Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 111 - 16. JUNI 1999 tíðindablaðið URI NI, UU UUU Jan Dalberg, lækni: Sjúkrahúsverkið svíkur mn krabbameinssjúklingar - Ov sein sjúkuavgerð og at fólk fara seint til lækna eru ikki orsókirnar til vaksandi deyðstíttleikan av krabbameini. Tað er hinvegin sjúkrahúsverkið, ið eigur ábyrgdina, tí fólk sleppa ov seint í viðgerð, sigur Jan Dalberg, ið hevur granskað krabbameinssjúkur hjá fóroyingum TURIÐ KJØLBRO Ein orsøk til, at fólk fáa í boði fyribyrgjandi kanning- ar, eitt nú screeningar innan bróstkrabba og lívmóður- krabba, er at staðfesta krabbamein, áðrenn rætti- ligur vandi er á ferð. Sein- astu fimm árini hava før- oyskar kvinnur millum 25 og 60 ár havt møguleikan at verða kannaðar fyri kykn- ubroytingar í lívmóðurhálsi, og undirtøkan hevur verið góð. Gongst sum landsstýr- iskvinnan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, ætlar, stendur føroyskum kvinnum í boði næsta ár at fáa regluligar mammografikanningar. A ráðstevnuni, sum Før- oya Felag móti Krabba- meini skipaði fyri leygar- dagin í Norðurlandahúsi- num í Havn, helt Jan Dal- berg, lækni og granskari í krabbameinssjúkum, fyri- lestur um, hvor skal fara til lækna, sjúkuavgerð og seinkað sjúkuavgerð. - Fyrr tordu fólk ikki so væl at fara til lækna og bíð- aðu nakað leingi, áðrenn tey fóru. Men eg havi ein var- huga av, at yngri fólk í dag tora betur og fara skjótari, um tey kenna á sær eitt- hvørt. Kanningarnar, sum verða gjørdar í dag, eru eis- ini munandi lættari, skjótari og pínufríari, enn tær vóru í gomlum døgum. Tær nógvu ræðandi søgurnar, ið gingu munn av munni um, hvussu pínufult tað var at taka onkra roynd, hava stygt fólk burtur frá lækna. Hin- vegin er greitt, at nógv fólk fara ov seint til lækna, ser- liga menn og soleiðis hevur altíð verið. Og tað er gald- andi yvirhgvur, sigur Jan Dalberg. Opin dialogur Fyri at kunna týða ymsu og ymisku tekini og sjúkraeyð- kennini, ið benda á, at eitt- hvort er galið, mugu fólk verða upplýst um sjúkur. - Upplýsandi tilfar, fald- arar og annað eigur at verða gjørt, ið lýsir ymsu sjúku- eyðkennini. Men nógv er upplagt og eyðsýniligt, og nógv fólk vita, at eitthvørt er galið uttan tó at fara til lækna. Tað eigur at vera ein opin dialogur millum sjúkr- ahúsverkið og fólkið, sigur Jan Dalberg. - Við núverandi tali av kommunulæknum í Føroy- um, eigur at vera tid til hvønn einstakan. Tad kann vera, at vit skulu gera sum i Islandi. I nøkrum førum sit- ur ein serlækni í krabba- meinssjúkum í nakrar tímar í viðtaluni hjá einum kommunulækna. Henda serlæknan eiga vit ikki enn, men tað kann vera hann kemur. Jan Dalberg heldur ikki, at ov sein sjúkuavgerð og at fólk sum heild fara seint til lækna er orsøkin til vaks- andi deyðstíttleikan av krabbameini. - Ut frá royndum veit eg, at tað gongur alt ov long tid,” til fólk sleppa í viðgerð. Tað vil siga, at tað er sjúkra- húsverkið, sum ikki er nóg gott og sum svíkir. Taka vit bróstkrabba sum dómi, eig- ur eftir mínum tykki at ganga í mesta lagi tvær vik- ur frá tí kvinnan hevur fing- ið skurðviðgerð, til hon fer í stráluviðgerð. Í dag ganga í øllum fórum tveir mánaðir. Hetta er ótolandi hjá við- komandi sjúklingi, og eitt sera stórt sálarligt trýst at leggja á viðkomandi, at tey verða noydd at bíða so leingi. Politisku myndug- leikarnir í Danmark eru greiðir yvir henda veruleika og at tað verður neyðugt at skifta allar maskinurnar út, tí tær eru ov gamlar. - Føroyingar eru betur fyri enn danir, tá ið tað ræð- ur um at sleppa undir skurð og at fáa kemoterapi fyri krabbamein. Har er eingin bíðitíð, men tað nyttar kort- ini lítið, tá ið viðkomandi er noyddur at bíða 2-3 mán- aðir eftir stráluviðgerðini. Ikki spjaða viðgerðina Landsstýriskvinnan í al- manna- og heilsumálum hevur borið uppá mál, at vit eiga at hyggja eftir møg- uleikum aðra staðni enn í Danmark, tá ið tað snýr seg um at veita føroyingum við- gerð fyri sjúkur. Ísland hev- ur verið nevnt. e k Ze SN Jan Dalberg, lækni og granskari í krabbameinssjúkum, er ikki so heitur fyri at spjaða fóroyingar á sjúkrahúsum uttanlands, tá ið tað snýr seg um viðgerð fyri álvarssamar sjúkur, ti so missa vit yvirlitid. Mynd: Jens Kristian Vang - Sum heild meti eg ikki, at vit eiga at spjaða føroy- ingar ov víða, tí so missa vit yvirlitið. Eg haldi, vit eiga at halda okkum til eitt sjúkrahús. Hinvegin, um Ríkissjúkrahúsið ikki kann veita føroyingum stráluvið- gerð nóg tíðliga, eiga vit at flyta hana onkra aðra staðni samlaða. Eg havi ikki kann- að, hvussu skjótt og væl ís- lendingar kunnu bjóða før- oyingum hesa viðgerð, men um hon er betur enn á Ríkis- sjúkrahúsinum, eiga vit sjálvandi at taka av. Vit kundu eisini lagt trýst á Ríkissjúkrahúsið og sagt, at um vit ikki fáa stráluvið- gerðina uml. tvær vikur eftir skurðviðgerðina, so flyta vit alla viðgerðina onkra aðra staðni. Aldubáran við Ein av føstu luttakarunum á tónleikastevnuni Summ- artónar seinastu árini hevur verið tónleikabólkurin Ald- ubáran. Føroysku tónlistar- fólkini, ið manna Aldubár- una, hava fingið seks fram- úr dugnaligar gestatónleik- arar afturat sær at spæla á Summartónum 1999. Tey fara at hava konsertir í Klaksvík, í Fuglafirði og í Havn við serliga fronskum tónleiki og tveimum frum- framførslum. Pierrot Lunaire. 23. og 24. juni fara tey at framføra tað sermerkta verkið Pierrot Lunaire eftir Arnold Schoenberg (1874- 1951) fyri rødd, floytu, klar- inett, fiól/bratsj, sello og klaver. Verkið er skrivað í 1912 og var ógvuliga ný- skapandi, tá tað kom fram, og hevur síðani verið talt millum hgvuðsverkini í al- heims tónleikabókmentu- num. Schoenberg brúkar røddina á ein hátt, sum eing- in heyði gjørt undan honum. Tónaskaldið kallaði henda sangháttin >Sprech- gesang<, tað er syngjandi tala, Lj60førini verða eisini brúkt upp á nógvar spenn- andi mátar, soleiðis at verk- ið er eitt tað mest sermerkta, sum nakar hevur skrivað. Hetta er fyrstu ferð at Pier- rot Lunaire verður spælt í Føroyum. Solistur hjå Aldubåruni verður eysturrikska sopran- sangarinnan Anna Maria Pammer, Eva Østergaard spælir floytu, Anna Klett klarinett, Ossur Bæk fíól, Hege Waldeland sello og Jóhannes Andreasen klaver. Thomas Søndergaard stjórnar = framførslunum báðum, sum verða í Norð- urlandahúsinum tann 23. og 24. í hesum. Aldubáran í Havn og í Fuglafirði. Á konsertum í Norðurland- ahúsinum 30. juni og Fugl- afjarðar skúla 1. juli fer Ald- ubáran at spæla nyggja verkið Notturno eftir danska tónaskaldið Kuno Kjærbye Kristensen. Verkið er skrivað til Aldubáruna. Afturat hesum verki fara tey at spæla meiri hevdbundnan klassiskan tónleik. Í Norð- urlandahúsinum: Sonatu eftir Jean-Marie Leclair, Deux Interludes eftir Jaques Ibert og Trio opus 11 eftir Ludwig van Beethoven. Og í Fuglafirði: Trio eftir Beet- he summartónum — hoven og sonatu fyri tvær fi6lir eftir Sergei Prokofiev, sum brødurnir Øssur og Rúni Bæk spæla. Øssur hevur nú í uml. eitt år verið solofiólleikari í tí frálíka bólkinum Det Jyske Ensem- ble. Rúni hevur hetta sein- asta árið verið í útbúgving á tí víðagitna Julliard School í New York, har hann hevur fingið frálæru frá Dorothy Delay. Rúni hevur eisini fingið onkran tíma frá Itzhak Perlman. Sunleif Rasmussen í Klaksvík í Havn. Aldubáran fer at frum- framføra nyskrivaða verkið >Trauer und Freude« eftir Sunleif Rasmussen á kon- sert í Ósáskúlanum tann 3. juli. Afturat Sunleifi fara á- hoyrararnir í Klaksvík at hoyra tónleik eftir fronsku tónaskaldini Messiaen, Poulenc, Debussy og Ibert. Verkið >Trauer ond Freude< verður endurtikið á konsert í Norðurlandahús- inum tann 4. juli. Til ta kon- sertina fer Aldubáran eisini at spæla verk eftir Mess- iaen, Prokofiev, Poulenc og Debussy. Sunleif Rasmus- sen fer áðrenn framførsluna at siga áhoyraranum frá um tónleikin hjá sær Aldubáru-manningin á Summartónum (umframt Pierrot Lunaire) er: Andrea Heindriksdóttir (floytu), Anna E. Klett (klarinett), Páll Sólstein (horn), Øssur Aldubáran í Listaskálanum Bæk (fi61), Sámal Petersen (fi6l), Rúni Bæk (fíól, bratsj) Ólavur Jakobsen (gittar), Jóhannes Andre- asen (klaver) Gestatónleik- arar: Signe Haugland (fa- gott), Hege Waldeland (sello), Thomas Sønder- gaard (stjørnandi)