Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2005 27 Fimm ferðir ? Hvørjum líkist tú mest – mammu tíni ella pápa tínum? - Eg haldi, eg má siga pápa mínum. Á tann hátt eg geri ting, fái hugskot og fái ting at henda uppá. Enda setningin »Ein rithøvundur er...«: - ein, sum dugir at fortelja søgur og heldur tað vera stuttligt. Er tað nakað, tú kundi hugsað tær at broytt við tær sjálvari? - Eg skuldi kanska verið meira ruddilig, men harragud! Hvørjum gerast fólk bilsin av við tær? - Eg haldi, at tað skal nógv til, áðrenn fólk gerast bilsin av mær. Tá tað eru føstalávintsveitslur, so verða tey ongantíð bilsin, líkamikið, hvat eg fari í. Eg haldi bara, at tey væntað, at eg geri okkurt klikkað. Hevði tú funnið uppá at etið menniskja kjøt?` - Nei! Sum heild eti eg ikki nógv kjøt, so tað hevði als ikki komið á listan. og bøkur eru ein stórur partur av lívinum hjá Rakel. – Foreldur míni hava altíð lisið fyri mær. Síðani eg var heilt lítil – eini tvey ára gomul hava tey lisið alt frá Palla Pumm til fagrar heimsbókmentir. Tey hava tímað at lurta eftir mær, tá eg havi fortalt søgur, og tað havi eg altíð elskað. Rakel lesur eisini hvønn dag fyri børnunum. Tó ásannar hon, at tað er kanska minni, enn hon hevði viljað, men tíðin røkkur ikki til. Sjálv lesur hon eisini nógv. Viðhvørt meira og viðhvørt minni. Men tað er ongantíð soleiðis, at ongin bók liggur á náttborðinum. – Bøkur hava ótrúliga nógv at siga fyri meg. Eg kundi ikki fyristillað mær eina verð uttan! Tað ber ikki til hjá henni at velja eina bók ella bøkur út. Hetta broytist alla tíðina. Men tó eru rithøvundar, sum regluliga vent verður aftur til. Her nevnir hon millum annað Stefan Zweig, Ray Bradbury, Mikael Ende og Tove Jansson. – Hesir rithøvundarnir hava eisini ávirkað, tað, eg skrivi sjálv. Eg kann merkja teirra hug- lag í tí, eg skrivi. Hønumamma Tað er týdningarmikið fyri Rakel, at børnini sleppa at uppliva verðina á ein hátt, har alt ikki er so banalt. – Eg lesi nógvar bøkur og royni at vísa teimum, at verðin er gandakend. Tað eg royni at føra víðari yvir á míni børn er, at lívið er ordiliga ævintýrligt. Tí tað er tað, sigur hon. Men hon leggur afturat, at hon er eisini ein hønumamma. – Tað er ikki altíð tilvitað, at eg royni at gera veruleikan fantastiskan. Tað kemur líkasum av sær sjálvum. Ofta er tað ov ringt at hugsavna seg um tað, sum er ov veruligt og keðiligt. Kalla tað veruleikaflýggjan, men skít verið við tí. Í løtuni er Rakel í holt við at skriva tvær barnabøkur. Og eisini eru tríggjar bøkur um skrímslið ávegis frá henni og hinum báð- um høvundunum, Aslaug Jóns- dóttir og Kalle Guettler. – Eg hevði ynskt, at tað bar til at vera rithøvundur fulla tíð. Ella at eg í hvussu so er hevði hálva tíð at skriva í, men framvegis fingið so mikið góða løn fyri annað arbeiði, at eg kláraði meg. Tað er ofta ov ringt at hugsavna seg um tað, sum er ov veruligt og keðiligt. Kalla tað veruleikaflýggjan, men skít verið við tí! ” Fyri Rakel Helmsdal er mentan ógvuliga týdningarmikil. Men fyrst og fremst kallar hon seg sjálva rithøvund Mynd: Jens Kr. Vang