hósdagur 17. juni 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 107 - 10. JUNI 1999
tíðindablaðið
Nýggjur barnagarður
a Argjum í umbúna
Gongst sum for-
kvinnan í sosialu
nevnd hjá Tórs-
havnar býráð,
Elin Lindenskov,
ætlar, verða eini
stór sethús á Argj-
um keypt og um-
bygd til barna-
garð, ið kann taka
30-40 børn
TURIÐ KJØLBRO
Samanborið við aðrar høv-
uðsstaðir, eru havnaborg-
arar ikki í verri stóðu, tá ið
tað snýr seg um at hava nóg
mikið av stovnsplássum til
tey smáu undir skúlaaldur.
Sum tað hevur verið víst á
fleiri ferðir, er 70% av tørv-
inum í Havn nøktadur. Men
tað eru kortini øki í býnum,
sum eru verri fyri enn onn-
ur. Her eru vesturbýurin og
Argir, ið í nýggja økisbyti-
num eru eitt øki, ringast
fyri.
Tað røkist kortini fyri, at
stødan batnar nakað. Tórs-
havnar býráð hevur samtykt
at fara undir at byggja
nýggjan barnagarð í vestur-
býnum til 60 børn. Enn er
ikki greitt, hvar hesin verður
ella nær hann verður liðug-
ur, men samanbera vit við
aðrar líknandi verkætlanir,
gongur í øllum fórum eitt
ár frá tí, at ætlanin liggur á
borðinum, til stovnurin
verður tikin í nýtslu.
Fólk á Argjum fáa í næstu framtíð ein nýggjan barnagarð, sum fer at hýsa 30-40 bórnum av Argjum og úr vesturbýnum í Havn
A Argjum er ein dag-
stovnur við barnagarði og
vøggustovu, men tað er alt
ov lítið til stóra barnatalið í
økinum. Men gongst sum
forkvinnan í sosialu nevnd
hjá Tórshavnar býráð, Elin
Lindenskov, vil, verða eini
stór sethús á Argjum keypt
og umbygd til barnagarð, ið
kann taka 30-40 børn. Mál-
ið var fyri í sosialu nevnd
týsdagin, og nevndin sam-
tykti at kanna málið byggi-
tekniskt og at heita á bygg-
inevndina um at fara undir
samráðingar við ánararnar
um yvirtøku av húsunum.
- Um prísurin er rímiligur,
rokni eg við, at vit keypa
húsini,
skov.
Forkvinnan í sosialu
nevnd vil ikki siga, hvørji
hús talan er um, fyrr enn
málið er komið longri, men
at húsini tykjast verða væl
egnað til at gerast ein barn-
agarður. Hon roknar ikki
við, at nógvar umvælingar
sigur Elin Linden-
og umbygginginar verða
neyðugar. Ein upphædd á
umleið tvær milliónir krón-
ur, tá ið keyp og umvæling-
ar er íroknað, er nevnd.
Verður keypið veruleiki,
verða húsini keypt sum
skjótast. Helst skal avgerð
um hetta takast í summar
ella beint eftir summarfrí-
Mynd: Jens Kristian Vang
tíðina. Hvaðani fíggingin til
keypið kemur er enn ikki
greitt.
- Tað skal figgjarnevndin
taka stóðu til, men tað er
greitt, at pengarnir verða
ikki tiknir burtur av frå
nøkrum øðrum,
Lindenskov.
sigur Elin
North Atlantic Pro- 16. ársfundurin hjá
vider kært dómin
Dámurin í málinum millum
fyrrverandi stjóran í North
Atlantic Provider, Suna á
Dalbø og felagið, verður
eftir øllum at dóma ikki
endaligur.
Verjin hjá felagnum,
Jóannes Madsen, advokatur
sigur, at fráverudómur er
avsagdur í málinum, og at
hann, innan ásettu 14 daga
freistina, sendi rættinum
áheitan um, at málið verður
tikið uppaftur.
- Málið er sett at koma
fyri aftur í rættinum 22. juni
klokkan 10“ og heldur tað
tá fram sum eitt vanligt
sivilt rættarmál í Føroya
Rætti, sigur Jóannes
Madsen.
Jóannes Madsen sigur seg
koma við hesi rættleiðing til
tíðindini í gjár, fyri at fólk
ikki skuldu halda, at
Málið millum Suna á Dalbø og
North Atlantic Provider
skal ganga umaftur í Fóroya Rætti
avgerðin hjá Føroya Rætti
var endalig
NASCO hildin í Westport
ársfundurin hjá
N JASCO hevur verið hild-
in í Westport í Írlandi í
døgunum frá 7.-11. juni
1999. Limalondini í
NASCO eru Kanada,
Danmark (vegna Føroyar
og Grønland), ES, Ísland,
Noreg, Russland og USA.
Føroyar hava i 1999
eina laksakvotu uppá 330
tons, sum kann veiðast í
tíðarskeiðinum frá 1. jan-
uar til 30. april og frá 1.
november til 31. desem-
ber.
Bert Føroyar og Grøn-
land hava kvotu å opnum
havi, hóast størsta veiðan
er í Noreg og Skotlandi,
har fiskiskapurin er í áum
og fram við strondini.
Samráðingarnar vóru
sera truplar, tí hini londini
løgdu trýst á Føroyar og
Grønland um at sleppa
rættinum at fiska laks á
opnum havi. Hetta kundi
Føroyar ikki ganga við til.
Hinvegin bant Grønland
seg til komandi 3 årini bert
at veida laks til egna
nytslu, sum tey seinnu år-
ini hevur verið mett til 20
tons.
H6ast øll limalondini
eru ímóti føroysku veiðini,
so eydnaðist føroysku
sendinevndini at fáa eina
vtalu við ES, Ísland, Russ-
land og Noreg, sum gjørdi,
at føroyska kvotan í 2000
verður 300 tons, sum kann
veiðast við 8 skipum í tíð-
arskeiðinum frá 20. januar
til 30. apríl og í tíðarskeið-
inum frá 1. november til
20. desember.
Síðani 1991 hevur ikki
verið fiskað beinleiðis,
men royndarveiða er fyri-
skipað. Stødan er nú tann,
at um ikki føroysk skip
fara aftur at fiska laks,
verður sera trupult í kom-
andi samrådingum at
varðveita rættin til henda
fiskiskap á vinnuligum
grundarlag.
Á fundinum í NASCO
fyri Føroyar luttóku Heðin
Weihe, fulltrúi í Fiskimál-
astýrinum, Jan Arge Jac-
obsen, Fiskirannsóknar-
stovan, Niels Jacob Niel-
sen, fyri Felagið Laksa-
skip, Sofus Poulsen, um-
boðsmaður Føroya í Aber-
deen, og Mogens Holm
Petersen fyri uttanríkis-
málaráðið.