hósdagur 17. juni 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 107 - 10. JUNI 1999
tíðindablaðið
rl
Onnur skulu ikki taka sær av
at leggja mitt trúvirði í oyði
Hvat er hóvuðsbústaðurin? Er tað har ein svevur mest, har ein arbeiðir mest, ella har ein heyði verið, um ein ikki
fekst við politikk? Hetta spyr Jóannes Eidesgaard viðvíkjandi málinum um kostnaðarendurgjald, sum hann av órótt-
um skal hava fingið, men sum formansskapurin í løgtinginum ikki vil taka upp.
— Havi fingið nakað av óróttum, so vil eg vita tað og so vil eg fegin gjalda aftur, men eftir øllum at dóma vil for-
mansskapurin als ikki taka málið upp. Eg kann leggja mítt trúvirði í oyði, um eg havi hug til tess, men eg haldi ikki
aðrir skulu oyðileggja tað, sigur Jóannes Eidesgaard
— Sum lónmóttakari má eg kunna krevja arbeiðsgevaran eftir greiðum svari, men tað vil hann ikki geva mær. Er orsøkin
-
kanska, at onkur hevur áhuga í, at henda søgan skal hava frið at ganga millum manna, spyr Jóannes Eidesgaard
DAGFINN OLSEN
Fyri tid sidani kom heldur
løgid mál undan kavi, tå
fjølmiðlarnir tóku upp mål
um kostnaðarendurgjald hjá
ávísum tingmanni, eftir at
skjól, sum í trúnaði vóru
latin formansskapinum í
løgtinginum, vóru komin i
hendurnar á fjølmiðlafólki.
Soleiðis gjørdist málið
aktuelt, men tað byrjar við,
at gamla lógin segði, at ting-
menn, sum búgva uttanfyri
Havnina, hava rætt til
kostnaðarendurgjald, alt eft-
ir hvar teir hava bústað.
Tingsins formansskapur
reisti málið um kostnaðar-
endurgjaldið hjá tingmann-
inum Jóannes Eidesgaard.
Síðani hevur málið fingið
eina løgna gongd, tí að er
vorðið alment, eftir at onkur
hevur latið Dimmalætting
upplýsingar og tilfar um
málið. Hetta er tilfar, sum
er latið formansskapinum í
trúnaði og sum ikki eingang
tingmaðurin hevur sæð.
Lógin ógreið
Vit hava vent okkum til Jó-
nnes Eidesgaard fyri at fáa
eina viðmerking og fyri at
taka samanum gongdina í
málinum.
— Síðani eg kom á ting í
1990, hevur hetta við at
búgva uttanfyri Havnina
verið mín leiklutur. Tað
hevur ongantíð verið sett
spurnartekin við míni við-
urskifti, fyrr enn nú í síðst-
uni, men tað hevur kanska
verið frammi í samband við
aðrar tingmenn av og á, sig-
ur Jóannes Eidesgaard í við-
merking til gongdina í mál-
inum.
— Orsøkin til, at hetta tek-
ur seg upp, er helst, at orð-
ingin í gomlu lógini er nak-
að ógreið viðvíkjandi hvar
ein býr. Hetta er ikki nærri
greinað í lógini. Tá eg fór
úr Tinganesi í 1996, gjørdist
eg vanligur tingmaður og
royndi samstundis at taka
upp lærarastarvið við skúl-
an á Tvøroyri. Eingin setti
spurnarekin við nakað tá.
Vit keyptu so eini hús í
Havn og í sær sjálvum er
tað einki brotsverk, Heldur
Jóannes Eidesgaard.
— Tá eg so eisini fór í
Fólkatingið og varð biðin at
taka farloyvi frá lærara-
starvinum, byrjaði málið
líkasum at taka form. Eg
veit ikki, hvør fyrst tók tað
upp, fjølmiðlarnir ella løg-
tingsskrivstovan. Dimma-
lætting setti spurnartekin
við, um ávísir tingmenn
høvdu rætt til kostnadarend-
urgjald, og har vard eg so
eisini nevndur, sigur Jóann-
es Eidesgaard.
Hvar er hovuðsbú-
staðurin?
— Síðani hendi tað, at
stjórin á løgtingsskrivstov-
uni sendi mær bræv í aug-
ustmánað í fjør, har spurt
varð, um eg kundi upplýsa
um, hvar mín bústaður var,
um eg hevði fleiri, so hvar
min høvudsbistadur var,
greiðir Jóannes Eidesgaard
frá.
— Eg svaraði aftur, at mín
bústaður var alt eftir hvar
eg arbeiddi. Onkutíð á
Tveroyri, ofta í Havn og
onkutíð í Keypmannahavn.
Hvar høvudsbustadurin var,
tað dugdi eg illa at svara.
Hevdi eg einki politiskt ar-
beidi, so hevði hann iva-
leyst verið á Tvøroyri, tí so
fór eg aftur í mítt borgarliga
starv. Men hvat er høvuds-
bústaðurin? Er tað har ein
svevur mest,har ein arbeiðir
mest, ella har ein hevði ver-
ið, um ein ikki fekst við
politikk? Hetta fekk eg ikki
at vita, sigur Jóannes Eides-
gaard, sum síðani varð kall-
aður á fund á løgtingsskriv-
stovuni.
Har greiddi hann frá teim-
um spruningum, sum løg-
tingsskrivstovustjórin setti,
og síðani fekk hann at vita,
at formansskapurin fór at
taka málið upp.
- Tí var eg innkallaður til
fundar, men eisini aðrir
tingmenn hgvdu fingið
fundarboð, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Kemur i fjølmidlarnar
— Tad næsta eg siggi, er
at Dimmalætting endurgev-
ur år einum notati, sum
skrivstovustjórin = hevur
gjørt til formansskapin, har
millum annað míni viður-
skifti verða vidgjørd og nid-
urstødan er, at eg helst ikki
hevði rætt til fult kostnad-
arendurgjald. Notatið varð
skrivað og givið formans-
skapinum í trúnaði, havi eg
fingið at vita, tá eg spurdi
limin, sum Javnaðarflokk-
urin eigur í formansskapi-
num. Tað vil siga, at 4 per-
sónar hava fingið skjalið,
umframt tann, ið hevur
skrivað tað. Ein av hesum
hevur so latið fjølmidlu-
num, Dimmalætting, skjal-
ið, so kann ein bert gita sær
til, hvør tað er, men lat tað
fara, sigur Jóannes Eides-
gaard, sum sjálvur enn ikki
hevur sæð skjalið.
Bert lønmottakari
— Tað er sjálvsagt 6heppi,
at blaðið byrjar at endur-
geva úr skjalinum, tí eg havi
ongantíð sæð tað. Har verð-
ur sagt, at eg havi ikki rætt
til kostnaðarendurgjald,
men havi fingið tað. For-
mansskapurin ber seg
undan, tá roynt verður eftir
eini viðmerking. Um somu
tíð verður tosað um at fáa
nýggja lóg og hon er so
komin nú. Hon ruddar líka-
sum ivan burtur, og er tað
ein av fyrimununum, so
søgan, sum nú gongur, ikki
endurtekur seg, sigur Jóann-
es Eidesgaard.
Formansskapurin er aft-
urlatin og vil ikki koma við
viðmerkingum og Jóannes
Eidesgaard kennir seg illa
viðfarnan í hesum málinum.
— Eg havi ongantíð ásett
mína løn. Eg havi móttikið
lón, sum so mong onnur, og
havi sjálvsagt eisini verið í
teirri trúgv, at løgtingsskriv-
stovan hevur havt tær upp-
lýsingar um míni viður-
skifti, sum eru av týdningi
fyri lønina og lónarútrokn-
ingina, sigur Jóannes Eid-
esgaard, sum hevur svarað
spurningum bæði munnliga
og skrivliga.
Politiskt motiv
Jóannes Eidesgaard skriv-
aði síðani formansskapi-
num bræv, har hann vildi
hava at vita, hvat alt málið
snúði seg um og hvat við-
gerðin viðvíkjandi lønarvid-
urskiftunum endaði við, eft-
ir at hann hevði fingið skriv
og hevði verið á fundi við
skrivstovustjóran.
- Formansskapurin svar-
ar, at hann hevur ongantíð
vidgjørt málið og fer heldur
ikki at taka málið upp við-
víkjandi mínum lønarvidur-
skiftum í mun til gomlu lóg-
ina, sigur Jóannes Eides-
gaard.
- So standi eg aftur har,
sigur Jóannes Eidesgaard,
sum spyr seg sjálvan, um
málið hevur politiskt motiv
- Skal formaður Javnað-
arfloksins hongjast út fyri
at hava tiltuskað sær pen-
ing? Hesum havi ongan á-
huga í og eg havi ongantíð
gjørt tað heldur og vil ikki
hava tað sitandi á mær. Tí
haldi eg, at eg sum lønmót-
takri má kunna krevja ar-
beiðsgevaran eftir greiðum
svari, men tað vil hann ikki
geva mær, sigur Jóannes
Eidesgaard, sum spyr, um
orsøkin kanska liggur í, at
onkur hevur áhuga í, at
henda søgan skal hava frið
at ganga millum manna.
— Eftir at ein leki hevur
verið, og hetta kom í fjøl-
miðlarnar, so kann ein hava
sínar hugsanir, metir Jóann-
es Eidsgaard.
Fær lítið gjørt
— Sum Sigmund Poulsen,
løgfrødingur, eisini hevur
víst á, so fái eg so lítið gjørt.
Eg havi ongar handlings-
møguleikar. Eg kann ikki
fara á løgtingsskrivstovuna
og leggja pening á borðið,
tí tey taka ikki ímóti. Tað
kann heldur ikki vera rætt,
at eg skal sita og finna útav
hesum. Havi fingið nakað
av érøttum, so vil eg vita
tað og so vil eg fegin gjalda
aftur, men eftir øllum at
dóma vil formansskapurin
als ikki taka målid upp. Eg
haldi at formansskapurin
eigur at geva mær og min-
um trívirði ein møguleika,
sigur Jóannes Eidesgaard.
— Eg kann leggja mítt trú-
virði í oyði, um eg havi hug
til tess, men eg haldi ikki
aðrir skulu oyðileggja tað.
Tað er hetta, sum er kjarnin
í málinum, heldur Jóannes
Eidesgaard.
— Tó skilji eg partvís for-
mansskapin. Fara vit at taka
viðurskiftini hjá Jóannes
Eidesgaard undir sjóneyk-
una, so mugu aðrir eisini
undir lupp. Hetta fara fjøl-
miðlar og onnur at krevja.
Hvussu langt skulu vit so
fara? So mugu vit fara so
langt aftur, sum vit minnast
og tað verður eitt stórri mål.
Tá snýr tað seg um núliv-
andi og eisini um farnar løg-
tingsmenn, sum hava verið
í somu stóðu. Menn, sum
hava sæð, at arbeiðsuppgáv
an er so stór, at teir meira
ella minni nýta alla sína tíð
í Havn. Tað er rættiliga
áhugavert, at menn, sum
arbeiða nógv, skulu revsast,
meðan aðrir, sum ferðast
aftur og fram og kanska eru
mest við hús, ikki hava
nakrar trupulleikar, heldur
Jóannes Eidesgaard
Ein ongantíð
spurnartekin við ein lands-
stýrismann, sum kemur av
bygd, og nýtir alla sína tíð í
Havn. Men ein tingmaður
kann vera líka nógv upp-
tikin, sum ein landsstýris-
maður, sigur Jóannes Eid-
esgaard.
setir
Stór uppgáva
- í mínum føri hendi hetta.
Uppgávan bleiv so stór, at
eg var meira í Havn, enn
gott er , um ein skal dóma
eftir hesum málinum, sigur
Jóannes Eidesgaard.
- Afturat var eg nógv í
Keypmannahavn. Eg við-
gangi, at eg havi verið
minni á Tvøroyri, enn eg
átti at verið, men tað hevur
verið neyðugt, fyri at røkja
uppgávuna, sum tvørafélk
og aðrir suðuroyingar hava
valt meg til. Tí havi eg havt
reina samvitsku yvir fyri
teimum, tí eg havi verið til
arbeiðis. Hevdi eg gingið og
malið á Tvøroyri, so hevði
neyvan verið gott heldur,
sigur Jóannes Eidesgaard,
sum ikki skilir, hví hann
varð kallaður til fundar, hví
hann skuldi svara øllum
møguligum spurningum og
hví trúnaðar notat varð
skrivað av skrivstovustjór-
anum á løgtingsskrivstov-
uni, tá málið ikki skal takast
upp. Hann vónar ikki, at
motivið er politiskt, tí trú-
virðið er av stórum týdningi
hjá øllum politikarum og tí
er óheppi, um onnur undir-
grava eins trúvirði.
- Soleiðis er statt við mál-
inum í løtuni, sigur Jóanes
Eidesgaard, sum vónar at
fáa enda á hesum málinum.