hósdagur 17. juni 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tíðindablaðið S0S'2/U77N
NR. 107 - 10. JUNI 1999
Helena Dam á Neystabø er púra avgjørd um Landsjúkrahúsið:
Trætan skal loysast í ár
Vit mugu finna
eina loysn á træt-
uni á Lands-
sjúkrahúsinum,
sum, sum bæði
læknar og
sjukrasystrar
kunnu góðtaka.
Men so mugu
báðir partar eis-
ini verða verða
til reiðar at slaka
í sínum króvum,
sigur Helena
Dam á Neystabø
AK! BERTHOLDSEN
Osemjan á Landssjúkra-
húsinum skal verða loyst í
ár
— Tað er onki sum eitur.
Tann áralanga ósemjan
um, hver skal hava leiðsl-
una á Landssjúkrahúsinum
er nú komin inn í eitt av-
gerandi tíðarskeið.
Í hvussu so er. er Helena
Dam á Neystabø, heilsu-
málaráðharri, er púra av-
gjørd, tá ið vit biðja hana
um eina viðmerking til tíð-
indini á bls 4 um ósemjuna
á Landssjúkrahúsinum
Høvuds ósemjan á Lands-
sjúkrahúsinum hevur oll ár-
ini snúð seg um, hvussu
ovasta leiðslan á hverjari
deild skal mannast.
Læknarnir vilja bara vita
av eini einstreingjaðari
leiðslu, men sjúkrasystrar-
nar vilja bara góðtaka eina
tvístreingjaða leiðslu, har
sjúkrasystrar sita í leiðsluni
á jøvnum føti við læknarnar.
Men sjåkrahusleidarin,
— So leingi sjúkrahúsleiðarin arbeiðir við málinum, bann eg ikki taka úr hondunum á
honum, sigur Helena Dam á Nevstabø
Jákup Mørkøre kunngjørdi
fyrr i år, at hann ætladi at
eina einstreingjaða
leiðslu á Landssjúkrahús-
inum, har ein einsamallur,
leiðari, vanliga ein yvir-
lækni, hevði evstu ábyrgd-
ina á hvørjari deild.
Samstundis skulu vara-
leiðarar setast og teir skulu
vanliga vera sjúkrasystrar.
Hetta hevur so einaferð
enn fingið sjúkrasystrarnar
upp úr stólinum.
Tær hava mótmælt bæði
hjá sjúkrahúsleiðaranum og
hjá heilsumálaráðharranum,
og tær siga, at nú er málið
komið hartil, at tað er neyð-
seta
ugt, at Helena Dam á
Neystabø, sum hevur evstu
ábyrgdina av heilsuverkin-
um, viðurkennir sær sína
ábyrgd og sker igjøgnum.
Tær vænta nev niliga ikki,
at tað ber til at fáa eina loysn
annars.
Framvegis uppgávan
hjá leiðaranum
Men hesum er Helena Dam
á Neystabø grundleggjandi
ósamd í.
Hon sigur, at tað er ein
uppgáva hjá sjúkrahúsleið-
aranum at seta tann nýggja
leiðslubygnaðin í verk.
- Tað var eitt av enda-
málinum við at seta sjúkra-
húsleiðaranum og harvið
verður tað, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Men hon leggur afturat,
at hon hevur víst sjúkrahús-
leiðaranum á, at tað hevur
skund at fáa málið avgreitt
og at væntar at fáa eina aft-
urmelding frá honum heilt
Hon sigur eisini, at hóast
hon hevur boðað sjúkrahús-
leiðaranum frá, at málið má
avgreiðast skjótt, hevur hon
ikki givið honum nakað
evstamark.
— Men målid skal i hvussu
so er loysast f år. Tad er onki
sum eitur, sigur hon púra
avgjørd.
Hon sigur afturat, at
sjúkrahúsleiðarin = hevur
fingið at vita um tey fyri-
varni, sum partarnir hava í
málinum.
M.a. tað, at sjúkrasystr-
arnar noktaðu at góðtaka
størvini sum varaleiðarar, tá
ið sáttmálasamráðingar
vóru í fyrr í ár.
— So sjúkrahúsleiðarin
kennir fortreytirnar fyri ar-
beiðnum at gera ein nýggj-
an leiðslubygnað og so má
hann laga sítt arbeiði eftir
tí, sigur heilsumálaráðharr-
in.
Hon heldur annars ikki,
at hetta er eitt mál, sum eig-
ur at vera ímillum stovns-
leidsluna og fakfeløgini.
— Hetta er eitt mål imill-
um stovnsleidsluna og ar-
beiðsplásið.
Ikki mítt borð
Og Helena Dam á Neystabø
fer ikki at gera eftir áheit-
anini frá sjúkrasystrunum
um at taka málið um
leiðslubygnaðin á Lands-
sjúkrahúsinum í egnar
hendur og at skera igjøgn-
um.
— So leingi sjúkrahúsleið-
arin arbeiðir við málinum,
kann eg ikki taka úr hond-
unum á honum.
-Leidslubygnadurin er
eitt fyrisitingarligt mål at
loysa, ikki eitt politiskt mål
og tað skal vilja heilt illa
til, áðrenn hon tekur tað á
landsstýrisborð.
— Eg haldi ikki, at tað er
rætt at taka málið á mítt
borð fyrrenn partarnir eru
komnar til ta niðurstøðu, at
málið stendur fullkomiliga
í botni.
— At gjørt tað so leingi
málið ikki er fullkomiliga
fastlæst, vildi verið at tikið
ábyrgdina frá teimum, sum
hava ábyrgdina. Politikarar
kunnu heldur ikki ganga og
leggja seg út í bygnaðin á
hvørjum einasta arbeiðs-
plássið.
Tað er ein spurningur í-
millum leiðsluna og ar-
beiðsplássið. Og partarnir á
Landssjúkrahúsinum mugu
sláa seg til tols við, at teir
skulu finna eina semju.
--Heilsumálaráðharrin
sigur, at so hon væntar ikki,
at málið kemur har til, so
leingi vit hava ein sjúkra-
húsleiðara, sum arbeiðir við
málinum.
Hon sigur, at landsstýrið
hevur givið Jákup Mørkøre,
sjúkrahúsleiðara fríar hend-
ur at seta eina leiðsluskipan
í verk, sum hann heldur
tænir endamálinum best.
— Tað vildi verið skeivt at
álagt honum at sett eina á-
vísa skipan í verk.
— Men hann kennir for-
treytirnar og eg vænti at
hann finnur eina loysn útfrá
ti.
Báðir partar skulu
góðkenna loysnina
Men Helena Dam á Neysta-
bø sigur, at sjálvsagt var út-
gangsstødi, at vit skulu
hava eina leiðsluskipan á
Landssjúkrahúsinum, sum
bæði læknar og sjúkrasystr-
ar vilja góðtaka.
Og tað liggur sjálvsagt
framvegis í kortunum.
— Men málið er ómetaliga
trupult at loysa.
— Og tað fer at krevja, at
bæði læknar og sjúkrasystr-
ar geva seg eitt sindur.
— Tað er trupult at hugsa
sær eina loysn, har bara
annar parturin skal vera
noyddur at geva seg, sigur
Helena Dam á Neystabø.
— Fortreytin fyri eini
semju er, at allir partar í
málinum eru lidiligir og
vilja slaka. Tí verður neyð-
ugt at finna eina loysn, sum
onkusvegna liggur ímillum
krøvini hjá læknunum og
krøvini hjá sjúkrasystrun-
um- ella møguliga finst
onkur heilt triðja loysn, sig-
ur Helena Dam á Neysta-
bø.
Si eisini grein å bls 4
— Stødan å før-
oysku sjúkra-
håsunum kann
ikki góðtakast.
— Vit royndu at
gera nakað við
støduna í fjør,
men lógtingið
vildi ikki, sigur
Helena Dam á
Neystabø
ÁKI BERTHOLDSEN
—Vit hava roynt at gera
nakað við støduna.
— Men løgtingid tók
peningin frá okkum.
Sigur Helena Dam á
Neystabø, heilsumálaráð-
Vit hava spurt hana, hvat
hon heldur um støðuna á
føroysku sjúkrahúsunum.
Seinastu tíðina hava vit
fleiri ferðir í Sosialinum
greitt frá, hvussu uppslitin
ymisk útgerð á teimum
fóroysku sjúkrahúsunum er,
ikki minst í Klaksvík og í
Havn.
Í Klaksvík hava tey verið
noydd at brúka ein vøru-
vogn til sjúkraflutning við
at skora børuna í lastini.
Í Havn brendi ein sjúkra-
bilur saman á veg til Vest-
manna eftir einum sjúklingi
og á Landsjúkrahúslanar er
réntgenútgerðin so uppslit-
in, at yvirlæknin sigur, at
stødan er á markinum til tað
óetiska, tí tað kemur ofta
fyri, at tól brotna mitt í eini
kanning, so at sjúklingar
mugu sendast avstad aftur.
Vit hava roynt
Nei, Helena Dam á Neysta-
bø heldur ikki, at slíkt kann
góðtakast.
— Trupulleikin er, at nógv-
ar fløgur til endurnýggingar
á sjúkrahúsunum hava ligið
á láni í fleiri ár, nú í krepp-
uni.
Ístaðin fyri at skifta út-
gerðina út so líðandi, standa
vit nú í eini stóðu, at neyð-
ugt er at nógv útgerð treing-
ir til at verða skift út ísenn.
Tó vísir hon á, at nakað
er gjørt við at bøta um stød-
una hjá sjúkrabilatænastuni.
Ein bilur kom fyri
tveimum árum síðani, ein er
akkurát komin og ein kemur
afturat heilt skjótt.
— Ynskiligt er, at vit
kunnu koma í eina stødu,
har vit eru før fyri at útvega
ein nýggjan sjúkrabíl um
árið, sigur hon.
A næstu fíggjarlóg verð-
ur miðað eftir at fáa fígging
til ein nýggjan sjúkrabil til
Klaksvíkar.
Annars sigur Helena Dam
á Neystabø, at hetta lands-
stýrið hevur roynt at gera
nakað við tað truplu støduna
hjá sjúkrahúsunum.
— Á fíggjarlógini í år
royndu vit at gera eina
konto fyri seg sjálvan til
útgerð til sjúkrahúsini.
— Hetta var in konto, sum
skuldi vera felags fyri øll
tey trý sjúkrahúsini.
— Fyri at økja um møgu-
Vit fingu ikki pening til nýggja útgerð
leikarnar fyri at fáa málið
igøjgnum settu vit íkki
meiri enn tríggjar milliónir
av í uppskotinum til fíggj-
arlógina í ár.
— Men tíverri fingu vit
ikki vælvild fyri hesum í
fíggjarneyndini, ti hon strik-
aði bæði konto og upphædd
aftur, sigur Helena Dam å
Neystabø.
Hetta gjørdi, at sjúkra-
húsini eru framvegis sera
illa fyri tá tað kemur til at
endurnýggja dýr tól, tí tað
er illa rúmd fyri at fíggja
tey yvir vanliga raksturin.
Men hon sigur, at ætlanin
er at royna aftur næsta ár
og so at vóna, at játtandi
myndugleikin, løgtingid
Vs vælvild hesuferð.
— Eg má líta á, at løgtingid
ásannar, at tað er neyðugt
at útskifta útgerðina á
sjúkrahúsunum eftir ein-
ari langtíðarætlan.
Hon heldur, at tað, sum
liggur fyrst fyri at verða
endurnýggja, eru rønt-
gentólini á Landssjúkra-
húsinum, sum eru rætti-
liga illa slitin.
Men hon vísir eisini á,
at tað er so nógv annað,
sum harðliga trongir til
åbøtur, m.a. sjålvir bygn-
ingarnir.
--Okkara uppgáva
verður so at raðfesta fløg-
urnar, so at vit hvort ár
fáa gjørt tað, sum er mest
neyðugt.
Annars heldur heilsu-
málaráðharrin, at heilsu-
verkið er ikki verri fyri
enn heilsuverkini í hinum
norðurlondum.