Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 111 - 16. JUNI 1999 Froskmenn hjá Slókkiliðnum í Havn, saman við báðum stóru kranunum hjá Skipasmiðjuni, eru í ferð við at fáa Pressaran upp á rættkjøl Mynd: Alvur Haraldsen - Tað gekk so øgiliga skjótt tíðindablaðið - Hetta sigur Per Andersen, sum saman við Petur Hans Poulsen var umborð á Pressaranum, tá báturin var úti á Nólsoyarfirði hjá ferðamannaskipinum Black Prince og hol kom á Pressaran. Sjóforhoyr var umborð á Black Prince beint eftir hendingina, og forhoyrið heldur fram leygardagin, tá Black Prince aftur kemur á Havnina DAGFINN OLSEN - Ein eigur at takka Skapar- anum fyri, at eingin mans- skaði hendi, sigur Poul Mohr, stjóri á Tórhavnar Skipasmiðju, sum eigur Pressaran. Hvørki Poul Mohr, ella føroyski umboðsmaðurin hjá Black Prince, Johan Mortensen, hava enn stór- vegis viðmerkingar til hendingina, ið fór fram månakvøldid, tá Pressarin hjá Skipasmiðjuni fór út á N6lsoyarfjørd til ferða- mannaskipið Black Prince eftir loðsinum, eftir at skip- ið hevði verið á Havnini. Poul Mohr vil ikki inn á smálutir, tí hann sigur seg ikki vita so nógv enn um málið, men hann heldur, at ein mangvra frá skipinum kann hava verið orsøk til óhappið. Lars Krunderup, dómara- fulltrúi, hevur heldur ikki annað at viðmerkja, enn at skiparin á Black Prince månakvøldid gav sína frå- greiðing. Sjóforhoyrið held- ur fram leygardagin, tí tá kemur Black Prince aftur á Havnina. Heldur ikki Lars Krunderup vil inn á smá- lutir, tí enn er málið ikki avgreitt. Tað gekk so skjótt Petur Hans Poulsen og Per Andersen, vóru við Press- aranum månakvøldid, tá 6- F Norski sleipibáturin, Boa Max, er komin at bryggju vid Pressaranum mánakvøldið. Bert stevnið kom tá undan vatnskorpuni happið hendi. Per Andersen vísir aftur, at Pressarin skal hava rent á ferðamannaskipið. - Eg veit ikki hvat hendi, tí tað gekk so øgiliga skjótt fyri seg. Vit rendu ikki á, vit lógu við síðuna av skip- inum, tá báturin fór runt, sigur ein heldur skelkaður Per Andersen, sum sigur, at hann veit ikki, um báturin fór heilt runt, men báturin var so væl ávegis runt. Menninir umborð á Pressaranum fóru ikki í hav- ið, tí norski báturin Boa Max kom til alla lukku framvið, og fekk sett fast á Pressaran og sleipaði hann til lands. Per Andersen sigur, at Mynd: Álvur Haraldsen hann veit ikki hvat hendi, men at hann nú fegin vil hava stundir sjálvur at fáa hendingina „upp á pláss“, sum hann málber seg. Sjófrágreiðingin heldur fram leygardagin klokkan 10:00 í C. Pløyensgøtu 1, og tå fara tey, sum enn ikki hava greitt frå, at koma við sinum frågreidingum. For runt i Nóls- oyarfirði Eingin mansskaði hendi, tá sleipibáturin Pressarin hjá Tórshavnar Skipasmiðju fór runt í Nólsoyarfirði månakvøldid EDVARD JOENSEN Tibetur hendi eingin mansskaði, tá sleipibáturin Pressarin hjá Tórs- havnar Skipasmiðju månakvøldid koppaði í Nólsoyarfirði vid tveim- um monnum umborð. Óhappið hendi, tá Pressarin var úti i fjørd- inum eftir loðsinum, sum skuldi av ferðamannaskipinum Black Prince, sum heyði verið á Havnini. Onkusvegna er ein stabilisator- vongur á Black Prince farin inn gjøgnum stýriborðssíðu á Press- aranum, sum hekk fastur á hesum vonginum. Tá hann loysnaði aftur. fór hann runt. Hóast hann kom aftur á rætt- kjól, var hann um at søkka. Havn- arskrivtovan fekk samband við norska sleipibátin Boa Max, sum av tilvild var í Nólsoyarfirði. Boa Max fekk sett fast á Press- aran og sleipaði hann inn at Vestaru Bryggju, har pumpur frå landi beinanvegin komu umborð. Sambært fólki frá Skipasmiðjuni var tað helst vatntætta skottið framman fyri maskinrúmi, sum gjørði, at Pressarin ikki sakk. Í skrivandi stund - seint månakvøld - verður sjófrágreiðing tíkin umborð á Black Prince. GOODFYEAR Nytt dekk frå Goodyear. Trygt at koyra vid og snøgt å at lita. Ventura gevur framur vegtak, sjålvt i regni Og so er tað ljóðleyst. Góðan túr! Fa. Super Dekk Tlf. 314975 Hoyvíksvegur 66 - PO. Box 3012 - 110 Torshavn superdekQpost olivant fo