Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 111 - 16. JUNI 1999 tíðindablaðið S0S/2/U7 Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna: m = ” = s | ss Eingin nýggj umsokn játtað i år - 15-20 umsóknir um antin uppnormeringar av starvsfólki og barnatali, ella um at byggja nýggjan barnagarð, bíða eftir játtandi svari úr landsstýrinum, men í ár verður eingin teirra játtað, sigur Helena Dam á Neystabø TURIÐ KJØLBRO Hóast talið á barnagørdum i Føroyum er trífaldað síðstu 20 árini og 1323 børn runt um í Føroyum eru so heppin at ganga í vøggu- stovu og barnagarði, hevur tórvurin á stovnsplássum ongantíð verið so stórur sum nú. Heldur ikki í átta- tiårunum, tá ið rættiliga ferð var á búskapinum og fólka- talið í Føroyum var nøkur túsund hægri enn í dag. Bara í Havn standa 369 børn á bíðilista, og í ødrum býum og bygdum eru eisini langir bíðilistar. A løgtingsfíggjarlógini í ár fara 56,5 mill. krónur til barnagardsøkid, har av fara tær 35 mill. til dagstovnar- nar í Havn. Landsstýrið fær á hvørjum ári umsóknir frá bý- og bygdaráðum, og í løtuni bíða 15-20 umsóknir eftir svari um antin uppnor- meringar av starvsfólki og barnatali, ella til at seta nýggjan stovn á stovn. - Í verandi fíggjarári hava vit ikki møguleika at jåtta nakrari umsókn afturat. Jått- anin til dagstovnagkið er 2,5 mill. krónur hægri í ár í mun til í fjør, sigur Helena Dam á Neystabø. Uppnormering Hóast stødan nógva staðni, serliga í Havn, er rættiliga vónleys, stendur hóast alt ikki so illa til, tá ið tað ræður um at nøkta tørvin, um vit samanbera vid onnur lond. - Tað hevur alla tíðina verið ein fitt uppnormering. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu stórur tørvurin er á stovnsplássum runt um landið. Í Havn er 70% av tørvinum nóktaður og tað er ikki so vánaligt samanborið við, hvussu tað er aðra staðni. Vit síggja í komm- unum, ið hava økt vinnuligt virksemi, at tørvurin á stovnsplássum beinanvegin ger seg galdandi, sigur Hel- ena Dam á Neystabø. Góðkennir landsstýrið eina umsókn um bygging av barnagarði, útloysir tað samstundis eina rokning til landskassan. Landsstýrið bindur tað seg nevniliga sambært grein í barnafor- sorgarlógini til at veita 35% av rakstrarútreiðslunum og 60% av kostnaðinum av at byggja stovnin. Hinvegin vísir landsstýriskvinnan í al- manna- og heilsumálum ikki aftur, at tað ber til at seta á stovn barnagarð uttan um landsstýrið. Tað treytar so, at kommunan ber allan kostnaðin bæði av rakstri og íløgum. - Góðkenna Arbeiðseftir- lit, Brunaumsjón, Barna- vernd og onnur stovnin og fylgir kommunan eini veg- leiðing um, hvussu inni- haldið og innari og ytri vid- urskifti eiga at vera á stovn- inum, dugi eg ikki at síggja, at nakað skuldi forðað kommunum, ið hava ráð, at fara undir eina slíka verk- ætlan. Serlig støda Landsstyriskvinnan i al- manna- og heilsumålum hevur spurt seg fyri hjå Térshavnar byråd um tað ber til, at eini 4-5 plåss kunnu vera tøk til foreldur, ið eru í akuttari neyð. Her verður hugsað um fólk, ið í styttri tíðarskeið kom til Føroya í arbeidsørindum, eitt nú á Landssjúkrahúsið. Tórshavnar kommunu hev- ur givið avslag uppá henda fyrispurning. Storur ótryggleiki um nýggju upptøkureglurnar - Við nýggju reglunum, ið verða galdandi á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu, slepst í framtíðini undan óvissuni um, nær barnið fær pláss. Hinvegin eru foreldur ikki so fegin um, at tað verður hildið so fast í aldurs- og kynsbýtið á stovnunum TuRIÐ KJØLBRO Flestu spurningarnir, ið komu frá áhoyrarunum á al- menna fundinum, sum Fel- agið fyri foreldur at smá- børnum í Havn skipaði fyri månakvøldid, snúði seg um upptøkureglurnar, ið galda, tå ið foreldur skriva børn síni upp til stovnspláss. Sum skilst er stórur ótrygg- leiki og í nógvum fórum stór énøgd millum foreldur um reglurnar. Nýggju upptøkureglurnar skapa ikki fleiri stovnspláss, men tær skulu vera við til at tryggja, at foreldur og børn fáa greið boð og kunn- ing um, nær barnið fær pláss og hverjar valmøguleikar tey hava. Við øðrum orðum slepst í framtíðini undan stóru óvissuni, ið ríður teim flestu sum marran, nær barnið fær pláss. Foreldur fáa skrivlig boð um, nær barn teirra í seinasta lagi hevur eitt stovnspláss, hvat nummar barnið er á saml- aða bíðilistanum, og sam- stundis, og hvat nummar barnið er á økisbidilista- num. Eisini skulu umsgkj- arar hava ein faldara við praktiskum upplýsingum millum annað um, hverjir stovnar eru í økinum. Økisbyti Byurin verdur sambært nyggju reglunum byttur i fyra øki. Øki eitt umfatar Vesturbyin og Argir. I øki- num eru fýra stovnar og 29 dagrøktarmammur. Qki tvey umfatar miðbýin og økid vestan fyri Sundsveg- in. Í gkinum eru fimm stovnar og 8 dagrøktar- mammur. Øki trý umfatar Eystur- byin og økid eystan fyri Sundsvegin til Hoydalså. I økinum eru fýra stovnar og 12 dagrøktarmammur. Øki 4 umfatar Hoyvik, Hvitanes og Kaldbak. I økinum eru fyra stovnar og 12 dagrøkt- armammur. Umframt eru útibarna- garðurin Spírin og frítíðar- stovan í KFUM. Við økisuppbytinum verdur lættari at leggja framtidarætlanir fyri møg- uligari útbygging á barna- gardsøkinum. Dagrøktin javnar ut Av ti, at barnatalið í teimum ymsu gkjunum stødugt kann broytast, er ætlanin, at økini javnan verða endur- skoðað, og at dagrøktar- plåssini i stóran mun verða brúkt til at javna út møgu- ligan ójavna. Tá ið pláss er tøkt skal fyrsta barnið á bíðilistanum í økinum fáa tilboð. Tó er neyðugt, at aldursbýtið verður lagað til stovnin, og tað er serliga hetta, ið voldar 6nøgd. Børn, sum hava staðið stutta tíð á lista sleppa inn, áðrenn tey, ið hava bíðað leingi, tí tað er aldursbýtið á stovninum, ið er avgerandi. Leiðarin á dagstovnaskrivstovuni hjá Tórshavnar býráð, Katrin Holm, ið eisini luttók á fundinum mánakveldið, grundgav fyri, hví tað er so neyðugt við eini hóskandi aldurspjaðing. - Vit kunnu ikki fylla stovnar við einum ávísum aldursbólki, tí so gongur roknistykkið upp, hvorki so ella so. Um pláss er tøkt í einum øki, men eingin umsøkjari er í økinum ella tekur av tilboðnum, fær barnið, sum er fremst á samlaða bíðilist- anum tilboðið, hóast tað býr í einum øðrum øki. Nýggja telduforritið, ið verður gjørt til Dagstovna- skrivstovuna hjá Torshavn- ar byråd, verður tikid í nýtslu í heyst, í seinasta lagi 1. jan. 2000, og fyrst tå koma nyggju upptøkuregl- urnar í gildi. Tað fer at geva møguleika til eina og hvørja tíð at fáa upplýsingar um aktuella bíðilistan, hvørji børn eru á teimum ymisku stovnunum, og nær pláss eru tók. Tilflytarar við sviðusoð Tilflytarar hava sambært nýggju upptøkureglunum ikki møguleika at koma á bíðilista, áðrenn flutt verður til kommununa, og tað eru nógv sum vera man sera 6- nøgd við. Foreldur fáa hin- vegin møguleika at biða um farloyvi fyri barn á bíðilista, um flutt verður úr komm- ununi í avmarkaða tíð. Vanligt er, at foreldur, sum fáa børn teirra í komm- unalu dagrøktina, ynskja, at Katrin Holm, leidari å dagstovnaskrivstovuni hjå Tórshavnar byråd barnið verður standandi til barnagarðspláss. Tað fara tey eisini at hava í framtíð- ini. Men fyri at sleppa und- an ov stórari útskiftan og betri trivnaði verður mælt til, at bórn sum hava dag- røktarplåss, ikki fáa annað ansingartilboð fyrr enn í fyrsta lagi, tá ið tey koma í barnagarðsaldur. Nýggju upptøkureglur- nar, ið er í 13 punktum, snúgva seg um nógv viður- skifti, líka frá økisbyti og uppskriving til upptøku og kærunevnd og børn við ser- ligum tørvi, ið eins og framman undan hava fram- íhjárætt. ba ÁL i Fyri 20 árum síðani vóru 9 dagstovnar i Føroyum, teir 8 í Havn, sum í alt høvdu pláss fyri 507 børnum. Í dag eru stovnarnir 27 í tali og hesir taka i alt 1323 børn. Tilvildarliga vald mynd Í viðtali í blaðnum leyg- ardagin segði landsstýris- kvinnan, at Almanna- og heilsumálastýrið fer at kanna, um tað ber til at seta ein barnagarð á stovn á Landssjúkrahúsinum innan verandi fíggjarkarmar. - Nær og um hetta fer at lata seg gera, dugi eg ikki at siga nakað um enn. Landssjúkrahúsið er eitt ser- ligt arbeiðspláss sum veitir tænastu døgnid runt og tí eru tey starvsfólkini í eini serligari stóðu. Nógv starvs- fólk arbeiða á Landssjúkra- húsinum eitt stutt skifti, nógv koma í útbúgvingar- grindum og fara síðani av stað aftur. Tey koma úr út- landinum og hava tí ikki somu fortreytir og møgu- leikar sum onnur at skriva síni børn upp til stovnarnar, sigur Helena Dam á Neyst- abø. til Bergens Å ferdini verdu skipad fyri Bing SMYRIL LINE Tel 31 59 00