevnunum., men spurningurin er, um tað ikki ber til at vinna pening við at bjóða bórnunum okkurt betri