mikudagur 9. juni 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
IR. 106 - 9. JUNI 1999. .
tíðindablaðið
Elsebet Gerner Nielsen, danskur mentamálaráðharri, og Signar á Brúnni, føroyskur
mentamálaráðharri
Kirkjubostól-
arnir aftur
til Foroya
Í morgin fara Signar á Brúnni, landsstýrismaður og
danski mentamálaráðharrin, Elsebeth Gerner Nielsen, at
skriva undir avtalu, ið merkir, at Kirkjubóstólarnir og
hópur av óðrum føroyskum fornlutum á donskum forn-
minnissóvnum verður latin Fóroyum til ognar
DAGFINN OLSEN
Nógv hevur verið um teir
talað, okkara langt av landi
skotnu forngripir, Kirkjubø-
stólarnir. Føroyingar hava á
Fornminnissavninum havt
møguleika at sæð Kirkjubø-
stólarnar, ið verða mettir
sum dýrgripir, men í Før-
oyum eiga vit bert eina eft-
irgerð, tí teir veruligu stól-
arnir eru í Danmark.
Nú røkist fyri, at Kirkju-
bøst6larnir koma aftur til
Føroya, eftir at hava verið í
varðveitslu í Danmark í
mong ár.
Samstundis koma fleiri
hundrað forngripir aftur til
Føroya. Ein stórur partur er
savnaður í Føroyum í 1800
talinum, tá einki fornminn-
issavn var í Føroyum.
Nógvir av gripunum eru
sjåldsamir og eindømi mill-
um varðveittar føroyskar
forngripir. Gripirnir eru úr
øllum Føroyum.
Málið gongur aftur til
1977, tá semja varð gjørd
millum landsstýrið og
donsku stjórnina um, at
Kirkjubøst6larnir kundu lat-
ast Føroya Fornminnissavn-
ið i varðveitslu. Av ymsum
orsøkum var hendan semja
ongantíð sett í verk.
Í februar 1998 heitti Und-
irvísingar- og Mentamála-
stýrið á Føroya Fornminn-
issavn um at taka upp sam-
band við danska tjóðminn-
issavnið (Nationalmuseet)
fyri at fáa gongd aftur á
málið um føroysku forn-
gripirnar í Danmark.
Síðan hava samráðingar
verið millum avvarðandi
føroyskar og danskar mynd-
ugleikar og er úrslitið av
samráðingunum ein avtala
millum danska tjóðminnis-
savnid (Nationalmuseet) og
Føroya Fornminnissavn.
Mentamálaráðharrarnir í
báðum londum, Elsebeth
Gerner Nielsen og Signar á
Brúnni, fara hósdagin at
undirrita, saman við ríkis-
antikvarinum Steen Hvass
og landsantikvarinum Arna
Thorsteinsson.
Samstarvsnevnd
Ein føroysk-donsk sam-
starvsnevnd verður sam-
bært avtaluni sett, ið skipar
fyri, at føroyskir forngripir
á danska tjóðminnissavni-
num og ødrum donskum
søvnum verða skrásettir og
fornfrødiliga lýstir. Nevndin
ger síðani tilmæli til danska
mentamálaráðharran, um
hverjir lutir verða avhendir
Føroyum.
Signar á Brúnni, lands-
stýrismaður í mentamálum,
fegnast um, at ein loysn er
fingin á hetta gamla mál,
báðum tjóðum til miklan
sóma. Hann metir, at Før-
oya Fornminnissavn við av-
taluni verður eitt ríkari og
flølbroyttari savn og hann
metir somuleidis avtaluna,
sum eitt stórt framstig fyri
føroyskt mentanarliv. Sign-
ar á Brúnni heldur, at av-
talan fer at hava stóran týdn-
ing fyri granskingina og at
avtalan verður bæði føroy-
ingum og vitjandi til gleði
og gagn.
Avtalan
verður undir-
skrivað í morgin, hósdagin,
klokkan 14:00 í móttóku-
hólum løgmans í Tinganesi
Steðugt fleiri
halda SOSIALIN!
Tíðindablaðið
sosialurin
BOx 76
110 Tórshavn
OKEYPIS
Sosialurin
rindar
postgjaldið
Undirritaði teknar seg sum haldara av
Tíðindablaðnum Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Restina av hesum ársfjórðingi fái eg Sosialin
ókeypis!
KJ Haldarar í Føroyum: 270,-lårsfi.
CE} Haldarar i Danmark: 425 -Jársfj.
[ Haldarar í Føroyum,
5 blød í senn: 340,-lårsfj.
Onnur lond: Ymiskir prísir
-ment til veðurlagið
Í Norðuratlantshavi
-staðið sina roynd I
Føroyum síðani 1975 |
| TRÆVERJA 14 til gerandisviðgerð
ns 280,”
eee ns 390,"
'TOL til „til tekju og
jarnklædning,
einans 395,"
reyð,
Kromgren 09 TY, „mans 360,-
Aðrir litir
BYGGISØLAN | STRANDA
MÅLING
N. Pålsgøta 20
Klaksvik
Tlf. 456605
S.M. MÅLING — | AMBOÐ og BÚÐNÝTI| D.J. ENNI
Silagøta 1
Torshavn
Tlf. 316575
Saltangarå
Tlf. 447777
Miðvágur
Tlf. 333555
Tvøroyri
Tlf. 371061