Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 LE is tíðindablaðið SOS!AUrIn . "ar af "> frier A 5; 44 NR. 111 - 16. JUNI 1999 Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum: Vit skulu vera eins dugnalig sum - Eg veit væl, at tað nyttar lítið at siga, at vit skulu hava besta diagnostikkin og ta absolut bestu viðgerðina, tí tey seinastu promillini í diagnostiskari trygd ella viðgerð eru so 6gvu- liga dýr. Kortini vil eg siga, at okkara mál er at vera eins dugnalig og hini Norðurlondini, sigur Helena Dam á Neystabø, ið helt fyrilestur á ráðstevnuni, sum Føroya Felag móti Krabba- meini skipaði fyri leygardagin TURIÐ KJØLBRO Føroyska heilsuverkið líkist í bygnaði nógv tí danska. Danir áseta útbúgvingar- krøvini, geva loyvi at virka sum lækni, sjúkrasystur og annað, men tað er kortini Føroya Landsstýri, sum rekur heilsuverkið og ger tær neyðugu raðfestingar- nar. Sostatt eisini raðfest- ingina av krabbameinsvið- gerð Fyri fáum árum síðani varð ein avtala gjørd millum føroyska heilsuverkið og krabbameinsdeildina á Rík- issjúkrahúsinum um kons- ulenthjálp. Endamálið var framsøkid, nevniliga at tryggja framhaldandi yvir- føring av tøknifrødi, soleið- is at krabbameinsviðgerðin, sum fer fram í Føroyum skuldi vera á í minsta lagi sama stødi og hava somu góðsku, sum á Ríkissjúkra- húsinum, og at geva krabb- ameinssjúklingum í Føroy- um møguleika at fáa eina sonevnda "second opinion”. Hetta varð gjørt fyri at fyri- byrgja, at føroyingar við einari álvarssamari lívshótt- andi sjúku, skulu fola seg fastar í føroyska heilsuverk- inum við ongum møguleika fyri at spyrja annan ser- kunnleika. - Endamálið var eisini, at skipanin so við og við skuldi fevna um alt fleiri slóg av krabbameini, sum eftir hetta kundi verið við- gjørt fult forsvarliga í Før- oyum, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstyris- kvinna i almanna- og heils- umålum, sum setti ráðstevn- una, sum Føroya Felag móti Krabbameini skipaði fyri farna vikuskiftið. Um somu tíð helt hon fyrilestur um føroyska heilsuverkið við atliti til krabbamein. - Eg havi skotið upp, at krabbameinssjúklingar i Føroyum fáa tilboð um við- gerð eisina aðra staðni enn á Ríkissjúkrahúsinum. Ikki ti, at eg ikki eri nøgd við ta viðgerð vit fáa har, men tí at tað hevur týdning, at hin einstaki hevur ein valmøg- uleika. Í hesum sambandi var landsstýriskvinnan í al- manna- og heilsumálum á vitjan í Reykjavík á einum hospice, sum júst var latið upp. Íslendingar hava í skjótt fleiri ár havt eitt ser- ligt tvørfakligt lið av við- gerdarum til heimavitjanir. - Endamålid var ikki bara røkt og viðgerð av doyggj- and: krabbameinssjúkling- um, men eisini fyri aðrar kroniskar sjúkur. Viður- skiftini í Føroyum eru små, men spurningurin er, um vit loysa henda partin av krabb- ameinsviðgerðini nóg væl. Vit kunnu spyrja um vit megna at geva teimum, sum vita, doyggja áðrenn long tíð er liðin, eina trygd fyri, at tey fáa ta pínuviðgerð og ta mennniskjasligu umsorg- Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í heilsu- og almannamálum an, sum er møgulig. Ofrættakent Sambært ársfrágreiðing landslæknans eru krabba- meinssjúkur orsøk til uml. ein fjórðing av andlátunum í Føroyum. Krabbamein er tí ein av teimum stóru og vanligu sjúkubólkunum í okkara samfelagi. - Krabbamein er í huga- heimi fólksins ófrættakent. Og eg hugsi, at vit uppliva krabbameinshóttanina sum alsamt vaksandi. Í fyrru helvt av hesi øldini vóru tað helst tuberklarnir og aðrar smittandi sjúkur, sum tey flestu óttaðust, og sum vóru lívshóttandi. Henda hóttan hvarv, m.a. tí heilivágur varð funnin, men hóttanin varð avloyst av krabba- meini og øðrum sjúkum. - Sum politikari fái eg at vita, at krabbameinstilburð- irnir økjast í tali, og ein stór- ur partur av sjåkuorsøkini er tengd at umhvørvisfyri- brigdum og ikki minst at okkara livihátti. Møguleik- arnir fyri munagóðari við- gerð eru treytaðar av, at sjúkan verður staðfest tíð- liga og av, at fleiri ymiskir viðgerðarhættir standa í - Í ár hevur mammografi- kanningin verið viðgjórd, og eg ætli mær at heita á Løgtingid um at játta pen- ing til, at vit eisini i Før- oyum kunnu fara undir hetta slag av fyribyrgjandi kanningum næsta ár, sigur Helena Dam á Neystabø boði. Tí eru bæði fyribyrg- ing, skjót staðfesting av sjúku og fjølbroytni í við- gerðini spurningar sum eis- ini hava stóran týdning politiskt, sigur Helena Dam á Neystabø. Hvussu er stødan í Føroyum - Tá ið vit tosa um fyri- byrging, tosa vit eisini um umhvørvisvidurskifti og um okkara livihått. Vit tosa so- statt bæði um viðurskifti, sum vit í felag bera ábyrgd- ina av, og um viðurskifti, sum ein og hvgr okkara sjálvur ber ábyrgdina av. - Vit hava ikki tamarhald á tubbaksroykingini í Før- oyum. Vit vita frá kanning- um í 9. flokki, at okkara ungdómur er millum teirra, sum roykir mest í øllum Evropa. Vit eiga ikki longur bara at standa óvirkin mót- vegis tí hóttafalli, sum royk- ingin loypur á bæði fólk og samfelag, vísandi til hitt persónliga frælsið, og at hin einstaki hevur rætt til at beina fyri sær sjálvum um hann vil. - So við og við er hesin spurningur komin í brenni- depil, men enn er langt á mál. Frá 1. januar í ár varð tað bannað at roykja um- borð á flogførunum til Før- oyar. Og ein kann spyrja seg sjálvan, hví vit framvegis sleppa at roykja á strand- faraskipum landsins, tá ið vit eru givin at roykja í bussum. Skúlar og dag- stovnar áttu sjálvandi at ver- ið roykfrí øki, sigur Helena Dam á Neystabø, ið sum landsstýrismaður = fegin stuðlar tiltøkum, sum av- marka roykingini i samfel- agnum. - Hinvegin eru vit í teirri hepnu stóðu, at dálkingin frá ídnaði okkara er lítil, av teirri einføldu grund, at vit hava lítlan og ongan tungan ídnað. Harafturat hava vit eina sera góða ventilatións- skipan, nevniliga tann nógva vindin. Men vit skulu vara okkum fyri at halda, at her stendur væl til. Hvor einstakur føroyingur brúkar líka so nógva dálkandi orku bæði í húsarhaldinum og í ferðsluni sum ein miðal evropeari, og sostatt gera vit okkara til ta heimsumfat- andi kolvetnisdålkingina, sum er ein avleiðing av stóru orkunýsluni. Skjót staðfesting av krabbameini Seinastu fimm árini hevur tað staðið fóroyskum kvinnum millum 25 og 60 ár í boði at verða kannaðar fyri kyknubroytingar í lív- móðurhálsi, og undirtøkan hevur verið góð. Hesar kanningar eru ein hjálp til at staðfesta krabbamein, áðrenn rættiligur vandi er á ferð. - Í ár hevur mammograf- ikanningin verið vidgjørd, og eg ætli mær at heita å Løgtingid um at jåtta pening til, at vit eisini í Føroyum kunnu fara undir hetta slag av fyribyrgjandi kanningum næsta år. Endaligu ætlanir- nar, hvussu hesar bróst- kanningar skulu skipast, eru tó ikki lidnar enn. Harum- framt er tað ein spurningur, hvort vit skulu samskipa screeningarnar innan bróst- krabba og lívmóðurkrabba. Samstundis eri eg greið yv- ir, at hesar kanningar kunnu fatast sum at vit sjúkliggera kvinnuna. Tað hevði tí verið gott, um vit í Føroyum fingu eitt orðaskifti í lag um hesar m.a. etisku spurning- ar.