Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið NR. 111 - 16. JUNI 1999 Leygardagin luku 19 fólk føroysku ferðaleiðaraútbúgvingina á Føroya Handilsskúla. Útbúgvingin er fult á hædd við líknandi útbúgvingar aðrastaðni, og nú kann Ferðaráðið lýsa við, at Fóroyar hava góðkendar ferðaleiðarar ORÐ »HN JOH INNESSEN MYNDIR: JAN MÚLLER góðveðrinun setmasta g ingu 19 fólk for sk sum ferðaleið er ikki fyrstu at føroyingar hava lok- kt progv. men talan er , at føroying- va staðið eitt føroy skt eiðaraprógv, ið er góðkent av Yrkisutbugving- arráðnum hjá Undirvising- ar- og Mentamálastýrinum Ferðaleiðaraútbúgvingin verður nomin hjá Skeiðtæn- astu Handilsskúlans, og fingu fyrstu ferðaleiðararnir prógv í 1994. Tá var ikki talan um eina útbúgving. ið var góðkend av Undirvís- ingar- og Mentamálastýri- num. Men síðani tá er ar- beitt miðvíst fyri at fáa ferð- n fyrstu ferð aleiðaraútbúgvingina góðkenda Hetta eydni iðist, og seinasta vetur byrjaðu fyrstu ferðaleiðararnir at út- búgva seg á góðkendu ferð aleiðaraútbúgvingini hjá Føroya Handilsskúla Fult á hædd við aðrar Sambært lærarunum á Før- oya Handilsskúla, er før- oyska útbúgvingin fult á hædd við líknandi útbúgv- ingar aðrastaðni í heimi. Talan er um eina ógvuliga breiða útbúgving, ið fevnir um mentan, søgu, bókment- ir, list, tænastu, persónliga menning og annað. útbúgv- ingin er skipað í tríggjar partar. Fyrsti og annar part- ur eru hvør 30 tímar, og eru báðir tann åstødiligi partur- in av útbúgvingini. Tann fyrsti parturin viðger mál, mentan og list, samstundis, sum hann eisini kemur inn á uppgávur ferðaleiðarans, hvussu ein leggur ein túr til rættis, og eisini hvussu ein greiðir frá í mikrofon. Meg- inparturin av frálæruni í hesum fyrsta partinum er skipað sum fyrilestrar. Annar parturin av ferða- leiðaraútbúgvingini byggir á kundatænastu, samskifti, atferð kropsmál, hugburð og annað líknandi. Eisni verður í hesin partinum aft- ur nortið við mikrofonlæru og hvussu ein túrur verður lagdur til rættis. Harafturat sleppa næmingarnir eisini at royna seg sum ferðaleiðarar á ymiskum útferðum, skúlin skipar fyri. Triðji parturin er tann meira verkligi parturin av útbúgvingini, og fevnir hes- in um 40 tímar. Nú sleppa næmingarnir at legga túrar til rættis og at royna seg á túrum. Hesir túrar fevna ikki bert um busstúrar, men eisini um gongutúrar, vitjan á søvnum, býtúrar, vitjan á serligum støðum og í kirkj- um. Ikki livibreyð Gunhild Mikkelsen er ein av lærarunum á ferðaleið- araútbúgvingini. Hon er sjálv ferðaleiðari og hevur undirvíst í ferðaleiðara- næmingunum í mikrofon- læru og í at leggja túrar til rættis. Vit hava spurt hana, um ein kann liva av at vera ferðaleiðari í Føroyum. — Nei, sum nú er, ber ikki til at liva av at vera ferða- leiðari i Føroyum. Talan er ikki um eitt fast starv vid Ippar nc føstum arbeiðstíðum. Tað verður heitt á teg tá brúk er fyri tær, so eg haldi tú kanst kalla ferðaleiðarastarvið eitt free lance starv. Um fleiri ferðafólk einaferð í tíðini fara at koma til Føroya, kann verður sjálvandi eisini brúk fyri fleiri ferðaleiðar- um, men sum nú er, kann ein ikki liva av at vera ferð- aleiðari alt lívið, greiðir hon frá. Tó hevur hilnast væl hjá Gunhild í ár. Hon hevði sín fyrsta túr longu í februar, og síðani hava fleiri túrar verið av og á. — Tað er soleiðis við ferð- avinnuni, at ferðasmiðirnir bert gera túrar, um nóg mik- ið av fólki er at fara við. Tískil er talan um eitt free lance starv. Var tað soleiðis, at ferðasmiðirnir gjøgnum- »roanfyrt S Teir 19 nýggju ferðaleiðararnir førdu túrarnar undir øllum umstødum, so hevði altíð verið brúk fyri ferðaleiðar- um. Hetta hevði gjørt, at vit arbeiddu fast sum ferðaleið- arar, men sjálvandi er hetta dýrt fyri ferðasmiðirnar. Hetta hevdi loyst seg, um vit fingu fleiri ferðafólk til Foroya. Eisni SL Gunhild Mikkelsen varð eisini spurd, um hon heldur, at starvsfólk á ferjum og bussum hjá SL eisini áttu at luttikið ferðaleiðaraskeið- um. — Tað hevði ikki gjørt støðuna verri, um starvsfólk úr almenna samferðslukerv- inum luttóku í hvussu so er á nøkrum av pørtunum. Men tad er ikki vist, at neyðugt er hjá teimum at luttaka á einum fullum ferð- aleiðaraskeiði og taka ferð- aleiðaraprógv. Men tó hevdi avgjørt verið gott, um hesi luttóku á ávísum pørtum av skeiðnum. Ikki komandi ár í ár er undirvísingin í ferða- leiðaraútbúgvingini farin fram um kvøldarnar og i ávísum vikuskiftum, so til hevur borið hjá fólki at lut- taka eftir arbeiðstíð. Men komandi ár kann als eingin undirvísing væntast í ferð- aleiðaraútbúgvingini. Hild- ið verður nevniliga ikki, at grundarlag er fyri at hava eina ferðaleiðaraútbúgving á hverjum ári, og tí er ætl- anin bert at hava hetta tilboð á skránni annaðhvort ella tridjahvørt ár, alt eftir tørvi. Eitt er tó vist, og tað er, at nú kunnu ferðafólk gleða seg at uppliva Føroyar sam- an við dygdargóðum ferða- leiðarum. {1 semmasta íi€Ygarkvold FÅ Á Í 4 !