hósdagur 17. juni 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið
Fyristødukvinnan
fer um tvær vikur
Sjukrasystrarnar
á Landssjúkra-
húsinum eru ov-
farnar, tí nú hava
tær fingið at vita,
fyristóðukvinnan
fer úr starvi 1.
juli og at Jákup
Mørkøre, sum
onki kennur til
sjúkrarókt, skal
verða ovasti leið-
ari hjá sjúkra-
systrunum til 1.
oktober, tá ið ein
nýggj leiðsla
skal taka við
AKI BERTHOLDSEN
Hetta gongur yvirhøvur
ikki longur. Og nú fara vit
at gera upp við okkum sálv-
ar, hvussu vit skulu fyri-
halda okkum
Joan Ziskason, forkvinna
í Sjúkrasystrafelag Foroya.
er beinleiðis skelkað a
seimastu gongdini á Lands
sjukrahusinum
Tad er spuringurin um
leiðsluna á Landssjúkrahús
inum, sum spøkir aftur
Tiverri må ásannast. at
ósemjan bara harðnar í
hvørjum
Og sigast kann ikki, at
seinasta tiltakið hjá sjúkra-
húsleiðaranum ger nakað
fyn at slætta sjógvin.
Tí nú hava sjúkrasystrar-
nar fingið at vita, at 1. juli
fer fyristødukvinnan, Berg-
liót Ihlen frå og at eingin
skal setast í hennara stað.
Ti eftir henda dag, er tað
sjúkrahúsleiðarin sjálvur,
Jákup Mørkøre, sum skal
verða ovasti leiðarin hjá
sjúkrasystrunum, hóast
hann púra ongan kunnleika
hevur til sjúkrargkt.
Joan Ziskason sigur, at
sambært boðunum frá
leiðsluni skal Jákup Mørk-
øre umsita sjåkrarøktina til
1. oktober, tå ið nýggj
leiðsla skal taka við á
Landssjúkrahúsinum.
Eftir nýggja leiðslubygn-
aðinum skuldi starvið sum
fyristødukvinna leggjast
niður.
--Sostatt er enn einaferð
staðfest, at sjúkrahúsleiðar-
in er ikki sinnaður at broyta
kós í málinum um leiðslu-
bygnaðin á Landsjúkráhús-
inum, men framvegis ætlar
at seta tað einstreingjaðu
leiðsluna í verk, sum varð
fráboðað fyrr í ár
Sjúkrahúsleiðarin hevur
RIÐ
boðað frá, at ætlanin er at
eina einstreingjada
leiðslu á Landsjúkrahúsin-
um, har ein yvirlækni einsa-
mallur situr við ovastu
leiðsluni
Hesum eru sjúkrasystrar-
nar so hart ímóti, at tær hava
boðað frá, at tað verður und-
ir ongum umstødum góð-
tikið.
Tær halda, at tann røktar-
ligi parturin á einum sjúkra-
húsi er líka týdningarmikil
sum tan læknaligi parturin
og tað er tó eitt ófrávíkiligt
krav frá teimum, at tær eru
umboðaðar í leiðsluni á
jøvnum føti við læknarnar.
seta
Á einum v
Joan Ziskason, forkvinna í
Sjúkrasystrafelagnum, sig-
ur, at sjúkrasystrarnar hava
fleiri ferðir roynt at ávirka
málið við fundum og sam-
ráðingum.
— Vit hava tosað við Hel-
enu Dam á Neystabo,
heilsumálaráðharra og vit
hava havt fleiri fundir við
Jákup Mørkøre, sjúkrahús-
leiðara.
— Helena Dam á Neysta-
bø hevur sagt, at ongin
leiðsla verður sett í verk á
Landssjúkrahúsinum, sum
{1
i
LELL
{í
(KEKKEEKEKE 1141484
i 14
4.
4
í
11444
i
+14 {Í | 8 =
11
114
{
i
NR. 107 - 10. JUNI 1999
vit ikki kundu góðtaka.
— Men nú sjúkrahúsleið-
arin boðar frå, at fyristødu-
kvinnan fer frå 1. juli og at
hann sjálvur skal verða
leiðari fyri røktini til 1.
oktober, tá ið nýggj leiðsla
skal taka við, er ósemjan á
Landssjúkrahúsinum komin
á eitt vegamót, sigur Joan
Ziskason.
Ógvuliga ivsamt
Joan Ziskason sigur, at
Bergliót Ihlen hevur havt
leiðsluna fyri sjúkrasystr-
arnar.
- Men at Jákup Mørkøre
nú skal verða ovasti leiðari
fyri sjukrarøktini er tað
sama sum at ongin leiðari
skal verða.
Tí hóast hann hevur
mangar dygdir, er tað onki
at lasta mannin at siga, at
sjúkrarókt og sjikrarøktar-
leidslu hevur hann ikki skil
fyri.
— Hann kann ikki verða
leiðari fyri sjukrarøktina og
tað hava vit boðað honum
frá.
— Eg veit ikki, hvussu
Jákup Mørkøre ætlar at bera
Tann endaliga uppgerðin
á Landssjúkrahúsinum
nærkast. — Nú má málið
leggjast har tað hoyrir
heima, tí nú má avgerðin
takast, sigur Sjúkra-
systrafelagið, nú tað er
greitt, at tað framvegis
verður arbeitt eftir eini
ætlan, sum tær undir
ongum umstødum vilja go-
taka
seg at, tå ið hann fær røkt-
arfakligar spurningar, sum
Bergliót Ihlen higartil hevur
tikið sær av.
Hann kann t.d. ikki leggja
uppgávurnar yvir á deildar-
sjúkrasystrarnar, tí tað hevði
verið beinleiðis brot á grein
23 í sáttmálanum.
Hon leggur afturat, at
sjúkrasystarnar taka málið
í størsta álvara.
I síðstu løtu
Annars sigur forkvinnan i
Sjúkrasystrafelagnum, at
tey fara nú at krevja av
ovasta ábyrgdarhavara fyri
økinum, Helenu Dam á
Neystabø, at hon tekur a
gerð.
— Nú er avgjørt síðsta lot
an komin.
- Ætlar hon sær at taka
ábyrgd fyri málinum, ístað
in fyri bara at hyggja at, er
tað nú, at hon skal gera tað
— Avvarandi ráðharrar á
økinum hava forsømt málið
i fleiri år.
— Men nú er tað komið
hartil, at tað má leggjast, har
tað hoyrir heima.
--Helena Dam á Neystabo
kann so eisini taka tað
stóðu, at hon onga stóðu
tekur.
— Men so må hon eisini
taka ábyrgdina fyri tær av-
leiðingar, sum tað fær.
— Tað kann heldur ikki
vera rætt, at fakfeløgini alla
tíðina skulu vera noydd at
troka á fyri at fáa réttu av-
varandi at taka ábyrgdina.
— Men fyri sjúkrasystrar-
nar er tað altavgerandi, at
okkurt hendir nú, ti Føroya
størsta arbeiðspláss, Lands-
sjúkrahúsið, er við at fara
fullkomiliga í knús í berum
leiðsluloysi.
— Tað mesta er longu
syndrað sundir.
— Og tað kann bara rættast
uppaftur við at seta eina
veruliga leiðslu, har ið
læknaliga og røktarligi part-
urin eru umbodad å jøvnum
føti, sigur Joan Ziskason.
Si eisini grein å bls 8
Gera keiina i Vågi betri
Nú skulu yvir 6.200 fermetrar á keiøkinum i Vági slættast og asfalterast og tað
fer at gera tær vánaligu arbeiðsumstóðurnar nógv betri enn tær nú eru
AK! BERTHOLDSEN
Vágbingar fara nú at asfalt-
era eitt stórt øki niðri á kei-
ini.
Eyðfinn Mørk, formaður
í Havnanevndini í Vágs Bý-
ráð, sigur, at talan er um
yvir 6.200 fermetrar, sum
nú skulu asfalterast niðri á
keigkinum.
Hann sigur, at keigkið er
illa farið og at hetta er eitt
arbeiði, sum hevur ligið á
láni í fleiri ár.
Í fjør var tann vestari part-
urin av keiøkinum asfalter-
aður, men tå vildi Býráðið
ikki asfaltera allan tann utt-
ara partin eisini.
Tí tá skuldi eitt stórt
stykki fyllast út til tað
nýggju frystigoymsluna, og
tann tunga ferðslan, sum tók
seg upp tá, hevði oyðilagt
tað aftur beinanvegin.
Men nú verður so alt økid
asfalterað, bæði omankoyr-
ingarnar, tað stóra stykkið
imillum keiurnar og tað
stóra stykkið vestanfyri Pol-
arfrost. Summastaðni skal
takast av og aðrastaðni skal
økid hækkast fyri at fáa tað
javnari.
Tilsamans er alt økid,
sum skal asfalterast, gott
6.200 fermetrar.
Og tað er rættiliga dýrt at
asfaltera.
Eyðfinn Mørk sigur, at
tað fer at kosta kommununi
útvið 700.000 krónur at
gera arbeiðið. Tvs, at tað
kostar um 110 krónur fer-
meturin at asfaltera.
Tað er Landsverkfrøding-
urin ið skal gera arbeiðið,
sum bæði havnanevndin og
Býráðið hava samtykt.
Ætlanin er, at arbeiðið skal
byrja mánadagin, men tað
verður gjørt í tveimum um-
førum.
Samstundis, sum Lands-
verkfrødingurin kemur suð-
ur at asfaltera keigkið, skal
hann eisini asfaltera høv-
uðsvegin igjøgum Våg.
Formaðurin í havna-
nevndini sigur, at í fyrstu
atløgu verður kalt asfalt lagt
á bæði á keigkið og á
høvudsvegin.
Eftir = summarfrítíðina
verður so tað heita asfaltið
lagt á.
— Tá ið hetta arbeiðið er
gjørt, fer tað at gera arbeiðs-
umstødurnar á keiøkinum
nógv betri enn tær nú eru,
sigur Eyðfinn Mørk.
— Tað er heilt fitt av ar-
beiðið á keiini í Vági, bæði
á fiskavirkjunum, men eis-
ini á frystigoymsluni, sigur
hann.
—I sambandi við alt hetta
arbeiði er rættiliga nógv
koyring til og frá virkjunum
og frystigoymsluni, ikki
minst við trukkum.
— Men keiin er so óslett,
at tað er illa arbeiðindi og
tað er rættiliga darvandi við
tað, at plattar detta av o.s.fr.
— Men nú alt gkið verður
asfalterað, skuldi tað hjálpt
mundandi uppá støduna og
gjørt arbeiðsgongdina nógv
effektivari, enn hon hevur
verið, sigur formaðurin í
havnanevndini í Vágs Bý-
ráð.
Vágs Býráð ætlar sær eis-
ini so við og við undir at
gera åbøtur á aðrar vegir í
bygdini, sum eru rættiliga
illa farnir, sigur Eyðfinn
Mørk.