Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juni 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 107 - 10. JUNI 1999 Paradoks so tað forslær: tíðindablaðið S0SÍ2/urin ; Pengar kunnu finnast til barnagarðar Tá ið sagt verður, at eingir pengar eru til at byggja barn- agarðar fyri, er hetta ikki heilt rætt. Sambært grein í for- sorgarlógini kunnu fólk fáa almannaveiting vegna vant- andi barnaansing. Í oktober í fjór fingu 47 fólk í Havn pengar sambært hesi grein, og verður upphæddin um- roknað til eitt heilt ár, rókkur hon til at byggja ein barna- garð fyri og at reka hann eitt heilt ár TURIÐ KJØLBRO Í sambandi við nógva og áhaldandi kjakið í fjølmidl- unum um stóra tørvin á stovnsplássum til børn runt alt landið, gjørdi Lene Rauff Nielsen, sosialrådgevi i Havn, av sinum eintingum eina kanning av, hvussu nógv fólk fáa útgoldið pen- ing frá Almannastovuni vegna vantandi barnaans- ing. Hesin peningurin verð- ur útgoldin sambært grein 9.1 í forsorgarlógini. Í okt- ober í fjør fingu 66 fólk í Føroyum, 3 í Suðuroynni, 10 í Eysturoynni, 6 í bygd- um nær við Havnina og 47 í Havn peningaveiting, tí tey einki stovnspláss ella annað lógligt ansingartilboð hava til síni børn. Tey 47 í Havn fingu henda eina mánaðin á heysti í fjór 252.383 krónur, ella í miðal 5370 krónur hver. Rokna vit hesa upphæddina um til eitt heilt ár, er talan um góðar tríggjar milliónir krónur. Um vit siga, at sjálvur trupulleikin, einki stovns- pláss at hava í boði til barn- ið, er einasti trupulleikin 35 av hesum 47 hava, merkir tað, at hesi 35 beinanvegin kunnu fara á arbeiðsmarkn- aðin aftur og harvið vera við at fáa skattainntøkur til landið, um tey fáa eitt stovnspláss. Meta vit skatt- ainntøkurnar hesa forvinna, til í miðal 5000 krónur um mánaðin, merkir tað 2,1 mill. krónur. Í alt tosa vit um 5.128.596 krónur, tvs. tær tríggjar milliónirnar, tað kostar at veita fólkum, ið vegna vantandi ansing mugu vera heima, umframt tær 2,1 milliónirnar hesi kundu vunnu landinum inn í skatti. Í kanningini vísir Lene Rauff Nielsen á, at nýggi stovnurin Inni á Gøtu kostar í rentum, avdrøgum, vidlik- ahaldi, rakstri og lónum 3 Elin Lindenskov, forkvinna í Sosialunevnd í býráðnum í Havn milliónir krónur um árið. Við ðrum orðum kunnu pengarnir, sum verða veittir havnafólki, ið vegna vant- andi barnaansing fáa al- mannaveiting, brúkast til at byggja ein nýggjan stovn og væl meiri enn tað. - Hetta er tól, sum tala heilt greitt, og løgtingid eig- ur at gera nakað við hetta. Pengarnir eiga at verða brúktir og gagnnýttir skila- betri. Tað einasta, ið krevst er, at myndugleikarnir eru meiri kreativir í royndini at loysa trupulleikar. Vit eiga í øllum fórum at tosa um hesi viðurskifti. Eru fólk heima, tí tey ikki fáa børnini ansað, er tað sjálvandi nógv betri, at tey sleppa til ar- beiðis. Hesi fólkini hava jú arbeiði, tað er ein treyt fyri at fáa hesa pengarnar, sigur Elin Lindenskov, forkvinna i sostalu nevnd. Logarbundnir pengar Kanningin var send Helenu Dam å Neystabø, landsstyr- iskvinnu f almanna- og heilsumålum, og Leivi Han- sen, býráðsformanni i Havn, 27. november í fjør. Kortini hevur landsstýris- kvinnan ikki sæð kanning- ina fyrr enn nú. - Tað er nógv paradoksalt í forsorgarlógini. Hetta eru pengar, vit ikki sleppa eftir, tí teir eru lógarbundnir. Fólk hava rætt til hesa veitingina, um tey kunnu prógva trup- ulleikan, sigur Helena Dam á Neystabø. Forsorgarlógin verður endurskoðað í løtuni, harvið allar veitingarskipanirnar, og arbeiðið skal verða lið- ugt í hesum árinum. - Koma vit til ta niður- stóðu, at vit kunnu skipa hesi viðurskifti betur og ødrvisi, gera vit sjálvandi tað, og finna vit út av, at lógarbundnar útreiðslur kunnu umleggjast til rakst- ur, verður tað gjørt. Hinveg- in hvørvur tørvurin á hesi veiting ikki so leingi, tørv- urin á stovnsplássum er so stórur. Er tað ikki upplagt, at hesir pengar, ið verða veittir vegna vantandi barnaans- ins, kunnu brúkast betur? - Tað vil eg ikki svara uppá itøkiliga her og nú. Var tørvurin á stovnsplåssum ikki so stórur, vórðu ikki so nógvir pengar veittir til fólk vegna vantandi barnaans- ing. r Hesin kagar kanska eftir møguleikum… savnsmynd Kunningarstovuni, Hotel Hafnia og Hotel Føroyum GODSKA FRÅ GULLHORNINUM Nýggj skógvaspenni Nýggj knæspenni 650,- til kvinnur 600,- til mannfólk SPENNINI TIL TEIR NÝGGJU SKÓGVARNAR HJÁ MONNUM ERU EISINI AT FÁA FYRI SAMA RIMILIGA PRIS, kr. 1000,- Bringsnagøta - Åarvegur Tlf. 31 4430