Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Olavur Hátún Tað var tó ikki so, at V. Holmboe í sínum skapan- arvirki tók upp arv eftir mæta undangongumannin. Men um tann beinleiðis týdning, sum Carl Nielsen fekk fyri hansara lívsleið, greiddi Vagn Holmboe frá, at hann sjálvur sum ungur var í iva, um hann skuldi kjósa sær tónleikin ella málningin sum sína listar- grein. Í heiminum í Hors- ens, har pápin hevði mál- ingahandil, komu javnan listamålarar, og påpanum tókti tað tryggari, at sonur- in fekk sær málaraútbúgv - ing - so kundi hann ið hvussu so er vinna sær til dagligt breyð við praktisk- um arbeiði og seinni taka upp fyritøkuna eftir hann. Men tónleikurin spældi so mikið í sinninum á unga Vagni, at hann frá pápa- num fekk loyvi til at gera eina - og bert eina - roynd til upptøku á konservator- iinum í Keypmannahavn Spennandi var tað at standa og bíða eftir úrsliti- num, har ein fyri og annar eftir av aspirantunum varð kallaður inn at fáa sín dóm. At enda, tå ið bara hesin óttafulli ungi jåtin var eftir í forruminum, gekk hurðin, og lágvaksin maður við rísnum, stutt- kliptum hári kom út. Um hann var Vagn Holmboe? Ja, eftir royndarúrslitunum í hoyrilæru, teori og tón- leikakunning at dóma hevði hann ikki staðið; men hann hevði í umsókn- ini lagt við eina strúki- kvartett, og hana helt Carl Nielsen - tí hann var mað- urin skapandi gávum, at teir vildu geva honum møgu- leikan. Heppið fyri Holm- vísa so mikið av boe og fyri danskt tónleik- alív, at tað ikki var ein vanligur fakprofessari, men tann geniali listamad- urin, sum lagnan hevði hesa avgerð í hendur á. Eftir loknan lesnað á Det kgl. danske Musik- konservatorium helt Vagn Holmboe fram við út- búgving í Berlin. Hansara stóri áhugi fyri fólka- tónleiki og ivaleyst ikki minni tað, at hann í Berlin møttu sínari Metu, drógu hann longur suður í Eu- ropa og tá helst til heim- land hennara Rumenia, har hann i bygdarløgum víða um granskaði ru- menskan og annan balkan- skan fólkatónleik. I 40-árunum fekk Vagn Holmboe sum ténleikaum- mælari á blaðnum Poli- tiken sína ávirkan á danskt tónleikalív, og seinni sum professari í komposisjón á konservatoriinum kom hann meira enn nakar annar at seta sær spor í skapandi tónlist í Dan- mark. Millum hansara næmingar er fyrst og fremst at nevna tann nú heimsgitna Per Nørgaard, sum i komandi viku fer at sýna okkara Summartón- um tann heiður ikki bert at vera hjástaddur, men í einum før sjálvur sum Olavur Hátún, Karsten Hoydal og Vagn Holm- boe uttan fyri Norður- landahúsið Nr. 114 — 19. JUNI 1999 Strukikvartettin sjørdi hann til tonlistamann Eftir deyða Carl Nielsens í 1931 kendist tað tómligt í danska tónleikaheiminum. Tann stóri symfonikarin og sangtónaskaldið fram um onnur var farin, og um enn hann við sínum songum legði nýggjar lunnar undir danskan sang í skúla, heimi, sam- komum og í konserthøllum, so komu år at ganga, áðrenn nakar á instrumentala økinum megnaði at halda leðina fram. Maðurin, sum her kom í mans stað, var Vagn Holmboe — Tað er eitt fjølbroytt tónlistarligt valaverk, sum Vagn Holmboe fekk greitt úr hondum, sigur Ólavur Hátún pianistur at luttaka á kon- sert. Annað gitið tóna- skald, sum V. Holmboe setti við, er Ib Nørholm, ið var høvudslærari hjá okk- ara egna tónlistamanni, Sunleifi Rasmussen. Sum skilst hevði Vagn Holmboe sterka kenslu fyri teirri lívgevandi megi, sum býr í fólkatónleiki- nuum; tó byggir hann ikki eins og norski Edvard Grieg og ungarski Béla Bartok sína skapandi list beinleiðis á fólkatónleik. Við stødi í europeiskari musikktraditión heilt aftur til renaissancuna heyði Holmboe stødugt oyruni opin fyri tí nýggja, sum spretti uttan um hann. Men ongantíð søkti hann tað nýggja fyri tess egnu sakir, uttan helt sína egnu, eyðkendu kós, har ikki tíðarrák og móti, men einans dygdin vísti leið- ina. Tað er eitt fjølbroytt tónlistarligt valaverk, sum Vagn Holmboe fekk greitt úr hondum: skúlatónleik- ur, solosangir, kórverk, kamaropera, alskyns kam- artónleikur og ikki færri enn 12 symfoniir. Sum symfonikari verður hann av kónum monnum ikki bert javnsettur við sjálvan Carl Nielsen, men verður hildin at vera komin eitt stig longur fram á vegin, og hansara symfoniir, harav fleiri hava fingið bæði innan- og uttanlands heiðursprísir, verða nú spældar víða hvar í tónlist- arheiminum. Men sjálvur metti V. Holmboe strúki- kvartettina at vera full- komnasta millum ljómlið. »Joseph Haydn hevur lært meg at skriva strúkikvart- ettir<, skrivaði sjálvur Wolfgang Amadeus Moz- art, og sama kundi Vagn Holmboe siga. Meira enn nakar granskaði hann tann stóra undangongumeistar- an á hesum tónleikagki. Strúkikvartettin var tað sum nevnt, ið tryggjaði honum møguleikan at gerast tónlistamaður, hans- ara strúkikvartettir hava givið navninum Holmboe sæti millum tey fremstu innan hesa tónlistargrein, og seinasta verkið, sum hann - Ogrødiliga sjúkur, tó við fullari skapanarkraft - fullfíggjaði Mozart Re- quiem, og vinmaðurin Willliam Heinesen skriv- aði seinastu síðurnar av heimsgitnu skaldsøgu Jørgen Frantz Jacobsens Barbaru, soledis hevur fremsti næmingur Vagn Holmboes, per Nørgaard posthumt lagt seinastu hon á 21. strúkikvartett Vagn Holmboes, sum innan karmin hjá summartónum verður at hoyra á konsert í havnar Kirkju leygardagin 26. juni klokkan 11%.