Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 114 — 19. JUNI 1999 Nr. 114 — 19. JUNI 1999 Dagfinn Olsen - Mær vantar ofta orð í veruliga lívinum, men fingrarnir standa ongantíð stillir á alnótini, segði ein 38 ára gomul kvinna, ið er bundin at alnótini, og sum tíðin er leið bert fann inni- hald í lívinum við at sita í sambandi við mongu vinir sínar í on-line verðini á alnótini við non-stop chat- rooms , ella samrøðubólk- um Ein mamma greiðir frá: - 33 ára gamli sonur mín, ið er giftur og hevur tvær døtur, ger ikki annað, enn at sita við telduna, tá hann kemur til hús eftir arbeiðstíð. Hann tekur ikki longur lut í dagliga fam- iljulívinum, hann gerst meira og meira avbyrgdur, leggur ikki merki til børn- ini og klandrast við kon- una. Hon kennir tað, sum er hann farin frá teimum og til vinirnar í cyber- space. Hann viðgongur, hart kroystur, at hann hevur ilt við ikki at leita sær út á Nótina, men hann heldur hetta ikki vera ein trupulleika. Samfelagið er síðstu 10- 15 árini alsamt meiri merkt av teldum. Soleiðir er eisini við teim smáu heimunum. Arbeiðshættir eru broyttir, nýggjar arbeiðs- uppgávur eru komnar og nýtt samband er millum heim, arbeiðspláss og verðina uttanfyri. Men menningin av al- nótini hevur gingið sera skjótt. Um fá ár er kanska líka vanligt at vera í- bundin alnótina, sum at hava telefon. Í okkara nýfjepnu mót- tóku av alnótini og nýggju møguleikunum, hava vit ókritiskt tikið alnótina til okkara og síggja ikki myrku síðuna av cyber- space. Tey flestu hava ivaleyst ongar trupulleikar av al- nótini. Men onnur gerast bundin av óendaliga streyminum av tilboðum, ið eggja sansirnar. Hesir nýtarar gerast sálarliga bundnir at teim kenslum og royndum, ið teir fáa, tá teir teir nýta telduna. Júst hetta ger tað trupult at gevast ella at hava tamar- hald á nýtsluni. Í USA eru viðgerðar- hættir fyri tey, ið eru sálar- liga bundin at alnótini, kendir. Á okkara leiðum kenna vit ikki so nógv til trupulleikan enn, men við menningini, ið er á øki- num, er kanska neyðugt at hyggja nærri at vanda- økjum og bólkum, sum sum globala nótsaman- smeltingin hevur við sær. Í Danmark hava tey á Ringgárden í Middelfart síðani 1992 fingist við viðgerð av teimum, ið hava ludomani, ov 6gvus- liga spæligleði. Har hava tey enn ikki nógvar roynd- ir við teimum, ið hava knýtt seg ov tætt at al- nótini, men fylgjurnar fyri lívsdygdina tykist ikki vera minni, enn hjá teim- um við ludomani. Talan er um at missa fótafestið í veruliga lívi- num, veruleikanum. Ursl- itið er trupulleiki við at vera millum onnur fólk og sjálvsvirðið fellur skjótt. Nýmótans menniskjað er nærum altíð friðleyst og í órógv fyri at keða seg. At keða seg verður av teim flestu tikin, sum so 6- heppin kensla, at alt verð- ur gjørt, fyri at sleppa undan hesum. Orkar ein iki at taka støðuna upp, so er ein útvegur at flýggja. Og møguleikarnir eru nógvir. At nokta, fortreingja, sova, leita sær undirhald í sjónvarpi, video, alnótini, at taka sær eitthvørt stutt- ligt fyri, sum til dømis at spæla virkin spøl ella fara í spæliklubbar, ella ein kann eggja sansirnar við at drekka alkohol, roykja hash ella taka pillarar. Alnótin ella ludomani eru síðsta nýggja innan menniskjasligu trongdina til eskapismu. Kanska orsaka av lívslangari und- irstimulering. Sleppur ein ikki at gera okkurt av hesum, ið hug- urin stendur til, so kann úrslitið vera ringt lag ella ein keðilig kensla. Tó hoyrir við, at hóast teir trupulleikar, ið standast av atferðini, so heldur sama tíðindablað 15 At gerast bundin av alnótini er sum at gerast bundin av rúsdrekka - og kann elva til mikla sålarkvøl, einsemi og til óbótaliga skuldarkenslu Modelmynd WWW.bindanditilboð.fo Fleiri og fleiri gerast alsamt bundnari at alnótini, internetinum. Júst sum við alkoholi ella spæli. Hetta er veruleikafjart lív, ið kann elva til sålarkvøl, ein- semi og skuldarkenslu. Hesum greiðir Michael B. Jørsel, leiðari á eini deild fyri ludumani (6gvuslig spæligleði), frá í Samvirke fyri apríl 1999 mynstur fram. Bæði við ludomani, og tá ein er bundin av al- nótini, snýr tað seg um at flýggja frá einum veru- leika, ið tykist trupul, samstundis sum spælt verður um eina hugsan um makt - yvir spælinum ella alnótini. Tað kann eisini ganga skjótt, frá tí ein á fyrsta sinni roynir seg spakuliga fram á alnótini, til ein er 40 tíma alnótajunkie. Tað kann tá ikki ganga nóg skjótt við at koma heim og til sínar vinir á alnótini. - Halló, halló, er nakar harúti? trýstir Derek the Dude vónarríkur á knapp- aborðið, meðan veruleikin fer framvið. A alnótini kann ein smoyggja sær burtur frá veruleikanum. Her er ein dreymaverð í ravmagni, ið er opin alt samdøgrid. Í tryggu havnini í cyber- space kann ein tosa um sínar innastu kenslur og sín djúpasta longsul, nýta orð, ein í veruleikanum ikki hevði droymt um at nýtt og ein kann koma at fólki skjótari og opnari, enn í veruliga veruleika- num. Og alt er vandaleyst, tí ongum nýtist at fáa at vita, hvør ein er. Verður ein hildin at vera heldur seinur, uttan sjarmu og smáfeitur av teimum, ein hittir dagliga, so kann - ein skjótt gerast stuttligur, hittinorðaður og lokkandi við eitt sindur av lista- ligum kynstri á alnótini. Alnótin gerst skjótt eitt stað, har allar kvinnur eru tryggar við seg sjálvar og tora, allir menn eru 25 ár, ljóshærdir og vakrir og oll børn eru framúr kreativ og búgvin i mun til aldurin. Men tå teldurúturin slóknar og veruligi veru- leikin vendur aftur, venda eisini veruligu trupulleik- arnir aftur og eru nú verru at halda út. Svartskygdar hugsanir, einsemi og skuldarkensla og ein nýggj ferð á alnót- ini byrjar, fyri at sleppa undan kenslunum og fyri at finna eggjanina og ta góðu kensluna aftur, ið fæst, við at fara frá eina chatroom, til tað næsta. Tað er lættari at verða hangandi, enn at arbeiða seg úr støduni. Viðgerðar- hættirnir eru millum annað at fáa persónarnar at skilja støðuna og ikki falla aftur í somu grøv. Tað kann eydnast hjá øllum. Alnótin og ludomani verða møguliga millum stóru trupulleikarnir í nýggjari tíð. Fleiri og fleiri spøl síggja dagsins ljós og talið á teim, ið ikki duga sær hógv, økist vænt- andi eisini. Einki bendir á, at nakað er ødrvisi viðvíkjandi alnótini. Nótin er samfelag teirra uttan andlit, har øll kunnu látast at vera Leonardo diCaprio ella Brad Pitt, uttan at nakar avdúkar hetta. Baksíðan á heiðurs- merkinum er, at tann ein- staki flýggjar longur frá veruliga lívinum og teim- um fólkum og og stóðum, ið eru kring hin einstaka. Kelda: Samvirke, apríl 1999 (Brot úr grein)