Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juni 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið Lán játtað fyri 200 mið Urslitið hjá Realkreditstovninum var um 18 mió. krónur verri enn seinasta ár, og orsókin til tað er, at stovnurin ikki hevur havt so stóran kursvinning á virðisbróvunum. Og nú sær út til at áhugin er stórri at lána úr grunninum Tað hevur gingið striltið hjá liggur inni vid, men nú sær út ti Realinum« at fáa kundar til pengarnar sum stovnurin I, at tað fer at ganga framá við tí. Stovnurin hevur givið tilsøgn upp lán fyri umleið 200 mió. sum væntast at koma til útgjaldingar í ár og næsta ar SVEINUR TRÓNDARSON Real- Roknskapurin hjá kreditstovninum varð al- mannakunngjørdur kortum, og har stendur m.a. fyri at lesa, at stovnurin hevði eitt avlop uppá knappar 30 mió. krónur seinasta rokn- skaparár. Hetta er umleið 18 mió. krónur verri enn árið fyri, men frágreiðingin til tað er rættiliga einføld tá til stykk- is kemur. Grunnurin hevur fingið munandi minnið í kassan tá virdisbrøvini eru seld. Tað, sum í roknskapinum eitur »Realiseradur kurs- vinningur á virðisbræva- goymsluni< er góðar 19 mió. krónur lægri enn sama konto var árið fyri. I 1997/98 - roknskaparár- ið gongur frá 1. april til 31. marts - eydnaðist tað at fáa góðar 22 mió. krónur í real- iseradum kursvinningi á virðisbrævagoymsluni, men í 1998/99 var hetta tal niðri á góðum trimum millión- um. Rentusteði lágt Sum flest øllum kunnugt, so er rentustødi so lågt, sum tað sjáldan hevur verið. Rentan hevur sníkt seg niðureftir og slíkt sæst aftur hjá lánistovnunum. Tá tað samstundis verður meiri goldið inn til stovnin enn hann klárar at lána út aftur, so sigur tað seg sjálvt, at inntøkurnar eru fallandi. Rentuinntókurnar = hjá Realkreditstovninum eru falnar við hálvari triðju millión, men samstundis eru rentuútreiðslurnar hjá stovninum til virdisbrøvini í umferð eisini minkað, so samantalt eru tær inntøk- urnar áleið sum tær vóru árið frammanundan. Samlaðu rentuinntøkur- nar hjá stovninum í fjør vóru tí góðar 24,2 mió. móti 24,6 mió. í fyrraárið. NR. 107 - 10. JUNI 1999 Útreiðslurnar hjá stovni- num eru hinvegin hækkaðar eitt vet. Knappar 400 túsund eru brúktar til at seta bygningin hjá stovninum í stand fyri, og tað er stórt sæð økingin í útreiðlunum. Tó skal leggjast afturat, at lónarút- reiðslurnar eru hækkaðar við næstan 100 túsund krónum. Urslitid av vanliga rakstr- inum er tí 21,7 mió. krónur móti 22,3 mió. árið fyri. Afturat tí realiseraða kursvinninginum uppá góð- ar tríggjar mió. hevur Real- kreditstovnurin afturført fimm mió. krónur, sum fyrr eru avsettar móti tapi. Tað vil siga, at ársúrslitið hjá Realkreditstovninum er uppá 29,7 mió. krónur Eftirsteðurnar minka At tað eftir øllum at dóma gongur betri í høvudsvinnu okkara sæst eisini aftur í roknskapinum hjá Real- kreditstovninum. Tá gjørt var upp seinast í mars mánaði, vóru eftir- støðurnar knappar 3,6 mió. krónur. Hetta er umleið hálvonnur mió. krónur minni enn árið framman- undan. Samlaða lániupphæddin, sum grunnurin hevur úti er eisini minkandi. Við árslok 98/99 hevði stovnurin knappar 239 mió. í útlánum, og hetta eru góðar 30 mió minni enn við árslok sein- ast. Stovnurin hevur bara veitt. tvey útlán í fjør. Eitt uppá 600 túsund krónur til ein djúpvatnstrolara og eitt umfíggjað lán uppá 15 mió. krónur til ein rækjutrolara. Tað vil siga, at tað gongur heldur striltið hjá stovnin- um at fáa »kundar« til teir pengarnar, sum eru tøkir. 200 mió á veg út Men tað sær tó út til at ein broyting er á veg á hesum oki. Í roknskaparárinum, sum júst er farið afturum, hevur stovnurin havt 19 umsóknir til viðgerar og av teimum eru 12 endaliga vidgjørdar og játtaðar. Í ársfrágreiðingini stend- ur, at Realkreditstovnurin hevur givið tilsøgn um lán uppá umleið 200 mió. krón- ur, sum væntast at koma til útgjaldingar í hesum rokn- skaparárinum og næsta ár. Nogvan tøkan pening Sum nevnt aðrastaðni í greinini so hevur tad ikki eydnast stovninum at sleppa av vid pengarnar seinastu årini. Hetta skal ikki skiljast sum at Realkreditstovnurin er ein figgingarstovnur, sum veitir figging til alt, men ein veruleiki er tad t6, at 6gvu- liga få nyggj fiskifør eru komin til landið seinastu nógvu árini, og tí hevur eft- irspurningurin verið hareft- ir. , Hetta sæst eisini aftur á tí sum liggur í pengakistuni. Av teimum 539 mi6., sum realurin er >góður fyri< eru heilar 281 av teimum bund- nar í virdisbrøv ella standa í onkrum peningastovni. Eginognin hjá Realkredit- stovninum er nú uppá góðar 470 mió. krónur. Mansligur sangur i Keyp- samtøkuni i i Hoyvik Seinasta framførslan hjá íslendska manskórinum Heim- ir var - í Keypsamtøkuni í Hoyvík, og tað var ikki sørt, at innkeypið gekk lættari aftaná sangin SVEINUR TRÓNDARSON Síðani seinasta fríggjadag hevur eitt av kendastu ísl- endsku manskórum verið á vitjan í Føroyum. Teir hava havt konsert í Havn, Klaksvík, á Tvøroyri og í Nólsoy. Men ikki nóg mikið við at hava vanligar konsertir, so hevur kórið eisini havt onkrar framførslur har tað annars ikki er so vanligt at hoyra kórsang - í hvussu er ikki í Føroyum. Fyrsta dagin sungu teir inni í múrinum i Kirkjubø og seinni sama dag sungu teir í SMS. Tað seinna er nú ikki so óvanligt, tí har hava fleiri kór framført áður. Men at kór framføra í | Keypsamtøkuni í Hoyvík, tað má sigast vera rætti- liga 6vanligt. Umstødur- nar eru ikki serliga væl egnaðar til tað og slett ikki tá hugsað verður um, at íslendska kórið telur um 70 mans. | Men roynt var kortini, og ikki kann sigast annað Karlakórið Heimir bergtók kundarnar í Keypsamtók- uni í Hoyvík seinnapartin týsdagin enn, at royndin var sera væl eydnað. Kórið stillaði upp framm- anfyri kølidiskin innast í handlinum - har sum slakt- arin fyrr helt til. Hóast tað var trongt og áho ini vóru køli- diskarnir, sum standa á rað eftir gólvinum, so skal ikki sigast annað enn, at sang- urin ljóðaði einastand- andi væl. Kórið sang tríggjar sangir og tað er einki at taka seg aftur í, at áhoyr- ararnir fegnir vildu havt fleiri, men tað sá næstan út sum innkeypið gekk lættari aftaná sangin! Kórið fór aftur til Ís- lands í gjár. ; Frágreiðingin fyri 99 hjá Rikis- umbodsmanninum komin Árliga frágreið- ingin hjá Ríkis- umboðnum um Føroyar og før- oysk samfelags- viðurskiftið kom út í gjár SVEINUR TRÓNDARSON Í gjár kom árliga frágreið- ingin hjá Ríkisumboðnum, um Føroyar og føroysk samfelagsvidurskifti, å gøt- una. Hetta er 11. árið, at Rik- isumbodid einsamalt gevur út frågreidingina. Fram til 1989 var tað so, at Landsstyrid og Rikisum- boðið samstarvaðu um út- gávuna av árligu frágreið- ingini, sum tá stórt sæð var einasta >búskaparfrágreið- ing« um føroysk viðurskifti. Í 1990 valdi Hagstova Føroya at fara undir eina meira nágreiniliga gjøgn- umgongd av føroyskum samfelagsviðurskiftum, og tað endaði við Arbókini fyri Føroyar. Frågreidingin hjå Hag- stovuni er, sum vera man å føroyskum, og tað metti Ríkisumboðið ikki var nøktandi. Mett var., at tað í grannalondum okkara - ser- liga í Danmark og hinum Norðurlondunum - var tørv- ur á eini dagførdari frá- greiðing um føroysk sam- felagsviðurskifti, og tí varð gjørt av at halda fram við útgávuni. Í fororðunum sigur Vibe- ke Larsen, ríkisumboðs- maður, at ho vónar, at henda frágreiðing, eins og hinar undanfarnu, kunnu vera brúkiligar, sum uppslags- bøkur, og at hon samstundis gevur brúkaranum eina fat- an av høvudslinjunum í før- oysku samfelagsvidurskift- unum.