mikudagur 9. juni 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 106 - 9. JUNI 1999
tíðindablaðið
19
|
!
|
|
|
Bosnia-Hersegovina:
NyYggjur venjari, nýggjan
Tað verða tvey lið full
í sjálvsáliti, sum hittast
á Svangaskarði í dag.
Bosnia-Hersegovina
kemur úr Sarajevo við
einum frískum 2-0 sigri á
Litava, og feroyska liðið
skuldi verið væl fyri eftir
frálíka javnleikin móti
Skotlandi
spælistil, somu ambitionir
Bayern Miinchen maðurin Hasan Salihamidzic, sum spældi í Europa Cup finaluni herfyri, er
leikbannaður, og tað skulu føroyingar helst vera fegnir um. Lagið er betri millum bosnisku
spælararnar, síðani teir í februar skiftu venjaran út
VLADIMIR NOVAK
Eftir eina lutfalsliga væl-
eydnaða HM undankapp-
ing til Frakland í 1998 — við
tveimum sigrum á Slovenia
og óvæntaða 3-0 sigurin á
Danmark — vóru fótbólts-
áhugað í Bosnia og Herse-
govina rættiliga bjartskygd
viðvíkjandi møguleikunum
hjá teirra liði fyri at rokka
einum plássi í Euro 2000.
Men úrslitini í tveimum
teimum fyrstu heimadyst-
unum — ein strævin 1-0 sigur
á Føroyum og eitt vónbrot
av einum 1-1 javnleiki móti
Estlandi — vístu, at tað neyv-
an fór at ganga sum vónir-
nar høvdu ætlað. Til síðst
førdu ósigrarnir móti Kekk-
ia (1-3 í Sarajevo) og Litava
(2-4) umframt eyðmýkjandi
1-2 tapið móti Malta til, at
samarbeiðið við venjaran
Dzemaludin Musovic varð
sagt upp eftir bert seks
mánaðir í starvinum.
Við nýggja venjaranum
Faruk Hadzibegic, er Bos-
nia-Hersegovina til reiðar
at byrja kappingina um 2.
plássið í bólkinum heilt av
nýggjum. Byrjanin hjá Had-
zigebic var lovandi — 1-1 í
einum vinardysti móti Un-
garn í Budapest. Spælarar-
nir vóru nøkulunda teir
somu sum frammanundan,
men stóra broytingin var, at
hann brúkti ein nýggjan,
meira offensivan spælistil
(4-3-3), og av enn stórri
týdningi er, at 41 ára gamli
venjarin hevur megnað at
skapa eina góða atmosferu í
hópinum. Leysatíðindini
um, at spælararnir høvdu
ætlanir um eitt boykott
móti undanmanni hansara
hava gjørt hetta sera týdn-
ingarmikið fyri uppgávur
nar, ið liggja fyri framman
Hinvegin eru fólk í Bos-
nia og Hersegovina ikki
sannførd um, at nakað fer
at broytast til tað betra, bert
tí venjarin er nýggjur.
— Lat okkum vera realist-
isk. Spælaratilfarið hjá okk-
um er rættiliga avmarkað.
Um vit noyðast at seta okk-
ara álit á ein 32 ára gamlan
áleypara, sum nóg illa
spældi ein einasta dyst fyri
liðið hjá sær í farnu kapp-
ingini, er tað greitt, at liðið
framvegis er langt burtur
frá stórum úrslitum, sigur
ein »insidari« í Sarajevo
(sipað verður til Meho Kod-
ro hjá Tenerife, bløm.).
Og tað er rætt, at um vit
hyggja at liðnum, sum byrj-
aði dystin móti Føroyum i
august í fjør, so eru ikki
nógvar broytingar framdar
til liðið, sum skal spæla á
Toftum í dag. Tveir rættiliga
týðandi spælarar eru ikki
við hesaferð: Elvir Baljic úr
Fenerbahce, sum skeyt ein-
asta málið í dystinum í
Sarajevo, og Sergez Barba-
rez frá Borussia Dortmund.
Teir vóru báðir leikbannað-
ir til dystin móti Litava
seinasta leygardag. Tá venj-
arin Hadzibegic blen
spurdur, hví hann ikki tók
teir við í hópin kortini, so
teir kundu vera við móti
Føroyum, svaraði venjarin:
— Eg helt ikki, at tað var
neyðugt at taka teir við bert
til seinna dystin. Um vit
vinna á Litava, spælir sama
liðið eisini móti Føroyum.
Ein slík grundgeving
kundi næstan tulkast sum
um, at >um vit ikki vinna
leygardagin, hvør leggur so
i, hvør spælir mikudagin?«
Hetta tí ein ósigur, ella ein
javnleikur, móti Lítava
hevði merkt, at seinasta
vónin hjá Bosnia-Herse-
govina um at sleppa víðari
hevði brostið.
Men nú — eftir eitt gott
avrik og uppibornan 2-0
sigur å Litava — koma bos-
nisku spælararnir til Føroya
við nýggjum sjålvsåliti og
uttan iva sera tendraðir.
Um vit hyggja nærri at
bosniska liðnum, sum vann
frammanfyri 8.000 áskoðar-
um í Sarajevo leygarkvøld-
ið, mugu vit taka fram
tríggjar spælarar, sum ikki
vóru við í fyrra dystinum
móti Føroyum og sum allir
vísti eitt sera gott avrik.
Senad Repuh, sum spælir á
offensiva midvøllinum, fyri
tað mesta úti i høgra borði,
tann royndi Bakir Besire-
vic, sum hevði ein lyklaleik-
lut á defensiva miðvgllin-
um, og áleyparin Marko To-
pic. Men ætlanin hjá Hadzi-
begic um at byrja við teim-
um somu ellivu móti Før-
oyum í dag kann ikki førast
út í verki, tí Hasan Saliham-
idzic fekk reyða kortið í 69.
minutti fyri eina takkling
aftanífrá og er tí leikbann-
aður.
Men tað fer so avgjørt
ikki at broyta teirra ætlanir
um at vinna í dag.
Liðið hjá Bosnia-Hersegovina móti Litava (4-3-3):
Dedic — Smajic, Varesanovic, Hibic, Kapetanovic -
Repuh (Bolic, 87.), Besirevic (Mujcin, 72), Sabic -
Topic, Kodro (Turkovic, 93), Salihamidzic
Målini:
26 min. 1-0: Kodro (brotsspark) framt móti Repuh
93 min. 2-0: Bolic við stútara eftir frispark úr vinstru
frå Kapetanovic
Hópurin hjá Bosnia-Hersegovina
Málverjar:
Mirsad Dedic, 30 ár
Kenan Becirovic, 24 ár
Verja:
Mirza Varesanovic, 26 ár
Muhamed Konjic, 28 år
Mirsad Hibic, 25 år
Sead Kapetanovic, 27 år
Edin Smajic, 27 år
Miðvellur:
Edis Mulalic, 22 ár
Faruk Ihtijarevic, 23 ár
Sejad Halilovic, 29 ár
Edin Mujcin, 28 ár
Nermin Sabic, 26 ár
Senad Repuh, 26 ár
Bakir Besirevic, 33 ár
Almir Turkovic, 27 ár
Alop:
Hasan Salihamidzic, 22 ár Bayern Miinchen 15/4
Meho Kodro, 32 år
Elvir Bolic, 28 år Fenerbahce 15/8
Marko Topic, 22 år
Samir Muratovic, 23 år
Adnan Osmanhodzic, 28 år Sloboda Tuzla 0/0
FK Sarajevo 22
Bosna Visoko 0/0
Bursaspor 12/
Coventry 16/1
FC Sevilla 9/0
Wolfsburg 11/70
Iskra Bugojno 3/0
Zeljeznicar Sarajevo 2/0
FK Sarajevo 2/0
Karabukspor 13/0
NK Croatia Zagreb 11/1
NK Croatia Zagreb 14/0
Bursaspor 11/0
NK Osijek 12/0
Zadarkomerc 9/1
Tenerife 11/4
Monza 6/2
Zmaj od Bosne Tuzla 2/0